Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-01, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 1. juli 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

4 Tíðindablaðið (SEN) … Samgongu- møguleikar Skal javnadarflokkurin i andstødu eftir valið? - Tað hevur ongantíð ver- ið meiri brúk fyri honum í samgongu og landsstýr- inum, enn tað er nú. Eg havi onkuntíð tikið upp aftur tað, sum Øregaard segði, at lívið sum andstødupolitikkari er ein oydimarkargongd, og tað haldi eg framvegis. Hverjum skal javnaðar- flokkurin arbeiða saman við? - Teimum sum eru hugað- iratreka ein dynamiskan og framrættaðan politikk. Pol- itikkur snýr seg um at skapa semjur um at fáa mál framd, tá haldi eg, at ofta hevur KA Framtidin A groyar rå eina framtíð, r nu kn eg avglørt at fiskaríið verður betri, tað má alla tíðina arbeiðast við vørumenning og at betra marknaðarfyritreytirnar, og eg vóni inniliga, at olju- vinnan verður týdningar- mikið íkast til búskapin. Skipasmiðjurnar hava ikki bygt skip í fleiri ár, men oljuvinnan átti at givið teimum støðugt arbeið. Og so verður tað neyðugt at byggja nýggj skip nakað skjótt. Tey flestu línuskip- ini vórðu bygd fyri umleið tríati árum síðani, og tað verður nevyan leingi, til far- ið verður undir at skifta tey skipini út. Tað heldur Jørgen Thom- sen, sum nú hevur lagt polit- iska arbeiðið frå sær. Hann ynskir at heilsa øllum, hann hevur arbeitt saman við og takka fyri gott samstarv. Eisini fáa wúgvu veljar- arnir, sum val eftir val hava tíkið undir við flokkinum og eysturoyartingmann- inum, persónliga eina heilsu. Tað hevur ikki verið talan um stórt umskifti, tá tað snýr seg um, hvgrjir hava umboðað javnaðarflokkin í Eysturoynna í tinginum. Tey seinastu 54 árini hava tveir menn átt sessin. Hin fyrri var Jákup Frederik Øregaard, sum fyrstu ferð varð valdur í 1940 og sum sat út í eitt, til hann ikki stillaði upp aftur í 1978, og hin er Jørgen Thomsen, sum vard valdur i 1978 og sum hevur verið valdur aft- ur í 1980, 1984, 1988 og 1990. Nú skal nýggjur ting- maður veljast, ti Jørgen Thomsen er ikki á listanum hesa ferð. Á valinum í 1936 varð Hans Jacob Poulsen, fiski- maður á Eiði, valdur at um- boða javnaðarflokkin í Eysturoynni. Valið var 28. januar 1936 og longu 24. ja- nuar 1937 doyði Hans Jac- ob Poulsen, sum tá var 43 ára gamal. Í hansara stað kom Joen Simon Heinesen í Leirvík. Hann sat til valið í 1940, og tað man verasíðsta ferðin, at Leirvík hevur átt tingmann. Øregaard stóran leiklut Jákup Frederik Øregaard var ættadur år Leirvik, men hann búði í Gøtu, har hann hevði handil og var reiðari. At hann var ættaður úr Leirvík sást aftur í persón- ligu atkvødutølunum, tí tað vóru fyrst og fremst leirvík- ingar; sum valdu hann á ting. Øregaard var frammar- laga í politiska lívinum alla tíðina, meðan hann sat í tinginum. Tá føroyingar eftir krígslok samráddust við danir um, hvussu fram- tíðar viðurskiftini millum Føroyar og Danmark skuldu vera, tók Øregaard lut, og hann var ógvuliga fegin um heimastyrisskip- anina. Tå flokkurin kom i lands- stýrið í 1959 gjørdist Øre- gaard formadur i figgjar- nevndini. Starvið røkti hann alt tað valskeiðið, og tå heimastýrisflokkarnir skip- aðu samgongu aftur í 1967, gjørdist hann bæði tingfor- maður og formaður í fíggj- amevndini, og tey bæði størvini røkti hann fram til valið í 1974, umframt at hann var formaður í ting- bólkinum. Tá fólkaflokkurin, tjóð- veldisflokkurin og javnað- arflokkurin í 1975 fóru í samgongu saman, tók Øre- gaard við aftur sum ting- formaður, og hann stýrdi tinginum tignaðarliga, til hann í 1978 tók seg burtur úr politikki. Petur Mohr Dam doyði í november 1968, og tá gjørdist Øregaard formaður i javnadarflokkinum. Flokkurin bjóðaði honum løgmansstarvid, men Øre- gaard tók ikki av, helst tí at hann hevði reiðaravirk- semi, men eisini tí at hann var tingsins maður og um hann skuldi velja, so mundi hann halda, at hansara lutur átti at verða í lóggávupart- inum heldur enn í útinnandi partinum. Tað er kanska eitt sindur sjálvsamt, at nýtt umboð so skjótt kemur í somu sessir, sum hann, ið fór undan. Men tað er ein sannroynd, at Jørgen Thomsen skjótt fekk sessin sum næstformaður í javnaðarflokkinum — tann sessin hevði Øregaard røkt í mong ár — og Jórgen Thom- sen gjørdist, sum Øregaard hevdi verid, bædi formadur í ingbólkinum og formaður í figgjarnevndini. Í valskeiðinum, sum nú er runnið, hevur Jørgen Thomsen verið burtur frá onkur skifti, og tá hevur Dan Reinert Petersen, sum er ættaður úr Saltnesi, men býr í Fuglafirði, verið i ting- inum. Nr. 123 — 1. JULI1994 Tveir tingmenn í 54 ár