Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Haldið fingrarnar vekk frá almenna sektorinum TAÐ, sum eyðkennir teir báðar stóru andstøduflokkarnar í valstríðnum, eru tær manglandi loysnirnar. Hvørki sa- mbandið ella fólkaflokkurin hava nakað sum helst itøkiligt at bjóða upp á. Alt eru yvirfladiskir flosklar. Men veljarin hevur krav upp á at vita, hvat hesir flokkara fara at fyritaka sær, koma teir í Tinganes. Og eitt av málunum, sum hesir báðir flokkar tykjast samdir um, er at skerja tann almenna sektorin inn á bein. Sparast skulu stórar upphæddir í hesum sektori, og tá lønir eru meg- inparturin av útreiðslunum, so merkir tað. at hesir flokkar ætla at ganga á odda við at siga hundraðtals almennum starvsfólkum upp. HETTA er ærlig tala. Teir siga sum er, at vit hava ikki brúk fyri llum hesum almennum starvsfólkunum. Men tá tað kemur til itøkiligar loysnir, verulig Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Múller Fyritaksstjóri. Krisjan Dahi Ljósmyndari. Kalmar Lindenskov uppskot um, hvør skal sigast upp hjá ti almenna, tá sambandið og fólkaflokkur koma til ræðið, so læsa teir kjaftin. Longur røkkur teirra ærligheit og sak- ligheit ikki. Ístaðin fyri at oyramerkja hesi fólk, sum skulu sigast upp, so brúka teir floskulkendar vendingar sum at vit mugu rationelisera og effek- tivisera almenna sektorin. Hví ikki siga sum er, at teir ætla at síga upp 500 ella kanska 1000 alment løntum! ER talan um at nidurleggja stovnar ella skulu tað bara sigast upp nøkur fá fólk á hvørjum stovni? Skal tað muna, so mugu hesir flokkar hyggja eftir teimum størstu arbeiðsplássunum og har er Landssjúkarahúsið klárt nummar 1. Vil tað siga, at koma sambandið og fólkaflokkur til, so fara teir at siga upp 50 - 100 ella meiri fólka á hesum landsins størsta almenna arbeiðsplássi? Sum um tað ikki er skorið nóg mikið her! Men álvaratos, meina tit nakað við hetta at minka um almennu útreiðsl- urnar, so verða tit noyddir til - skal tað Blaðfóis. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - Jústinus Eidesgaard Marni av Kák, sýslumaður í Vágum: Neyvan nøkur grind aftur í ár í Vagum — Eg havi júst sitið og skrivað eitt tilmæli til landsstýrið um at seta grindabann í Vágum árið út, sigur sýslumaðurin Í gjár sat sýslumaðurin í Vágum, Marni av Kák, og skrivaði bræv ul lands- stýrið. Hann kom við einum tilmæli um, atbann varð sett fyri at drepa grind í Miðvági og í Bo tað eftir er av hesum árinum. Stóra grindin mikudagin í Miðvági hevur fylt laka fløtuni, øll eiga nógmikið av grind. --Tað er ikki eg sum av- gerði, um loyvtskal verða at drepa grind ella ikki. Ég geri bert eitt úlmæli síðan taka landsstýrið og fiski- vinnunevndin stóðu til um bann skal setast ella ikki, sigur Mami av Kåk, syslumadur. -Eg eri væl nøgdur vid gongdina i hesi grindini. Talan var jú um eina rættuliga stóra grind og eg haldi at grindaformenninir í oynni gjørdu eit gott arbeiði. Men vit lærdu av hesi grindini, at bátar mugu hava meira av leysakøstum við sær, sigur sýslumaður- in. --Tað er ikki altíð at nóg nógv ferð fæst á eina grind, men høvdu fleiri leysakøst verið so høvdu fleiri hval gjør landgongd, sigur Marni av Kák. — Eg havi einaferð sum sýslumaður í Vágum upp- liva eins stóra grind. Tað var í 1973. Men søguligu tølini siga, at ein grind uppá yvir 1000 hval legði beinini á miðvágssandi í 1890. Hvat teir hava gjørt við alla grindina táer ilt av vita, tí tå var fólkatalið nógv lægri enn í dag. Men eg rokni við at fólk er komin víða um í landinum eftir grind. Fyrr nýttu føroyingar eisini grind til annað enn matna. Eg minnist sum smådrong- ur í Havn, at menn nýttu garnar og vánaligt tvøst at taða traðirnar við, sigur Útgavari: PM Sostalurin Uppseting PA Søstalurin Prent P/E Pressan 1981 muna - at senda heim stórt tal av starvsfólki á m.a. Landssjúkrahúsinum. Men hetta er ikki gott látin í einum valstríði. Millum valevnini sambands- floksins er læknar, sum neyvan taka undir við slíkum. Ella kanska tit heldur ætla at niðurleggja Fróðskaparsetrið ella hvat við Landsskúlafyrisitingini, sum tit hava so ilt av. JAVNADARFLOKKURIN metir ikki almenna sektorin sum nakra heilaga kúgv, men hann heldur tað vera full- komiliga burtur við at brúka tey almentu løntu sum kastibløkur í valstríðnum. Einki fáa vit vinnulívið at koyra betur ella fáa betri almennan rakstur við at hópuppsiga fólki í almenna sektorinum. Tygrturímóti eigur nettup almenni sektorurin at vera ein hin besti stuðulin hjá vinnulívinum. At stórri samstarv kundi verið millum vinnuliv og almennu resursirnar kunnu vit vera samd um, og her er heilt vist nakað at gera í framtíðini. Men vit vilja Marni av Kák, sýslumaður. Góð stødd - Støddin av hvalunum var góð. Bert ein eitt kvart- skinnsfiskur var merktur. Ein eittskinnsfiskur var eisini merkur, triggir tvey- skinnsfiskar og fýra fimm- skinnsfiskar. Restin lá frá seks skinnum uppí 10 skinn. Størsti hvalurin var merktur 14 skinn, sigur Marni av Kák, sýslumaður jústinus Teleton: 11820 — |StevnuTilBOD galdandi ALLAN JULI MÅNADA Andlitsviðgerð kr. 200 ; Tif. 19118 | 67. ÅRGANGUR Bústaður Argjavegi 26 | Postadr.. Postsmoga 76 110 Tórshavn Teletax: 14720 Argjum ikki góðtaka loysnirnar hjá sambandi og fólkaflokki um at tveita hundraðtals av teimum alment løntu til hús. Hesir flokkar hava eftirhondini gjørt hesi fólk til syndabukkar fyri ti ómegd, sum annars ræður og hevur rátt í vinnu- ívinum og fyri ikki at tosa um í handilslívinum. Tit hava gjørt alment lønt til eitt banniorð, hesi kenna seg sum ónyttur, ið bert snúlta upp á samfelagið. Men hvgrji eru hesi fólk! Jú tað eru lærarar, sjúkrasystrar, tey umsita skattin, pensiónirnar osfr. Nei, haldið tit fingrnar vekk frá almenna sektor- inum. Latið javnaðarflokkin sleppa at koyra víðari við sínum politikki til frama fyri bæði vinnulív og tey alment løntu. SOSTALURIN Hjå FIU LÆKNA EXAM. KOSMETOLOGUR Mazda 929 Sedan årg. 1986 u/ motor, annars í góðum standi — til sølu vegna flyting. Tlf. 15737