Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 124 — 2. JULI11994 Síða 3 Heimasjúkrasystir í Havn: Hetta er ikki liv - Tað er nóg ringt at klára arbeiðið við bili, og nú ber als ikki til. Haraftrat er tað eitt ómenniskjaligt trýst, at vit orsakad av sparing ikki mugu arbeiða aftaná kl. 16, og fólk ringja tí alla tíðina til okkara, sigur Minna Poulsen, heimasjúkrasystir í Havn Tað stendur nógv á flestu heilsu- og heimasjúkra- systrum, nú tær ikki hava bil vid til arbeiðis og ti noyðast atgangamillum húsini. Tað pínir tær at vita, hvussu nógv gomul fólk harvið ikki fáa ta røkt, sum tey eiga at fáa. Sjúkrasystrar eru ein fak- bólkur, sum næstan ong- antíð mótmælir ella ger uppreistur, men nú halda summar teirra tað vera ov- boðið. Minna Poulsen er heima- sjúkrasystir í Havn. Hon vil ikki tiga longur, og hon helt tað vra nógv fyri at hoyra, tá Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður, fyrr í vikuni segði við Sosialin, at tey í landsstýrinum vóru von við at vera undir trýsti og also ikki lótu seg ávirka av avgerðini hjá sjúkrasystr- unum við at seta bilarnar. - Høvdu fólk vitað, hvørj- um trýsti vit altíð eru undir. Tað er so ómenniskjaligt, at vit orsakað av sparing ikki mugu fara út til tey sjúku aftaná kl. 16 um dagin. Jóannes Eidesgaard veit væl, hvussu hetta pínir okk- um, og hvussu skeivt tað er, sigur Minna Poulsen. - Tað er so synd í teimum, sum liggja sjúk heima, tí tey fáa onga sjúkrargkt um kvgldið. Vit kunnu í und- antaksførum fara einaferð út. Læknin kann sjálvandi fara einaferð, men hann kann ikki sum vit røkja sár, geva ússaligum fólkum linna o.a. Eg vil tó við- merkja, at familjan í flestu fórum ger ótrúliga nógv fyri síni, sigur Minna Poulsen. - Tildagligt hevur staðið á atkomið til øll, tí vit hava so nógv at gera. Vit eru vanar við næstan at skræða okk- um sundur. Við ongum bili ber als ikki til at røkja arbeiðið, tí langt er ofta at fara, vit hava okkara tungu tasku, so skulu vit eftir hjálpitólum, so bilur skal til, sigur Minna Poulsen. Hon heldur, tað hevði verið rættvísast, fingu heilsu- og heimasjúkra- systrarnar tænastubil,men hevur landið ikki ráð til at útvega teimum øllum slíkar, má bera til at gera onkra skipan við hóskandi sam- sýning. randi Í lívsvanda Ein maður fekk álvarsligan skaða í høvdid, tá hann hósnáttina datt oman gjógnum eina stoypta trappur uttanfyri einum sethúsum í Havn Seint håskvøldid var ein maður fyri i Føroya rætti, skuldsettur fyri harðskap. Akæruvaldið kravdi henda mann varðhaldsfongslaðan ella í øðrum lagi fongslaðan í trý samdøgur, men eftir drúgvar avhoyringar av- gjørdi dómarin avgjørdi at lata mannin leysan. Maðurin varð tikin i sam- bandi við eina syndarliga hending hósnáttina, tá ein maður undir ógreiðum um- stóðum datt oman gjøgnum eina stoypta trappu uttan- fyri eini sethús í Havn. Politiið veit, at tey vóru nøkur vaksin fólk í veitslu- lag í hesum húsum. Tá tey Skulu fara hver til, endir hetta, at ein maður fer oman gjøgnum trappuna. Hann fekk so stóran skaða, at Vaglinum Leygardagurin er altíð hugnaligur í miðbýnum í Havn. Fólk fara til handils, og á gongugøtu eru básar við ymsum til sølu. Í dag hevur Suður- streymoyar Javnaðar- felag eisini bás á gongu- gøtuni. Har verða flestu valevnini hjá flokkinum í Suðurstreymoy at hitta millum kl. 10 og 14. Valevnini verða har fyri at práta við fólk, tey eru til reiðar at svara uppá spurningar, og eisini hava tey ymist tilfar um tað, flokkurin stendur fyri. Øll eru vælkomin at vitja básin, siga valevn- mi. valemi á | Fongsladur til valdagin Ein 62 åra gamal madur situr avbyrgdur fongsladur skuld- settur fyri at hava verið ónæri- ligur móti eini smágentu 7. juli, sjálvan valdagin, skal Føroya Rættur taka stóðu til, um ein 62 ára gamal eysturoyingur fram- vegis skal sita fongslaður. Sunnudagin 26. juli varð maðurin fongslaður, skuld- settur fyri at hava verið ónæriligur móti eini seks ára gamlari gentu. Hann er skuldsettur eftir $ 222.2 og 224 um aðra kynsliga samveru enn sam- legu við barn undir 12 ár. Tað var í eini bygd í Eysturoynni. Maðurin hevði bjóðað uimum smá- gentum í grannalagnum inn til sín. Hinum báðum, sum vóru yngri, gav hann okkurt góðgæti og bað tær fara út. Hina helt hann eftir. Gentan segði ikki heima, hvat var hent, men foreldr- ini fingu illgruna, tá hon fór at gráta og hevði ilt. Nú verða øll viðurskifti hjá manninum kannað, og avhoyringar fara fram. Verður maðurin funnin sekur, er revsingin fongsul upp til 10 år. randi hann misti vitið, og tað stendur um lív. Politiið kannaði beinan- vegin umstødurnar, og ein maður varð so handtikin og skuldsettur fyri harðskap, men rætturin avgjørdi, at hann ikki skuldi inn at sita, meðan politiið heldur fram við sínum kanningarar- beiði. randi ánadag A Á hósd Vælkomin ! Føroya Sparikassd Valevni dystast uttandura - Sunnudagin politisku feløg streymoy fyri verða skipa ini í Suður- politiskum valfundum í Nólsoy, í Kal- bak og á Velbastað Tað eru rættuliga nógv ár síðani, at vit í Føroyum hava havt eitt summarval til løgtingid. - Men hóast nógv fólk ikki sita heima og bíða eftir valinum - summi fara at ferðast, onnur framman skíggja at hyggja eftir fótbólti og summi kanska okkurt heilt annað, so verður roynt at gera fundirnar meiri spennandi. Um viðrar sunnudagin, so vera politisku valfundirnir í Kalbak, í Nólsoy og á Velbastað hildnir uttandura. Hetta varð roynt á Vaglinum seinasta leygardag í - frígg) latingartidirnar: Pdag 12.00-16.00 ag kl. 12.00-18.00 góðveðrinum - og hóast áhoyrarnir ikki vóru teir heilt nógvu, so var tiltakið væl eydnað. Í Nólsoy verður fundurin hildin uttan fyri bygdarhúsið. Viðrar ikki, verður farið innar í bygdarhúsið. I Kalbak verður fundurin hildin í ella uttan fyri skúlan. A Velbastað verður fundurin hildin í skúlagarðinum, um viðrar. Annars verður fundurin hildin í Sólarmagn. Umboðini siga, at allir fundirnir verða hildnir kl 15.00, og vóna tey at nógv fólk fara at lurta.