leygardagur 2. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 124 — 2. JULI1994
Vit skulu framvegis útvega skip fyri einar Í 50 milliónir árliga, skal
endurnýgging flotans standa mát við »foreldilsid«, sigur Atli Dam:
Krumtappurin %
Tað kenst fullkomuliga
bakvent, at skip og skipa-
bygging standa so í teirri
mynd, serliga nøkur fjøl-
miðlafólk og skrivara-
borðsgeneralar hava skapt,
at hann ið hevur við skip at
gera, altíð hevur dálkaðar
fingrar, og í hvussu so er,
drigin upp í okkurt >svans<.
Givið er at ikki alt er av
fínasta slag, og at vit øll í
bjartskygni ofta hava tørvad
nóg góðar rentabilitetsmet-
ingar, og at figgingar-,
studnings- og veðhalds-
meguleikamir hava verið í
so rúmligir, og í mongum
fórum eisini ov vánaligt
eginpeningagrundarlag.
Men haðani og til at siga,
at alt er grugg og óregluligt,
sum hevur við tey høvuds-
amboð, sum eru tað einasta,
Føroyar kunnu liva av, at
gera, er so úti av bókini, at
hetta nærum oyðileggur all-
ar møguleikar fyri endur-
nýgging av ú flota, sum nú
hevur ein miðalaldur upp á
29 ár
Vit skulu nýta einar 150
mió. kr. árliga í medal til
íløgur í skip, skal hesin
meðalaldur ikki rúka upp á
35-40 ár komandi tvey val-
skeiðini, og skulu vit ikki
siga allar møguleikar frå
okkum fyri at eiga før, ið
kunnu troyta tað ótroytta
rikidømi uttan fyri 200 fj.
og á djúpum vatni innanfyri
eins væl og pelagiska uppi í
sjónum.
Summi ár verða fløgurnar
nakrar hundrað milliónur,
onnur nærum ongar, men
vit koma framhaldandi at
gera ætlanir so frægt tað let-
ur seg gera og royna har-
eftir.
Men nógva tosið frá
bankum, frødingur og leik-
monnum um at vit skulu
byggja á haldgóðar fram-
rokningar 10 år fram í tíð-
ina, gerst ongantid veru-
leiki. I kendum og væl
kannadum stovnum røkkur
tú nakað áleiðis, men ný-
royndir koma altíð at
byggja á trúgv á møguleikar
eftir teim og at tú finnur teir.
Føroyingar hava vágað
og »satsad«.
Føroyingar koma fram-
vegis at vága og >saisa<.
Heimildir
Havi fyrr sagt, at tå alt er
kannað, tað veri seg av ting-
nevnd vid serfrødingshjålp
ella politikanning, sum jå er
framd og åhaldandi fer
fram, verður ongin spurn-
ingur um heimildarloysi
eftir, og teir eykadómar,
fjølmiðlar og onnur hava
felt, fara úr gildi aftur.
Tá fáa vit vónandi farið
víðari í vanligum fløgum,
sum kunnu gera tað livilig-
ari her á landi
Tá verða úttalilsi um at
fløgur í áttatiárnum framdar
í heimildarloysi hava kost-
að milliarda veðhaldstap
eisini deyð. Tí veðhalds-
tapini — heimilað ella 6-
heimilað — upp á fløgur í
fiskiskip í áttatiárunum
røkka langt í frå milliard,
heldur er talan um einar
300-400 milliónir, — tå
Heygadrangur og Reynsa-
tindur eru undantiknir. Har
gjørdu serligar umstødur
seg galdandi.
Hvat er so vunnið?
Prátið um svartkjaftaævin-
týr, villar íløgur, ørar skipa-
pakkar leivir ta fatan, at alt
er farið fyri bakka.
So er ikki.
Flestu skipini eru enn í
vinnu undir føroyskum
flaggi, og nú verður talan
um ikki bert eina men fleiri
millardir, sum hesi skip
hava veitt fyri hesi fáu ár
Ilia var statt, komu ikk
hesi nýggju, stásiligu skip
fullfermd av livandi gulli so
ofta sum tey gera.
Krumtappurin
Í „Faroe Tidindi« verða teir
fýra Barentshavstrolararnir
skírdir krumtappar í før-
oyskum búskapi, og tað er
Í 1993 veiddu hesi skip
fyri meira enn 200 mill. kr.
og manningarpartarnir vóru
bg OP
oman fyri 500.000 kr.
Sama verður í 1994.
Men tó eru hesir trolarar
bert krumtappurin í einum
tátti, sannleikin er at skipini
útvega 1984 og seinni eru
krumtappurin í samlaða bú-
skapinum.
Hetta sagt uttan at minka
um virðingina fyri hinum
meira stovnsvinarliga, eldri
flota og útróðrinum.
Lat okkum seta upp lista
yvir nøkur av teim skipum,
sum vóru í onkrum skipa-
pakka, og sum hava verið í
vinnu síðan: Høgifossur,
Niels Pauli, Vesturvarði,
Hviltenni, Phoenix, Vest-
menningur, Artic Viking,
Grønancs, Jaspis, Steintór
Vesturskin, = Føstuvardi,
Sólborg, Saturn Il, Beinir,
Vesturvón, Fugltúgvan.
Sundaberg, Hådegisklettur,
Ocean Castle, Skålaberg,
Sverri Ólason, Enniberg,
Polarhav, Stjørnan, Gull-
berg, Ran, Brimborg, Ljósa-
felli, Strembingur, Vestur-
búgvin, Polar Sea, Stiga-
klettur, Ametyst — 34 skip
og er listin ikki fullfigg)-
aður.
Nøkur afturat komu sum
vit mistu av landinum. Tey
høvdu verið hent í Irming-
arhavinum, å sild, svart-
kjafti og makreli ella á
Hattonbank, men tey hava
vit so mist og må tf roynast
av nýggjum at útvega
hóskandi — og bíligari før -
til hesar nýroyndir.
Nýggj skip farin úr flot-
anum:
Andrias í Hvannasundi,
Háborg, Gáshólmur, Hvíta-
nes, Klettur, Niclas á Sel-
heyggi, Ango, Fame,
Glóðanes, Snoddið, Artic
Sea, Julius á Bakka, Mið-
vingur, Polarborg 1, Polar-
borg II, Vársól og Polarfar-
ið.
Veðhaldstapini uppá hesi
eru góðar 90 mió. kr. Hartil
eru tap uppá nøkur teirra,
sum enn eru í flotanum, men
Husavørdur
Starvið sum húsavarður á Føroya
Blindastovni er leyst at søkja.
Arbeiðið hjá húsaverðinum er fyrst og
fremst at taka sær av øllum vidlika-
haldsarbeiði
á Blindastovninum —
bæði innandura og uttandura.
Husavørdurin skal í samråd við fyri-
stoðufólkið eisini luttaka í arbeiðinum á
verkstaðnum.
Umsekjarar við handverkaraútbúgv-
ing hava fyrimun.
Umsóknir mugu vera Blindastovninum
í hendi í seinasta lagi 14. juli 1994.
Føroya Blindastovnur
Íslandsvegur 10A
110 Tórshavn
Postboks 2074 - 165 Argir
Tíðindablaðið
seld ella tvangsseld innan-
oyggja, men heldur ikki við
teim íroknaðum koma vit
nær í námind av milliardini.
Søgulig rangmynd
Tað er sostatt ein fullkomin
rangmynd skapt er av skipa-
fløgunum og luti teirra í bú-
skaparkreppuni. Hon var
komin um vit høvdu hesi
skip ella ikki.
Men tað verða og eru hesi
skip, sum bera okkum í-
gjøgnum rkeppuna. Leggið
til merkis hvussu få teirra
eru ætlad til traditionella
veidu eftir botnfiski undir
Føroyum.
Hesi skip eru ikki bert
krumtappurin, men eisini
mergurin í føroyskum bú
skapi.
Fólk til verkstaðin
Føroya Blindastovni
Starvid sum hjálparfólk á verkstadnum
hjå Blindavinnuni er leyst at søkja
Umsøkjarin skal hava kunnleika til
snikkaramaskinur. Við hegni og hug-
fiogi skal umsøkjarin saman við teim-
um blindu og sjónveiku hava arbeiðið á
verkstaðnum um hendi.
Dentur verður lagdur á at viðkomandi
dugir at umsita og selja framleiðsluna.
Umsóknir mugu vera Blindastovninum
í hendi í seinasta lagi 14. juli 1994.
Foroya Blindastovnur
Íslandsvegur 10A
100 Tórshavn
Postboks 2074 - 165 Argir
Skeivar metingar
og lógir
Havi ongantíð dult at løg
urnar vóru í stórra lagi. i
onkrum føri kundi verið
færri skip av einum slag.
Men at meta skeivt ella gera
feil er ikki lógarbrot. Polit-
iska skipanin, sum krevur
semjur, kostar ofta eitt sind-
ur eyka.
Tað er heldur ikki lógar-
brot at brenna grísar, men
tað er ræðuligt og skeivt. Og
tann skeiva avgerðin kostar
ikki samfelagsrevsaranum
ein penny.
Atli P. Dam
Amnesty International
Skrivstovan í Vágsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf. 15816.