leygardagur 2. juli 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (STÐ.
Jóhannes Ellefsen er bjart-
skygdur. Hann heldur, at vit
- vónandi um eini fimm ár
fáa samfelagið aftur virkið,
og at fólk, ið eru flutt av
landinum, koma heimaftur
at búgva.
Jóhannes Ellefsen er 36
ára gamal, giftur og eigur
tvey børn. Hann er leiðari á
posthúsinum í Miðvági.
Hetta er á triðja sinni, at
hann stillar upp til løgtings-
valid, og hann hevur eisini
verid å tingi fyri Frank
Davidsen f farna valskeidi.
Jóhannes Ellefsen nevnir
fleiri mål, sum hann hevur
verid vid til at atkvøda fyri å
tingi, eitt nú 25. mió. krónur
játtanina á fíggjarlógini til
vinnuligt virksemi og fram-
taksfelag, har landskassin
letur 30% av innskotspen-
inginum Ul stovnan av
nýggjum vinnugreinum.
Eisini vóru átta mió. krónur
avsettar til praktiskar fiski-
royndir eins og tiltakið "ung
í arbeiði".
Ein byrjan
- Tað er ov lítið fyri at fáa
vinnuhjólini í gongd aftur,
men tað er so ein byrjan,
sigur Jóhannes Ellefsen.
- Vit mugu eisini gera
nakað munagott fyri at fáa
betri arbeiðsbýti í samfelag-
num. Eitt uppskot er far-
loyvisskipanin. Vit kundu
eisini umhugsad at stytt ar-
beidsvikuna í 35 tmar.
Hetta er tó ein fakfelags-
spurningur, sum krevur
nærri viðgerð.
- Í øðrum londum hava
fólk verið ivasom, hvørt tað
gagnar búskapinum at stytta
arbeiðavikuna, og nógv
halda, at kappingarførid
minkar. Eg haldi, at tað ber
til, eitt nú hevur tað verið
roynt í postverkinum, við
góðum úrsliti, sígur Jó-
hannes Ellefsen.
Nr. 124 — 2. JULI1994 Síða 12
Jóhannes Ellefsen, valevni javnaðarfloksins í Vága valdømi
Vit eiga framtíðina
— Eydnast tað at vinna álitið aftur á landi eins væl og
uttanlands, vænti eg, at fólk flyta heimaftur, sigur Jó-
hannes Ellefsen
- Tað verður eisini neyð-
ugt at stuðla teimum ar-
beiðsleysu meir enn higar-
til. Vit hava ikki fingið
langtíðar arbeiðaleys enn.
- Vit mugu eisini hugsa
um tey ungu, sum í fram-
tíðini kanska als ikki koma í
arbeiði.
- Vit mugu bjóða teimum
ungu útbúgvingar og læru-
pláss, umframt at tey kunnu
fara í "ung í arbeiði" eina
tíð.
Samleika gjøgnum
arbeiði
- Tað er ein sannroynd, at
vit fáa okkara samleika
gjøgnum arbeiði. Fyrr visti
tú, nær tú var vaksin, tí tú fór
úr skúlanum og beinleiðis í
arbeiði.
- Í dag ganga ungfólk í
skúla til tey eru 20 ára gom-
ul. Fáa tey ikki arbeiði, tá
tey eru liðug, finna tey ong-
antíð sín samleika. Urslitið
hevur aðrastaðni verið, at
ley ungu reisa seg móti
samfelagnum. Tað nýtist
ikki athenda hjáokkum, um
vitbera okkum rætt at, sigur
Jóhannes Ellefsen.
Hann heldur kortini, at
tað ikki ber til at rætta fíggj-
arligu trupulleikarnar í eini
handavending.
Skattatrýstið er ov høgt.
Kommunumar klára seg
ikki, og tað ger borgarin
heldur íkki.
- Fíggjarognaravgjaldið
hevur givið 200 mió. kró-
nur, men tað skal avtakast í
1995. Vit hava skyldu at
greiða fólki frá, hvat skal
setast í staðin, sigur Jó-
hannes Ellefsen.
- Vit hava spart 135 mió.
krónur á fíggjarlógini í
1994.
- Eg stúri mest fyri, hvat
sambandsflokkurin ætlar
sær at gera. Teir siga, at teir
vilja spara, men ikki hvar
peningurin skal takast.
7
Skt
-
- Tað ber ivaleyst til at rat
ionalisera almennu ar-
beiðsplássini, men tað mi
ikki gerast ov 6gvusligt við
tí avleiðing, at arbeidslo» :
ið veksur, og enn fleiri fólk
flyta av landinum.
Leiklutin hjá Feroya
Fiskavirking heldur Jó
hannes Ellefsen lítið ur.
- Nú er avgerdarrætturin
fluttur úr Vágum til Runa-
víkar og Havnar. Tað kann
ikki góðtakast. Vit mugu
taka okkum saman í Vágum
fyri at vinna avgerðarrættin
aftur.
Felags samtak
í Vágum
- Tað kunnu vit bert gera
um vit poliuskt, kommu-
nalt og vinnuliga sam
starva. Tað kann gerast við
at stovna eitt vinnulívsfe
ag, har vit gera felags íløgu,
sum er til at taka, tá hugskot
koma, sum kunnu fáa
gongd í vinnuhjólini aftur
- Gera vit ikki tað, missa
vit okkum burtur vinnuliga
og politiskt, sigur Jóhannes
Ellefsen.
- Vinna vit álitið aftur her
á landi og uttanlands, fer tað
at ganga framá.
- Hetta er eitt gott land at
búgva í, og eg vóni at fólk
koma heimaftur.
- Fær fólkið triinna um
eina framtíð her á landi, so
vænti eg eisini, at fólk flyta
heimaftur - kanska um eini
fimm ár, sigur Jóhannes Ell-
efsen.
Orð: Dagny
Mynd: Kalmar
Flogvollurin
er hjartabarnið
Síðani javnadarflokkurin
av álvara fekk fótin fyri seg
í Vágunum í 1958, hava
tveir tingmenn umboðað
flokkin. Hin fyrri var Hal-
dor Hansen úr Sørvågi, sum
varð valdur fimm ferðir, og
hin seinni er Frank David-
sen úr Sørvågi, sum hevur
verið valevni fleiri ferðir og
varð valdur á seinasta vali.
Haldor Hansen, vraki-
eftirlitsmaður, var 31 ára
gamal, tá hann í 1958 varð
valdur fyrstu ferð. Utvarp
Føroya var nýtt, og tá teir
fóru at varpa orðaskifti úr
tinginum út kring landið,
mundu fólk kenna tað so-
leiðis, at tey komu nærri
teimum fólkavaldu, sum
annars ínógvum fórum bara
vóru kendir í teirra egna
valdømi.
Ein teirra, sum fólk løgdu
til merkis, var Haldor Han-
sen. Á sínum sterka våga-
máli var hann íðin luttakari í
ordaskiftum, og tað var
ógvuliga ofta, at hann vardi
Vágarnar, tosaði um sam-
bandið úr miðgkinum og
vestur og ikki minst strídd-
ist fyri at fáa flogvøllin í
Vágum at gera ta nyttuna,
sum nátúrligt grundarlag
var fyri, tí eingilsktmenn
høvdu gjørt vøllin í krigs-
årunum.
Tad eydnadist at fåa flog-
vøllin at verda okkara tydn-
ingarmiklastu farleið til út-
heimin, og sum flogferðsl-
an øktist úr lítlum og ongum
fyrra partin av sekstiárun-
um og fram til tað, hon er í
dag, so øktist tydningurin
av flogvøllinum sum arb-
eiðspláss hjá fólkinum vest-
uri í Vágum.
Í somu spor
Einki er at taka seg aftur í,
at nýggi javnaðartingmað-
urin í Vágum í skrift og talu
hevur staðfest, at flogvøll-
urin eisini er hansara hjarta-
barn. Har hevur Frank Da-
vidsen sítt arbeiðspláss, tá
hann ikki er í tinginum, og tí
kann hann á orkesturplássi
dag og dagliga staðfesta,
hvgnn týdning tað hevur
fyri bæði Vágarnar og allar
Føroyar, at viðurskiftini har
vesturi eru í lagi, at fyri-
treytirnar fyri skilagóðum
rakstri eru til staðar, og at
tað alla tíðina verður arbeitt
miðvíst fyri at gera íløgur,
so tíðarinnar krøv — tey økj-
ast alla tíðina — kunnu verða
fylgd.
Tá Frank Davidsen okk-
urt skifti hevur verið burtur
frá tingarbeiðnum, hevur
næsti maður á listanum, Jó-
hannes Ellefsen í Miðvági,
røkt sessin. Hann er eisini á
listanum hesa ferð.
Tann yngsti
javnaðarmaðurin
Fyrstu ferð javnaðar-
flokkurin fekk mann valdan
í tingið í Vágum var í 1945,
tá Jákup í Jákupsstovu varð
valdur. Hann var 23 ára
gamal og man vera yngsti
javnaðartingmaðurin nakra
tíð.
Undir 2. heimsbardaga og
í tíðarskeiðnum eftir tað,
vóru politisku viðurskiftini
í Føroyum 6stødug. Spurn-
ingurin um sambandið Dan-
markar og Føroyar ímillum
fór við nógva av politiska
arbeiðnum, og hetta gjørði,
at tað, sum javnaðarflokk-
urin varð stovnaður at virka
fyri, fór eitt sindur afturum í
politiska leikinum.
Jákup í Jákupsstovu var
ósamdur við hinar javnað-
armenninar eftir fólkaat-
kvøduna i 1946, og tað
gjørdi, at hann fór úr flokk-
inum og tók undir við tjóð-
veldisflokkinum, tá hesin sá
dagsins ljós í 1948.
Jákup í Jákupsstovu still-
aði upp uttanflokka í Vág-
um á valinum í 1946. Hann
fekk dygga undirtøku — 304
atkvødur — men honum rest-
aðu 25 atkvødur í at verða
valdur. Jákup í Jákupsstovu
var ikki virkin í fremstu pol-
itisku rød eftir hetta. Hann
var drúgt åramål skrivari í '
Føroya Fiskimannafelag.
Vágamenn valdu D. P.
Danielsen, sakførara, úr
tjóðveldisflokkinum í ting-
ið á valunum í 1950 og
1954, men síðani hann ikki
stilladi upp aftur í 1958,
hevur tað aftur verið javn-
aðarflokkurin, sum hevur
átt tingmannin, tá tað ikki
hava verið sambandsflokk-
urin og fólkaflokkurin.