Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

S Jóhannes Olsen: - Tað átti at verið uppgávan hjá Ingeborg Vinther, at hon sum formaður í Føroya Arbeiðarafelag arbeiddi fyri sínar limir, og at hon gjørdi hetta innan íða 14 Nr. 124 —2. JULI1994 fyri karmarnar hjá fakfelagsrørsluni Fyrrverandi fakfelagsmaður um nýggju vendina í fakrorsluni: Hon øsir alt upp í ein vavgreyt og fær einki at rigga — Vit velja politikarar at stýra landinum og fakfelagsfólk at stridast fyri hægri timalønum og betri arbeiðspláss- um. Hesir leiklutir kunnu íkki blandast saman, sigur Jóhannes Olsen Jóhannes Olsen í Sandavági er 79 ára gamal. Hann hevur verið fakfelagsmaður frá 1951 og úl fyri stuttum. Fyrstu árini var hann for- maður í Sandavágs Arbeið- arafelag. Hann hevur eisini verið formaður í Feroya Arbeiðarafelag eitt skifti og nevndarlimur har í nógv ár. Jóhannes Olsen hevur ar- beitt nógv saman við bæði Óla Jacobsen og Ingeborg Vinther. Hann heldur lítið um tað, at fakfelagsfor- menninir nú hava stovnað ein politiskan flokk, og at tey nú samstarva við ar- beidsgevarafeløgini. Fakteløg Skulu arbeiða fyri sínar limir - Eg haldi, at fakfeløgini skulu arbeida fyri sinar lim- ir, og at hetta skal gerast i fakfeløgunum. Tad haldi eg ikki, at fakrørslan hevur gjørt í seinastuni. - Serliga eru tað hesi mongu samhugaverkføll- ini, sum Ingeborg Vinther hevur stadid fyri. Og so tad, at Føroya Arbeidarafelag fer í verkfall fyri at stuðla yvirmonnum í Skipara- og Navigatørfelagnum, er burturvið. Hesi fólk liggja so ovarlaga á løntalvuni, at tey als einki hava við tey timaløntu at gera. - Tað átti at verið upp- gávan hjá Ingeborg Vinth- er, at hon sum formaður í Arbeiðarafelagnum ar- beiddi fyri sínar limir, og at hon gjørdi hetta innan fyri karmarnar hjá fakrørsluni, sigur Jóhannes Olsen. - Vit royndu í fleiri ár at stovna eitt landsfelag, sum tað í Danmark nevnist LO. Øll fakfeløgini tóku seg saman, og Oli Jacobsen og eg kannaðu donsku lógina og gjørdu eitt føroyskt upp- skot. - So var tað, at klaksvík- ingar vildu hava Utróðrar- felagið við í hetta felag, men tað bar ikki til, tí út- róðrarmenn eru bæði ar- beiðsgevarar og arbeiðs- takarar - teir áttu bátarnar sjálvir. So tað varð av ong- um. Móti landsstýrinum - Nú eru arbeiðsgevara- felagið og arbeidarafeløg- ini farin saman móti lands- stýrinum, men landsstýrið hevur einki at geva. - Eg skilji ikki Ingeborg og Óla, og eg veit ikki, hvat endamálið er við tí, tey nú gera. - Í seinastuni hava tey lagt fram eitt álit, sum arbeiðs- gevarafeløgini og arbeiða- rafeløgini i felag hava gjørt. - Tey siga seg verda nøgd vid úrslitið, hóast arbeiðs- gevaramir í sama máli siga, at lónin skal lækkast. Inge- borg Vinther sigur um sama álit, at hon er nøgd við tað, men at lónin ikki skal lækk- ast. Hesum vænti eg ikki fer at spyrjast nakað gott burt- urúr, sigur Jóhannes Olsen. - Eg finnist at Ingeborg Vinter, tí hon hevur lyndi til at øsa alt upp í ein vavgreyt, og so sicppur hon endanum, tí hon fær einki at rigga. Tidindabladid EÐ Ringar royndir av Ingeborg - Í Vágum hava vit ringar royndir av Ingeborg Vinth- er. Eitt stríð tók seg upp her vesturi fyri nøkrum árum síðani, millum handverk- arar og arbeiðsmenn. - Vit vildu helst sjálvir sleppa at greiða ósemjuna millum partarnar her vestu- ri, men tað vildi Ingeborg Vinther ikki loyva okkum. - Úrslitið bleiv, at ósemj- an ongantíð varð loyst, og at sambandið millum arbeiða- rafelagið og handverkara- felagið ongantíð bleiv gott aftur. - Vit í Vágunum hava so- statt royndir, sum prógva, at har Ingeborg Vinther er við í leikinum, spyrst einki gott burturúr, sigur Jóhannes Olsen. Um Óla Jacobsen sigur Jóhannes Olsen, at hann er ein vitugur maður og veit meir enn fólk flest. Óli og reiðararnir - Nú tekur Óli Jacobsen fakmørkini burtur og koyrir alt í einum pulju við ar- beiðsgevararunum. Tað er nýtt. - Hansara náttúrligi mót- partur eru reiðararnir, men tað hoyrist einki til. - Eg haldi, at okkurt er spinnandi skeivt, tá fak- felagsfólk og arbeiðsgevar- ar eru so rørandi samd. - Vit velja politikarar at stýra landinum og fakfel- agsfólk at stríðast fyri betri lónum og arbeiðsviður- skiftum. Hesir báðir leiklutir kunnu ikki blandast | saman, sigur Jóhannes Olsen. Dagny Javnaðarflokkurin og sjúkrahúsini Maka til møsn og sann- leikareinging, sum tað, Kristianna Rein førir fram í 14.anda í gjár, skal ein leita leingi eftir. Fyrst eigi eg at siga, at henda sama Kristianna Rein er í gásareygum formaður í stýrinum fyri Landssjúkra- húsið. Tí í veruleikanum fór hon so óvanliga skjótt í lumman hjá embætisverk- inum og er nú bert teirra forlongdi armur og talirør. Um Kristianna Rein skal verða symbol fyri frælsis- hugsjón tjóðveldismanna, so sær ikki gott út fyri stevnumiðnum hjá lista E. Hon hevur enn ikki megnað at ført eina sjålv- støduga meining fram um vidurskiftini á Lands- sjúkrahúsinum, men sum danir siga »pynte sig med lånte fjer«, ja, tað dugir hon. Eisini vil hon vera vid, at undirritaði ikki hevur røkt sítt starv til fulnar. M.a. tíeg ikki læt meg trysta av stýr- inum og stjóra. Tað er møguligt, at Kristianna Rein heldur, at ein góður landsstýrismaður er hann, sum ger tað, ið onnur siga. Men um so er, so meldar Jóannes Eidesgaard »pass«. Sjålvt um somu eita Lindenskov ella Dalsgárd. Fyrsta uppgávan hjá stýr- inum er at røkja og hava ábyrgd av vidurskiftunum. So eitt stýri, sum gjøgnum sjúkrahússtjóran longu í mars 1992 sendi umsókn til figgjamevndina um eyka- játtan uppá 10 mió. kr., átti beinanvegin at lagt frá sær. Tað er í hvørfall inkompe- tent Tað kundi sjúkrahússtjóranum við, at hann fekk bræv um, at játtanin skuldi haldast. Tað átti at verið arbeiðs- setningurin longu frá jan. 1992 ella áðrenn. ikki koma illa Nei, starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum og sanniliga eisini á Suðuroyar og Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava allar góðar grundir at velja javnaðarflokkin. Vit eru garantar fyri, at teir borgarligu ikki knappliga skera størsta partin burtur ella kanska pri vatisera part- ar av sjúkrahúsunum. Men javnaðarflokkurin er eisini fyri, at neyðugar broytingar og úllagingar verða gjørdar til frama fyri sjúkrahúsini, brúkarar og starvsfólk. Nei, Kristianna Rein. Javnaðarfólk enda ikki sum lummaull hjá øðrum. Javnaðarfólk vita, hvat tey vilja, men striltid gongst um tå skalt samstarva vid undanstøkkingar. Jóannes Eidesgaard