leygardagur 2. juli 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (5571)
87 ára gamla Alma Frederiksen í Miðvági
um stovnararnar av Javnaðarflokkinum:
Teir voru
soðir
við fólkið
— Teir gomlu í flokkinum plagdu at koma
inn til okkara, tá valfundir vórðu hildnir í
Vágum, men politikkur varð íkki hildið at
vera nakað fyri konufólk. Vit vóru eisini
barnabundnar og lótu menninar um at
stríðast fyri betri korum
Alma Frederiksen í Mið-
vági var gift við Sigmund
Frederiksen, og tey fingu
niggju børn.
Ni er Alma Frederiksen
einsamøll eftir, men hon
hevur nógv og góð minnir
um tíðina, tá javnaðarmenn
og fakfelagsmenn arbeiddu
saman.
Sigmundur Frederiksen
var kendur fakfelagsmaður
í Vágum. Hann var ein av
stigtakararnum, tá Arbeiðs-
mannafelgið varð stovnað,
og hann var formaður í
nógv ár. Eisini var hann for-
maður í Sjúkrakassanum.
Hann var virkin maður
Í dagliga virki sínum var
hann vrakari, og tey høvdu
eisini handil í Miðvági.
Alma og Sigmundur
Frederiksen vóru tilkomin
lá tey giftust 35 og 32 ára
gomul, men kortini fingu
tey níggju børn - og ongan-
tid tviburdar - leggur Alma
aftrat.
- Eg var heima hjå børn-
unum, tí Sigmundur hevdi
ógvuliga nógv um at vera.
Hann var virkin maður og
royndi at gera síu til at bóta
um korini hjá fólki, sigur
Alma Frederiksen.
- Tað, at Sigmundur var
so upptikin av sínum polit-
iska og fakfelagsliga ar-
beiði, gjørdi eisini, at nógv
fólk komu inn til okkara.
- Eg minnist serliga, tá
Petur M. Dam, Johan Øre-
gaard og seinni Danbjørg
plagdu at koma henda-
vegin, tá valfundir vóru
kring landið.
- Teir vóru góðir menn og
vildu gera nakað fyri fólkið.
Politikkur Ikkl
fyri konufólk
- Vóru konufólk ikki við á
valfundum fyrr?
- Táeg var ung, varð poli-
tikkur ikki hildið at vera
nakað fyri konufólk. Hóast
eg hevði stóran áhuga fyri
hesum, so komdi eg mær
ikki at koma fram við tí.
- So komu børnini, og eg
noyddist at sita heima hjá
teimum.
- Tíðirnar vóru ringar tá,
men vit merktu ikki so nógv
til tað, tí vit vóru ongantíð
svong.
- Í dag eru tíðirnar eisini
vánaligar, Hvussu kennist
tað hjá tær?
- Eg merki ikki so nógv til
tað, ti eg fái mina pensión,
og henni klári eg meg við,
sigur Alma Frederiksen.
Alma Frederiksen heldur,
at fólk hava gjørt ov nógv
av seinastu árini.
Bvundsjúkan gjørdi
um seg
- Tad, at fólk ikki kundu
flyta inn í eini hús, uttan so
at tað var liðugt innrættað
frá kjallara til tekjuna, hev-
ur ivaleyst havt við sær, at
tey hava skyldað nógvan
pening í bankanum.
- Eg haldi, at tað var
øvundsjålkan, sum gjørdi
um seg í åttatiårunum. Øll
vildu hava tað, sum hini
høvdu, men fólk gjørdust
bert ónggd av hesum.
- Hvat heldur tú um, at
kvinnur nú eru við í po-
litiska arbeiðinum?
- Nei, eg tað dugi ikki
rættiliga við. Eg havi íkki
somu tiltrúgv til konufólk í
politikki, sum til mannfólk.
- Konufólk eru so illsint,
mannfólkini duga betur,
haldi eg.
- Og kortini, nú hava vit
havt kvinnuligan løgmann,
og hon hevur roynst væl.
- Tað hevur helst ikki ver-
ið reinur stuttleiki hjá Mar-
itu Petersen at lurta eftir
tingmonnum, sum leggja
smámál fram, bara fyri at
gera seg upp og sáa mis-
treysti.
Eisini kent sviðan
av kreppuni
Alma Frederiksen er eisini
millum teirra, sum hevur
verið noydd til at veittra far-
væl til dóttur og ommubørn.
Tey fóru av landinum,
vegna arbeiðsloysi.
- Tað er ringt hjá teimum,
sum noyðast at fara frá øll-
um heima, og tað er harmi-
ligt at verða eygleiðari til
slíkt. Tað er nú einaferð
verðsins gongd, at børnini
skulu fara heimanífrá, bert
er tað so tungt, tá tey eru
noydd at fara.
- Tað uggar meg kortini,
at tey fóru avstað uppá tað
at koma heimaftur. Børnini
eru so mikið stór, so tey
koma helst ikki aftur, sigur
Alma.
Alma Frederiksen býr einsamøll heima, men hon keðir seg ikki. Vitjar døturnar í bygdini
og styttir sær stundir við at binda, og henni dámar eisini væl at fara á bingo
Hon heldur ikki, at nóg
mikiðer gjørt fyri at fáa fólk
at verða verandi í landinum.
Har kundu bankarnir og
landsstýrið gjørt meir.
Alma Frederiksen er tó
ikki fallin í fátt. Hon hevur
tríggjar døtur og ein son
heima, og tvær døtur og ein
son í Danmark. Hon heldur
ikki, at hon skal klaga.
Almastyttir sær tíðina við
at binda og seyma, vitja døt-
urnar og onnur fólk í bygd-
ini. Henni dámar eisini væl
Vælkomin til
at fara á bingo, tí har hittast
fólk og práta saman.
Alma Frederiksen: - Ég
eri eisini í Sjómanskvinnu-
ringinum, og eg fylgi við í
politikki og tí, sum fyriferst
um dagarnar.
Sambandflokkurin
vinnur ikki valið
Um hon skal siga sína met-
ing um úrslitið av valinum,
so væntar hon, at fólka-
flokkurin fær framgongd.
- Eitt veit eg fyri vist, og
VARMAKELDUSTEVNU
1.-3. JULI
Listaframsýning 25. árið á rað.
Fornminnisfelagið vísir myndir fram av Kristian Hansen.
Skrúðgonga við hornorkestri, ítróttarfólki og rossum.
Theodor Jacobsen setir stevnuna.
Stevnubingo í Stórhúshell.
Miðnáttarsamkoma á Varmakeldu.
Frits Johannesen heldur reðu.
Fólkafundur við Bókasavnið. Petur Martin Petersen
heldur rødu.
Fuglafjarðar
tað er, at sambandsflokkur-
in vinnur ikki valið, sigur
Alma.
Hon vónar, at javnaðar-
flokkurin fær eitt gott valúr-
slit, so hann kann halda
fram við ti arbeiði, sum
lunnar eru lagdir undir í
farna valskeiði.
Orð: Dagny