Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Johannes Ellefsen, valevni Javnadarfloksins, í Vágum Arbeidsloysi - Javnadarflokkurin åsannar, at tað i dag er nærum koma i gongd hjå nyggjum virkjum, og ti er ei landsins myndugleikum at skapa karmar, soleiði fáa tann stuðul, sum er neyðugur til at koma í gongd, sigur Johannes Ellefsen, valevni Javnaðarfloksins í Vágum: Hóast vit eru greið um, at veðhalds- og studnings- politikkurin í áttatiárun- um er ein av høvuds- atvoldunum til ta stødu, vit eru Í Í dag, mugu vil hava í huga, at landsins myndugleikar ikki kunnu sita hendur í favn, tá vit hava hóparbeiðsloysi... Arbeiðsloysi er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi, men hevur verid ein afturvend- andi trupulleiki f teimum allar flestu vestureurope- isku londunum. T.d. hevur Frankland, sum er eitt størt og fram- komið ídnaðarland, eitt ar- beiðsloysisprosent | oman fyri 12%. Men tað veruliga talið fyri tey, sum ongantíð hava verið til arbeiðis, er 21%, tað er útrokningarhátturin, sum ger tann stóra munin. Kanningar vísa, at nógv langtíðararbeiðsleys eftir at ein tíð er farin, fullkomu- liga missa vónina og gevast á hondum, lata vera við at skráseta seg sum arbeiðs- tøkan. Aftur onnur verða pensionerað áðrenn tíðina. Tað merkir, at fjórði hvør fransmaður undir 25 ár ongantíð er sloppin til ar- beiðis. Ja, soleiðis sær tað út í Frankaríki, sum saman við táverandi Vesturtýsklandi legði lunnar undir felags- skapin, sum vit í dag kalla ES. Orsøkin til at eg taki hetta dømid fram er fyri at vísa at ES er ikki tað arbeidara- paradísið, sum sambands- flokkurin vil gera tað til. Hetta er veruleikin í ES- londunum, summi eru betur fyri, onnur verri. Munurin á teimum og okkum er tann at í útlandinum hevur arbeiðs- loysis prosentið verið meira javnt gjøgnum fleiri ár. Meðan vit eru farin frá mangul uppá arbeiðsmegi til eitt arbeiðsloysis pro- sent uppá 25, so at síga frå einum degi til annan. Ein yvirdrivin almennur studnings- og veðhalds- politikkur saman við bank- anna garvillu og fyrilita- leysa útlánspolitikki >kamufleraði< okkara veruligu búskaparligu trup- ulleikar og gav okkum fleiri arbeiðspláss enn vit høvdu brik fyri. I dag standa vit so á berum figgjarliga og sosialt. 4000 arbeidsleysu uttan sosialt trygdarnet. — Teir søgdu at føroyingar høvdu ikki brúk fyri eini arbeiðsloysistryggin, — teir søgdu, at føroyingar vilja arbeida fyri sinar pengar, — teir søgdu ein arbeids- loysistrygging får at skapa arbeidsloysi! Og flestu føroyingar hildu við teimum. Føroyingar vóru rættir menn og ikki letingar, sum tey arbeidsleysu 6lukku- dýrini niðri á meginlandin- um. Og tað er uttan iva her, vit finna frágreiðingina uppá hví vit ongan arbeiðsmark- naðarpolitikk hava havt í Føroyum síðani vit yvirtóku arbeiðsmarknaðarmál í 1948. Nú hevur pípan fingið annað ljóð. Nú siga allir flokkar seg taka undir við ALS. Nú vita allir alt. 20 ár ov seint! Vónandi fær Samhalds- fasti ikki somu lagnu. Tað at eg brúki eitt fram- komið EF land, nevniliga Frakland, sum dómi var ikki bara fyri at lýsa stød- uuna á arbeiðsmarknaðin- um í ES, men ti at man í hesum londum hevur nå i fleiri ár tjakast um hvussu man kann taka broddin av ti ringasta arbeidsloysinum og hvussu man kann minka um tær mest negativu av- leiðingarnar bæði hjá tí ein- staka og samfelagnum. Vit kunnu hóast ov sein á sjóvarfallinum, læra nógv av teimum royndum, sum onnur lond hava av arbeiðs- loysinum. Einki samfelag kann í longdini liva við at fjórði hvor samfelagsborgari í ar- beidsførum aldri gongur fyri einki. Hugsið tykkum til um 4000 føroyingar arbeiddu í útflutningsvinnuni í staðin fyri at taka ímóti arbeiðs- loysisstuðli ella forsorgar- hjálp! Hetta hevur javnaðar- flokkurin ásannað og hevur í hesum valskeiðnum roynt at lagt lunnar undir ein ar- beiðsmarknaðarpolitikk og vinnulivspolitikk. Á fíggjarlógini fyri 1994 eru settar av 25 mill. kr., sum kunnu brúkast til at lata vinnuvirkjum veðhald, um so er at tey hava verkætlan- ir, sum sleppa gjøgnum omøguligt at n uppgáva hjá s at nýggj virki nálareygað hjá peninga- stovnunum. Ein hvør verk- ætlan skal nevniliga góð- takast av peningastovnun- um fyrst, áðrenn landsstýrið tekur stødu. Peningastovnarnir vága eins nógv og landskassin. So hetta er á ongan hátt ein endurtøka av veðhalds- politikkinum frá åttatiårun- um. Venture felag er sett å stovn, sum skal hava ein eginpening uppå 30 mill., harav landið skal hava 9 mill. í. Endamálið er at hjálpa fyritøkum, sum ætla sær undir nýggjar vinnu- vegir, í gongd við at seta eginpening í og við ráð- geving. 8 mill. eru settar av til praktiskar fiskiroyndir. Hesi tiltøk eru positiv, men arbeiðsloysið er so stórt, at tey neyvan einsa- møll gera tann stóra munin her og nú. Tað er umráðandi at tað arbeiði, sum verður gjørt fyri at minka um arbeiðs- loysið, fer fram á einum so breiðum grundarlag sum gjørligt. Samstundis sum vit gera alt fyri at fáa nýggj arbeiðs- pláss mugu vit eisini royna at fáa eina betri arbeiðsfor- deiling. Hetta kann gerast við at: 1. Ein farloyvisskipan, har fólk í føstum starvi kunnu fáa farloyvi við løn í Ld. út- búgvingargrindum og har- við geva einum arbeidstøk- um arbeiði í meðan. 2. Vit kunnu stytta arbeiðs- vikuna niður í 35 tímar. Hetta hevði givið nógv ar- beiðspláss. At stytta vikuna er sjálv- sagt eisini ein fakfelags- politiskur spurningur. I gðr- um londum eru politikarar og teirra ráðgevarar iva- samir um tað er ein fyri- munur at stytta vikuna. Danmark hevur eins og hini norðurlondini í nógv ár havt trupulleikar av arbeiðs- loysi, í seinastuni hava fiskivinnugkini verið sera hart rakt. Búskaparliga or- søkin av råvørutroti og lág- um prisum. Í teimum harðast raktu økjunum hevur man givið tíggju kommunu loyvi at stovnseta sokallað vinnu- økir. Vinnuøki merkir, at ein kommuna kann bjóða fyri- tókum, í eitt ávíst tíðarskeið á einum 50 ha stórum gki lagaligari sómdir enn ann- ars. M.a. skulu fyritøkur fáa rímuligari = skattatreytir, lagaligari sáttmálar osfr. Tær lagaligu treytirnar skulu bert vera galdandi í 5-6 år, tá skulu fyritøkurnar klára seg undir vanligum viðurskiftum annars mugu tær lata aftur. 8 av kommununum, talan er um, liiggja í Norður- jyllandi, og 2 á Bornholm. Høvudsendamålid = vid skipanini er helst at fåa fyri- tøkur at seta seg nidur, har lítið virksemi er framman- Í øðrum lagi virkar skip- anin sum ein beinleiðis í- gongdsetarastuðul. Tann stóri spurningurin er hvussu vit yvirføra eina líknandi skipan til før-oysk viðurskifti. Vit mangla so ikki kommunur hvers havnalgg liggja oyðin. Javnaðarflokkurin ásann- ar, at tað í dag er nærum 6møguligt at koma í gongd hjá nýggjum virkjum, og at tí er ein uppgáva hjá land- sins myndugleikum at skapa karmar, soleiðis at nýggj virki fáa tann stuðul, sum er neyðugur til atkoma í gongd. Samstundis mugu vit minnast til, at veðhalds- og studningspolitikkurin i åttatiårunum er ein av høv- udsatvoldunum til ta stødu, vit eru í i dag. Men í eini tíð við hóparbeiðsloysi kunnu landsins myndugleikar ikki sita hendur í favn. Ti må ein ella onnur stuð- ulsskipan lúka hesar treytir: — Stuðulin má vera innan k armarnar á eini greitt av- markaðari = peningaupp- hædd, — Studulin má vera tidar- avmarkadur, — Studulin må bert verda givin til nyggjar verkætlan- ir, sum ikki kappast vid ver- andi virkir. Ført verdur fram, at hetta vil gera kappingarførid verri og harvið uppá longri sikt økja um arbeiðsloysið. Hinvegin ivist eg onga løtu í at nøkur arbeiðspláss kunnu fáast til vega á henda hátt, um henda loysn verð- ur framd í serligum fórum eftir avtalu millum starvs- fólk, leiðslu og avvarðandi fakfelag. Johannes Ellefsen, valdømi javnaðarfloksins í Vága valdømi