Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 124 — 2. JULI1994 Frank Davidsen, valevni Javnaðarfloksins í Vágum. Verja sosialu trygdina - Latið okkum standa saman um tað sosiala grundstóðið, ið tryggjar øllum Føroya fólki teirr sjålvsagda rætt til allar sam- felagstænastur, sigur Frank Davidsen, valevni Javnadar- floksins i Vågum. Hví hava Norðurlond í ein mansaldur verið stýrd av sosialdemokratiskum stjórnum og hví hava tey ar- beiðsleysu, ið vónandi bara fyribils eru flutt av landin- um, so góð kor, tá ið tey eru komin ul Danmarkar? Tad, sum hevur eydkent Nordurlond fram um øll nnur samfeløg, er at eingi nnur samfeløg hava eitt so samhaldsfast og sosialt trygdarnet, takkað verið t sosialdemokratisku hug jón, sum byggir á heilt aðrar hugsjónir enn teirra borgarligu mótstaðum Taka vit tað borgar í pitalistiska Amerika, x i 1 mm ta! EINKI Samigliag har gjógvin millum rík og fátæk er so djúp sum í hesum sokallaða Guds landi. Aftanfyri ta gitrandi myndina, sum dag og dag- liga verður borin inn í so gott sum hverja stovu, er virðingin fyri teimum veiku í samfelagnum so lítil, at 1/3 av íbúgvarunum, ella um leið 70 milliónir, hava onga sum helst sosiala trygd. Flestu her á landi vi síga, at hetta eru ósannind ti; men so er ikki Hinvegin so er hetta ein ófrávíkiligur veruleiki, eins og hetta er spegilsmyndin av einum borgarligum kapitalistiskum samfelag, har tey ríku gerast ríkari, meðan tey fátæku og veiku beinleiðis verða slept upp á fjall Hvussu kann hetta lata seg gera, at 70 milliónir amerikanarar eingi sosial rættindi hava, samstundis sum ein dag og dagliga verður fóðraður við ú øvugta gjøgnum fjølmidl- arnar? Svarið er einfalt: pri- vatisering Í staði fyri eitt sosialt trygdarnet, har øll, bæði rík og fátæk, eru líkastillað, so er heilsu- og sjúkrahús- røktin í Amerika privatiser- að. Sostatt stendur tað teim - um, ið fíggjarliga eru væl fyri, at koma á sjúkrahús. Hevur ein hinvegin ikki tíggjariiga orku til at hava eina sjukrahustrygging, so kanst tú heilt einfalt liggja á trappuni á einum sjúkrahúsi og blaða út, uttan at nakar letur við seg koma. So Gud náði hann, ið er veikur, brekaður ella tey hjún, sum hava fingið stóran barnaflokk og m.a. orsakað av hesum ikki hava fíggjarliga orku at hava alt húskið tryggjað. Er tað ikki júst hesin pri- vatiseringspolitikkur, ið teir borgarligu flokkarnir í Føroyum hava júkað upp í saman um nú í fleiri ár? Ein politikkur, sum hevur til endamáls at privatisera alt tað virksemi, ið kann geva teimum sjálvum ein vinning upp á landskassans bekost- ning? Góðu veljarar í Vágum og runt Føroya land, latið okk- um øll standa saman um tað sosiala grundfestid, ið tryggjar (ikki sum teir borg- arligu standa fyri, bert teim- um vælløntu), men øllum Føroya fólki teirra sjálv- sagda rætt óansæð hvørji brek tey hava eins og hvussu lítil teirra fíggjar- orka er, so skulu tey hava sama rætt til allar sam- felagstænastur. Latið tú ikki teir borgar- ligu flokkarnar fáa høvi til at knúsa tað sosiala trygdar- netið, sum varð sett í verk undir javnaðarleiðslu fyri 35 árum síðani. Koma borgarligu flokk- arnir út í Tinganes, kunnu vit verða heilt greið yvir, at um teir fremja tað teir hug sjónarliga standa fyri, so Tíðindablaðið { søsialurin verður tað bert tann sterk- asti, ið hórar undan. Tí er neyðugt at binda um heilan fingur og gera alt tað sum gerast kann, soleiðis at vit fáa ein sterkan javnaðar- flokk inn aftur á Føroya løg- ting. Gott val, øll somul. Frank Davidsen Vesturvón kanska tað hesta dømid um vånaligan sølupolitikk undir leidslu Birgir Danielsens Í 25 ár hevur ståsiligi flaka- trolari sørvinga selt eina nøgd, ið svarar til umleið 100.000 tons. Jú, tað er rætt, umleið 100.000 tons av rá- fiski igjøgnum Føroya Fiskasølu. Men sum teir framskygdu menn brødumir Niclasen vóru, sóu teir longu tá, at neyðugt var at ganga nýggj- ar leiðir. Í staðin fyri ís- fiskatrolara varð avgjørt at ogna heimbygdini flaka- trolara, ið longu tå vísti, at teirra hugsjónir vóru ár- tiggjur framman fyri tær hugsjónir, ið Fiskasølan hevði. Henda avgerð var heilt avgerandi fyritreytin fyri, at Vesturvón gjørdist eitt av teimum heilt fáu veiðitól- um, ið hevur verið rikið á vinnuligum grundarlagi. Uttan at hava tey neyvu tølini, so er tað ikki heilt av leið, um ein ger sær eina meting um at Vesturvón hevur arbeitt umleið 30.000 tons av flaki hesi 25 árini. Hvat hesi 30.000 tonsini kundu givið ti føroyska samfelagnum, um Fiska- sølan hevdi havt sama fram- skygnishugburð sum eigar- arnir av Vesturvón, tað kann ein og hver gera sær sínar metingar um. Ein veruleiki er tað tó, at ístaðin fyri at nýta sína fíggjarligu orku positivt til gagns fyri tey, ið búleikast í hesum landi, so valdi gamli fiskasølustjørin at leggja alt virksemi, ið flakatrolarar- nir skaptu fyritreytir fyri, í Bretlandi. Stutt sagt, so hevur Fiska- sølan brúkt okkara bestu fiskiskip til at seta á stovn eina rúgvu av arbeiðspláss- um í Bretlandi. Hetta virksemi kundi líka gjarna verið her í Sørvågi, ella aðrastaðni í Føroyum. Grundgevingin, at vit ikki megna tað sjálvir, er bein- leiðis tápulig og ein niður- gerðing av arbeiðsmanna- fjøldini í Føroyum. Avleiðingarnar av tí van- styring, ið gamli fiskasølu- stjórin hevur havt, eins og stagneringin av marknaðar- prísunum av blokkfram- leiðslu, er helst ein av or- søkunum til at P/F Vestur- vón hevur ognað sær ma- skinur, ið meirviðgera framleiðsluna umborð á Vesturvón. Ein ampi við hesum er helst tær ómetaligu nøgdir, ið Vesturvón til tíðir fær á dekkið og sum helst skulu arbeiðast undan so skjótt sum gjørligt er. Hver veit, kanska tann dagurin ikki er so fjarur, tá skynsemi og nýhugsan, eins og broyttar fyritreytir, finna saman í eina heild, sum so spakuliga ber á tað borðið, at tað er skilabetri og líka væl fíggjarliga forsvarligt, at tað virksemi, sum flaka- bátarnir hava givið bretum ágóðan av, kanska í stórri mun fer at koma okkara samfelagi til góðar. Frank Davidsen Almennur Pol. Fundur verður í TB-husinum I KVØLD kl. 20 Valevnini í Suðuroy og Atli Dam luttaka Javnadarfeløgini í Suðuroynni KUNNGERÐ Um hámarksprísir á grind i småsølu Fesk grind Lakasaltad grind Visnað grind Turt tvøst Turrsaltad spik kr/kg 17,00 - 17,00 - 25,00 - 27,00 - 19,00 MVG er ikki íroknað prisirnar. Hendan kunngerð kemur í gildi í dag, 30. juni 1994. PRÍSRÁÐ FOROYA