leygardagur 2. juli 1994síða 21
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
í
=
Tíðindablaðið (577)
Marknadarvidurskifti
Ein fyritreyt fyri at vinna okkum betri
marknaðaratgongd — á verandi eins og á
nýggjum marknaðum — er at vit bjóða
fram dygdarvgrur sum á heimsmarkn-
aðinum er eyðkend. Skuluit røkka hes-
um, má allur javnaðarpolitikkur okkara
skipast, soleiðis sum javnaðarflokkurin
vísir á:
— Fyrsta floks råvøru.
— Væl útbúna arbeiðsmegi.
— Bestu virkisleiðslu.
— Vørumenning.
— Ahaldandi og betri vidskiftarøkt.
ES er týðandi marknadur hjá føroysku
útflutningsvinnuni. Tí er samskifti vid
ES av stórum týdningi fyri livikor okk-
ara, og tí má virkast fyri at gera hetta
samstarv gagnligt og gott. Politiska og
búskaparliga skipanin í ES er so háttað,
at Føroyar onki vinna við at fara upp í
ES.
Javnaðarflokkurin heldur, at ES-
limaskapur er ein forðan fyri, at vit
kunnu halda fram á tí vælferðar- og
menningarstødi, vit ynskja at hava.
Heldur eiga vit at troyta teir møgu-
leikar, sum liggja í galdandi handils-av-
talu og royna at útbyggja hesa, soleiðis
at vit kunnu fáa somu sømdir sum EBS-
londini hava vunnið á útb-, granskingar-
og flutningsøkinum. Á henda hátt vinna
vit fyrimunirnar uttan at missa sjálvs-
avgerðarrættin.
Samstundis mugu vit ikki gloyma
aðrar marknaðir, ikki minst NAFTA og
tann Eystureuropeiska. Somuleiðis eru
stórir troyttir møguleikar at seljadygd-
arvørur á eitt nú ti japanska marknað-
inum ella Miðeystri.
Náttúru- og umhvørvispolit.
Eitt óspilt umhvørvi er ein virdismikil
arvur, ið vit eiga at varðveita.
Lóggáva verður framd sum tryggjar
okkum myndugleika at forða fyri, at
fremmandar tjóðir koma inn í føroyskt
hav- og loftøki við vandamiklum eituri.
Nátúrufriðingarlógin verður endur-
skoðað og broytt soleiðis, at hon gevur
betri møguleika at stýra nýtslu av
náttúru og umhvørvi og fær greiðari
reglur um at varðveita dýrabara náttúru.
Mentanar- og menningarpol.
Mentan og menning
Eitt ríkt og fjølbroytt mentanarliv er for-
Virkisskrá fyri
javnaðarflokkin | Varðveitið
treyt fyri andligari og tímiligari menn-
ing.
Í hesum broytingartíðum er umráð-
andi at styrkja og verja tann sosiala og
mentanarliga arvin. Okt útlendsk ávirk-
an ger tað til eina stórri avbjóðing at
verja og styrkja føroyska mentan og
sereyðkenni.
Bókasavnstænasta verður skipað um
alt landið.
Listafólk skulu hava góð arbeiðslík-
indi.
Gjørd verður útbyggingarætlan fyri
sidsøgulig søvn og granskingarstovnar,
id røkja Føroya náttúru, føroysk forn-
minni, mentanar- og sidaarv.
Familju og ungdómspolitikkur
Málið vid familjupolitikki okkara er at
veita børnum og foreldrum teirra trygg-
ar og góðar umstødur.
Serstøk tiltøk verða sett í verk til tess
at bóta um korini hjá illa støddum
barnafamiljum.
Onnur uppgáva, sum er vorðin alt
meira neyðug nú, er at veita ungdóm-
inum, sum fyri fyrstu ferð skal út á ar-
beiðsmarknaðin, góðar og tryggar um-
støður.
Javnaðarflokkurin vil virka fyri, at
veitt verður ein ungdómstrygd, sum
skal tryggja ungum eitt arbeiðs- ella
undirvísingartilboð, tá tey koma úr
fólkaskúlanum.
Barnaansingarstovnarnir verða fram-
vegis målsøki undir landinum.
Náttarkoyring er framvegis ein stórur
trupulleiki — serliga hjá ungdómi, ið
ferðast langar leiðir til dans o.a. tiltøk í
vikuskiftunum. Tí eigur at verða skipað
fyri busskoyring í hesum sam-bandi.
Rúsevnispolitikkur
Málið við rúsevnispolitikki okkara er at
fyribyrgja misnýtslu.
Tí er neyðugt við miðvísum upplýs-
ingartiltókum viðvíkjandi avleiðingum
av tubbaks-, rúsdrekka- og rúsevnis-
misnýtslu.
Skipað verður fyri munadyggum ar-
beiði til tess at forða misnýtslu serstak-
liga millum ungdómin.
Øll viðgerð av rúsdrekka- og evnis-
misnýtarum skal samskipast.
Nr. 124 — 2. JULI1994
Mamy Dahl Sørensen, valevni
Javnaðarfloksins í
Norðoyggjum
sjúrkahúsint
- Vit skulu og mugu varðveita øll
trý sjúkrahúsini á sama stød,
sum tey eru í dag, heldur Mamy
Dahl Sørensen, valevni Javnað-
arfloksins i Nordoyggjum
Sum stødan er í okkara sam-
felag í dag, er tað av alstór-
um týdningi, at rætt verður
atborið við heilsuverki-
num.
Øl ty sjúkrahúsini,
Klaksvíkar sjúkrahús, Suð-
uroyar Sjúkrahús og Lands-
sjúkrahúsið skulu varð-
veitast við teimum tæn-
astum, tey hava í dag.
Eitt eru vit øll greið um, at
sparast skal, og má tí ein
heildarætlan gerast yvir øll
trý sjúkrahúsini. Samstarv
er lyklaorðið í hesum. Fyri
at trygdin kann koma i
håsæti, må eitt neyvt sam-
starv til.
Vit kunnu ikki bjóða
okkara fólki at vera bom-
barderað fleiri ártíggju aftur
í tíðina. Eitt nú við at skerja
tey smærru sjúkrahúsini so
nógv, at tey bert skulu hav
eina skadastovu.ø Tankin
um at allar barnakonur skul-
u til Havnar at føda, er heilt
burturvið.
Vit skulu og mugu varð-
veita gll trý sjúkrahúsini á
sma stødi, sum tey eru í dag,
við bæði medisindskari og
kirurgiskari viðgerð.
Hetta vil Javnaðarflokk-
urin tryggja bæði ungum og
gomlum
Mamy Dahl Sørensen
valevni Javnaðarfloksins
i Norðoyggjum
Frank Davidsen,
valevni Javnadarfloksins í Vágum
Hugsa um
útróðrar
batarnar
Latið útróðrarbátarnar í teimum
ymsu økjunum í landinum sjålvar
avgera hvat tíðarskeið teir fiska
sína kvotu
So skjótt sum kvotabýtið
gjørdist veruleiki, varð eg
av útróðrarmonnum her
vesturi gjørdur varugur við
tað órættvísi, ið kundi gera
seg galdandi, um heildar-
kvotur verða ásettar, sum
ávís gki fáa fyrimun av fram
um onnur gki.
Taka vit t.d. várútróðurin
áNorðhavinum, so kann tað
henda, at tað komandi vár
fellur upp á gott veður og
góðan fiskiskap, sum i
sjálvum sær er gott í allar
mátar, tekur ein ta stóðu,
bátar eru í, sum royna á
Norðhavinum tað tíðar-
skeiðið.
Hinvegin so eru tað hópin
av útróðrarmonnum, ið
rógva út burturav, sum ikki
hava møguleikan at royna á
Norðhavinum í vártíðini.
Sostatt kann tað væl
henda, at eitt rokvár á Norð-
havinum kann hava við sær,
at einki er eftir av kvotuni,
tá mester at fáa av sildafiski
ímóti summri.
Sjálvsagt kann tað eisini
henda, at várútróðurin
vestanfyri ella >suðuri í
havi«, sum sørvingar siga,
eisini kann bragda. Tad er tó
ein royndur lutur, at lág-
ættin seinastu árini hevur
tarnað royndum á hesi leið-
ini sera nógv.
Undir øllum umstødum
soeigurkomandi samgonga
at taka hesi vidurskifti i
ålvara, tå kvotaskipanin
verður tíkin upp til viðgerð
og sett í gildi aftur 1. sept.
við teimum helst positivu
broytingum, ið eru neyð-
ugar.
Frank Davidsen
7. juli