Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. juli 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Frank Davidsen, valevni Javnaðarfloksins í Vágum Hver hevur ábyrgdina av vinnulivspolitikkinum? - Vit hava tey veiðutól i bygdini, id saman um tikið hava frægastu veidimøguleikar, soleiðis at vit ikki mangla råvøru um rætt verður borið at, sigur Frank Davidsen, løgtingsmadur, og valevni Javnaðarfloksins í Vágum.: Eitt, sum hevur eyðkent Suna Jacobsen, valevni sambandsfloksins í Vág- um, er at navnið á undirrit- aða altíð er fastur táttur í teim fáu greinum, hann setur navn sítt undir. Tað skal hann eisini hava stóra tékk fyri, tí vånaligt ummæli er hóast alt betri enn einki, verður ofta ukið til. Hinvegin tá hann líkasum hevur fingið tað til vanaella óvana, saman við beiggja sínum, ferð eftir ferð at ákæra meg fyri at hava á- byrgdina av teimum av- gerðum, hann sjálvur hevur tíkið, so verðið eg fyri eina ferð skuld noyddur at geva honum svar uppá tiltalu. Skuldsetingarnar herfyri frá Suna Jacobsen um at Frank, Áge og Jóhannes hava ábyrgdina av tí støðu, sum flakavirkid í Sørvågi er komið í, tær eru líka veru- leikafjarar sum tær avgerð- ir, ið valevni sambands- floksins tók tað tíggjuára skeiðið, hann var við til at stýra vinnulívinum í Sør- vági. Tað er fyri nær og mong- um bygdarmanni ófatuligt, at Sune Jacobsen torir at taka flakavirkid i Sørvågi upp á tunguna, tí líka frá tí at niðurteljingin til tað fíggj- arliga sorlið byrjaði og til tað kom i hæddina, tá virkið fór á húsagang á heysti 1992, stóðu fingramerkini hjá nevnda valevni í øllum tí hurlivasa, ið fór fram øll hesi árini. Allir sørvingar kenna jú gongdina í hesi sorgarsøgu. Lat tað verða sagt beinan- vegin, at tað býður mær ímóti at verða noyddur út í fjølmidlamar, ú Sune Jacobsen eftir øllum at døma ætlar at bnika meg sum syndabukk fyri at vinna sær atkvødur. Í 1981 tók hesin so gott sum allar sørvingar til gísl- ar og tað var helst ikki av berari tilvild,at Sune og Co. høvdu valt sær júst tann orðstýraran, ið skuldi leiða tann týdningarmikla fund, tá fjøldin av sørvingum skuldu taka endaliga stóðu, eftir at hava teknað parta- pening til at byggja eitt framtíðar rationelt flaka- virki úti á nýggja keigkin- um. Tá fundurin var lokin, vísti tað seg, sum fyrr sagt, at fjøldin av sørvingum, eins og lagnan hjá teimum í stóran mun var løgd í hend- umar á Suna Jacobsen og Co. Hesir fáu fingu við bank- ans hjálp tryggjad sær 6- avmarkað vald á so gott sum allari fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi. Sum eigari og reiðari á vinnutólunum og sum nevndarlimur (við meiri- luta) í flakavirkinum, so hevði = sambandsvalevni líka stóra makt á flakavirk- inum i Sørvågi tá, sum Bjarti Mohr hevur ídag. Sami Bjarti Mohr kann takka Suna og Co., eins og leiðsluni í Sjóvinnubank- anum fyri, at hann fekk ser- verað flakavirkið á einum silvurfati. Nei, Sune Jacobsen, tad eru hvørki Frank, Åge ella Jóhannes, ið hava ábyrgd- ina av tú syndarligu støðu, bygdin hevur verið í, tí tú og tínir hava havt bukina og báðar endarnar eins og ein annar Fidel Castro stýrt øll- um tí virksemi, sum tú nú dag og dagliga ákærir aðrar fyri at hava forkomið. Sjålvur ivist eg onga løtu i, at var tad eg ella nakar annar, ið hevði tíkið tær av- gerðir, ið tú hevur tíkið, so hevði eg verið sera ansin og undir øllum umstødum hevdi eg ikki kastad fyrsta swmin. Hamæst hevdi eg ikki hugsað um at bjóða meg fram sum valevni í somu bygd, sum eg hevði koyrt í fíggjarligt Gføri. Heldur ikki kundi eg droymt um at tikið nevndu viðurskifti upp í valstríðið, ti tað er ein beinleiðis undir- metan av veljarafjøldini í valdøminum, ið als ikki er so stuttmint sum sambands- valevnid fyrigyklar sær. Sjålvsagt kann sam- bandsvalevnid ikki lata vera við at vísa sína skaðafrgi, tá hann í grein herfyri vísir á, hvussu vánaligar umstød- ur, útróðrarmenn hava havt hesa tidina, virkið hevur verið stongt. Jú, víst hava umstødurnar verið vánalig- ar, men hvussu vórðu út- róðrarmenninir viðfarnir tá Sune og Co. sótu á trúnuni, tað hevur hann onga við- merking ul. Fyri tað fyrsta, so var avreiðingarprísurin sjálvan á hædd við tað, ið onnur virki góvu, tí aðra- staðni var tað ikki óvanligt, at virkini løgdu nakað væl oman á lógarásetta avreið- ingarprísin. Fyri tað næsta, so fingu hesir menn ofta harafturat kensluna av, attað var betri fyri flakavirkið, um teir als ikki avreiddu teirra veiðu í heimbygdini. Í staðin fyri at sáða mis- nøgd og mistreysti millum bygdarfólkið, so hevði tað verið meira í tråd við fram- tíðarvánirnar, at sæð veru- leikan í eyguni, soleiðis sum stødan er í løtuni. Sjálvur ivist eg onga løtu í at tað bara er ein spurningur um tíð, til tað virksemi, ið P/F West Fisk er byrjað uppá, kemur at umfata frysti- og råvørugoymsl- una, sum Fiskavirking eigur og leigar út í løtuni. Sum eg havi tíkið fram í aðrari grein, so er tann dagur helst ikki so fjarur, at eitt møguligt uppsagingarvirki Nr. 124 — 2. JULI1994 Tidindabladid Í sestaturin } kemur at húsast úti á kei- økinum, tí tað verður alt sjónligari og sjónligar, at framtíðarfiskivinna fyrst og fremst verður lønsom, um vit meirgóðska okkara fiskatilfeingi. Vit hava tey veiðutól í bygdini, ið hava samanum tíkið frægastu veidimøgu- leikar, soleiðis at vit íkki mangla råvøru um rætt verður borið at. Harafturat eru tað fiski- menninir sjálvir, ið eiga og reka hesar bátar, og tað hev- ur í dag sera stóran týdning í mun til fyrr, tá skúlalærarar í stórri mun spældu vinnu- lívsmenn heldur enn at røkja tað yrki, ið teir høvdu út- búgvið seg til. Frank Davidsen Mugu fiska undir skipaðum viðurskiftum Eitt, sum hevur sermerkt sambands- og kanska ser- liga fólkafloksvalevni í Sør- vági seinastu tíðina, er ein fullkomiliga kensluleys skadafrøi, tá tað snýr seg um at gera sær dælt av teimum avleiðingum, ið stóðust av at flakavirkið varð stong fyri hålvum ødr- um ári síðani. Meðan fjøldin av sørv- ingum studla, eins og ar- beida undir teimum treytu m, sum nú einaferð eru or- sakað tí, sum er farið fram, uttan at farast skal í smálutir við tí, so eru tað aðrir, sum einki hava ímoti at spæla slow motion vinnupoli- tikk, sjålvt um hetta kann koma at tarnað West Fish í royndum teirra at fáa gongd á aftur vinnulivid í bygdini. Í i sambandi má tað sig- ast at vera lagnunnar spei- semi, at Vesturvón, eins og hinir føroysku trolararnir, hava sannan rokfiskiskap í Barentshavinum, nú Vest- urvón eftir 14 fiskidøgum hevur fingið hálva last. Hetta verður sagt bert fyri at vísa á hvussu ómetaligan týdning tað hevur, at kunna fiska á teimum leiðum, har fiskurin er, undir lógligum, skipaðum viðurskiftum. Tað er ikki so long tíð fráliðin, síðani ávísir per- sónar í almennu fjølmidl- unum róptu bæði hart og týðuliga, at føroyingar stóðu seg best við at kvetta alt samband á fiskivinnu- økinum við Norra og Russ- land. Við hesi avgerð fingu fóroyingar 6avmarkadar møguleikar í Smoguni og við Svalbard, eins og vit tá ikki vóru niðurbundnir av nakrar kvotaskipan. Hetta er tokutala og hartil ábyrgdarleyst ikki at sam- vinna við okkara granna- tjóðir. Javnaðarflokkurin vil til eina og hverja tíð standa við tær avtalur, sum okkara dugnaligu fiskimenn løgdu lunnar undir, tá frítt var at fiska á flestu leiðum. At hesir somu fiskimenn afturat tíggjutals tonsum av fiski, eisini tá løgdu spíran undir tað virksemið, ið nú av álvara er við at taka seg upp á okkara skipasmidj- um, ið um rætt verður at- borið, kann tyggja fleiri hundrað føroyingum ar- beidi, eisini her i Vågum. Tad er nakað, id veljarin må hava f huganum, tå kross- urin skal setast. Frank Davidsen valevni Javnaðarfloksins i Vågum HÁ