Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1994síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fíggjarpolitikkur sambandsins ein hvørvisjén ANDGLETTURIN í Útvarpinum sunnudagin avdúkaði av álvara, hvussu lítið umhugsaður og óreal- istiskur valpolitikkur sambands- floksins er. SAMBANDSFLOKKURIN lovar skattalætta og avgjaldslætta. Hann skal taka av figgjarognaravgjaldid og hann skal hjålpa sethusaeigar- um vid størri rentufrådråtti. ALT hetta merkir, at fleiri hundrað milliónir krónur koma færri í lands- kassan. Samstundis ætlar and- støduflokkurin at javnvág skal koma á fíggjarlógina eftir stuttari tíð!!! TRÚGVIÐ tí, hver ið trúgva vil. Hetta hongur bara ikki saman, og tað kundu teir annars frálíku og vælfyrireikaðu | útvarpsmenninir fingið betri fram — at fíggjarpolitikk- ur sambandsins er ein hvørvisjén! TÁ teir royndu at halda formann sambandsins til henda veruleika, at inntøkur skulu í landskassan vóru hyggjuráðini: — almenni sektorurin skal effek- tiviserast, — almenna skal privatisera alt tad, sum ann privatiserast, — vit skulu hava kreppuhjálp frá dønum — ogvit skulu hava eina munabetri handilsavtalu vid ES — um ikki vit skulu hava limaskap! AT effektivisera tað almenna er ikki annað enn aðrir flokkar mæla til. Hetta sparir ikki hundraðtals milli- ónir. Skal nakað munagott sparast, er neyðugt við nógvum umlegging- um. Og neyðugt verður at skerja tænastur, skerja smærri sjúkrahús- ini, leggja skúlar saman, men hetta nevndi Edmund Joensen einki um! EIN privatisering sparir einki, um tænastan ikki skal skerjas.t At lata privatum ein rakstur, meðan tað al- menna rindar rokningina, er einki annað enn at pynta onkran rokn: skap og fjala yvir eina kanska neyð- uga kostnaðarhækking. ATdanir so glaðbeintir fara at veita føroyingum kreppuhjálp — —sjålvtum vit kalla tað hjálp til sjålvhjålp — er lítið trúligt. Fyri nøkrum mánaðum síðani kravdu teir at fíggjarlógin skuldi javnviga og neyðugt var at spara og seta í gildi fíggjarognarav- gjaldið. VIÐVÍKJANDI handilsavtaluni, sum sambandsflokkurin niðurger til ikki at vera verda tað pappír, hon er skrivað á, so verður hon endur- skoðað og rúmkað. Hetta gera em- bætismenn. Men neyvan fara teir at broyta áskoðan, sjálvt um sam- bandsflokkurin verður borin í Tinganes við hjálp frá verkamanna- fylkingini og ødrum nýggjum flokk- um og fylkingum. MEN handilsavtalan og marknad- arvidurskiftini skulu bøtast, men hetta er ikki annad, enn adrir flokk- ar hava sett sær fyri og sum lands- styrid arbeidir vid. VIÐ ødrum orðum so avdúkaði And- gletturin, at sambandsflokkurin Folkatonleikastevna hevur onki — púrt onki —kollveltandi at seta í staðin fyri verandi politikk. Hann avdúkaði, at ætlaði fíggjar- politikkurin er órealistiskur og at hann hongur ikki saman — hvørki só ella so. HAVA fólk latið seg tølad at velja sambandsflokkin, tí hann hevði loysnirnar, so fara tey óivað at um- hugsa støduna aftur. Velja tey kort- ini sambandsflokkin fyri at vísa 6- negd við verandi stødu, so er bara at siga, at tað er ein burturtveitt at- kveða. TAÐ hevur verið neyðugt at reka ein stramman politikk fyri at forða fyri, at ikki alt samfelagið rapaði, men nú eru ávísir glottar, sum kanska gera tað meguligt at lætta um skatta- og avgjaldstrýstið, so tað verður livi- ligari hjá fólki her á landi. Men tað er ikki av sambandsávum, tí sam- bandsflokkurin hevur ikki havt mansevni at leggja rygg til tey tungu tek, sum hava verið neyðug at tikið. Sosialurin Nógv ábyrgdarleyst hava vit hoyrt í valskeiðnum. Men neyvan hava vit hoyrt ein slíkan lættisopp sum í valsending sambandsflok- sins. Fyrrverandi — javnadar- madurin Hedin Mortensen måladi støduna f samfelag- num ógvuliga svarta. Stød- an í nógvum er ring — bæði hjá einstaklingum, komm- unum, felagsskapum 0.s.fr. Og tað hevur eingin krógv- að — heldur ikki javnaðar- flokkurin. Høvudsorsøkin til ringu støduna er sambært Hedin Mortensen, at landsstýrið hevur dikt fólkið undir í al- skyns skattum og avgjøld- um, so vit hava heimsins hægsta skattatryst. Lands- stýrið hevur sambært sam- bandsvalið einki gjørt fyri at skapa arbeiði. Hann hev- ur einki gjørt fyri at hjálpa sethúsaeigarum osfr. Annadhvørt hevur Heðin Mortensen fylgt illa við — ella hevur hann einki skilt av samfelagsgongdini. — Hevur hann gloymt, at vit eru komin í hesa búskapar- — tíslakar tríggjar milliardir krónur eru brúktar at bjarga bankunum, sum fóru á húsagang - ti fiskanøgdin er eftir trimum árum minkað ein triðing, — og neyðugt hevur verið at spara nýtslupostarnar á fíggjarlógini eina heila milliard krónur! Skuldu vit fylgt logikkin- um hjá Heðini Mortensen, skuldu vit ikki havt merkt hetta! Men nú lovar hann, at avgjøld skulu lækka. Sam- bandsflokkurin skal lækka skatitn og hann skal hjálpa sethúsaeigarunum, so fleiri ikki noyðast at rýma frá húsi og heimi. Samstundis sum eitt val- evni, Flemming Mikkel- sen, segði, at sambands- flokkurin einki lovar, so lovaði Heðin Mortensen so nógv, at sjálvt tann føroy- ingurin, sum ikki er at sær komin figgjarliga, hugsaði, at har er okkurt heilt galið! Orsøkin er: Heðin Mort- ensen gloymir heilt at siga, hvor skal gjalda sambands- gildið. Góði Heðin, hvaðani skal peningurin koma til skattalætta, avgjaldslætta, hægri realløn og stóra hjálp til sethúsaeigarar? Og alt hetta lovar sam- is sum hann setir sum Åbyrgdarleysir lættisoppar fremsta mál, at javnvág skal vera á fíggjarlógini! Álvaratos, Heðin Mort- ensen, kom við eini realist- iskari frágreiðing um, hvussu tú fært búskapin at hanga saman! Tá hetta er sagt, skal leggjast afturat, at javnaðar- flokkurin — eins og hinir landsstyrisflokkamir - heldur, at skattatrystid er alt ov høgt, og tí er trupult — fyri ikki at siga heilt torført — hjá er É—|V|OAÅr | "Kvinnuráðstevnan ; flestu familjunum at fáa endarnar at røkka. Her má ein broyting koma í — eisini fyri sethúsaeigarar. Men javnaðarflokkurin ásannar, at tað framvegis eru tung tøk at taka. Hann fyrigyklar tí ikki fólki, at alt verður so sára gott, sum Heðin Mortensen ger! Sosialurin ALLAR kvinnur eru vælkomnar Í Mettustovu | - sambandi við fyr tilkvinnuráðsteynuna — FORUM 94 Í Ábo 1.-6. august 1994. Opið er hvert mikukveld kl. 20-22. Telelon: n: 18958r1 2040 og og Skráin fyri fólkatón- leikastevnuna, sum verður í summar, er nú komin. Skráin er ókeyp- is og liggur frammi í Norðurlandahúsinum og á kunningarstovun- um í Havn og í Klaksvík. Hetta er 10. árið á rað, at fólkatónleikastevna verður hildin í Føroyum, og eins og árini framm- anundan luttaka hesa- ferð fleiri orkestur, tón- leikarar og dansarar úr útlondum úr Føroyum. Úr útløndum koma danska trioin Jørgen Jeppesens Trio, svenski bólkurin Norrlátar, grønlendingurin Ras- mus Lybert, skotski dansibólkurin Dunedin Dancers, fólkatónleika- bóklurin Marana úr Let- landi og tær báðar finsku Susan Aho á Heidi 13.-17. juli Lappalainen, sum fara at spæla harmoniku. Føroysku luttakarar- nir eru nógvir í tali. Teir gomlu Spælimenninir verða aftur at hoyra. Eisini luttaka bólkurin Enekk, Niels Midjord, Hanus Johansen, Ingun Simonsen, Såmal Ravnsfjall, Jakobina og Palli og fleiri onnur. Fólkatónleikastevnan verður 13. til 17. juni og konsertir verða í Havn og úti um landið. Atgongumerkir til tær ymsu konsertirnar kunnu keypast við dyrn- ar ella í Norðurlanda- húsinum og á kunning- arstovunum í Havn og í Klaksvík. Eisini fæst stevnukort fyri 150 kr., ið gevur atgongd til allar konsertirnar á Fólkatón- leikastevnuni 1994. 7? Eliaskirkjan, Vesterbrotorv | Møti er hørt leygarkvøld kl. 19.00. - „Nærri fæst at vita á ti. 031-242268 ella 031-"