Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Royndirnar hjá Gulbergi og Vesturbúgvanum: Tað ber til at trola eftir sild — Og møguleiki er at selja sildina skorin til flak fyri hampuligar pris, í minsta lagi 5,50 kr. pr. kg um tilgongdin er jøvn og góðskan er í lagi, sigur Jan Arge Jacobsen, fiskifróðingur 16.-24. juni í ár gjørdu vest- mannatrolaramir Gullberg og Vesturbúgvin royndir at trola eftir sild við flótitroli undir Føroyum. Hóast tíð- arskeiðið er stutt og royndin sostatt avmarkað, so kann sigast um hesa roynd, at tað ber til at fáa lønandi vinnu- burturúr ein part av árinum. Sjálvsagt um rætt verður borið at. Tað var Fiskirannsóknar- stovan sum tók stig til hesa royndarveiðu og teirra um boð í royndini var fiski- frødingurin = Jan Arge Jacobsen. Hann hevur júst skrivað frágreiðing um royndarveiðuna. Partrolararnir fingu til- samans 60 tons í tvey sam- døgur og hetta fingu teir hóast lítið var at síggja. Nótabátarnir leitaðu í nánd av vestmannatrolarunum, men teir sóu einki. Nóta- bátarnir fluttu vegna fiska- loysi. Mett var, at møgu- leiki hevði verið at fingið væl meira av sild, um flóti- trolið hevdi verið stórri og lættari. Trolararnir royndu norð- anfyri millum 66” og 67”. Hetta var tann 19 juni. Tá trolararnir komu vóru nóta- bátarnir noyddir at gevast, tí teir sóu einki. Chr. í Grót- inum fór á Munkagrunnin og har fekk hann 30 tons av sild. Vestmannatrolararnir fingu nakað av norðhavs- sild norðanfyri. Teir fóru síðan á Munkagrunnin og royndu har 21. og 22. juni. Har fingu teir eisini sild. — Nidurstødan av hesum royndum er greið. Tað ber til at partrolar eftir sild í føroyskum sjógvi, sigur Jan A. Jacobsen. — Avgerandi fyri úrslitið er, at trolið er nóg stórt, tað er millum 1000-1500 met- rar í ummáli og at tað er møguleiki at lata høvud- línuna ganga uppí vatn- skorpuni, sigur hann. — Tóvtíðin skal verða so stutt sum gjørligt, í mesta lagi 2-3 tímar, um sildin ikki skal gerast blett og blóðsprongd. Nøgdin í hvørjum håli skal ikki vera ov stór, heldur fleiri smærri hál, sígur Jan Arge Jacobsen. Tað er heldur ikki gott at taka posan iná dekkið. Trolararnir mugu verða åtgjørdir við pumpu og síðan pumpa fiskin bein- leiðis út posanum. Trolarar sum Gullberg og Vesturbúgvin eru vælegn- aðir til sildaveðu. Teir hava sonar og eru utgjørdir við sera góðum kølitangum, RSV tangum. Teir eru eisini stórir. Endamálið við kanning- unum var at finna útav, um møguleiki er hjá partrol- arunum at fáa sild í hósk- andi nøgdum og við rættari góðsku at nýta til matna. Bakkafrost ynskir at fáa javna tilgong av sild til matna, so leingi sum gjør- ligt, helst allan maí og allan juni. Undir Føroyum hevur seinastu árini verið norð- sjóvarslig at sæð frá maí og út í juni. Hendan sild hevur rogn um summarið og kann kanska nýtast til japanska marknaðin. Sildin sum nótabátarnir fáa, kemur ofta til lands í so stórum nøgdum, at hon ikki kann nýtast til matna. Eisini er torført at finna keyparar, tá so stórar nøgdir koma uppá land í so stuttum tíðar- jústinus Grønanes og Vestmenningur komnir heim Vestmenningur og Grønanes er komnir aftur av saltfiskaveiðu í Barentshavinum. Teir hava fiskað, kvøtuna, 100 tons av saltfiski í part. Vestmannatrolararnir hava havt góðan fiski- skap. teir hava fiskað skjótt og alt hevur rigg- að væl umborð. jústinus Trolararnir hava góðan fiskiskap í Barentshav- inum. Komandi hósdag er ein mánaði ligin síðan Skålaberg loysti og fór av vånni í Klaksvík og hann hevur fiskað væl. Í seinastu viku fekk“ hann 100 tons í flaki. Á - midnátt = sunnukveldið hevði hann 367 tons inni. Skálaberg hevur onkuntíð fingið meir enn í seinastu viku. Hann hevur onkra vik- una fingið 200 tons í flaki. Sundaberg hevur havt Skálaberg hevur 367 tons eftir góðum trimum vikum sama fiskiskap og royn- ist hendan vikan væl, so hava teir fingið uppí flakalastina. Kvotukeyp av ongum Føroyingum stóð í boði at keypa 5000 tons fráeinum felag í russum. Samráðingar hava verið millum føroyingar og russiska felagið. Men nu hevur russiska felagið selt kvotuna til aðrar. jústinus LÆKNA EXAM. KOSMETOLOGUR - Tif. 19118 TEKJUTRUPULLEIKAR — Ikki við Hertalan EPDM W Reint gummi - einki PVC vW 100% tott wW Elastisk frá 50" til +150 w 15 ára trygdarvåttan Vegt: prisur álagt v/ trygdarvåttan: Kr.170-220/m? (u. MVG) Nærri upplýsingar og óbindandi tilboð: FINNUR SIMONSEN, Timburmeistari Borgartún 4 - 160 Argir Tlf. 14549 — 87549 — 84549 Ein av teimum mest ålitandi ” kaltvatnsreinsarunum á marknaðinum til alla rein- gerð á dekkinum, verk- staðnum, bakarinum, slakta rínum v.m. Fæst frá 70-173 bar trysti. Kemisk reinsievni kunnu eisini nytast. Søla, leiga og tænasta Kaj Andreasen PF. Klingran 5 - Hoyvík - Tlf. 15600