Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-05, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1994síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Petur Michelsen 80 ár 4 6. juli fyllir Peter Michelse, Jóannes Paturssonargøta 59 í Havn, 80 ár. Petur er føddur í Havn í 1914, tað árið fyrri heims- bardagi byrjaði, og her vaks hann upp. Foreldrini vóru Hilda í Funningsstovu og Johannes í Dalólastovu. Liðugur við barnaskúlan fór Petur við pápanum atseyma segl á loftinum hjá Jens Evensen, seinni var hann somuleiðis við pápanum í — øllum arbeiði, teir stoyptu húsagrundir og gjørdu mangt múraraarbeiði, og skjótt var Petur múrari bun- urav; væl lá fyri hjá honum at skipa fyri og roknimeist- ari var hann. Seinni kenna vit hann sum byggimeistar- an, og mong eru tey bygn- ingsverk í høvudsstadnum, ið standa sum minnisvarðar um audiotakta byggimeist- aran Petur Michelsen. Burt- ur úr rúgvuni kunnu vit nevna Bacalao, Saltsøluna, Sjúkrakassan, Sjómans- heimið, Hotel Hafnia, heil- søluna hjá Brockie, raðhús- ini í Jóannes Paturssonar- getu úr Fr. Petersensgøtu í Grønlandsvegin. Men Petur var annad enn byggimeistari. Í 1934, 20 ára gamal, fór hann í losj- una, hann gjørdist sera íðin í hesum felagsarbeiði, organisatoriskt og sum skrivandi maðurin við ser- ligu listagåvunum; hann yrkti og hann skrivadi, var ritstjóri av tidarritinum »Diigvuni«, sum kom í 1941 og 1942; í hesum tíðarriti finna vit mangar av stuttsøgum hansara, yrk- ingum og gørum, hann skrivaði. Petur fekk ein megin- týdning fyri tað felagslív, sum hann var íðin talsmað- ur fyri, og legði úr hondum hóp av skrivligum tilfari. Hann ferðaðist dúgliga kring oyggjarnar og tað man vera mangur, sum minnist hann, Mourentius við Stein og Knút Wang, sum tá vóru fremstu íbirt- arar í felagslívinum, ið tá var. Nútíðin hugsar óivað um byggimeistaran Petur Michelsen, minni um skald- ið og rithøvundan. Virkna skeið hansara sum lista- maður var í árunum, tá hann aktivt virkaði í fráhalds- rørsluni. Í 1936 varð Ungmanna- deild N.LO.G.T.s í Havn stovnad og tad var f hesum felagsskapi, hann gjørdi stórt arbeiði. Sangir og yrk- ingar, felagsblød o.a.t varð fastur táttur í felagsvirk- seminum — nógv av virkna' skrivandi arbeiðnum gjørði Petur, eisini sjónleikir, sum vóru førdir fram í Sjónleik- arhúsinum og í losjuni við Tinghúsvegin. Ein sjónleik skrivaðu teir, Knút Wang í felag, sum fek heitið >Sjógarparnir<. Hes- in sjónleikur fekk sína ser- ligu søgu, tå hann var førdur fram undir víðum lofti við Norðskála á sumri 1941. Hetta brot burturúr >Dúgv- ini<: >Taðringdi í kirkju, tá tey fyrstu komu til Norðskála, har Sundalagið lá í stilli og ljómandi sólskini. Aftan á kirkjutíð komu so onnur fólk, bæði sunnan og norð- an úr Sundalagnum. Ljómliðið hjá Frelsunar- herinum hevði verið so beinasamt at vera við í ferðalagnum til stevnuna. Tá ið fundur var settur, var tað ein hugnaliga stór mannamúgva, ið skarðaði segrundan um ljómlagið, ið spældi framman undan fundarsetu, ein 7--800 fólk — og mest ungdómur. Hóasteingin segði nakað, somundu t6øll hugsa sítt, tá ið ein stórur týskur flog- dreki hátt á lofti streyk suð- ur yvir Sundalagið, beint undir fundinum. Tá ið hann tveitti spreingikngttar suð- uri á Hvalvík, fór ein hvøkkur gjøgnum alla mannamiigvuna, men skjótt sissaðust øll aftur og fundurin helt fram, soleiðis sum skrásett var framman- undan. Tá ið fundurin var lokin, fór alt fólkið við fløggum og ljómlagnum á odda í siduligari skrúðgongu oman aftur í bygdina. Og her byrjaði hin skemt- ingarsami endabresturin á stevnuni. Sjómanssjónleikurin >Sjógarparnir< var fram- førdur undir víðum lofti. Tað var eitt brak og eitt samanhangandi dun av skellulátri, tá ið tjaldið fór frá. Ongantíð man ein sjón- leikur hava samlað so mangar áskoðarar á einum sinni sum hesaferð, og neyvan hevur ein meira hjartaligur látur verið hoyrdur enn henda dag. Fólk stuttleikaðu sær so tað sást á teimum. Sjálvandi var einki gjald tíkið fyri at síggja sjónleikin. Og vert kann tað vera at merkja, at hetta er fyrstu ferð í Føroya søgu, at ein sjónleikur hevur verið førdur fram úti undir loftinum bláa<. Lítillátin hevur Petur ver- ið, tá vit hugsa um tað, hann hevur avrikað í skrift, einki hevur hann savnað í bók; tað sum eftir hann er, finna vit sumpart í tíðarritinum Dúgvuni, sum kom út fyrstu krígsárini og sum Petur rit- stjórnaði, og okkurt man liggja í frumskrift. Men í sangbókunum, seinast Fe- lagssangbókin 1988, standa fleiri av hansara sangum. Fráhaldssangir hevur hann yrkt og týtt nógvar, men yrkingar hansara um náttúru okkara, um fagra Føroya land, årstidimar, kærleika, kvinnuna og tå hann kvødur um ungdómslív og lívs- vónina, yrkingar sum fevna um mannalívið alt og tess mongu og fjølbroyttu lagnu, liva í felagssanginum. Við sangskatti sínum hev- ur Petur Michelsen fjálgað um og gjørt manga samver- una ríkari, væl hevur hann dugað at seta løg til sangir, so orðini gjørdusteyOmerkt. Vit ynskja skaldinum Pet- ur Michelsen hjartaliga til- lukku å 80 åra degnum. J. Lindenskov vikan 18 Dagny Joensen skrivar: I Danmark plagdu tey at taka til, at um kriggj brast å har, so høvdu hermenn givist at berjast i "frokost- tímanum“. Danir eru sum kunnugt eins væl stýrdir og allir borgarar í idnadarsamfeløgum. Teir vilja geva sítt ískoyti til samfelagið, men bert ein part av sínum samleika - indentiteti. Føroyingar prioritera fótbólt fram um valstríðið. Í hesum døgum tykist samleikin hjá føroyingum at verða nær tengdur at fótbóltskappingini, sum hevur terroriserað skíggjan í 14 dagar. Tað er í lagi, at alt Føroya fólk situr í stovuhorninum og eygleiðir hesar garpar, sum leika í og renna aftur og fram eftir einum bólti. Timir tú ikki at hyggja, so kanst tú bara sløkkja sjónvarpið. Tað eru bert tvinnir kostir í at velja. Teir flokkar, sum herfyri atkvøddu fyri, at valið varð útskrivað í ótíð, hava kanska ikki verið so frammalaga í tilrættisleggingini av valstríðnum á vigvøllinum (les SVF), at teir hava gáað eftir , at fótbólts- kappingin fór at verða um júst somu tíð, sum teir vildu sleppa í sjónvarpið at gera "eydnu" og tosa sína sak fyri veljararunum. Við hvort havi eg eisini unt teimum hetta so dyggi- liga, tí neyvan hevur nakað politiskt valevni áður verið so kroyst millum áhuga fyri ítrótti og persónligu áhuga- málini hjá politikarunum. Vanliga mannagongdin hesa tíðina hevur verið, at tú tendrar sjónvarpið, sær hasar jassarnar í stuttum brókum spena um vøllin, sløkkir og bíðar. Tað hevur nærum verið sum at bíða eftir Godot. Antin hevur tú verið so svøvnpiskut, at tú ikki hevur havt tol at lurta, ella eisini hevur tú verið sovnað, áðrenn valsendingarnar komu. Eg havi tó sæð nakrar sendingar, har klokkan fekk í so stóran leiklut, og tað bert tí tey í SVF eru so forhippað í elektroniskum lutum. Hetta fekk nærum brá av svørtum skemti. Tá heilir 10 flokkar skulu siga sína hugsan um hetta og hatta, so vóru valsendingarnar heppisliga gjørdar. Tað rós hava tey bæði Tróndur Djurhuus, Dag- mar Joensen-Næs og teknikarar uppiborið. Hinvegin, so er hetta valið - eins væl og onnur - eitt lagnuval, sum vit fýra tey komandi árini skulu liva við, um vit vilja tað ella ikki. Hví tilrættisleggingin í SvF bleiv soleiðis, dugi eg ikki við mínum besta vilja at skilja. Vóru teir í SVF bangnir fyri at hyggjararnir fóru at snara á aðra sjónvarpsskrá, um valsendingarnar komu mitt í einum fótbóltsdysti - ella - vóru politikararnir bangnir fyri at tosa fyri tómum sjónvarpsskíggja? Báðir lutir eru eins torførir at greina út. Eitt veiteg bara, og tað er, at eldri fólk hava ikki havt møguleika at fylgja við í poltisku sendingunum, tí tær vóru sendar alt ov seint. Hin parturin eru tey, sum enn hava arbeiði, og tey hava ofta eisini verið farin undir dýnuna um hetta mundið, um tey skuldu hava ein møguleika at halda sær uppi dagin eftir á arbeiðsplássinum. Tað er hugtakandi, at heilir heimspartar berjast um ein bólt - serliga tá hugsað verður um, hvussu nógvir heimspartar kríggjast við líka so stórum álvarsemi við vápnum. Tað er hinvegin undrunarvert, at ein heil tjóð letur seg kúga av "béltinum", tá hugsað verður um, at tað er gjørt við samfelagsligum avleiðingunum fyri fýra tey kom- andi árini. Um tað ikki fer at gangast væl í Tinganesi og løg- tinginum hetta skeiðið, hvør fer tå at minnast aftur á, hvat valevnini søgdu seg vilja fremja? - Hvat gagnar tað Føroya fólki at minnast aftur á, hvør vann fótbóltskappingina?