týsdagur 5. juli 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 125 — 5. JULI1994
Vinnulivsmadur vid tey nýklæktu á Handilsskúlanum:
-Farið
langt
burtur
-Vit hava brúk fyri fólki við áræði, fólki,
sum torir. Vit hava brúk fyri fólki við
hugflogi, men sum allíkavæl hevur bæði
bein á jórðini. Vit hava brúk fyri fólki,
sum torir at royna nakað nýtt. So
vælsignaði, tit, sum fara víðari, hugsið
ótraditionelt! Farið langt vekk og verið
har í nókur ár. Dúvið ikki bert upp á
Føroyar, landsuður, Noreg og Svøriki.
Fåid tykkum royndir langt uttanlands.
M.a. hetta vórðu rådini, sum Jákup
Mørkøre, stjóri á rækjuvirkinum á Oyri
hevði at bera nýklæktu FHS arunum og
HH arunum á Føroya Handilsskúla i
farnu viku. Vit prenta róðu hansara:
Tykkum, sum fáa prógv í
dag, ynski eg hjartaliga til-
lukku.
Summi av tykkum halda
áfram innan skúlagátt, onn-
ur fara út í vinnuna, í fyri-
siting, handil og skrivstov-
ur.
Vit hava brúk fyri fólki
við áræði — bjargamonnum,
segði onkur, fólki, sum torir
nakað.
Vit hava brúk fyri fólki
við hugflogi; men sum
allíkavæl hevur bæði bein-
ini á jørdini.
Vit hava brúk fyri fólki,
sum torir at royna nakað
nýtt!
Vit hava í t.d. útflutnings-
vinnuni brúk fyri fólki, sum
dugir væl: franskt, týskt,
spanskt (ja, og kanska arab-
iskt eisini).
So vælsignadi, út sun
fara víðari, hugsið ótradi-
tionelt! Farið langt vekk!
eisini ul Japans og New
Foundland v.m. — og verid
har i nøkur ár... dúvið ikki
bert uppá Føroyar, land
suður, Noreg og Sveríki
Fáið tykkum royndir lang
uttanlands.
Onkur av politisku flokk
unum ætla at skipa so fyri
1) At ut fáa møguleika at
koma heim aftur!
2) At biðja tykkum at nýta
fráverutíðina á besta hátt, tá
tað snýr seg um víðari út-
búgving og arbeiðsroyndir.
3) At tit sjálvi fáa brúk fyri
tí, og ikki minst Føroyar fáa
brúk fyri tykkum, tá fíggj-
arliga gongdin er vend!
Komi ofta at hugsaum ein
ávísan mann, sum var til
skips. Hann var hildin at
vera ógvuliga lúnutur. Var
gott veður, var hann ófyri-
komandi og ikki til at hava
við at gera. Men var ódnar-
veður, og helst skuldi tað
vera av allarringasta ódnar-
veðri, ja, tá var hann eitt
heilt annað fólk. Í góðum
lag, og sang og kvað, og
vavr av allarblíðastu monn-
um. Frágreiðingin var ein-
føld. Tá gott veður var,
kundi veðrið bert versna;
men tá áhaldandi ódn leik-
aði í, kundi veðrið bara
batna!
Soleiðis er við búskapin-
um í Føroyum! Tað kann
næstan bara ganga ein veg —
upp eftir sjálvandi! (Nevndi
hetta dómi fyri einum
manni, sum segði: >Tað
kann væl vera, men nýggj
jólaódn kann bresta á aftur!)
— Nå, men vit, sum eru
føddir optimistar, vildu ikki
gjørt sum pessimisturin,
sum var sendur til Sahara at
selja sandalir. Hann kann-
aði marknaðin, og sendi
boð heim: >Eingin markn-
aður, eingin brúkar sandal-
|
Bu
Tidindabladid CSE
ir!< Heldur skuldi tað verið
sum hjá optimistinum:
»Risamarknadur í Sahara,
eingin brúkar sandalir
enn!<
Nakað tað sama er við
Føroyum. Vit hava sjågv,
regn, vind og eitt sindur av
fiski enn, so leingi sum
politikarar og fiskimenn i
felag ikki hava fiskad reyv-
ina undan okkum øllum —
planlegging, langtidarætl-
anum hava vit brúk fyri.
Okkara fiskastovnar eru
ógvuliga avmarkaðir. Vit
mugu liva við hesum av-
markingum (TAC-um)
nógv ár frameftir! Og fyri-
stillið tykkum, hvussu
grammir okkara politikarar
og fiskimenn í felag verða
um 6-7-8 ár, tá stovnarnir
eru rættuliga við at koma
fyri seg, hvussu grammir
teir verða eftir at sleppa at
fiska meira — at sleppa at
fiska okkum á botn aftur
beinanvegin (løtuvinning-
urin!).
Tít ungu fólk! Tað verða
ut, sum um 5-6-7 ár skulu
rópa varskó: hertil og ikki
longur! Tað verða tit, sum
veruliga skulu til at arbeiða
innan ávísar karmar (til-
feingiskarmar).
Vit hava annað tilfeingi í
Føroyum:
- Vit hava fólk (enn)
— Vit hava náttúru (turisma)
Vit hava aldargamla
mentan, og serstakliga um
vit eisini hugsa i norður-
lendskum høpi.
Eisini fitta dótturin slapp við til hátíðarhaldið, og sjálvandi skuldi hon vera eins
ílætin og mamman. Mynd jan
Vit eru so bangin fyri tí,
sum kemur uttanífrá! Før-
oyar eru fyri føroyingar! -
Akkurát sum norðmenn
gjørðu fyri mongum árum
síðan, teir vildu hava alt fyri
seg sjálvan. Men hygg nú
teir hava latið upp fyri út-
heiminum! Noreg er vorðið
eitt stórt ferðamannaland,
skíítrótturin hevur havt
stóra framgongd osfr. — teir
hava hildið vetrarolympi-
aduna, sum var sera væl
eydnað (við vinningi).
Vit skulu gera tað sama.
Vit skulu lata Føroyar upp!
Tit, sum verða eftir í Før-
oyum, finnið tykkum ikki í
øllum. Setið spurningar! Tit
hava lært fyrisiting! Verið
við til at reinsa hetta sam-
felagið, ruddið upp og døm-
ið, tá landsins politikarar
biðja um fólksins dóm!!!
Tit, sum eru ung, tit have
veldugar møguleikar í hes-
um landi! Ættarliðið
framman undan ty kkum er:
»den totalt forgældede
generation« við 1/2, 1 ella 1
1/2 mið. í húsalánum — tit
hava ikki hatta líkið í lastini
Fáið tykkum eina meir
útbúgving. Gerið sum týski
ungdómurin og ikki sum
tann franski. Í Týsklandi
fært tú lítla løn í lærutidini
men tú fært eina læru, og
hevur møguleikar at byrja
fyri teg sjálvan. Í Fraklandi
skal lærlingurin hava næst-
an fulla løn í lærutidini. Úr-
slitid er har eftir! Arbeiðs-
loysið millum ung í Frak-