týsdagur 5. juli 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 125 — 5. JULI1994 Síða 11
Tíðindablaðið
landi er 25-35% , meðan tað
í Týsklandi er 6-8%.
Skjótt eru 10% flutt av
landinum — verður skrálað
inn í oyruni á tykkum nær-
um hvønn dag. Frá 1910 til
1938 fluttu eisini 10% av
fólkunum í Føroyum av
landinum! Tað er áhugavert
at lesa lítla bóklingin hjá
Erlendi Paturssyni: Fólka-
flytingin úr Føroyum (1840
- 1939):
... Tær talsterkastu yrkis-
greinir hjá féroyskum
kvinnum í útlandinum eru
húslig størv og seyming.
Herumframt í seinni árum
handils- og skrivstovu-
kvinnur. Tað er ikki heilt
burtur av leið, tá summir
vilja halda, at realskúlin í
Havn og í hinum stórru
bygdunum er vorðin klek-
ingarstødir fyri fólk, sum
fer á skrivstovurnar í Keyp-
mannahavn.
Millum menninar er eis-
ini handils- og skrivstovu-
fólk, umframt handverks-
menn, arbeiðsmenn osfr.
Nógv tann størsti hópurin
man tó vera sjómenn...
Eg skal venda aftur til
#8.
dagin í dag!
Samfelagsgongdin fer
fram í bylgjum. Vit duga
ikki at yvirskoða meir enn
tríggjar aldudalar, 30'ini,
$0'ini og nú 90'ini.
Shetland hevur yvirlit yv-
ir toskaveiðu yvir fleiri
hundrað ár, og vísir mynstr-
ið seg at ganga upp og
niður!
Vit mugu byggja fiska-
stovnarnar uppaftur, og
leggja okkum á eitt javnt
stødi og TOLA ikki at taka
alt.
Marknaðaratgongd á
jøvnum føti við kappingar-
neytar okkara og økt kapp-
ingarføri mugu vit hava.
Hetta hava tit hoyrt um fyrr!
— so tað skal eg ikki gera
nakað burtur úr á hesum
sinni.
Latið ikki allar dóma-
dagsprædikurnar í fjølmiðl-
unum fáa tykkum at missa
dirvið og áræðið.
Og vælsignaði, gloymið
ikki: >Sólin skínur í Føroy-
um hvønn einasta dag! —
bara ikki á sama stad!«
Jákup Mørkøre
Henda lítla gentan dåmdi væl at vera til steðar, tå |
Ragnar Magnussen, rektari handaði næmingunum
prógvini. Mynd jan
Gistingarhúsið Bakkin í Vági:
Fekk fyrstu
oljupengarnar
Enn hevur lítið verið at sæð av fremmandum summargestum
Tað er einki gullnám at
hava gistingarhús við mat-
stovu, sum tey hava t.d. í
Vági. Gestirnir eru fyri tað
mesta nakrir heilt fáir, og
enn hevur lítið verið at sæð
til fremmandafólk.
Tað gongur tó rímiliga
væl hjá teimum, sum fyri
góðum ári síðan Bakkan frá
Menningargrunninum. P/F
Marknoyri eigur gistingar-
húsið, og tað eru Ingrid Ja-
cobsen og bróður hennara
Johannes og Jákup Linden-
skov.
Ingrid og maðurin Magn-
us reka gistingarhúsið.
Ingrid letur væl at suð-
uroyingar, at teir eru góð
viðskiftafólk. Teir eru álit-
ið. Fólk koma inn at eta,
feløg og bindiklubbar vitja,
og fødingardagar verða
eisini hildnir har.
Á Bakkanum arbeiða
umframt Ingrid og Magnus
tvær kvinnur, sum skiftast
aðru hvørja viku. Her er
Annika Vilhelm. Hin eitur
Sólmai Lågabø
(Mynd. Jan)
Oljumenninir hava búð og
Se eti á Bakkanum
(Mynd: Jan)
At hava skeinkiloyvi
hjálpir væl.
Bakkin hevur bara 17
seingjarpláss. Fyri tað
+ mesta er tað rikiligt, men
onkuntíð, t.d. á jéansøku,
- hevði verið gott at kunna
hýst fleiri, sigur Ingrid.
Útlendingar gjalda ikki
MVG fyri at gista í Før-
oyum, og tað er gott, tí
MVG er drepandi fyri alt
virksemi í Føroyum, sigur
Ingrid.
Meðan borað varð í
Lopra, búðu útlendingarnir
á Bakkanum, og teir ótu
eisini har. Bakkin er sostatt
millum teirra, sum so smátt
eru farin at vinna pengar av
oljuni.
randi