týsdagur 5. juli 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Nr. 125 — 5. JULI1994
Ongar lættar loysnir finnast ”
- tung tøk og hart strid er uppskriftin
landsstýri undir
leiðslu — javnaðarfloksins
hevur í ringastu aftur-
gongdstíð megnað at bjarg-
að vælferðarsamfelagnum.
Hóast vit hava havt
bankakreppur, skuldar-
kreppur, fiskivinnukrepp-
ur, hóparbeiðsloysi og
nógvar aðrar trupulleikar,
so virkar føroyska samfe-
lagið í dag sum eitt væl-
ferðarsamfelag — tó vit
kundu hugsað okkum nógv
viðurskifti betri.
Hetta er fyrst og fremst
javnaðarflokkinum fyri at
takka, tí javnaðarflokkurin
er einasti flokkur, sum
hevur tikið tørn øll hesi fýra
árini. Javnaðarflokkurin er
besti garantur fyri politisk-
um stabiliteti, tí javnaðar-
flokkurin kann samstarva
við allar aðrar politiskar
flokkar við góðum úrslit-
um.
Mál javnaðarfloksins er
aftur at koma í landsstýri
Sitandi
eftir valið, um vit fáa und-
inøku veljarans hertil.
Javnadarflokkurin skulkar
sær ikki undan åbyrgd.
Tað hóast vit vita, at ong-
ar lættar loysnir finnast at
basa búskaparkreppuni.
Nei, tung tók og hart stríð,
tað er uppskriftin.
Fyrsta takið verður at
fara undir samráðingar við
danir um okkara uttanlands-
skuld, sum næstan øll er
parkerað í Danmark. Málini
eru í tveimum:
1. Við samráðing at fáa ein
rentuskáa uppá einar 2-300
mill. kr. fyri 1995 at betra
fíggjarløgtingslógina.
2. Við samráðing eftir
fólkatingsvalið at fáa Dan-
mark heilt at yvirtaka partin
av uttanlandsskuldini, sum
varð nýttur til at bjarga
bankunum — uml. kr. 3,0
mill. Hetta ti at peninga-
kervid er felagsmål — ikki
sermål og bankabjargingin
kom eisini Danmark til
góðar.
Næsta verður at gera eina
løgtingsfíggjarlóg fyri
1995, sum tekur hædd fyri:
1. At tey arbeiðsleysu fáa
sømu kor.
2. At skattatrýstið lækkar
fyri lág- og midalinntøkur.
3. At peningur verður av-
settur til ígongdsetan av
vinnutitøkum og nýggjum
arbeiðsplássum.
4. Um hetta ger at fíggjar-
lógin kemur at hava hall í
eitt ella tvey ár, noyðast vit
at liva við tí.
Triðja verður at endur-
skoða fiskivinnulégir og
kvotalógir við ti fyri eyga at
vit fáa liviligari fiskivinnu-
reglur, soleiðis at skip og
bátar betur fáa fiskað sínar
kvotur.
Fjórða verður at keypa
meiri útlendskan fisk at
virka í Føroyum, at vinna
fleiri fiskirættindi til okk-
ara skip at fiska, at finna
nýggjar marknaðir, at betra
fiskasøluarbeidid, at vinna
betri tollsømdir fyri okkara
útflutningi. At lata upp
stongdu fiskavirkini í Før-
oyum, soleiðis at tey nú
nidurbundnu økini í landi
okkara aftur fáa arbeiði.
Fimta málið er at steðga
fólkaflytingini, og tað mál-
ið nåa vit, um øll hini málini
verða nádd heilt ella part-
vist, so vilja føroyingar
aftur flyta heim.
Hesum fer javnaðar-
flokkurin at virka fyri
beinanvegin eftir valið. Tey
minni dámdu tiltøkini eru
framd — nú fer aftur at ganga
framá.
Veljið javnaðarflokkin!
Birgir Mohr,
valevni javnaðarfloksins
í Sandoyar valdømi
Kristindómur og dupultmoralur
Tað eru tvær >gamlar
rottur« år Grímu, sum eru
farnar undir henda spenn-
andi, stuttliga og krevjandi
leik. Binta Mohr hevur
leiklutin sum Rósa, og Egi
Dam leikstjórnar henni.
Bæði hava tey mangan gjørt
vart við seg á føroyska leik-
pallinum, men hetta er uttan
iva ein tann størsta avbjóð-
ingin, tey nú hava tikið av.
Leikurin er, hóast hann ikki
er av teimum størstu, eitt
stórverk í sjálvum sær.
Evnið er viðkvæmt og
viðkomandi allastaðni, og
hóast hann fer fram í tí ka-
tólska Spania, kunnu vit
draga paralellir til okkara
samfelag, hvat viðvíkur
Kristindómi og dupult-
Sofía Jacobsen, fødd
Djurhuus, Grønlandsvegur 19,
Tórshavn, fyllir 70 ár miku-
dagin 6. juli. Dagurin verður
hildin 9. juli hjá dóttrini Elisa-
beth Joensen, Frelserarmeen,
Postboks 40, Fredsund, Norge.
TØMRERE
/SNEDKERE
søges til nybygg-
eri i København.
RYTTERHUSET
Tlf. 042 95 22 60
morali.
Anker Mortensen ger
pallmynd til leikin, og
Katarina Nolsge er hjálpar-
Vant verður í løtuni í høl-
um Leikarafelagsins á
Gamla Meiarinum og ætl-
anin er at hava frumsýning
20. august í Sjónleikarhús-
inum. Spælt verður fyrst í
Havn og síðani verður farið
at ferðast við leikinum.
— Skøkjurnar ganga fremst
inn í Guds ríki. (Matt. 21,
31). Hetta skriftstaðið er
undirheitið á sjónleikinum
>Rósa<, sum Gríma er farin
undir at venja. Leikurin er
skrivaður av spanska munk-
inum Jose Luis Martin Des-
calzo, og hóast leikur ikki
fer fram í kirkjuligum um-
— hvørvi, er átrúnaður/Guds-
| trúgv høvudstemaid í leik-
| inum.
Leikurin fer fram í einum
horuhúsi onkustaðni í
Spania, og her býr skøkjan
Rósa. Einaferð var húsið
fult av gleðisgentum, og
forrætningin blómaði. Men
tann dagin, borgarstjórin
doyði í føvninginum á eini
skøkju, varð húsið stongt og
genturnar settar í geglið.
Allar uttan Rósa.
Hon roynir sum best at
livbjarga sær, einsamøll á
kvistkamarinum, f einasta
starvinum, hon kennir til:
Skøkjulevnadinum.
Men Rósa hevur nakað
fram um aðrar skøkjur.
Rósa hevur eitt lítið loynd-
armál: Á kvistkamari henn-
ara stendur sjálvur Jesus
Kristus! Ein tríggjar metrar
høg standmynd, sum er
blivin krógvað burtur undir
krígnum, og síðan goymd í
kirkjuni. Kristus myndin er
einasti vinur, Rósa hevur.
Hon toser við Harran sum
við annað fólk, oz gjøgnum
hennara samrødu við
Hann, hoyra vit livssøgu
hennara. Og TAÐ er eingin
skemtisøga! Hóast Rósa er
bæði hugtakandi, skemtilig
og eisini frek, er søga henn-
ara skelkandi og ræðulig.
Myndfrá venjingum
Hor, hevur livaðeitt hart liv,
og einasta troyst hennara er
sambandið við Kristus. Og
tað gerst klárt fyri áskoðar-
anum, at í tí lítla kurpalinum
hjá skøkjuni verður Harrin
elskaður meir enn í teimum
vakrastu kirkjunum!
Men eydnan varir ongan-
tíð leingi: Ein dagin ringir
telefonin. Tað er prestur.
Hann sóknast eftir Kristus-
myndini...
Tíðindablaðið Ex
RÆTTING
til
KUNNGERÐ
um valevni og stillarar
í Vága Valdomi
til logtingsvalið
7. juli 1994
Av ti at tveir stillarar hjå Midflokkinum
av misgáum ikki vóru vid í lysingini í
blaðnum 1. juli, lýsa vit aftur allan lista
H:
Listi H
Miðflokkurin
Helgi Mouritsen, fiskimaður, Sørvågur
Dánial Johansen, bilsmiður, Miðvágur
Jógvan Nordendal, bygningssnikkari, Sandavágur
STILLARAR
Niels Egholm, maskinmaður, Sørvågur
Hardi Niclassen, cand. teol., Sørvågur
Sonni Jacobsen, arbeiðsmaður, Sørvågur
Hjørdis Jørgensen, húsmóðir, Sørvågur
Jéhanna Winter, flakakvinna, Midvågur
Kristianna Hansen, húsmóðir, Sandavágur
Dagfinn Petersen, umsjónarmaður, Miðvágur
Napoleon í Lon, arbeiðsmaður, Miðvágur
Brynjálvur Haraldsen, deildarleiðari, Sandavágur
Finbjørn Hansen, skrivstovumaður, Sandavágur
Jónhard Selfoss, fiskimaður, Miðvágur
Jørgen Frants Jørgensen, deildarleiðari, Sørvågur
Ludvig Jacobsen, arbeiðsmaður, Sørvågur
V. v.
Sigfridur Olsen
form.