týsdagur 5. juli 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Javnaðarflokkurin fór til
løgtingsvalid í 1990 við
m.a. tí fyri eyga, at fáa
gongd á aftur í samfelag-
num og at betra um før-
oyska búskapin.
Nú skjótt fýra ár seinni
kunnu vit ásanna, at um bú-
skaparliga stødan ikki er
sum vit høvdu ætlað, so
hava vit fingið tamarhald á
henni. Semja er gjørd mill-
um Føroyar og Danmark
um, at danir endurfíggja
alla okkara uttanlands-
skuld, uml. 3 milliardir kr.,
sum fella til gjaldingar
komandi fimm árini. Vit
mugu tó ásanna, at gong
ikki er komin á aftur sam-
felagið í tann mun vit høvdu
vónað.
Við fleiri bankakreppum
og minkandi fiskatilfeingi,
sum eisini er høvudsorsøkin
til okkara nýggju kvota-
skipan, hevði samfelagið
fyri langari tíð síðani verið
steðgað upp, um javnaðar-
flokkurin ikki hevði sitið
við róðrið síðani síðsta val.
At sita við ábyrgd í nidur-
gangstíðum krevur sjålv-
andi ein sterkan flokk, og
tað hevur javnaðarflokkur-
in víst hetta valskeiðið, bert
spell, at samgongan ikki
helt úl í august, tá vit aftur
skulu samráðast við danir
um gongdina í føroyska
samfelagnum.
Høvudsuppgåva javnað-
arfloksins má í komandi
valskeiði verða at skapa
fortreytir fyri øktum virk-
semi í landinum.
Í sáttmálanum millum ES
og Føroyar hava vit bundið
okkum til at seta í verk eina
skipan við nýtslugjaldi
løgdum javnt á innanlands
framleiðslu og innfluttar
verur, og ikki gera mismun
á hesum.
Burtur úr hesum sáttmála
spurdist so meirvirðis-
gjaldsskipanin, sum nú hev-
ur virkað í skjótt tvey ár.
Skipanin er vorðin ein tann
mest menningartålmandi
tátturin í okkara samfelag.
Vanliga handverkaravinn-
an, tænastur og framleiðslu-
virksemi annars klára ikki
at arbeiða undir hesum alt
ov høga gjaldi, sum hevur
ført til, at småvirkir í hópa-
tali eru farin av knóranum,
og at nógv fólk sostatt eru
vorðin arbeiðsleys.
Hetta er ein sera óheppin
stóða, vit eru komin út í, tá
ið. hugsað verður um, at
endamálið við ES-såttmål-
anum var at menna før-
oyska vælferdarsamfelag-
ið, og at skapa fleiri arbeiðs-
pláss innan allar vinnu-
greinir.
Ein altavgerandi treyt fyri
at minka um arbeiðsloysið
og at steðga fólkaflytingini,
er at vit fáa broytt og til-
lagað MVG-gjaldið til før-
oysk viðurskiftir. Eins og
fleiri av ES limalondunum
kundu vit arbeitt við fleiri
MVG satsum. Vit skulu
bert ansa eftir, at gjaldið
ikki verður kappingarav-
lagandi mótvegis ES.
Uttan at fara út í smálutir,
eiga tænastur sum last-
vognskoyring, bygging.
umvæling, viðlíkahald, rav-
magn og allar kommunalar
tænastur umframt ser-
føroyskar framleidslur úr
fiskatirdråttum og seyði, at"
koma undir ein munandi
lægri MVG sals.
Verður rætt atborið vil
broytta skipanin eftir stutt-
ari tíð føra til, at vit fáa fleiri
fólk aftur í arbeiði, vit
minka um fólkaflytingina
av landinum, samstundis
sum vit betra munandi um
likviditetin hjá arbeiðsloys-
isskipanini.
Lægra inntgkan hjá lands-
kassanum av minkandi
MVG gjaldinum verður
vunnin innaftur yvir skatta-
skipanina við tí økta virk-
seminum.
Javnaðarflokkurin ásann-
ar at okkara útflutnings-
vinna er ov einstáttað, og at
avlop er á útbúnari arbeiðs-
orku innan almennu og pri-
vatu handverks- og tænastu-
vinnuna. Fyri at tryggja hes-
um fólkum arbeiði aftur, fer
javnaðarflokkurin at føra
ein politikk, sum beinleidis
miðar fram ímóti at menna
nýggjar vinnumøguleikar
bæði til okkara heimamark-
nað og í altjóða hopi.
Javnaðarflokkurin eigur
sjálvandi altíð at laga seg
eftir broyttu umstødunum í
okkara samfelag, og altíð
arbeiða við at broyta lógar-
verkið samsvarandi hesum,
landi og fólki at frama.
Poul Andrias Joensen,
valevni javnaðarfloksins
í Eysturoy
Øl hava rætt til
umsorgan,
røkt og viðgerð
Í ao var ein mannarættur at
kunna nýta alt innan fyri tað
almenna, herundir heilsu-
verkið, og henda rætt mugu
og skulu vit hava aftur.
Øll skulu hava rætt til um-
sorgan, røktog viðgerð, tey,
sum búgva heima, eins væl
og tey, sum búgva áellis- og
røktarheimi ella eru innløgd
á sjúkrahús.
Vit mugu tíverri ásanna,
at ein partur av hesum rætti
er tíkin frá okkum orsakað
av niðurskurðum, sum hava
vidført longri biditid, og er
hetta við til at gera gerand-
isdagin ótryggan og verri
fyri tey, sum hava >umsorg-
an, røkt og viðgerð< fyri
neyðini.
Tær materiellu fortreyt-
Meta Johannesen og
Hartvig Hansen,
valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy
irnar fyri umsorgan, røkt og
viðgerð eru stórt sæd til
staðar; men hópuppsegnin
og niðurskerjingar fyri
tveimum árum síðani skapa
enn ótryggleika og hanga
sum eitt svart skýggj yvir
heilsuverkinum. Fyri at
starvsfólkið kann virka
optimalt, má bæði tað fys-
iska og psykiska arbeiðs-
umhvørvid endurreisast, og
tað vilja vit virka fyri, bæði
fyri starvsfólk, sjúklingar
og teirra familjur.
Ynskja tit umsorgan, røkt
og viðgerð sett í hásæti aft-
ur, atkvødid so fyri lista C.
Veljið ikki
Góðu bygdarmenn, vón-
andi er tann dagur nú kom-
in, tá samanhald aftur setur
sín dám á bygdarmyndina,
tí spjaðing og sjálvsgkni
hava alt ov nógv lagt sína
køvandi hond á tað virk-
semi, sum, um rætt var at-
borið, hevði skapt tann
framburð, ið hevur eyðkent
ikki bara okkara heimbygd,
men so sanniliga okkara
grannabygdir við. Tíverri
mugu vit ásanna, at fleiri av
teimum, ið standa á fremstu
politisku rók hjá teimum
borgarligu flokkunum, eru
løtuvinningspolitikarar, ið
als ikki hugsa um fjøldina,
enn minni teir hugsa um
framtíðina.
Fáa hesir politikarar po-
litiskt vald, ella i ringasta
føri koma út í Tinganes, tå
liggur lagnan hjå Føroya
framtíð í teirra hondum.
Tá kann væl henda, at
okkara fiskatilfeingi í Ba-
rentshavinum, við øllum
teimum arbeiðsplássum
hetta gevur bæði á sjógvi og
landi, frá einum degi til
annan verða burtursøplad.
Okkara higartil vælskip-
aði politikkur í sambandi
við eina komandi oljuvinnu
verður latin upp í hendurnar
á politikarum, ið meira
hugsa um egnan vinning,
heldur enn at tað sum ein
komandi oljuvinna kemur
at kasta av sær, skal koma
fjøldini av Føroya fólki til
góðar.
Stutt sagt, trúvirði Føroya
er fokið, um teir løtuvinn-
ingspolitikarar, ið nú enn
einaferð bjóða seg fram,
fara at mynda eina komandi
løtuvinningspolitikarar
samgongu.
So einn einaferð, góðu
veljarar í Vága valdømi, t
ykkara atkvøda kann verða
avgerandi fyri tað lagnuval,
ið nú stendur fyri durum.
Setið kross fyri tí flokki,
ið tænir heildini, og sum
ongantíð skákar sær undan
åbyrgdini. Veljið javnadar-
flokkin ella eitt av valevn-
um floksins.
Frank Davidsen,
valevni javnadarfloksins
i Vågum
Virkisskrá fyri
javnaðarflokkin
Ríkisfelagsskapurin
Í samsvar við grundsjónarmið floksins
um stjørnastøduna, verður heimastýris-
skipanin støðugt bygd út. Ríkisfelags-
skapurin skal varðveitast, men karm-
urin skal endurskoðast soleiðis, at skip-
anin veruliga roynist ein frælsis- og
sjålvbjargnisskipan, har føroyingar taka
avgerðirnar um egna lagnu.
Uttanríkispolitikkur
Umframt sjálvir at sita fyri uttanríkis-
politiskum samráðingum taka føroying-
ar lut í norðurlendskum samstarvi.
Hetta samstarv er í Norðurlandaráð-
Føroyar fáa umboðan javnbjóðis hinum
Norðurlondum.
Í samsvar við grundsjónarmið floks-
ins virkar flokkurin fyri friði og semju
millum allar tjóðir og vendir sær móti
allari militarismu. Føroyar skulu vera
óheftar av allari hernadardubbing.
Saman við hinum Norðurlondum
verður virkað fyri, at Norðurlond við
hav- og loftøki verða kjarnorkuvápna-
num, har javnaðarflokkurin krevur, at
frítt umveldi.
Javnaðarflokkurin stuðlar teimum,
sum virka fyri friði landanna millum, og
teimum, sum virka fyri at mannarætt-
indini verða vird.