Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 125 — 5. JULI1994 Veljið nýggj folk í gamlar flokkar - heldur enn gomul fólk í nýggjar flokkar > - Heldur enn at rýma orsakað av persónligum stríði, so áttu tey at gjórt sína ávirkan galdandi innan verandi flokkar og tann vegin mannað flokkarnar ødrvisi við óspiltum kreftum. - Sjálvur havi eg valt at gera mína ávirkan galdandi innan Javnaðarflokkin. Hetta havi eg gjørt, tí at eg trúgvi upp á hug- sjónina,< sigur Eirikur Lindenskov, valevni Javnaðarfloksins i Sudurstreymoy: - Hósdagin stendur før- oyska samfelagid å einum vegamóti. Tá stendur val- ið ímillum, um vit skulu hava borgarligt stýri, ella eitt stýri, har Javnaðar- flokkurin er við. Fíggjarligu stormarnir, sum hava herjað seinastu árini, hava ført við sær, at fleiri flokkar enn nakratíð stilla upp til valid hesa- ferd. Misnøgdin er stór - og tað er skiljandi, tá ið eitt samfelag ikki er fyrireikað til slíka kreppu. Allir vilja eiga ALS Málið um arbeidsloysis- trygging er eitt gott dómi um vantandi vilja hjá hinum politisku flokku- num og frá fakfeløgum. Júst málið um arbeiðs- loysistryggin er eitt gamalt stríðsmál hjá Javnaðar- flokkinum. - Men ikki fyrr enn vit rættuliga fingu sviðan av arbeiðsloysinum at kenna, eydnaðist tað Javnaðarflokkinum at sannføra aðrar flokkar um tað neyðuga í eini arbeiðs- loysistrygging. - Og í dag vilja allir eiga skipanina! - Tað er eisini skilj- andi, at fólk eru 6nøgd við vantandi stýtringina, sum var í 80'unum. Serliga tey ungu og uppvaksandi ætt- arliðið, sum skal bløda fyri marglætið í 80'unum. Syndra vinstraveingin Men at stovna fleiri nýggj- ar flokkar hjálpir ongum. Hetta hevur syndrað vinstraveingin í for- oyskum politikki. - Tað er nógv fyri at hoyra, at fólk, ið hava staðið á odda í fakfelags- stríði nú als einki siga seg meina um høgra og vinstr- apolitikk - og taka undir við einum borgarligum uppskoti, sum sigst skula bøta um kappingarføri okkara. Slóða fyri borgarligum landsstýri Hesi fólk, sum hevdu stóra ávirkan á samfelagið upp gjøgnum øll 80'ini, venda nú Javnadarflokki- num bakið, nú tá ið harð- ast leikar á. - Og soleiðis beinleiðis slóða tey fyri einum borgarligum lands- stýri, sum tey av berum beiskleika móti Javnaðar- flokkinum einki hava í- móti at stuðla í eini kom- andi samgongu. Attu at ávirka - Hetta er ótrúligt, tá somu fólk eisini vóru við í gull- kálvadansinum í 80'unum! Somu fólk tóku fult undir við førda politikkinum í 80'unum - men nú tá id á stendur roynast tey undan- støkkingar. Heldur enn at ryma or- sakað av persónligum stríði, so áttu tey at gjørt sína ávirkan galdandi inn- an verandi flokkar, og tann vegin mannað flokk- arnar ødrvisi við óspiltum kreftum. Sjálvur havi eg valt at gera mína ávirkan gald- andi innan Javnaðarflokk- in. Hetta havi eg gjørt, tí at eg trúgvi upp á hugsjón- ina. Ein solidariskur flokkur Vit vita, hvat javnadar- Tidindabladid GSK hugsjónin stendur fyri. Vit vita, at javnaðarhugsjónin - sum er ein international hugsjón, hevur ment Vest- urheimin til tað, hann er í dag. Javnaðahugsjónin setur altíð solidaritetin sum hægsta mál. Hugsjónin hevur við honum skapt tað norðurlendska samfelagið, sum vit nevna vælferdar- samfelagið. Endamálið er greitt. Vit vilja skapa eitt rættvisari samfelag, har virðini verða býtt javnari millum fólkið. Nýtt fólk - Ynskja tit nýhugsan í føroyskan politikk - ynskja tit broytingar í føroyskan politikk - so veljið heldur Tað eru tey ungu og uppvaksandi ættarlidini, sum skulu gjalda marglætið frá80'unum, sigur Eiríkur Lindenskov. nýggj fólk í gomlu flokk- arnar, enn gomul fólk í nýggjar flokkar! Alt annað endar í ruðuleika... Eiríkur Lindenskov valevni Javnaðarfloksins íSuðurstreymoy Mamy Dahl Sørensen, Norðoya valdømi Lønarnidurskurdur avtoftar landið Inntøkur landskassans minka so nógv at tað førir við sær, at eini 1000 fólk gerast arbeiðsleys afturat. Víðari hendir tað, at almanna- heilsu- og skúlaverkið verður niðurbrotið. Fer tað fyrst fyri bakka, verður tað seinur dagur at tað verður endurreist, heldur Mamy Dahl Sørensen, valevni Javnaðarfloksins í Norðoyggjum. Nógv tos hevur verið frammi um lgnarniður- skurð. Hvor fær ágóðan av honum? Tað verður ikki Palliba og hansara vin- menn, mennakrir fáir peng- aspekulantar Hetta kunnu vit javnaðar- fólk als ikki góðtaka. Vit mugu stríðast fyri okkara arbeidarafjøld. Tað mest ræðandi er, at fáa vit eitt borgarligt stýri eftir 7. juli, so fara teir at lóggeva fyri, at allar lønir og veitingar skulu skerjast 40%. Hetta fer at fáa so kata- strofalar avleiðingar,s um vit neyvan kunnu imynda okkum. Inntøkur landskassans minka so nógv og førir tað við sær, at eini 1000 fólk gerast arbeiðsleys afturat. Víðari hendir tað, at al- manna- heilsu- og skúla- verkið verður niðurbrotið. Fer tað fyrst fyri bakka, verður tað seinur dagur at tað blívur uppafturbygt. Vilt tú at - Samhaldsfasti verður avtikin? - pensjónir og aðrar al- manna veitingar verða skerdar? - skúlar verða niðurlagd- ir? Sjúkrahús og røktar- heim verða nidurløgd? - aðrir almennir stovnar í útjaðaragkinum verða skerdir? Tí eitt er greitt, at tað al- menna sum er uppbygt úti um landið í dag, vefður tað fyrsta sum verður spart burtur. Síðani kunnu vit ímynda okkum hvussu nógv fólk vera eftir á hesum klettum. Tað verða bert tey fáu, sum fara at klára seg. ALS verð- ur allar helst avtikið, tí, sum ein løgtingsmadur hjá fólk- aflokkinum málbar seg í SYF, at so mátti man klára seg sum frægast og bjálpa hvørjum ødrum; tí tað var tað man gjørði fyrr. Ynskir tú at alt hetta skal sparast burtur, so skalt tú velja ein av teimum borgar- ligu flokkunum. MEN, kæri veljari, ynskir tú at varð- veita vælferðarsamfelagið, soleiðis at her verður trygt at vera, so skalt tú velja Føroya Javnaðarflokk. Mamy Dahl Sørensen valevni Javnadarfloksins í Norðoyggjum