týsdagur 5. juli 1994síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (577)
Nr. 125 — 5. JULI1994 Sida 17
Tey 10 bodini
Tað er ikki sørt, at fólk spotta við teim 10 boðunum, flokkur okkara
fór til val uppá í 1990
Rætt er tað, at øll málini eru
ikki rokkin, og speirekingin
er partvís grundað, men vit
vita eisini, at eftir førimuni
megnaði manning okkara á
tingi og í landsstýri at fylgja
hesum boðum. Vit ásanna
eisini, at høvdu vit vanlig
viðurskifti í landi okkara
hesi seinastu árini, so hevði
seinasta valskeið verið
skrivað í søguna sum størsta
framstig fyri Fólkaheimið
Føroyar.
Í valskeiðnum eydnaðist
stórt sæð
1. at fáa javnvág aftur í
figgjarstødu landskass-
ans
2. at bjarga fiskastovnun-
um å Føroya leidini
3. at vinna aftur álitið á Før-
oyar í útheiminum
4. at seta í verk dygga um-
hvørvisvernd
5. at varðveita tænastustød-
ið hjá skúla-, heilsu- og
almannaverkinum — at
bjarga - vælferðarsamfe-
lagnum
6. at loysa undirgrundar-
málið
7. at fáa í lag fyrimunarliga
avtalu við ES.
Vitrukku sostatt 7 av teim
10 boðunum. Fleiri teirra
skulu sjálvsagt dagførast,
og enn meiri orka skal
leggjast í at fáa tey at virka
enn hetur
Men trý tungtvigandi boð
frá 1990 náddu vit ikki
1. vit náddu ikki at fáa
gongd á aftur samfelagið
#4 vit náddu ikki at gróða
búskapin so mikið, at
virksemi aftur kom á eitt
stødi, sum vit kunnu vera
nøgd vid.
Men hinvegin bjargadu
vit bankakervinum, og
tað må vera okkara krav,
at henda bjarging frer
virksemið í øllum landinum
upp aftur á eitt sunt og
neyðugt stødi.
Búskaparliga skuldi
grundarlagið verið í lagi.
Eftir er at brúka hugflogið
og gera verkætlanir, sum
koma landi, bygd/býi og
øllum okkara landsmonn-:
um til gagns.
Nú skal tað almenna
traðka til
Her er tað, at javnaðar-
flokkurin nú fer at seta í
verk setningin í grundsjón-
armiðum floksins, at har
tað privata ikki røkkur, skal
tað almenna traðka til.
Javnaðarflokkurin skal nú
aktivt inn og krevja, at tað
almenna beinleiðis tekur lut
í vinnulívinum, tí tað pri-
vata hevur so ruddiliga
prógvað, at tað ikki megnar
uppgávuna, í hvussu so er
ikki einsamalt. Tað al-
menna skal ikki longur bara
skapa fortreytirnar, men ak-
tivt fara upp í at skapa eitt
sunt og kappingarført
vinnulív um alt landið til
allar landsins borgarar.
Okkara ábyrgd verður tí
eisini at fáa fólk í arbeiði og
geva fólkinum trúgv og álit
2 aftur á framtíðina.
Rættvísari skattalóg
Taðeydnaðist heldur ikki at
” geraeina nýggja og rættvís-
ari skattalóg, sum lættir um
livikostnaðin hjá meinast
raktu lág- og medalinntøku-
bólkunum.
Vit ásanna øll, at skatta-
trýstið er alt ov stórt — ikki
minst á teir bólkar, sum
javnaðarflokkurin vil verja.
Tað skal fyri alt í verðini
fáast ein vend í her. Skatt-
urin á lág- og midalinntøkur
skal niður.
Vit mugu sannføra m.a.
danir um, at vit so heldur
mugu liva við einum ávís-
um halli á fíggjarlógini í
nøkur ár. Vit mugu helst
eisini sannføra teir um, at
tað verður neyðugt at fáa ein
enn stórri skåa í afturgjald-
ingini av lánum og rentutil-
skriving í tað áramál, sum
neyðugt er fyri at fáa landið
aftur á fótur.
Tí fæst landið ikki á fótur
aftur búskaparliga
— fæst virksemið ikki aftur
í hesum landi
— fáast ikki allar vinnufgrar
hendur til verka og so
verður vónleyst at gjalda
Sambandsflokkurin
er »offside«
Tú, sum í hesum døgum sit-
ur og hyggur at HM fótbólti,
man mangan hava hoyrt og
sjálvur hava eygleitt, tá
bríkslað verður fyri >off-
side< ella á føroyskum
rangstøðu. Góðu veljarar,
setið tykkum inn í støðuna
hjá dómaranum, hann er
noyddur at handla skjótt og
kontant, tá »offside« er,
nevniliga tí at hundraðtals
áskoðarar síggja hvat linju-
verjin hevur veitrað fyri.
Vit í javnaðarflokkinum
hava longu veitrað >off-
side< fyri sambandsflokk-
inum í ES spurninginum, tí
teir siga at allir okkara trup-
ulleikar verða loystir, tá
limaskapur okkara við ES
er avkláraður. Vit í javnað-
arflokkinum rætta flaggið
nú so høgt, at dómarin (tit
veljarar) sær hetta týðuliga
og greitt.
At ganga og TØSSA i
rangstøðu í fleiri vikur,
kann ein linjuverji ikki góð-
taka, og heita vit ti á teg,
dómaran, um at floyta hart
og kontant tann 7. juli fyri
rangstøðu sambandsfloks-
ins í ES-spurninginum, teir
eru vitandi um støduna hjá
okkara leikarum, vit siga
nei til ES. Vel lista C.
Birgir Waag Høgnesen,
valevni javnaðarfloksins
í Norðurstreymoy
Vit vilja
loysa
kreppuna
Grundsjónarmið javnaðar-
floksins er, at øll skulu hava
rimulig kor, og plåss skal
vera fyri øllum her á klett-
unum.
Loysnin av kreppuni má
fara fram í tveimum stigum.
Tað, sum má loysast her og
nú er: 1. Steðga gllum
tvingsilssølum av sethús-
um beinanvegin. 2. Stuðul-
in til arbeiðsleys skal upp á
sama stødi sum í hinum
partinum av ríkinum, so
fólk ikki flyta av hesi orsøk.
3. Farloyvisskipan, so fleiri
kunnu royna seg á arbeiðs-
marknaðinum. Upp á longri
sikt,innan 1,2ella 3 ár, skal ;
é
nakað lån aftur
— so verður vónleyst at
veita okkara veiku og
sjúku mannsømilig kor
— so verður vónleyst at út-
búgva okkara ungdóm til
at taka avbjóðingar í
framtíðini
— so verður vónleyst at
halda góða gamla før-
oyskamoralinum uppi, at
hvør borgari sjálvur og í
góðum felagsskapi skal
byggja hetta land og
svara hvørjum sítt
Tað hjálpir ikki at taka so
nógv inn í skatti, at eingin
vón er fyri at klára seg í tí
dagliga, og tí mugu aðrar
loysnir finnast.
Hesar loysnirnar hevur
javnaðarflokkurin, sum víst
er á omanfyri. Boðskapur
okkara — javnaðarhugsjón-
in — stendur framvegis við
makt og er ongantíð neyð-
ugari at fylgja enn júst nú
sjógvarnir bróta so ógvis-
liga.
Flokkurin er ávegis at
venda gongdini. Javnaðar-
flokkurin kann fullføra
verkið, tá hann aftur fær
fólksins stuðul 7. julí í ár.
Súsanna Olsen,
valevni javnaðarfloksins
í Vágum
verða skapt arbeiði aftur til
allar føroyingar, eisini til
teir, sum í dag eru uttan-
lands í vinnu. Hetta skal
gerast viðnýggjum arbeiðs-
plássum, ikki bara innan
fiskivinnuna, men eisini í
landbúnaði, småidnadi og
kanska oljuvinnuni. Eisini
skal ein varandi loysn finn-
ast á húsaskuldini og land-
Hvat
hava
vit |
gjørt?
| fólkapensión
| avlamispensión
am. forsorg
barnaforsorg
| heimahjálparaskipan
| nýggja kommunu-
| læknaskipan
| heilsusystratænastu
heimasjúkrasystra-
skipan
sjúkradagpeninga-
skipan, ið tryggjar tíma-
løntum, fiski- og útróðrar- |
monnum 0.ø., sum onga |
| trygdhava, 80% av lønini. |
samhaldsfastan arbeiðs.
| markn.eftirlónargr.
| arbeiðsloysisskipan
| vanlukkutryggingar-
lógin broytt (bíðitíðin
eftir dagpeningi stytt úr 3
mør. niður í 14 dagar, og
endurgjøldini til eftirsit-
andi við vanlukkutilburð
| munandi broytt.
| —Teir ætla at spara
| hesar skipanir
| burtur!
- GEV
OKKUM
| MÓGULEIKAN
| AT HALDA
| FRAM!
| X við lista C!
—
sins uttanlandsskuld. .
Um ti ætlaði at seta
krossin við ein av teimum
nýggju mótmælisflokkun-
um, so ger ikki tað, tí so fer
atkvødan til spillis og tú
fært onga ávirkan. Fleiri
nýggj valevni er á javnað-
arlistanum.
Gott val!
Hendrik Thomsen,
valevni javnaðarfloksins
í Suðurstreymoy