týsdagur 5. juli 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 125—5. JULI1994
Nakrar sam-
gongutreytir
Vit hava fingið eima ar-
beiðsloysistrygging, sum
vit nú mugu fara inn og gera
broytingar í, so at vit við
hesari trygging ikki bara
gjalda út, men eisini verða
við at geva ískoyti til ar-
beiði, soleiðis at nakað
kann koma í gongd aftur.
Tryggingin skal brúkast til
at skapa arbeidi, so at tey,
sum arbeidsleys eru, kunnu
koma aftur i arbeidi. Tad er
gagnligt bædi fyri tey, sum
eru rakt av arbeidsloysi og
taðer eisini samfelagsgagn-
ligt.
Tað vil eg halda flestu
flokkar á løgtingi og væl
eisini arbeiðarafelggini eru
samd við mær um.
Tað hevur verið torført at
fáa hesa skipan at virka
regluliga, og tí hevur hon
mangan verið í stórum
vanda fyri heilt at steðga
upp. Tann størsti vandin,
sum hon hevur verið úti
fyri, var í apríl 1992, tá hon
veruliga var steðgað upp.
Sum formaður fyri løg-
tings arbeiðaramálaneynd
fekk eg ta u ppgávu at gera
nakað við hetta mál, at finna
eina loysn. Vit fóru til verka
og høvdu fund við arbeið-
araumboðini, sum sita í
nevndini. Uppskotið frá
landsstýrinum var at lækka
útgjaldið frá 70% til 60%.
Vit fingu hetta broytt so-
leiðis, at útgjaldið bleiv
67%. Hetta var eitt bragd og
tóku flestu flokkar á tingi
undir við hesum, tó var
sambandsflokkurin hart í-
móti, so um teir fáa ta fram-
gongd, sum teimum er
spádd, so veit arbeiðara-
fjøfdin hvat er í væntu.
Vit skulu broyta hesa
skipan og eftir at hava lurt-
að eftir, hvat teir ymisku
flokkarnir hava ført fram,
serliga í andgletti, tykir
mær at áhugi er fyri hesum,
og tí fari eg, um eg verðið
valdur, at fylgja upp.
Javnaðarflokkurin fer at
gera nakað við skattaviður-
skiftini hjá okkara pension-
istum. Vit høvdu álvarsligar
ætlanir um at fremja hetta í
verandi samgongu, men
vórðu tiknir av fótum av
einari andstøðu, sum saman
vid løgtingsformanninum
setti eitt paraduuppskot
fram, ti teir fingu at vita, at
samgongan var sinnad at
loysa hetta mål. Urslitid
varð so tað, at vit fingu eitt
val. At einki var í tí, sum
varð sett fram, var avdúkað
í Fimmaranum sama dag
sum valið bleiv útskrivað.
Tá segði formaðurin fyri
sambandsflokkin, at teir
ikki fóru at gera nakrar
broytingar. Um tað skuldi
verða nakað, so vildu tað
verða skerjingar á almanna-
økinum.
Ti verdur tad fyri meg av-
gerandi aftan å hetta val vid
teimum samrådingum, sum
fara at verda um landsstyri,
at vit frå okkara flokki gera
tað greitt, á sama hátt sum í
1959 í sambandi við fremj-
an av fólkapensión, at við-
urskiftini = hjá okkara
pensionistum verða greið,
ikki bara skal pensiónin
vera skattafrí, men vit eiga
at fara til Danmarkar og
kanna eftir hvussu teirra
pensionistar verða fjálgað-
ir, og vit skulu so ger tað
sama her heima.
Fyri mær verður tað av-
gerandi, at vit fáa skrásett í
einum samgonguskjali, at
vit beinanvegin avgreiða
skattaviðurskiftini hjá okk-
ara pensionistum, og at vit
fáa broytt arbeiðsloysis-
tryggingina. Hetta verða
samgongutreytir.
Sverre Midjord,
valevni javnaðarfloksins
í Suðuroy
Tú kanst ikki loysa ein trupulleika
við sama hugsanarhátti og Sama
atburði sum skapti trupulleikan!
Vit koma ikki burtur úr
kreppuni við av øllum alvi
at royna at fåa ta somu vinn-
una å føtur aftur at virka å
sama hått sum higartil.
Vit lósu herfyri í Sosial-
inum um japanska svart-
kjaftaskipið Shinkai Maru,
har filosofiin og treytin fyri
at fáa nakað munagott burt-
ur úr fiskiskapinum var, at
teir bert fiskadu so mikið í
senn, at fiskurin altíð var 1.
floks, tå hann skuldi tilvirk-
ast — og ikki soleiðis, at
nøgdin av fiski var sum
mest!
Tí — og grundleggjandi tí
— hevur eydnast teimum at
fáa eina 1. floks vøru nú.
Tí mugu vit eisini hugsa
og handla annarleiðis nú —
og tað fer javnaðarflokkurin
at gera, um undirritaði fær
nakra ávirkan. Sum gllum
kunnugt — sí Sosialurin nr.
122, 30. juni 1994 — stendur
í virkisskrá floksins m.a. so-
leiðis: »Høvudsuppgåvan
komandi valskeiði verður at
skapa fortreytir fyri øktum
virksemi.
»Stødugt verður dentur
lagdur å
— at vinnan verður rikin á
mest effektivan hátt
— at stødugt størri åherdsla
verdur løgd å at finna teir
bestu marknadimar til tær
bestu vørurnar. '
Vit eiga støðugt at menna
og úllaga framleiðsluna til
tess at bjóða tær bestu vørur
og tænastur“
„Málið er at reka ein
fiskivinnupolitikk
- sum tryggjar skilagóða
stovnsrøkt
- sum miðar ímóti at fáa
veiðiflotan at hvíla í sær
sjálvum, sum tyggjar
fiskimonnum eina sømi-
liga úrtøku
— og sum tryggjar, at veiðan
verður umsitin á ein hátt,
sum gevur mest møgulig-
an samfelagsvinning.
Teimum, sum fara undir
at byggja hóskandi fiskifør,
verður tryggjad lagalig
fígging<.
>Landið skal ganga á
odda við gransking og
royndarvirksemi á sjógvi og
landi, við tí endamáli at gera
grundstødi undir fiskiídn-
aðinum so gott sum gjør-
ligt<.
Hesum taki eg fult undir
við, tí grundleggjandi sam-
felagsgagnligi hugsanar-
hátturin í hesum er
— at vit lóggeva soleiðis, at
råvøran og harvið veran
altíð er 1. floks
- at tað almenna beinan-
vegin hjálpir til at finna
teir bestu marknaðirnar til
allar okkara vinnumøgu-
leikar
— at fiskimenn fáa ikki bert
sømiliga men góða løn og
góð arbeiðsviðurskifti
— at landið ger nógv meira
við gransking og royndar-
virksemi á sjógvi og
landi, t.v.s. stuðlar øllum
vinnumøguleikum
— at fiskastovnarnir verða
røktir skilagott.
Tíð må fiskifloytin broyt-
ast soleidis, at vit bædi fåa
1. floks råvøru og at vit
varðveita fiskastovnarnar,
Lv.s. at vit so vid og við fáa
færri trolarar rundan um
Føroyar og fleiri húkaskip
og útróðrarbátar.
Tá fara øll samfelagshjól-
ini aftur at mala — og tá við
eini javnari ferð — nú og so
leingi fólk býr í Føroyum.
Veljið tí aftur lista C!!!
Jegvan Bæk
Álvarsamasta val nakrantíð
Valið hesaferð man vera eitt
tað álvarsamasta nakrantíð í
Føroya søgu. Valið stendur
ímillum borgarligu flokk-
arnar, sum vilja, at vit øll
skulu niður í lón og inn í ES,
ella javnaðarflokkin, sum
sigur, at lønirnar eiga part-
arnir á arbeiðsmarknaðin-
um sjálvir at samráðast um,
og heldur enn inn í ES eiga
- at taka samrådingar við teir
um at betra um verandi av-
talu.
Sjálvandi slítur tað
at sita við ábyrgd
At sita við ábyrgd í niður-
gangstíðum slítur sjálvandi
upp á ein hvønn flokk, ser-
liga slítandi verður tað, tá ið
fiskatilfeingið svíkur, og
prísirnir lækka, saman við
fleiri bankakreppum, sum
eingin, heldur ikki bankar-
nir sjálvir høvdu roknað
við. Vit minnast jú gll árs-
frágreiðingina hjá Sjó-
vinnubankanum, áðrenn
hann fór av knóranum, har
tað við stórum bókstavum
stóð skrivað: »Vid Sjó-
vinnubankanum inn í ár
2000«. Hetta sigur nakað
um, hvussu óvitandi vit øll
somul vóru um støduna.
Javnaðarflokkurin
hevur verið við til
Hóast langt er eftir á mál,
hevur javnadarflokkurin
verið við til, í teimum av-
talum, vit hava gjørt vid
danir, at:
1. Endurfíggjað okkara utt-
anlandsskuld
2. Fíggjað undirskotið á
fíggjarlógini í 1992 og
1993
3. Fíggjað skuldina hjá
teimum almennu bank-
unum
4. Umframt endurreisnina
av bankunum.
Treytirnar vóru
Treytirnar fyri hesum vóru,
at vit skuldu:
1. Minka um hallið á fíggj-
arlógini í 1992 og 1993
2. Fylgja úlmælinum frá
bygnadarnevndini og
3. Nútímansgera lógina
innan vinnu og trygging
Uttanlandsskuldin
Javnaðarfloksins stóða til
uttanlandsskuldina er, at vit
hava skyldu at gjalda hana
aftur, tó eiga vit at tosa við
danir um tær 2,7 mia., sum
eru nyttar til at bjarga bank-
unum.
Vit meta tað er rætt, at
henda skuld verður strikad
og at vit sleppa undan rent-
uni upp á uml. 190 mill. ár-
liga.
Ala vit útróðarmenn?
Ein av fólkafloksmonnun-
um hevur fingið sær sum
slagorð, »Vit ala ikki út-
róðrarmenn á lærustovni«
Gamalt er at taka til, at lær-
dómur er lættur at bera.
Vanligt er eisini at hoyra
gamlar menn frøast um tann
framburð, sum er hendir á
skúlagkinum, samanborið
við tá ið teir sjálvir vóru
ungir og skuldu nema sær
kunnleika innan Ld. naviga-
tíón ella motorlæru. Sjåld-
samt slagorð.
Verkamannafylkingin
ogheilsurgktin
Til síðst ein viðmerking til
tað, eitt umboð úr verka-
mannafylkingini segði inni
á Kambsdali um trupulleik-
arnar hjá heilsu- og heima-
sjúkrasystrunum í teirra -
stríði at fáa tænastubilar.
Umboðið helt fyri, at nú
stórur partur av játtanini hjá
heilsuverkinum skuldi nýt-
ast til keyp av bilum, bleiv
ikki nógv eftir til heilsurøkt.
Hesi orð siga eitt sindur um
hesa fylking — áðrenn valið
er av hevur hon stungið ein
fakfelagsbólk í ryggin.
Hva verður tað næsta.
Javnaðarflokkurin
framvegis besta boð
Tí — alt Føroya fólk — loysn-
in er ikki altíð at skifta ella
stovna nýggjan flokk, um tit
eru misnøgd. Eg kenni ong-
an flokk, sum íkki hevur
gjørt mistøk í åttatiårunum,
men við floksins stevnuskrá
í huga, nýggjum fólki og
nýggjari stýrisski lóg
er javnaðarflokkurin fram-
vegis besta boð upp á fram-
tíðina.
Gott val, øll somul.
Poul Andrias Joensen,
valevni javnaðarfloksins
í Eysturoy