týsdagur 5. juli 1994síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
g
á
Nr. 125 — 5. JULI1994 Síða 19
%
— Tíðindablaðið ES
Einasta verja hjá
Tað gongur týðuliga fram
av tí borgarligu pressuni, at
teir vilja skerja á øllum øk]-
um, livilíkindini, sum í dag
eru hørd hjá tí vanliga hús-
arhaldinum, tey verða mun-
andi verri, ein lønarnidur-
skurður uppá 40% vil taka
fótin undan húsarhaldinum,
tí her verður bara talan um
lønarnidurskurd, her verður
ikki rótt um aðrar útreiðsl-
ur, sum húsarhaldið hevur.
Einum nýtist ikki at vera
bankafólk fyri at rokna út
hvussu leikur fer fram. Tað
verður ein vanlukka fyri
hvert heim í Føroyum, um
teir borgarligu fáa makt, og
tá tað gongur fram av send-
ingini hjá arbeiðarafylk-
ingini, at teir partvís taka
undir við hesum í einum
møguligum samarbeiði við
teir borgarligu flokkarnar á
tingi. Tey vilja gera tað við
at afturgjalda skattin 28%
til arbeiðsgevaran, uttan at
fáa tryggleika fyri hvat
hesir pengar skulu brúkast
til.
Ein afturgjaldin av skatti
minkar um pengarnar til
landshúsarhaldið og harvið
tekur ein grundarlagið und-
an tí sum annars skal reka
skúlar og sjúkrahús.
Hesum taka vit ikki undir
arbeidarafjøldini
vid. Vit vilja, um vit fåa
åvirkan, virka fyri at tað í
framtíðini skal vera møgu-
ligt, at húsast við einari
inntøku. Ti má og skal
landsbúskapurin umskip-
ast, so at tað verður meira
liviligt her á landi.
Tað gerst við at lækka
skattatrýstið og annars tey
almennu krøvini. Hetta er
nakað, sum má fáast greiða
á við donsku stjórnina.
Og eitt, sum er neyðugt,
er at fólk, sum hava langt til
arbeiðis, mugu fáa koyri-
frádrátt.
Einum lønamnidurskurdi
ganga vit ikki við úl sum
einasta verjan hjá arbeið-
arafjøldini á sjógvi og landi,
nú arbeidarafylkingin veru-
liga hevur avdúkað seg. So
annað er ikki at gera hjá
verkafólki, bæði á sjógvi og
landi, enn at velja javnaðar-
flokkin.
Teir borgarligu flokkar-
nir vóru saman við løgtings-
formanninum við í einum
uppskoti um lættan av skatt-
inum hjá pensionistunum.
Sjálvandi skulu vit lætta um
hjá teimum, sum nú bert
havaeina pensión at li va av.
Men uppskotið frá teimum
borgarligu var bert eitt
paraduuppskot, tí sama
felt av samgonguni, segði
formaður sambandsflok-
sins frá í einum Fimmara, at
teir vildu skerja allar pen-
siónir. Soleidis roynast ålit-
ismenn.
kvold, sum uppskotið varð
Vit fara at taka málið upp
á ólavsgku og har gera
fólkapensiónina skattafría.
Sverre Midjord,
valevni javnaðarfloksins
í Suðuroy
Birgir sat "cool" á trónuni í samfull 26 ár:
Seldi hvønn stert og
stýrdi »bankanum«
— Tann sum sitir á pengunum situr "reelt" við maktini. Men
Javnaðarflokkurin hevur ta politisku ábyrgdina størsta partin av
hesi somu fjórðings øld, og hesi renna vit ikki undan
Finanspolitiska geniið hjá
Sambandinum (-við
hålvari løn,sum Amt inn í
ES), kom av óvart at siga,
at teir sum sita á
peningakervinum, hesir
sita á maktini.
Tað er sostatt, sambært
Finnboga Arge,
ið hevur sitið á tí
pengapolitisku maktini
í hesum landi - hettar
málsgkið hevur tað ikki
eyðnast
Javnaðarflokkinum at taka
yvur.
Óli Breckmann vísir við
strikumyndum í
Dagblaðnum, at
uttanlandsskuldin fór
steyrrætt beint uppí loft,
meðan Atli Dam var
løgmaður fram til 88-89.
Sum Gøbbels brúkar Oli
Breckman eisini
propagandakynstrid år
Nazityskalandi-"at gloyma
viljandi"
Tanr dulda føroyska
pengamafian
hin føroyska búskaparliga
skuggastjórnin,
undir leiðslu av millum
ødrum Birgiri Danielsen,
ið var nevndarformadur í
Sjóvinnubankanum og av
Olaf Olsen, ið var
nevndarlimur í Føroya
Banka og sum virkadi
sum sjålvsett høvd å teirri
føroysku blokkvinnuni,
hesir hava allar dagar
sligist sum úlvar á skóg
ímóti Javnaðarfloksins
royndum at fáa innlit
og eftirlit við tí,
sum fyrigongur og tí sum
fyrigekk
í okkara bankaheimi.
Teir hava allar dagar
avvíst hetta og hava tosað
og skrivað áhaldandi um
álvarsligt inntriv
og álvarsligan ágang
ímóti teirri privatu vinnuni
og tí privata frælsinum,
sum í teirra verð er frælsi
til at tyggja sær sum
teimum lystir
ótálmaðir.
Tað er hetta sama
ótálmaða privata frælsið til
at snýta og bedraga
sum einum lystir,
sum nú hevur fjøtrad
okkum gll,
sum hevur lagt okkum øll í
leinkir og gjørt okkum til
undirbrotligar biddarar,
øllum til fals.
Tað er rætt, tað er so púra
rætt, at javnaðarflokkurin
hevur ábyrgdina av øllum í
hesum landinum - gllum,
og tað bæði av góðum og
ringum - tað hevur
Javnaðarflokkurin
ábyrgdina av - eisini sum
tað hendir, tá tann grindin
ið leggur beinini er lítil
tá verður tað minni í part.
Javnaðarflokkurin hevur
sostatt eisini ábyrgdina av,
at skatturin er herdur, at
reallgnin er trýst niður
tí aftaná tað stóra ránið, ið
framt varð av sambands-
og fólkaflokksheykum og
tjóðveldismonnum undir
ódnarstýrinum 89-90-
91,tá 2000 milliónir vóru
rændar frá fólkinum,eftir
einans 20 mánaðum,
tá var so lítið eftir,
at skuldu øll fáa part,
varð neyðugt
at býta so smátt,
sum býtt er.
Javnaðarflokkurin hevur
eisini skyldina og
ábyrgdina av, at vita hava
almenn hospital,
almennar vegir, almennar
tunnlar,bussskylir, havnir,
bryggir,
ferjulegur strandfaraskip,
og flogferdslu,
almannaverk, fólka-
invalidu, krígspensiónir og
ALS.
almennar barnagarðar,
skúlar fyri øll,
eisini Gomlu Rætt
hevur javnaðarflokkurin
sín stóra leiklut í.
Og svartkjaftaroyndirnar,
sum betri vóru fullførdar,
hagar til rokkið varð á mál,
enn at givist varð á
hondum, orsakað av
politiskum obstruktiónum
frá landsins búskaparligu
skuggastjórn.
Javnaðarflokkurin hevur
eisini ábyrgdina av tí
fjarfiskiflota, sum nú
verður skýrdur at verða
krumtappurin í føroyska
búskapinum,og tað bæði
av Flakaskipum
og Rekjuskipum.
Men eitt er sum
Javnaðarflokkurin ikki
hevur ábyrgdina av!«
Tað er eiti sera umráðandi
politiskt målsøki, sum
javnadarflokkurin ikki
rakk,hóast áhaldandi
royndir fleiri valskeið á
rað.
Tað er innlitið í okkara
peningaverð.
Her tykist tað at hava
passað sambands-og
fólkafloksheykunum so
nógv betur, at okkara
peningaheimur framvegis
skuldi vera eitt dult,
eitt myrkalagt målsøki
tí var hetta ikki so,
hevði tað ikki havt eydnast
at fremja rentu- og
valutaspekulatión, sum
røkk upp í fleiri milliardir,
og tað hevði ikki havt
eydnast at goyma ímóti
fýra milliardir av privatari
skuld í hesi okkara duldu
penga-og bankaverð.
tað hevði ikki verið høvi
hjá tí svarta
rossinum(Informatión um
Ola Breckman í oddagrein)
at snara sannleikanum við
strikumyndum í
ófrættarpressuni av
Traðarvegi.
Tað hevði tá ikki havt
eydnast at koyra okkara
samfelag búskaparliga um
koll.
Tað hevði ikki havt
eydnast fólkafloks-
fíggjarmálaráðharranum
við hóttanum um
bankaskrædi, at flyta hesa
ovurhonds privatu skuld
yvir í landskassan, yvir á,
og um hálsin á Føroya
fólki.
At sleppa hesum
obstruktivu kreftum
innaftur, verður okkara
fullkomni endi.
Verjið borg - veljið
Javnaðarflokkin.