týsdagur 5. juli 1994síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið
Nr. 125 — 5. JULI1994 Síða 23
Ein av teimum mest álítandi
kaltvatnsreinsarunum á
marknaðinum til alla rein-
gerð á dekkinum, verk-
taånum, bakarínum. slakta-!
rinum v.m. Fæst frå 70-173 |
bar trýsti. Kemisk reinsievni |
| kunnu eisini nytas!
Søla, leiga og tænasta
Kaj Andreasen PF.
Tif. 15600
|
|
Klingran 5 - Hoyvík -
KOYRKORT
”
NYTT
SKEIÐ
byrjar
MÁNADAGIN 4. JULI
KOYRISKÚLIN
Á ARGJUM
Ring og
Lesarabrøv
Skomm er ikki skapt
í teimum gomlu longur
Seinastu tíðina hevur tú neyv-
an kunna lisið eitt blað, latið
eitt lurt upp ella hugt í sjón
varpið, uttan at tú hevur sæð
ein pensionist grátið um neyð
og elendigheit í svárastu ner
ingssorg. Ella hevur tú sæð
onkran annan gera tað vegna
hendan. Søgan er tann sama,
ongin vil pensionistunum væl,
teir faa ovlitid at liva av, teir
líða hungur og hall. Vit, ið
hoyra Jeramiagrátin, svelgja
og taka so sára synd í hesum
svøltandi neyðardýrum
Men her ruggar ikki heilt
rætt allíkavæl, tá eg hugsi meg
um. Hví eru tey gomlu knapp-
liga vorðin neyðardýr, nú tey
hava rundað magiska talið 67.
Pensionistar, sum umboða eitt
ættarlið, har sparsemi var
størsta dygd, har arbeiðssemi
var vegurin til alla eydnu
Hava tey einki fingð burturúr?
Eg havi hug at flætta tærnar
og rodna, tá eg síggi hesi bidd-
andi og gremjandi neyðardýr-
ini. »Eru tey gomlu veruliga
soleiðis?< hugsi eg, og hug-
myndin um dygdimar hjá
teimum, eg havi sæð upp til fyri
fíggjarligt gløggskygni, kám-
ast. Flógva myndin syndrast,
eins og tá lampuglasið gleppur
av hondum.
Alttað eg kann minnast, síð
an eg var pinkulitil smådrong-
ur, so hava tey gomlu trúttað
niður í meg, hvussu hent spar
semi er.
Síðan eg vaks til, hava tey
elskað at fingið undirluta-
kenslurnar fram í mær, ti eg
havi øvundad teimum, hvussu
væl tey duga við pengum og
hvussu væl tey fáa burturúr
ongum. Hevur hetta onki úrslit
givið? Eru tey sum kirkjurou
an, nú heitið pensionistur
prýðir råtabrøvini?
Tey eldru blunka ikki við,
bara høvid býðst at rópa upp
um, hvussu óforsvarligt unga
ættarliðið er við pengum,
hvussu tey oyðsla.
Mong av hesum gomlu hava
spinkað og spart, summi unna
sær nóg illa klæði upp á kropp-
in, og inntøkuna hava tey havt
góða.
Tey eru skapað av fátækum
tíðum og hava tí fingið spar-
semi við móðurmjólkini. Hetta
sparsemi hava tey havt við sær
allan vegin upp gjøgnum tær
góðu tíðirnar, sum byrjaðu
longu undir krígnum. Fleiri
hava vunnið gylt seinastu 40
árini, brúkt lítið og tí eru spari-
kassarnir so væl fyri í dag, sum
teir eru.
Skuldu hesi ikki verið betri
fyri til lívsheystið, enn yngra
skuldarbundna ættarliðið?
Hetta ættarlið, sum als ikki
hevur lurta eftir >formaning-
unum« frá teimum eldru, men
bara brúkt og brúkt og brúkt?
Tá onkur av tykkum fer hig
ani og verður borin til gravar, té
hendir at arvingamir gang:
longu í líkfylginum við
lummaroknaranum og byte
arv. Ofta førir tykkara spar
semi og pengar til eitt eljustrid
aftaná, har bróður hatar bróður
og systir hatar systir. Kanska
tosa tey ongantíð saman aftur
Tit = spreingja poliuskar
flokkar, tit lokka ambisiøsar
politikkarar so teir enda út i
kuldanum, naknir og útstoyttir
og baranáði hins alvalda í pol
itiskum høpi kann fáa teir inn-
aftur í hitan.
Hvat í allari víðu verð bagir
tykkum pensionistum? Er
stoltleikin heilt burtur, eru tit
ikki frímenn longu? Hevur tíð-
in skapt tykkum til ússaligar
biddarar?
Nú má eg heldur skera hetta
út í papp. Eg sigi ikki, at tað
ikki finnast pensionistar í Før-
swe12270| Nei, Atli Dam — vit hava ikki
latið okkum draga upp á tráð!
Kompressarar
Borimaskinur
Brekkarar
Borar/Meitlar
Slangur
Vibratorar
Forskalling
Hátrýstreinsarar
Fæst til leigu.
Kaj Andreasen PF
Kingran 5 - Hoyvík - TI. 15600
BERGMENN
dansitånleikur ið dugir
Visti tú...
|; aSMS FOTO.
Canon
oyum, sum hava brúk fyri
styrki. Tað finnast pensionist-
ar, sum hava verið fyri fíggjar-
ligum bakkøstum stutt undan
pensiónsaldri. Tað finnast
pensionistar við tungum hús-
um, har bernini ongantíð
gjørdust vaksin ella sjálvbjarg-
in, har sjúka herjaði. Tey skulu
hava hjálp, og hjálp sum mun-
ar.
Men ein sera stórur partur —
nógv tann slørsti — av pension
istunum er væl fyri fíggjarliga.
Tað er til tykkum eg skrivi;
haldið tykkum burtur frá bidd-
arínum, grátinum og grenjin
um. Tað má væl skomm vera
skapt í tykkum enn, hóast ellid
byrjar at gera um seg.
Eg skjóti upp, at vit fáa eina
skipan eins og í Danmark. Vit
gera eina serstaka forsorgar-
hjálp fyri pensionistar. Henda
skal virka soleiðis, at tá teir
hava brúkt hvert oyra, so skal
tað almenna gevateimum pen-
sión. Hendan skal verða so
mikið munagóð, at teir fáa eina
tilveru, sum teir hava uppibor-
ið, fyri at hava lagt rygg til at
bygthetta samfelagið upp. Ikki
eina pensión á hungursmarkin-
um.
Tit fåa ikki eitt oyra við tykk-
um í deyðan og bólgnaðu
bankabøkurnar tá føra bara
tramansskap vid sær fyri eftir-
sitandi ættarlið. Nýtið pening-
in, meðan tit liva.
Tað er ómoralskt, við stórari
bankabók at taka móti pensión,
meðan samfelagið blødir.
Krígspensiónin er farin sum
- Men javnaðarflokkurin
hevur latið seg draga upp á
tráð av fólkaflokkinum,
skriar Ingeborg Vinther í
svari til álop frá Atla Dam í
Sosialinum
Tú ert ikki verdur at spilla orð
uppá, Atli Dam; tí bert eitt stutt
svar til tey ósannindi og tær
útspillingar av fakfelagsleiðar-
um, ið tú førir fram í Sosialin-
um 30. juni.
Hvussu ber tað til, at einki
verður sagt um tey fakfelags-
fólk, ið hava latið seg stillað
upp fyri aðrar flokkar, eitt nú
fyri tín egna flokk?
Hví henda gkin móti verka-
mannafylkingini? Eru tit so
ræddir fyri hesi fylking? Ella
er tað tykkara ringa samvitska,
tí tit einki hava gjørt av tí, tit
fóru til val uppá í 1990?
Vit eru nógv, sum minnast
tey >10 bodini«; ikki eitt av
teimum hava tit megnað!
Vit fakfelagsleiðarar vita,
hvussu okkara verkafólk hava
tað í dag eins og mong onnur,
sum líða undir avleiðingunum
av førda politikkinum, ið tit
hava høvudsåbyrgdina av.
Tað var nevniliga Atli Dam,
sum sjålvt valkveldið eftir
stórsigurin í 1990 beyð fólka-
flokkinum til samgongu- og
ikki fakfelagsleiðarar.
Fólkaflokkurin sjálvur hev-
ur ongantíð ført betri fólka-
flokspolitikk enn javnaðar-
flokkurin við tær, Atli Dam, á
odda.
Útspilling og lygnir hjálpa
tykkum ikki eftir dugnaleysan
politikk seinastu árini.
Vit fakfelagsleiðarar fara
ikki at spyrja Atla dam eftir,
um vit stilla upp ella stovna
annan flokk. Hetta er ein
demokratiskur rættur, vit enn
hava — hvussu so tit í javnaðar-
flokkinum leika í móti okkum. ,
Verkamannafylkingin fer
ongantíð at lækka lønirnar hjá
okkara løntakarum, hvørki á
sjógvi ella á landi.
Tit gingu sniðgetur og
gjøgnum fíggjarlógina lækk-
aðu tit lønimar hjá teimum al-
ment løntu, samstundis sum tit
rósa tykkum av, at tit eru ímóti
at lækka lønir við lóg.
Hvussu gjørdu tit ikki móti
heimahjálparunum og hjálpar-
læknunum, tá ið hesi ikki vildu
fara niður í lén? Jú, út settu
verkbann móti teimum í heilar
tríggjar vikur, so gomul og sjúk
lógu hjálparleys. Er tað at verja
tey veiku í samfelagnum? Ella,
tá ið tit bóðu verkfalsbrótarar
gera teirra arbeiði — var tað
arbeiðarapolitikkur?
Verkamannafylkingin hevur
bjóðað seg fram at verða við til
at endurreisa hetta samfelagið
aftur; fáa arbeiðspláss sett á
stovn, fáa als at virka, soleiðis
at tey arbeiðsleysu fáa mann-
sømilig kor at liva undir eins og
onnur í hesum samfelag, ið líða
undir kreppuni, tit hava verið
við til at skapt. Fólk skulu
kunna liva her á klettunum utt-
an ótta og iva og bivan fyri at
missa hús og heim.
Ein atkvøda til verkamanna-
fylkingina er ikki ein atkvgða
til sambandið ella fólkaflokk-
in, sum tit royna at billa fólki
inn.
Fólk gloymanokk ikki, attað
var javnaðarflokkurin, sum í
nógv ár førdi borgarligan poli-
tikk saman við fólkaflokk-
inum.
Valevni tykkara hava einki
at kasta eftir okkum við. Eingi
umboð fyri verkamannafylk-
ingina hava verið við til í heim-
ildarloysi at søpla& milliardir
av skattgjaldarans peningi
burtur í projekt, sum lands-
kassin veðhelt fyri.
Heldur ikki høvdu okkara
umboð nakað at gera við
grannskoðara frágreiðingina,
ið varð almannakunngjørd fyri
stuttum. Henda frágreiðing var
ein sonn krimisøga, men nógv -
ir av tykkum, ið nú bjóða seg
fram aftur, hava ikki dugað at
umsitið skattaborgarans pen-
ing. Hetta álit hava tit misbrúkt
og tað við lít.
So, kastið ikki við steini, tá ið
tit sjálvi búgva í glashúsi!
Verkamannafylkingin fer
sum áður sagt til val uppá at fáa
endurreistokkara samfelag aft-
ur, so tað aftur gerst gott og
trygt hja Føroya fólki at búgva á
hesum klettum.
Ingeborg Vinther
ein skógareldur gjøgnum lan
ið í dag. Mong fáa gylt av per
ingi inn um dyrnar. Men n
skattur skal latast til samfelag
ið eru rámaskríggj á hoyra
Skríggið kemur frá hesun
somu monnum, sum fáa krig
pensión fyri at hava vágað liv
ið fyri fødilandid undir seinn
heimsbardaga. Er Mammor
eisini farin við fosturlandskær
leikanum?
Eg eri greiður yvir, at før«
ingar vágaðunógv undir krig
um og sorgarleikir spurdus
burturúr, sum enn merkjast
dag. Tó vil eg atenda koma vi
eini inniligari áheitan. Lat
verða við at tosa um hesa i
við einum undirtóna, ið sigu
nakað soleiðis: >Tað, ið v
gjørdu fyri fødilandid und
krígnum, kundi forkelaða ung
ættarliðið ongantíð funni
uppá í dag.«
Tey ungu blaða sannilig
fyri og leggja rygg ul fød
landið i dag og serliga tey, sur
enn hava arbeiði. Tey rinda ei
skatt, sum fær raktíðina í stu
dentaårunum atrísa ljósl1vand
uppaftur.
Varkriggjher ínánd í dag og
neyðugt varð at siglt vanda
sjógv fyri at bjarga Føroyum,
so sigldi yngra ættarliðið eis
ini, eins djarvt og undir seinna
heimsbardaga.
vinarliga
Jústinus Eidesgaard
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 4. aug. 1994, kl. 09.30
tvangsauktion, (AS 115/94) over matr.
nr. 794 b, Tvøroyri beliggende Undir
Skordum, Frodba.
Auktionen er begæret af advokat Kåri
D. Petersen, N. Winthersgøta 7, Tórs-
havn, tlf. 1.1066 (j. nr. 4368) på vegne
en pant- og udlægshaver.
Ejendommen er et beboelseshus på
en 1008 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 180 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret.
Færøernes fogedret, den 23.06.94
Mette Søgaard-Nielsen
dfm.