Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-05, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juli 1994síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 24 Nr. 125 —5. JULI1993 Tíðindablaðið | soslalurin Tá id vit stutt fyri krigslok vóru komin til Havnar at búgva, varð pápi mín, sum í sínum unglinga- og skúla- árum í Havn hevði spælt rættiliga dúgliga upp á fíól, biðin um at koma og spæla við í sangorkestrinum >Ljómur<. Var onkuntíð við og lurtaði og varnaðist tábragdligan mann, sum sat undir liðini á pápa mínum og spældi av lív og sál. Maðurin var Viggo Dal- Christiansen, sum so brád- liga andaðist beint fyri sein- astu jól. Eini tvey ár seinni, Vit búðu tá í »Gamla Hospi- tali«, var ofta fiólspæl at hoyra, tá ið tú komst fram- við har niðri við Rættará. Gjørdist varur við, at hesin ljómur kom úr húsunum, har Viggo búði saman við ungu konu sínari. Eitt kvøldid komu tey bæði inn á gólvið hjá okkum. Ørind- ini, minnist eg, høvdu sam- band við fiólduettir Pleyels, sum Viggo og pabba, báðir fyrrverandi næmingar bæði hjá Bager Hansen og Jo- hannes Andreasen, mundu ætla sær at spæla saman. Hetta var fyrsta sinnið, eg hitti Torgerð og Viggo. År seinni, komin heim til jóla, um tað so var sum lærari av bygd ella sum lesandi uttan úr londum, var tað ofta so, at ikki varð farið rættiliga út at keypa jólagávur íyrr enn sjálvan jólaaftan. Tað sein- asta at hugsa um, áðrenn klokkan fór um tólv, var vanliga at fara og finna sær sjálvum eitt slips, einar hos- ur ella kanska eina skjúrtu. Hesar handilsferðir í evstu øtu endaðu tá aloftast hjá Viggo Dal-Christiansen í Térsgøtu. Har fekst tú altíð lygdarvørur, fryntligur var Jiggo, og hann stendur mær enn i huganum, har hann å trappusteininum, al- tíð nobelt og elegant ílatin, tók sær stundir til lítið prát og við einum hugnaligum brosi ynskti gleðilig jól. Kendi væl Viggo tá, hevði so mangan upplivað hann trúfastan í kamaror- kestrinum Tórshavnar Mu- sikkskúli bæði úti á bóka- savninum og í Kommunu- skålahøllini, har orkestrið seinni helt til. Og tå ein sjálvur var farin undir tón- leikatiltøk, var Viggo eins væl og leidari orkestursins Erik Petersen, Verland Jo- hansen, Christian Dahl- Restorff, Thomas Nygaard, Torbjørn Sørensen, Rigmor Restorff og fleiri vid, sum tå myndadu klassiska tón- leikalívið í Havn, altíð til reiðar at hjálpa. Og hesi fólkini kundi tú líta á! Havi hug at nevna dómi, um enn tað ikki hevur beinleiðis við Viggo at gera: Á fyrsta sanglæraraskeiði okkara — tað var í 1962 — hevði kórleiðarin brúk fyri Viggo við fiólini instrumentalistum. Tað var leyst og liðugt beinanvegin, hesi omanfyri nevndu vóru til leikin fús. Á konsertini, sum skeiðið endaði við, var Verland so sera fínt ílatin, myrk klæði, skínandi hvíta skjúrtu við knekkflipp og butterfly. >Hví mundi Ver- land hava latið seg so í stås- klæði?< varð spurt. Jú, Ver- land var tá beint komin úr kirkni, har dóttir hansara var vorðin gift, og sum hini nú vóru við at sessast um brúdleypsborðið, stóð brúðarfaðirin tryggur og trúfastur í konserthøllini við sínum kontrabassi og bar uppi orkesturspælinum, so- leiðis sum hansara lutur ongantíð lá eftir, tá ið tað um tónleikalívið ráddi. At nýta høvi til at taka hetta dømid við í endurminnandi hugleiðingum um Viggo Dal-Christiansen er kanska ikki so burturvið, ti trú- skapur sum hesin var júst aðaleyðkenni eisini hjá Viggo í øllum tí áralanga samstarvi, mær untist at hava við hann. Í 1968 kom Martin Holm, tåverandi rektari á Føroya sum tónleikalærara skúlans, hvønn hann skuldi heita á at taka sær av fiólundirvísing- ini, sum Erik Petersen og seinni eisini Thomas Ny- gaard høvdu havt um hend- ur. Mær var tå ongin ivi í at vísa til Viggo Dal-Christi- ansen, og einar tveir dagar seinni hitti Martin Viggo á p posthúsinum bar upp á mál um hetta. »Gaman i«, var snøgga svarið. Viggo var tá Musikklærarin Viggo Dal-Christiansen 58 ára gamal, men hendan stuttorðaða avtala kom til at: tryggja — læraraskulanum dygdargóða fiólundirvís- ing í ikki minni enn 18 ár. Viggo var ikki hálvur í nøkrum, og ikki minst hesa nýggju uppgåvu framd> hann av fullum huga. Næm- ingamir trivust væl hjá hon- um, og væl rann saman okkara millum. Ongantíð bar hann seg undan, um tú komst við rímiligum hug- skotum; men var tað okkurt, sum honum ikki hóvaði, segði hann frá og tað ikki altíð við mýkindum, tí brá- lyntur maður var Viggo, tó altíð so at rættsinni var í há- Mong hugnalig jólahald eru at minnast afturá, har vit báðir skipaðu fyri ti musi- kalska og næmingar frá teirri tíðini tosa eisini enn um, tá ið vit við lærara- skúlaorkestrinum — fíólir, blokkfloytur og Orff-ljóð- føri — fóru út um býarmark, til Kvivikar, Haldarsvíkar og eisini nordur til Eidis at hava konsert. Og so er ikki um at tala okkara »kultur- vika«, tá ið læraraskúlin við sjónleiki, dansi, sangi og spæli kveld eftir kveld fylti skúlahellina til frama fyri 10-mannafarið »Tivil«, sum næmingar, ið eftir komu, tó tíverri avreiddu aftur, og sum nú ber navnið >Nólsoyingur<. Violinin hjá Viggo var á lofti, har tørvur var á ti, og vit báðir spældu saman bæði í kæti og álvara. Vit læraraskúla- lærarar frá teimum árunum minnast Viggo sum ein góð- BA 9 9313377 NN an felaga, sum eisini við sínum frålika og skemting- arsama fråsøgukynstri setti dåm å so manga hugnaliga f 1972 kom Åmi Hansen heim at virka eftir lokna út- búgving á konservatorium í Danmark og arbeiði har í nøkur ár. Árni gjørdist kla- verlærari á læraraskúlan- um; men serliga á Venjing- arskúlanum fekk hann íbirt eitt skúlatónleikaligt virk- semi, sum gjørdist fyri- myndarligt. Sín besta stuðul fekk hann frá Viggo, sum nú so rættiliga fór undir at læra eisini bør á Venjingar- skúlanum fiólspæl. Hesar umstødur fingu varandi tydning fyri føroyskt tón- leikaliv, ti millum teirra, sum her fingu lagt haldgott stæði, teljast nakrir av okk- ara bestu strúkarum í dag. Nevnast skulu Óli Jákup Gaard-Hansen, Sámal Pet- ersen og Laila Nielsen, sum oll trý gjørdust tónleikarar burturav. Hin gávuríki An- finn Joensen var í fleir ár saman við ødrum næming- um at síggja undir liðini á sínum gamla lærara í sym- foniorkestrinum, áðrenn hann fór undir aðra útbúgv- ing, og av privatum næm- ingum hjá Viggo fyri hesa tíð kunnu nevnast Jon Waagstein Rasmussen, Ólavur Jøkladal, Godt-fred Joensen, Herluf Liitzen og hin fíólleikandi læknin Heðin Thomsen. Eisini Jó- annes Madsen, sum nú er dyggur stuðul bæði í Tórs- havnar Kamarorkestri og Føroya Symfoniorkgstri, er Viggo takksamur fyri at fíólin gjørdist hansara yndislj6dføri. Og so mong onnur, nú- verandi lærarar eins væl og fyrrverandi venjingarskúla- børn, hava góð minni frå tónleikatímunum hjá Viggo úti á Frælsinum. Men eisini í heimum hjá Viggo og Torgerð í Tungu- gøtu, eitt heim har hin dyggiligasti kvalitetssansur metur tær í ytstu gátt, var nangan stúkaraljómur at hoyra. Gamlir næmingar, komnir aftur uttan av landi, leitaðu javnan aftur ul hesar ;samanspælsløtur, og hverja høgtid stóðu blómur á borðinum frá takksomum næmingum. Um seg sjálvan greiddi Viggo frá, at hann hevði verið ein rættiliga villur og óregerligur smádrongur, sum streyk úti frá morgni til myrkus og tá helst niðri í Vágsbotni, har tað tá var fjørulendi, ella um borð á lossijaktum og fiskiførum. Tá ið hann var sjey ára gamal vildi Sophus, pápi hansara, royna at vekja honum áhuga eisini fyri onkrum meira gagnligum. Fekk tá urmakaran Karl Einarsson at keypa líta fól niðri — kostaði 30 kr. — og fór so til hin gamla meistar- an Georg Hansen, vanliga nevndur Bager Hansen, at fáa hann at taka sær av son- inum. Men lítið bar til teirra millum. Hetta at skula meta til undirvísing og standa og strúka upp á ein fíólstrong var ikki nakað fyri Viggo tá Ma fekst hann til at læra seg nótar, hugdi bert eftir, hvar hin gamli setti fingrarnar og gjørdi so hareftir, at venja heima hevði hann ikki bind- indi til og illa møtti hann upp. Heima varnaðust tey hetta ikki, tí lítli Viggo fór av húsinum við fiólkassan- um í hond, men lítið vistu foreldrini, at hann í staðin fyri at fara til undirvising, bara krógvaði violirina onkustadni og so helt oman í fjøruna. Systkinabarn hansara Christian Dahl- Restorff minnist, at fiólin hjá Viggo plagdi at standa í kjallararum hjá teimum niðri við Áarvegin. Ein dag- in fekk Sophus so bræv frá Bager Hansen, at hann ikki longur vildi hava ábyrgdina av at skula læra son hansara tónleik. »Han kommer aldr- ig til at lære at spille violin«, var skoðsmálið Viggo fekk eftir hesar fyrstu royndir. Men so skuldi tíbetur ikki verða. Í 1921 — Viggo var tá 10 ára gamal — kom Jo- hannes Andreasen heim eftir longri uttanlandsferð og kom at búgva uppi á loft- inum í heiminum hjá Viggo. Um hendan le- gendariska sjómann úr Hvalba, sum fór í land í Australia, keypti sær dýra og góða fiól, fann sær lær- ara har, kom seinni til USA, har hann vann sær gull- merki á tónlistaskúla, átti meira at verið skrivað. Helst hevur hestin listamað- ur varnast, hvat ið búði í hesum livandi Óvita, hevur kanska fingið eyga á litlu fjólina hjá Viggo og hoyrt um hansara fyrstu royndar- stig á hesari leið. »Johannes Andreasen var ein fantast- iskur pedagogur«, plagdi Viggo at taka til, »hann dugd: væl at halda sinum næmingum til, geva teim- um hug at spæla, og nógvan dent legði hann á góðan kropsburð og rætt boga- strok<. — Sjálvur minnist eg eftir ta einu konsertina, eg upplivdi við >Ljómi<, at gamli Jógvan Waagstein aftaná hevði á orði, hvussu vakurt og rætt næmingamnir hjá Johannes Andreasen, Viggo Dal-Christiansen og førdu bogan. >Du har haft en god lærer<, var eisini tað skoðsmálið, sum Viggo fekk frá professionellum violinistum, sum hava vitj- að hendanvegin. Viggo var vinsælur mað- ur, kendi nógv fólk bæði burturi og heima, og væl dámdi honum at ferðast. Stuttligt var at lýða á hans- ara frásagnir frá ungum ár- um og tá serliga frá teirri tíð, hann var í húsum hjá rík- fólki í Hálandi. Helst hevur stødid tá verið lagt til hans- ara kosmopolitiska hug- burð. Hann visti nógv og hevði áhuga fyri nógvum. Síu ungdómliga lyndi varð