týsdagur 5. juli 1994síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið Í sosíalutin | Nr. 125 — 5. JULI1994 Síða 25
A
veitti hann upp í høgan ald-
ur, og bragdarhugurin
spældi honum altíð í sinni.
Sera kimiligur skal hann
hava verið sum ungur, og
likamsevni hevði hann sum
fáur. Tað gav at bíta eina-
ferð í pakkhúsinum hjá
Knud Lambaa, har Viggo
arbeiddi eina tíð. Menn
høvdu hug at royna roysni,
lyfta ein kagga og helst fáa
hann upp á ein kassa at
standa. Fleiri royndu, bara
kaldbaksbóndin, —tiltikin
fyri styrki, skaldi at fáa hann
uppfrá. Men tað vóru glóm-
ur í monnum, tá ið hin smid-
ligi krambakallurin festi
sínar fingraknotur um ílatið
og setti tað upp á kassan. Og
so einaferð Viggo var farin
oman til Carl Fossá at keypa
breyð. Ein bulmikil sumb-
ingur, sum ivaleyst hevur
verið »ikki heilt einsamall-
ur<, hevði hug at speireka
tann pyntiliga havnarmann-
in og vildi bjóða av. Men >at
súpanarkíkar eru menn,
mátti hann so nakkalangur
sanna, tá ið Viggo við ein-
um knøppum taki hevði
hann yvir diskin. Havnar-
fólk minnast so mangt
hugnaligt = vetrarkvøldid
uppi við Hoyvíkstjórn, har
børn og ungfólk stuttleik-
aðu sær á isinum, meðan bál
brendi, og hornorkestur
spældi. Eitt slíkt kveld
hevði keypmaðurin Viggo
Dal-Christiansen, hann var
tá farin um tey hálvt hundr-
að, tíkið sær skoyturnar
uppá og sýndi tí undrandi
ungdóminum sítt skoytu-
kynstur, hvussu hann í ung-
um árum hevði spælt sær á
iskløddu kanalunum í Há-
landi
Viggo var gudrøkin mað-
ur, gekk ikki upp á akkord í
trúarmálum, men var á ong-
an hátt trongskygdur.
Skuldi okkurt framførast í
kirkjuni, var hann altíð fús-
ur at hjálpa til, men sitt
átrúnaðarliga tilhald hevði
hann í Ebenezer. Tað var
hann, sum longu í 1937
veruliga fekk lív í kórsangin
har, og undir hansara hond-
um m.a. fylti Ebenezerkórið
hølini kvold eftir kvold í
tiggjar vikur á minniligu
ferðini til Skotlands í 1948.
Impulsivur skuldi hann vera
sum kórleiðari, toldi ikki, at
fólk ikki møttu til venjingar,
kundi tå vera meira bersøg-
in, enn summi kundu taka. I
1954 segði hann kórið frå
sær eftir í 17 ár at hava ar-
beitt tað upp til at vera eitt
hitt besta í landinum. Sjálv-
ur havi eg bert eina ferð
upplivað Viggo sum kór-
leiðara. Tað var Glavsøku-
kveld — kanska var tað í
1950. Vit komu eitt fylgi í
góðum lag fram við Ebe-
nezer. Brádliga hoyrist
ljómandi kórsangur, steðgi
á og fái eyga á kórleiðaran
so eldhugaðan og myndug-
an, at myndin enn stendur
mær livandi í huganum.
Trúarfelagar Viggos vóru
honum takksamir fyri hans-
ara tónleikaliga leiklut og
fyri hansara óvíkiliga trú-
skap gjøgnum eitt langt lív,
og tignarlig var løtan í Ebe-
nezer, tann dagin hann var
borin út. Her við skúlaárs-
lok, og nú >Summartónar<
ljóma víða hvar, minnist
eisini Føroya Musikkskúli
Viggo Dal-Christiansen við
virðing og takksemi
Ólavur Hátún
BERA *
sen
8 7
Minningarorð um
okkara høgt elskaða
beiggja
Vigfus Samuelsen
Klaksvík
Einaferð enn tað sannast má, at ongin veit á
morgni at siga, hvar hann á kveldi gistir.
Tað vóru eini tung boð hjá okkum at hoyra,
at okkara elskaði beiggi var deyður. Hví
skuldi hann verða tikin frá okkum so brátt.
Hendan spurning fáa vit ikki svar uppá,
men Bíblian sigur, at Harrans vegir eru ikki
okkara vegir og dagar okkara eru taldir, áðr-
enn vit eru gitin í móðurlívi. Hetta mugu vit
sanna, nú okkara elskaði beiggi er deyður.
Tú hevði nógvar góðar vinir, tað sóu vit á tí
stóra skara, ið fylgdi tær til títt seinasta
hvíldarstað.
Hjartaliga takka vit Bogesvang presti fyri
tey troystarriku orð i kirkjuni, tey orðini
vilja vit aldri gloyma.
Somuleiðis ein hjartans tøkk til Magnus-
sen prest fyri tey vøkru orð á Sjómansheim-
inum.
Og tú, Signhild góða, sum so trúfgst hevur
passað bæði pápa og mammu og nú Vigfus
øll hesi árini, takk fái tú fyri tað
Góði beiggi, eg hugdi í eina andaktsbók hjá
tær, sum lá á kamari tínum, har hevði tú sett
merki við hetta skriftstaðið
Sum mannsins ben er, so er maðurin
Vit eru innast inni ikki so sum
menniskjuni síggja okkum og kenna
okkum, vit eru ikki av álvara okkum
sjálvi, fyrr enn vit standa andlits til Guð
Vit lýsa frið yvir elskaða beiggja okkara
Hvíl í friði
Systkini
Kvinnuhúsið
Ein heilsan til
Anniku,
OSSUr,
Sunleif og
Eyðun
Tulkingar í tónleiki og sjón-
leiki. Variatiónir yvir ger-
andis- og høgtidarløtur hjá
farnum og komandi.
Kongaliga leikhúsið í
Keypmannahavn og Havn-
ar Sjónleikarfelag hava
gjørt rætt at fáa í lag, at
Annika Johannessen, sjón-
leikari, og Ossur Bæk, tón-
leikari, vitja Sjónleikarhús-
ið við yndisliga samansett-
um teksti av Williami
Heinesen í donskum før-
oyskum ljóðbúna
Øssur Bæk taladi/åvirk-
aði hvønn einstakan, sum
hetta góða summarkvøld h
evdi valt at seta seg inn í
Sjónleikarhúsið, við sínum
framúr disiplineraða máta
at fáa teir reinastu og í før-
um tølandi tónar fram úr
violinini.
Annika Johannessen
sterk og hugtakandi vid
tónleiki i røddini bar fram
við yndi og búnari tulking
tekstir hjá Williami Heine-
sen, har poeturin og stillis-
ligi samfelagsrevsarin gev-
ur okkum eyga og oyra at
síggja og hoyra okkum
sjálvi í kostiliga foldarlívi
okkara
Eyðun Johannessen hev-
ur hegnisliga lagt teksun til
rættis, meðan Sunleif Ras-
mussen hevur yrkt nótar við
snildi.
Listafólkini á palli sýnast
eyðmjúk og góð við lista-
verkið hjá øðrum, og gevur
hetta sýningini eina eyka
styrki
Í hesum døgum, nú før-
oyingar ikki vita, hvussu vit
liva/yvirliva, er tað onki
minni enn eitt bragd, at
Tistafólkini tala, spæla og
syngja teir dreymar, sum
fólkið eigur. Vit vita, at
ongin kann taka hetta frá
okkum, tí hetta ferðast uttan
tøkni ella tól.
Tit, sum arbeiða við list,
ansið væl eftir tykkum
sjálvum. Vit hava tykkum
fyri neyðini.
Vinarliga
g.ø.
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
Torsdag den 11. aug. 1994, kl. 14.30
tvangsauktion, (AS 404/93) over matr.
nr. 38 b, Argir beliggende Tradartun 3.
Auktionen er begæret af advokat Kåri
D. Petersen, N. Winthersgøta 7, Tórs-
havn, tlf. 1.1066 (j. nr. 2037/90) på
vegne en pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 736 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 111 kvm. i 2 etager.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på dommerkontoret
Færøernes fogedret, den 23.06.94
Mette Søgaard-Nielsen
dím.
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, ella á tif. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá ki.
14.30—16,30. Teiefonin, 17200, svarar hvønn dag
frå kl. 14.30—7.00 á morgni. ,
Amnesty International
Skrivstovan í Vågsbotni er opin týsdag og friggja-
dag kl. 10—16. Tlf, 15816.
|
|