Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 | Vilja í Starvs- mannafelagið Nr. 126 — 6. JULI1994 Starvsfólkini á Arbeiðsloys- isskipanini skilja ikki, at stýrið er samt um, at tey skulu vera í SÆK Tey, sum arbeiða á Arbeiðsloysisskipanini, eru bæði bilsin og grg inn á stýrið fyri skipan- ina. Eingin hevði vænt- að, at stýrið fór at leggja seg út í, hvar starvsfólk- ini skuldu vera limir, tí tað stendur ongastaðni, hvørjum sáttmála tey skulu lønast eftir. Starvsfólkini = valdu sjálv Starvsmannafelag- ið, sum síðan bað um samráðingar við stýrið. Tey valdu Starvs- mannafelagið, m.a. tí tey hildu, at teirra arbeiði best kundi sammetast við arbeiðið hjá teimum á Almannastovuni, og tey eru í Starvsmanna- felagnum. Haraftrat er Arbeiðsloysisskipanin ein trygging, og tey á Tryggingarsambandinu eru limir í Starvs- mannafelagnum Men stýrið segði nei. Stýrið vidgjørdi áheit- anina frá Starvsmanna- felagnum um samráð- ingar á fundi 16. juni, og í brævi dagfest 17. juni fekk Starvsmannafelag- ið at vita, at semja var í stýrinum um, at Starvs- fólkini á Arbeiðsloysis- skipanini skulu vera limir í S & K, tí Arbeiðs- loysisskipanin er ein privat fyritøka. Eingin avtala er tó millum ALS og S á K, og einki av starvsfólkunum er í tí felagnum. Arbeiðsloys- isskipanin er heldur ikki limur í Arbeiðsgevara- felagnum, sum S á K hevur sáttmála við. Hetta heldur Jákup Danielsen, formaður í Starvsmannafelagnum, vera eitt løgid svar. Tá semja er í stýrinum má tað merkja, at fakfelags- umboðini í stýrinum ikki virða rættin hjá starvsfólkunum at velja fakfelag. Hetta skrivaði hann eisini í bræv til stýrið, at tað er hug- stoytt, tá fakfelagsfólk, sum tosa um rætt- artrygd, nýta mátan hjá arbeiðsgevarum og seta rættin hjá fólki úl at velja fakfelag til viks. Stýrið vísir í brævi til Starvsmannafelagið á, at Starvsmannafelagið er fyri alment sett starvs- fólk. - Tey munnu hava hugt í eina gamla lóg, tí síðan 1992 hevur staðið í lógini fyri Starvs- mannafelagið, at felagið er fyri starvsfólk á al- mennum, hálvalmenn- um, kommunalum og privatum stovnum, sig- ur Jákup Danielsen. Hann ivast ikki í, at felagið fær viðhald, nú málið skal roynast sum prinsippmál. Gjár- kveldið skuldi semings- stovnurin hava fund við randi Fleiri koma skjótt aftur Tíðindablaðið Fráflytingin er framvegis stór, men ein stórur partur kemur skjótt aftur, óivað tí tey ikki finna eydnuna uttanlands Seinastu árini eru fólk í hópatali flutt av landinum, og framvegis verður tosað um håpflyting, og bygdir sum kunnu kanska verða avtoftaðar. Nøkur teirra, sum flutt eru av landinum, hava stigið fram og greitt frá, hvussu teimum er ging- ISt. Men alt bendir å, at fyri øll er tað ikki lukkan at stinga í sekkin og flyta til Danmarkar. Hagtølini siga, at av teim- um, sum flyta til Føroya, hava fleiri og fleiri bara verið burturi og vent. So- leiðis var tað ikki fyri nøkr- um fáum árum síðan. Ein partur av teimum, sum fara burtur eitt skifti, eru tey, sum fara burtur at arbeiða, ella tey fara burtur á onkran skúla. Ikki bara at fara - Men tølini siga eisini, at taðer ikki so lætt bara at fara og búseta seg í einum ødrm landi, og at summi tí koma heimaftur næstan beinan- vegin, sigur Hans Pauli Strøm, samfelagsfrøding- ur. Hann hevur gjørt eitt yvirlit yvir, hvussu leingi fólkini, sum flyta til Føroya, hava verið burturi, um tey hava búð her áður. Fara vit aftur til 70-arini og fyrru helvt av 80-árnum, fluttu í miðal 1340 fólk til landið um árið. Frá 1984 til 1989 fluttu óvanliga nógv fólk til. Tað var tá tað ov- urhonds stóra virksemið var her í landinum, men síðan minkaði tilflytingin. Í fjør fluttu bara 984 fólk til Før- oya, men heldur tilflytingin higartil í ár sær, verða kanska 1250-1300, sum flyta til Føroya í ár. Í 1988 og 1989 var bara ein fimtingur av tilflytaru- num, sum høvdu verid burt- uri í minni enn eitt år, men síðan hava tað verið fleiri og fleiri, sum bara hava ver- ið burturi og vent. Fyri í fjør siga tølini, at 65% av til- flytarunum hava verid burt- uri styttri enn tvey år. 533% hava verið burturi í eitt ár ella styttri. Í fjør høvdu 521 fólk ver- ið burturi í eitt ár ella styttri, og 118 fólk høvdu verið burturi millum eitt og tvey ár. Helvtin kemur aftur Hans Pauli Strøm metir, at helvtin av hesum munnu vera fólk, sum eru flutt av landinum, men hava valt at komið aftur. - Fólk hava fingið fyri- gyklað, attað er bara at fara, og so er alt so gott. Men hes- ini tølini visa, at tað er ikki so, sigur Hans Pauli Strøm. Tad kunnu vera fleiri or- søkir til, at fólkini flyta heimaftur. - Summi hava ikki ta útbúgving, sum krevst. Tað rædur eisini um at vera framlig, duga at laga seg eftir eini aðrari samfelagsskipan og aðrari mentan, og so er tað hetta við at liva og ikki hava tað sosiala umhvørvid, sum tey høvdu í -Føroyum við skyldfólki og vinfólki. Summi duga ikki at liva í tí fremmanda landinum, har tey skilja seg frá, eru ókend og kanska einsamøll. Hjá summum eru tað børnini, sum ikki trívast niðri. - Og tá tað heldur ikki ber til hjá teimum í Danmark, so halda fólk sum so, at skulu tey vera í neyð, er frægari at vera í Føroyum, tí her hava tey hóast alt tað so- siala umhvørvid, sigur Hans Pauli Strøm. Hann er bangin fyri, at fólk eru tosað í ørviti um flytingina og fara yvir háls Øll, sum fara av landinum, koma ikki so væl fyri, at tey fáa arbeiði og trívast í fremmanda landinum, og summi velja ti at koma heimaftur og herðar, men hesi tølini vísa, at fleiri hava sæð, at fyri tey er hóast alt betri at vera í Føroyum. Fer av stovninum Hyggja vit at tølunum yvir tey, sum flyta av landinum, er myndin tann gvugta. Færri og færri av teimum, sum flyta av landinum, hava búð her í stutta tíð. Tað merkir, at nú fer meira av "stovninum". I 1988 var minni enn tridingurin av teimum, sum fóru, her í stytti tíð enn eitt ár. Nú er tað tiggjundi hver, sum steðgar so stutt. randi TEKJUTRUPULLEIKAR - Ikkl við Hertalan EPDM W Reint gummi - einki PVC w 100% tøtt W Elastisk frå +50" til 4150* W 15 ára trygdarváttan Vegl: prísur álagt v/ trygdarvåttan: Kr. 170—-220/m? (u. MVG) Nærri upplysingar og óbindandi tilboð: FINNUR SIMONSEN, Timburmeistari Borgartún 4 - 160 Argir Tlf. 14549 — 87549 — 84549