Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 7

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CT " á Nr. 126 — 6. JULI1994 Síða 7 g hava torað al sagt døn- im, hvussu langt teir kundu ganga. Mótstóðufólk tíni í politikki hava eina fatan av, at ein nýggj avtala skal gerast 17. august? - Fundurin 17. august varð avtalaður longu 28. mai 1993, og her er als ikki talan um nakrar brådfeingis samráðingar. Vit avtalaðu tá, at vit skuldu hittast aftur, áðrenn fíggjarlógin varð løgd fram. - Vit skulu tosa um stødd- ina av blokkinum fyri 1995 og um tørvin at umfíggja uttanlandslánini, eins og fíggjarlógin og eitt møgu- ligt hall í hesum ári skal viðgerast. - Hugsandi er eisini, at onnur mál verða tíkin upp, eitt nú hvussu vit hava yvirhildið okkara avtalur við donsku stjórnina, og hvat ikki hevur gingið so væl sum ætlað. - Men at fyrigykla Føroya fólki, at avgerandi broyt- ingar vera gjørdar 17. au- gust, er tað sama sum al halda fólk fyri gjøldur, sig- ur Marita Petersen. Tað er eisini mangt sum bendir á, at føroyingar hava vunnið — sjålvsvirdingina aftur feygunum hjå dønum. Positiva umrødu i Danmark f april månada segdi Lars Thybjerg, embætismaður í sjórnarmálaráðnum í ser- føroyskum málum, at landsstýrið við Maritu Pet- ersen á odda, hevði megnað Me Marita Petersen, legmaður: . er ll. et Fundurin við donsku stjórnina 17. august varð longu avtalað ur 28. mai 1993, so her er ikki talan um nakran bráðfeingisfund. Tað, at politisku flokkarnir for gykla fólki at avgerandi broytingar verða gjørdar henda dagin, er at halda fólk fyri gjøldur at hildið flestu punktini í avtaluni, og at danir hildu, at tað var undrunarvert, at løgmaður í so torførari stóðu, hevði megnað tað. Í sambandi við at stýris- skipanarlógin varð løgd fyri tingið herfyri, er grein í donskum blað, sum hevur yvirskriftina: "Klogt træk". Har stendur m.a. at Løg- tingið miðskeiðis í politisku kreppuni ger eitt risastig í royndini at skapa umstødur fyri, at nývalda legtingið eftir valið fær møguleika at stýra samfelagsligu menn- ingini í Føroyum. Greinin endar: Nýggja stýrisskipanarlógin skaffar ikki reiðan pening til Før- oya í stundini, men hon fer fyrst og fremst at endur- skapa álitið innan rikisfel- agsskapin, millum føroy- ingar og danir. - Hvørjat vónir hevur tú til valið - og til framtíðina? - Hetta valskeiðið hava vit gjørt alt, vit eru ment, fyri at tryggja hetta samfel- agið. Tað hevur eyðkent hetta landsstýrið, at vit hava skapt grundarlag fyri fram- burði, og at vit hava arbeitt fyri at tryggja øllum føroy- ingum eitt gott samfelag at búgva í. Einstaklingabólkar sleppa ikki at dusa sær - Meir enn nakað lands- stýrið frammanundan hes- um hava vit stýrt samfelag- num soleiðis, at einstak- lingabólkar ikki sleppa at dusa sær, hvørja ferð ein glotti er. - Vit hava skipað so fyri, at ágóðin skal koma øllum í samfelagnum til góðar, sig- ur Marita Petersen. - Eg vóni sjálvandi, at fólk fara at savnast um javn- aðarflokkin, og at valúrslit- ið gevur okkum møguleika at halda fram við arbeiði- num at tryggja føroyska samfelagið, sigur Marita Petersen. Mysd:- Kalmar Lesarabrøv Sylverius Jacobsen, valevni i Eysturoy Hann umskiftir tidir og stundir Fyrst og fremst vil eg takka Mið- flokkinum fyri tað álit tey hava víst mær, við at stilla meg upp sum valevni floksins til løgtingsvalid 7. juli. Ja, so er aftur val í ótíð. Hví? Jú, Lasse Klein hevur skift mein- ing; hann stuðlar ikki samgong- uni longur. Hann er komin í aðr- ar tankar, at samgongan ikki kundi halda áfram ella at hon kundi fáa stuðul frá nøkrum ødrum. Orsøkirnar eru fleiri! Neyðin er longu komin til hvgnn eins- taka føroying, og øll føla seg kroystan av tf skeivu politisku gongdini. Samfelagið er komið í upploysing av tí. Øll vilja sjålv- andi liva og trívast væl og virð- iliga, men stødan er avgjørt álv- arslig, sum øll jú tosa um. Vit hava sæð hvussu stór 6nøgd hev- ur valdað á teimum arbeiðsleys, har tey hava gingið mótmælisg- ongu út í Tinganes. Vit hava sæð fleiri dómi har fleiri eru flutt úr móðurlandinum, har, sum ein- gin hevur umsorgan fyri teim- um, sum ein móður og faðir áttu at havt umsorgan fyri sínum egnu. Eitt annað dømi er at fleiri nýggir flokkar eru stovnaðir, sum fólk kunnu velja ímillum, tí ónegdin við verandi politikki er »v stór Vit skulu ikki ákæra nakran ' tá stóru ne Før ører kon í, tí klandur loysir ongar trup- ulleikar. Tað er bert soleiðis at tey, sum á ein ella annan hátt hava verið blind og valt tað skeivu kósina, har Føroyar eru komin í ovurhondsstóra skuld, mugu gera upp við seg sjálvi og venda sær til Harran um hjálp. Hann er tann einasti, sum kann geva styrki, gleði, vísdóm o.m.a. sum gongur upp um alt, sum vit skilja og fata. Orsøkin til hetta, sum nú fer fram kann vera at Harrin steðg- ar Landsstýrið og Legtingið í ótíð, tí at Hann sær neyð fólks- ins í hesum vakra landi. Ein onn- ur orsøk kann verða, at samráð- ingarnar við donsku sendiharr- arnar í august møguliga er vandamikil fyri Føroya land, um teir somu sita og stýra sum nú. Vit lesa í Daniel 2, 21-22: „Hann umskiftir tíðir og stund- ir, rekur kongar frá valdinum og setur kongar til valdið; Hann gevur hinum vísu vísdóm og hin- um vitigu vit; Hann opinberar hitt djúpa og loynda; Hann kenn- ir tað, sum í myrkrinum er, og hjá Honum býr ljósið" Tað kann vera, at Harrin finn- ur góðar menn og kvinnur, sum eru før fyri at samráðast við donsku sendiharrarnir í august, og sum kunnu stýra landinum skynsamiliga í komandi tíðum, so at neyðin kanr minka mur andi. Tað er av stórum týdningi at hesi stýrandi menniskjuni eru nær knýtt til Harran og at tey heinta vísdóm frá Honum til at stýra rætt, tí eingi yvirvøld eru, sum ikki eru innsett av Gudi(Róm.13,1). Stevnuskráin hjá Miðflokkin- um sipar til, at ein eigur at stýra landinum við skynsamum polit- ikki, sum øll kunnu verða nøgd við. Tað mest týdningarmesta stykki er at „Persónsskatturin av vanligari inntøku ikki eigur at fara upp um 35%". Vit rokna við at tey flestu taka undir við sjónarmiði okkara, tí vit ynskja at alt Føroya fólk skal trívast samsvarandi við vilja Harrans við okkum. Harrin krevur ong- antíð meira enn tíggjund av all- ari inntøku okkara. Avgerðin er tín. Tú velur tann persón, sum tú heldur skal stýra Føroya landi. Miðflokkurin ynskir í bestu sannføring av arbeiða fram ímóti, at alt Føroya fólk kann liva væl og trívast sæk, og tí heiti eg á tykkum øll um at velja Miðflokkin sterkan inn á ting. Setið kross við lista H ella við eitt av valevnum floksins. Jan Zachariassen, valevni Miðfloksins í Suðurstreymoyar valdemi Miðskeiðis í 90'unum er neyðugt at snara kósini samfelagið skal á fótur mor- alskt og búskaparliga Dansurin um gullkálvin er av. Avleiðingarnar eru ógvuslig- ar. Arbeiðsloysið og harða skattatrýstið fær fyrst og fremst tað unga fólki at rýma av landinum. Tað eru eisini aðrar orsøkir til at fólkið rýmur. Tilvita ella ei, so tykist tað sera trupult hjá gomlu politikarunum at síggja, at eisini medvitið hjá borgarunum er broytt. Í dag er ikki nóg mikið at koma við fantasiprojektum. Úttan mun til um tey koma í gongd eina tíð ella ei, so krevst meira. Borgarin krevur í dag eitt hægri moralskt — stødi. Reinføri, hvat motivum við- víkur. Tað sum politikararnir gera í dag eigur ikki bert at vera gjørt fyri at tryggja sær sjálvum atkvødur i egnum valdømi. Arbeidsplåss eru neyðug, skal loysn fáast á restini av trupulleikunum vit dragast '€ nú Tað er ein fortreyt fyri, at skattatrýstið kann lækka so mikið, at her verð- ur liviligt, og at tað fer at bera til at fáa endarnar at røkka saman. Og tað fer so eisini at gera at fólk ikki framhaldandi rýmir av land- inum, men kanska heldur kemur heim aftur. Eitt politiskt reinføri, har tað verður sagt við reinum orð- um, so vanligi borgarin skil- ur, hvat endamálið er. Ikki hálvduldar ætlanir, har tað bert stendur heilt fáum greitt, hvønn veg samfelagið fer Vit vilja venda gongdini Javnaðarflokkurin hevur ikki mist mótið. Vit trúgva fult og fast uppá, at vit búgva í góðum landi við góðum og vælútbúgvnum fólki. Tað er ein ogn, sum væl vigar upp ímóti mongum gðrum. Nú skal hugflog til, so vit eisini kunnu skapa arbeiðspláss, sum ikki eru knýtt at fiskiv- innuni. Trygdin fyri, at her aftur verður liviligt, er listi C.