Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 6

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 Nr. 126 — 6. JULI1994 Marita Petersen, lógmaður í sløk tvey ár: - Einki bendi á, at umdømi føroyinga á Christiansborg fór at broytast til tað betra, tå Marita Petersen tók við sum løg- maður 18. januar 1993. Nú sløk tvey ár seinni hevur løgmadur prógvað, at fóroyingar eru við at vinna sjålvsvirdingina aftur, eins og hon hevur skapt virðing fyri føroyskum viðurskiftum uttanlands Myndin av føroyinginum uttanlands - og serliga i Danmark - hevdi alt ov leingi staðið ósvarað, tann sum segði dønum, at her klintraðust nakrir húgvu- klæddir, heldur tápuligir føroyingar í bjørgunum. Myndin gjørdist ikki lætt- ari at afturvísa, tå føroyska samfelagið eftir einari nátt nærum fór á húsagang. Danir vórðu á gosi, tá teir frættu, at danskur skatta- peningur skuldi tryggja før- oyska samfelagið. Nýggir samráðingarleiðarar Tað var um hetta mundið, at Marita Petersen og Jógvan Sundstein fingu boð um at koma til Danmarkar at sam- ráðast við stjórnina hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hetta var í januar mánaði 1993. Marita Petersen hevði tå verið løgmaður í eina góða viku, og stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen var so nýggj, at danski stjórnar- leiðarin enn ikki hevði hild- ið sína setanarrødu í Fólka- tinginum. - Eg hevði beinanvegin varhugan av, at donsku samráðingarfólkini — ikki vistu so nógv meir um før- oysk viðurskifti enn tað sum hevði staðið í blød- unum, sigur Marita Peter- sen. - Umframt tað, so vildi nýggja stjórnin helst gera hol í sjógv fyri danska fólki- num, sigur Marita Petersen um fyrstu vitjanina í danska stjórnarmálaráðnum. - Tá vit komu til samráð- ingarnar vóru føroysk ser- mál og mál, sum viðvíktu báðum londunum, blandað saman, og tað prógvaði, at danir ikki høvdu nóg gott innlit í føroysk viðurskifti. Samráðast á jevnum feti - Eg førdi føroysku sjón- armini fram å ein slikan hátt, at vit vóru javnbjóðis dønum og skuldu samráðast á jøvnum føti. Tað góðtóku danir. - Tå samrådingar eru mill- um lond, er neyðugt at ganga undir nakrar treytir. Eg forði tó fram, at føroysk lóggávugki vildi eg ikki tosa við danir um, tí hesi mál skuldu føroyingar av- gera - í Føroyum. Tað vóru eitt nú um vallógina, At- lantsflog og kommunu- samanleggingina. Tað góð- tóku d: nir eisini. - Tað var tó harmiligt, at vit noyddust heilt il Dan- markar fyri at fáa fiska- lóggávu, sum verjir okkara fiskastovnar. Hetta er mál, sum vit áttu at havt gjørt sjálvi. - Fiskurin kemur aftur, um vit føra skilagóðan fiskivinnupolitik. - Duga vit ikki at siggja, hvat hendir vid livandi til- feinginum, er meir ivasamt vid oljuvinnuni. - Hon er uppi, tå vit hava pumpad seinasta dropan, sigur Marita Petersen og sigur frá skjótt arbeidandi nevndini, sum hevur gjørt oljuálit, so vit ikki koma aftur um brekku við olju- vinnuni í framtíðini. ELUR hjá løgmanni - Tú ert ein av forsprákar- num fyri nýggju stýris- skipanarlógini. Er hon ein leiðbeing ella eitt vápn? - Ja, uttan at eg vil rósa mær sjálvari, so var tað eg, sum tók stig til, at vit fóru undir stýrisskipanarlógina. Hon er karmur og amboð, sum politikarnir skulu stýra við. Stýrisskipanarlógin er vápnið, sum tryggjar at vit hava demokratiska skipan í framtíðini. - Vit hava við nýggju skipanarlógini fingið reglur og lóggávu sum greitt siga, hvat hvør ger, og hvør hevur åbyrgd. - Við hesi lóg $leppa vit undan teimum "gráu sonu- num“, sum vit higartil hava havt, har eitt mál skal gjøg- num so nógv kompromis, fyri at verða samtykt, at eingin hevur ábyrgdina av tí, tá avtornar. - Nýggja stýrisskipanar- lógin setir krøv til tinglimir- nar, og teir fara helst í fram- tíðini eisini at skriva ná- greiniligari í lógina, hvat teir ætla við henni. - Hinvegin, so fer hetta at tryggja okkum eina greiða lóggávu, sum verður umsit- in eftir tí, sum lóggevarnir hava ætlað. - Stýrisskipanarlógin fekk eisini góða undirtøku á tingi, og tað prógvar, at po- litíkararnir vilja hava greið- ari reglur, sigur løgmaður. Rudda upp í egnum húsi - Nógv varð tosað um sjálv- stýrislóg undir seinasta valstríðnum. Hvat varð av henni? - Tá varð nógv tosað um at broyta heimastýrislógina og at fáa eina sjálvstýrislóg, men tað hevur ikki verið tosað so nógv um í seinast- uni. - Stýrisskipanarlógin er ein fortreyt fyri framtíðar broytingum í viðurskiftu- num millum Danmark og Føroyar. Vit rudda upp í egnum húsi, og fyri at vit kunnu fara úndir at arbeiða fram móti eini sjálvstýris- lóg, um politiskur áhugi er fyri tí í framtíðini. Marita Petersen viðgong- ur, at stýrisskipanarlógin hevur verið hennara hjarta- barn, og at hon er errinav, at hetta arbeiði hevur verið gjørt, meðan hon hevur sitið sum løgmaður. Sjálvsvirðingin á lágum stødi - Tú verður nevnd sum tann, ið varðveiddi lóg og landaskil, umframt at tú vann føroyingum sjálvs- virðingina aftur í samráð- ingunum við donsku stjórnina? T on hevur endurskapi virðingina fyri Feroyum - Nógv hava tosað um, at vit bert skuldu lata bank- arnar fara á húsagang, og at danir kortini høvdu bjargað teimum, um vit ikki gjørdu tað. - Eg haldi hinvegin, atum vit ikki høvdu bjargað bankunum, so hevði sjålvs- virðing okkara ligið á ein- um ógvuliga lágum stødi í dag. Umframt tað, so høvdu danir stýrt her á landi. - So verður tosað um, hvussu ræðuligt tað er fyri okkara eftirkomarar, at skuldarbyrðan er vorðin so stór. Ja, tað er rætt, men hinvegin, um vit bert sleptu okkum upp á fjall, so hevði enn minni verið eftir hjá eft- irkomarum okkara, sigur Marita Petrsen. íðindablaðið (SK Legið fræsii um danir skulu gjalda - Hvat heldur tú um hinar flokkarnar, sum siga, at nú skulu danir akta og krevja frælsi samstundis? - Tað er í lagi, at føroy- ingar vilja frælsi, men tá teir føroysku flokkarnir halda, at danir samstundis skulu gjalda - ja, so haldi eg, at okkurt haltar í teirra huga- heimi. Sambandið sigur t.d., at teir fara at samráðast við danir sum samríkispartnar- ar, men tað heldur løgmad- ur lítið um. - Bert tað, at teir siga tað prógvar, at teir halda lítið um danir, um teir halda, at danir fara at tosa gørvísi við sambandsmenn enn við okkum, sum hava víst dirvi