mikudagur 6. juli 1994síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CNE
Nr. 126 — 6. JULI1994
Síða 9
Hatta verður ein
oyðimarkarferð
Verkamannafylkingin fer til val uttan at hava nakra meining um tey
týdningarmestu viðurskiftini. Harvið hevur hon longu nú útilokað seg
frá politiskari ávirkan
Andrias Hgjgaard hevur
sitið í nevndini fyri Fiski-
mannafelagið í meira enn
20 ár. Og hann hevur
dámað væl formannin, Óla
Jacobsen. ,
Men avgerðina hjá Óla
um at stilla upp til val,
heldur hann sera lítið um.
- Eg havi arbeitt saman
við hesum manni við góðari
samvitsku og opnum kort-
um, og eg haldi at tað hevur
verið eitt gott samtarv. Men
skal Óli nú á eina politiska
oyðimarkarferð, so eri eg
ikki við meir. Og eg haldi
tað vera stórt spell fyri
felagið.
Onga ávirkan
Spurdur hví hann rópar tað
eina »oydimarkarferd«,
sigur Andrias, at Oli jå
onga åvirkan fer at fåa.
- Hann sigur sjålvur at
hann stillar upp uttan-
flokka, at hann onki pro-
gramm hevur, og at hann
fer at atkvøda fyri øllum
góðum uppskotum.
- Og ein maður sum bara
tekur stóðu frá máli til mál,
eini samgongu, har ein
stórri politisk ætlan skal
fylgjast, sigur hann.
Og hann heldur tí, at Oli
longu uppá forhond hevur
útilokað seg frá nakrari
ávirkan sum politikari.
Lenarskurður
Men tað er kortini í einum
máli, Andrias Højgaard ber
koyrikort og dugir
kríatúr,
lummapengar.
Landbúnaðarhjálp
søkist tilgard á norðurvesturlandinum í
Íslandi frå 1. sept.-31. nov. Hevur tú
fært tú gott vistarhald og
Skriva ella ring til: Knútur A. Oskars-
son, Osar, 531 Hvannstangi, Island.
TIf./Fax. 354 5 12678
Højgaard: Ingeborg og Óli
verða brúkt av teimum borgarligu
ótta fyri, at Óli fer at åvirka.
- Bæði Óli Jacobsen og
Ingeborg Vinther arbeiddu
á mánaðvís í loyndum við at
skriva álitið Karmar fyri
føroyskari vinnu. Og har
hava tey skrivað undir eina
ætlan, sum heilt greitt ber í
sær stóran lønamidur-
skurð.
Tá Andrias sigur at tey
hava arbeitt við hesum >í
loyndum«, so sipar hann til,
tú at umgangast
Hvíld í Húsavík?
Vikuskiftis — ella styttri ella longri
summarfrí í hugnaligum húsum við øll-
um hentleikum á friðarligari smábygd —
verið so vælkomin til Húsavíkar...
Tlf. 56111, 89311 ella 11280
at nevndin í Fiskimanna-
felagnum einki kendi til
álitið, fyrr enn tað bleiv
útgivið.
Andrias vísir á, at skal
lønin niður við 30%, so fer
inntgkutrygdin hjá fiski-
monnum úr 18.000 kr.
niður í 12.600 kr.
- Hetta er uppá krónutal
tað, sum John Petersen
arbeiddi fyri, tá hann sat í
landsstýrinum. Og haldi tað
vera syndarligt at síggja, at
Óli Jacobsen við hesum
álitinum nú er farin at draga
somu línu, sigur Andrias
Højgaard.
Ingeborg
Eisini Ingeborg hevur víst,
at hon kann fara at stuðla
einum uppskoti um lønar-
skurd, heldur Andrias Høj-
gaard.
- Hon kravdi í síni tíð
trygd uppá 32 tíma arbeiðs-
viku fyri sínar limir á flaka-
virkjunum. Og tað sum
restaði í teimum 32 tímu-
num, skuldi so vera 70% av
lønini,
- Harvið slepti hon
nettupp teimum 30%, sum
sambandið og fólkaflokk-
urin vilja hava lønina lækk-
} aða við, sigur Andrias.
Teir gomlu høvdu øtast
Andrias Højgaard heldur, at
tey fólk sum stovnaðu og
hava lagt nógv arbeiði í at
styrkja fakfeløgini, høvdu
øtast, um tey sóu tað sum nú
hendir.
- Tað er heilt týðiligt, at
teir stóru borgarligu flokk-
arnir brúka hetta til egnan
fyrimun, heldur hann.
- Teir sita við fakfelags-
leiðarunum á knøunum.
Tað, sum átti at verið teirra
mótspæl, er blivið teirra
amboð. Tað er harmiligt -
serliga í tíðum sum hesum,
endar Andrias Højgaard.
Íbúð ella kamar
v/ atgongd til kok, ynskist í Havn.
Bill. mrk. 1048
Opel Ascona B 2.0 S
árg. 76, við sportsfelgum, í hampu-
ligum standi — til sølu fyri 8.000 kr.
TIf. 22364
8-mannafar
við 66 HK Yanmar motori — til sølu um
hóskandi boð fæst.
Tlf. 14678, 84678 og 18214
Nei veitst tú
nú hvat, Helgi
Fossádal
Helgi Fossádal góðkendi
samrøduna, sum stóð í
Sosialinum leygardagin,
áðrenn hon varð prentað
Í Dimmalætting í gjár
skrivar Helgi Fossádal,
at undirritaði >eigur at
referera rætt tá hann setir
spurningar«.
Hann sipar til eina
samrødu vid hann, sum
stóð í Sosialinum leygar-
dagin, og vil geva lesar-
unum (veljarunum!) ta
fatan, at hann er skeivt
endurgivin.
Eg vil tí bara upplýsa,
at tá eg hevði skrivað
samrøduna, ringdi eg til
Helga, og las hana fyri
honum.
Vit tosaðu eitt sindur
aftur og fram, og eftir
ynski frá Helga broytti eg
okkurt, og legði okkurt
afturat.
Og so bað hann meg
bara seta tað í blaðið.
Át hann skal vera
skeivt endurgivin, passar
ikki. - Hann hevur
góðkent hvørt orð í
greinini.
Sjúrður Skaale
Ein heilag kúgv
At tað skal vera javnvág á
fíggjarlógini sýnist í dag at
vera ein heilag kúgv, sum
ongin torir at røra.
Flest gll, bæði einstakling-
ar og politiskir flokkar, eru
samd um, at skatta- og avgj-
aldstrýstið eigur at verða
lækkað, og at tað er neyðugt,
at landið hjálpir til at tryggja
teimum arbeiðsleysu rímilig
koyr.
Men so er ikki semja um
meir, tí hvgrja ferð talan
verður um at lækka skattin
ella at seta arbeiðsloysistr-
yggingina á fíggjarlógina, so
er svarið altíð, at tað ber ikki
til, tí so verður ikkki javnvág
á fíggjarlógini. Teir politisku
flokkarnir kappast ístaðin um
at koma við meir ella minni
veruleikafjarum uppskotum,
um hvussu trupulleikarnir
kunnu loysast.
At tað í meðal yvir eitt
longri tíðarskeið eigur at vera
javnvág á fíggjarlógini er
sjálvandi rætt, men tað er
heilt burturvið at krevja, at
tað skal vera tað hvort eins-
takt ár. Ístaðin eigur tað at
vera so, at tey árini, tá stórt
virksemi er og nógvur pen-
ingur millum fólk, tá eigur t:;
almenna at brúka sum mirist
og hava so stóra uppsparing
sum gjørligt, og hinvegin tey
árini tá lítið og onki virks-
emi er, og peningur trýtur, tá
eigur tað almenna at brúka
pening, t.v.s. at hava hall á
fíggjarlógini.
Vit eru í løtuni í eini djúp-
ari fíggjarligari kreppu, og
einasti peningapolitiski stýr-
ingsmøguleiki vit hava, so
sum ríkisrættarliga stóða ok-
kara er, er yvir fíggjarlógina.
Tí eiga vit í komandi samr-
áðingum við danir at hava
sum eitt ófrávíkiligt høvuds-
krav, at teir góðtaka, at fíggj-
arlógin fyri 1995 ikki nýt-
ist at javnviga, so rúm verð-
ur fyri bæði skattalækkan og
arbeiðsloysisstuðli. Tingin-
garnar eiga tí at snúgva seg
um, hvussu stórt hallið skal
vera, og hvussu tað verður
fíggjað, men høvudskravid
mugu vit halda fast við, tí
annars verður ikki livandi hjá
nøkrum í Føroyum.
Elin i Jákupsstovu
Kvinnuhúsið |
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
hósdag frå kl. 19.00—21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarda 2, efla á tif. 17200. :
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frá kl.
14.30-16.30. Teiefonin, 17200, svarar hvenn dag
frá kl. 14.30—7.00 á morgni.