Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 126 — 6. JULI1994 ens Helgi Toftum, fiskivinnufróðingur: Brúkið ik toskin sum valagn! Tad er spell fyri ikki at siga ræduligt, um politikararnir gera álvara av at brúka toskin sum valagn. Í núverandi stóðu er tað tvingandi neyðugt við eini kvotaskipan. Uttan mun til hvørjar loysnir vórðu settar í verk fyri at koma burtur úr kreppuni, so høvdu tær rakt onkunstaðni. Ein skipan við umsetiligum kvotum hevur sínar veikleikar og vansar, men samanborið við allar aðrar møguleikar at regulera, so er hetta tann frægasta loysnin sigur Jens Helgi Toftum, fiskivinnufrødingur. Hann arbeiðir í løtuni við eini uppgávu á Fróðskapar- setrinum. Hon er um fiskivinnureguleringar við atliti við búskaparligu vidurskiftini í Føroyum. Sosialurin hevur tosað vid hann. (Henda samrøda varð gjórd fyri umleið einum mánað síðani, men er ikki minni aktuell fyri tað, blaðm.) Jens Helgi Toftum hevur útbúgving sum fiskivinnu- frødingur frå lærda hå- skúlanum í Tromsø í Nor- egi. Fyri einum hálvum ári síðani fekk Fróðskapar- setrið eina hálva millión kr. í gávu frá Sjóvinnu- bankanum og gjørdi stovnurin av at lata peningin fara samfelagsliga fiski- vinnugransking. Avgjørt varð at lata teir til Jens Helga Toftum, sum ar- beiðir við eini verkætlan viðvíkjandi fiskiveiðiregu- leringum undir Føroyum út frá einum búskap- arligum sjónarvinkli. Tvey spennandi projekt aftrat Umframt hesi verkætlan arbeiðir Jens Helgi eisini við tveimum gðrum pro- jektum. Harímillum eitt norðurlendskt, sum snýr seg um fiskariregulering, markndarvidurskifti og møguleikarnar hjá økjun- um í Norðurlondum at viðgera fisk. Jens Helgi vísir á, at gongdin er tann, at vit eisini við fiskahandli fáa eina globalisering eins og við ødrum handli. Síðani múrurin rapaði hevur tað ikki so stóran týdning longur at hava fiskin í tínum egna øki. Tað verða onnur viður- skifti, sum gera seg gald- andi, eitt nú at fiskurin verður seldur til hægst- bjóðandi. Gongdin í Føroyum síð- ani skipini eru vorðin meira leys av virkjunum, er eisini tann, at útboð og eftirspurningur koma at hava meiri týdning enn onnur viðurskifti. Eisini kannar Jens Helgi tær bygnaðarbroytingar, sum henda á marknaðin- um. Tær seta stórri krøv til okkum. Tá tú hevur stórri eindir á keypara- síðuni krevst, at tú hevur eitt mótspæl á seljara- síðuni. Uppá fyrispurning um tað er fyrimunur at hava stórar fyritøkur sum Fiskavirking sigur Jens Helgi, at tað er ein fyrimunur at hava stórar eindir at arbeiða úteftir, men tað nýtist ikki at merkja, at tú hevur stórri virki. Tú kanst skipa teg við smærri sjålvstødugum eindum, har tú hevur ávíst samstarv millum virkini. Jens Helgi Toftum ar- beiðir so eisini við einum norskum projekti, sum snýr seg um gongdina í londum við fiskivinnu, har tú fær eina liberalisering av øllum fiskahandli. Hann sigur, at hesi bædi projektini hava tydning fyri høvudsverkætlanina, sum snyr seg um fiski- veidireguleringar vid ser- ligum atliti til tann bú- skparliga partin. Hann hevur sett góð tvey ár av til uppgávuna. Fiskivinna og marrknaðarkreftir Men hvgrjar tankar hevur fiskivinnufrødingurin Jens Helgi Toftum gjørt sær av støduni í Føroyum í dag og gongdini í fiski- vinnuni! Hann sigur, at medan vit fyrr hava havt eina vinnu, sum hevur verid sera bundin at landskassanum, hava vit fingið eina vinnu, sum byggir á marknaðarlig sjónarmið. Men í einum landi, har fiskivinnan er eitt og alt, er tað ein spurningur, um ein bara uttan nakað kann yvirláta fiskivinnupoli- tikkin til marknaðin. Spurningurin er um ein ikki eigur at vera eitt sindur varin við at lata marknaðin stýra ov nógv. Í einum landi sum Føroyum, har fiskivinnan hevur so stóran tydning, er tað týdningarmikið, at fiskivinnupolitikkur verð- ur nationalur og felags politikkur. Tidindabladid CH Jens Helgi Toftum: -Tad er burturvið at siga, at kreppan er íkomin eftir 6. oktober ella í sambandi vid at vit hava fingið umsetiligar kvotur. Orsøkina til kreppuna skulu vit leita eftir 10-15 ár afturi í tíðini. mynd kalmar Tað, sum út frá einum vinnubúskaparligum sjón- armiði, sýnist at vera skilagott, nýtist ikki at vera skilagott fyri sam- felagið. Hann vísir annars á, at eitt samfelag í slíkari stóðu tolir ikki so knapp- ligar broytingar. Tað má ganga ein tid til vinnan kann laga seg til broyttar umstødur. Kvotur neydugar Jens Helgi heldur, at tær umsetiligur kvoturnar eru komnar ov knappliga. Orðaskiftið undan kvot- unum hevur verið ov lítið. Ein so týðandi broyting merkir nevniliga, at tú fær eina yvirgongd frá fríum fiskiskapi til fiskiskap, sum er avmarkaður við kvotum. Onnur lond hava havt eina meira glíðandi gongd fyrst við heildarkvotum og eru síðani kanska farin yvir til skipaðar kvotur og gera tær umsetiligar, meðan føroyingar eru farnir frå ongum kvotum beinleiðis til umsetiligar kvotur. -Hvat heldur tå um, at tað m.a. eru danir, sum hava álagt okkum at áseta kvotur - hava teir nóg gott innlit í føroysk viðurskifti at gera hetta? -Uttan mun til hverjar loysnir ein hevði sett í verk fyri at koma burtur úr kreppuni, so hevði tað rakt meint onkunstaðni. Ein skipan við umseti- ligum kvotum hevur sínar veikleikar og vansar, men samanumtikið haldi eg, samanborið við allar aðrar møgulcikar at regulera, so er hetta tann frægasta loysnin. Her tekur tú hædd fyri bæði ti biologisku síðuni, tvs. at tú kanst avmarka fiskiskapin, og síðani ti búskaparligu síðuni, so- leiðis at tú fær tillagad vinnuna til fiskastovnar- nar. Burturvið men -Nú er tú granskari. Ein kann siga, at tú kannar samtíðarfiskivinnusøgu. Hvussu kennir tú tað, sum fer fram í løtuni, kundi nógv verið gjørt ødrvisi? -Sæð úr einum gransk- ingarsjónarmiði, so er tað sum fyrigongu heilt burt- urvið. Men ein skilir stød- una. Landið er í eini ál- varsligari kreppu. Vit hava mist allan sjálvsavgerðarrætt bæði politiskan og búskaparligan, so ein skil- ir, hví avgerðirnar eru sum tær eru. Men tað er nógv, sum ein ikki skilur. Av tí politiska orða- skiftinum hevur ein varhugan av, at kreppan er íkomin knappliga. Hon er komin í 90-unum. Men tað, sum er hent, er, at fiskiskapurin er minkaður niður í einki og síðani eru fiskaprísirnir lækkaðir munandi. Tað er tað, sum hevur gjørt, at kreppan hevur tikid dyk á seg. Men skulu vit leita eftir veruligu orsøkini til kreppuna, so mugu vit fara longur aftur í tíðina. -Hvussu langt? -Kanska eini 10-15 ár, tá ein byrjaði at geva studning sum eitt stýr- ingsamboð í fiskivinnuni. Summi vilja gera tað úl, at kreppan í fiskivinnuna er komin aftaná 6. oktober 1992 ella í sambandi við at vit hava fingið um- setiligar kvotur. Tað haldi eg er heilt burturvið at siga. Jens Helgi Toftum sig- ur, at hóast peninga- og kreditpolitkkurin í 80-un- um hevði við sær, at vinn- an gjørdist sera viðbrekin, so er ikki vist, at ein ødr- vísi politikkur í 80-unum hevði gjørt, at vit sluppu undan kreppuni.