Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søstalurin | Nr. 126 — 6. JULI1994 Síða 11 -Mén tað hevði borið til at funnið loysnir tá, so- leiðis at kreppan ikki gjørdist so ógvuslig. -Tá nú vit sjálvi ikki hava dugað nóg væl at húsast er tað so ein enn stórri vanlukka at verða stýrdir av dønum í mong- um av stórmálunum? -Út frá tí, sum hendi í 80-unum, har vit fingu eina sera stóra skuld í øll- um samfelagnum, so kann ein siga, at tað er ikki so løgid, at tað nú eru aðrir, sum stýra - hava tað síðsta orðið at siga í politikk- inum. Tilmæli og veiða Vit spurdu Jens Helga hvat hann hevur at siga til seinastu tilmælini frá Ices, til gongdina í fiskiskap- inum undir Føroyum og orðaskiftið, sum hevur verið í kjalarvørrinum á hesum! Jens Helgi Toftum roknar ikki við, at tað er av tilvild, at botnfiski- skapurin undir Føroyum er minkaður frå 85 ul í dag úr 125.000 tonsum niður í góð 40.000 tons. Tað er ikki bara náttúran, sum hevur spælt okkum eitt "puss". Hetta vitnar um ein miseydnaðan fiski- vinnupolitikk. Hann sigur annars, at ein skipan við umsetil- igum kvotum loysir onga kreppu í sær sjálvum. Endamálið er at fáa nakað burtur úr upp á longri sikt. Tú sær nevniliga ikki vinningin beinanvegin við kvotum. -At vinnan er illa fyri ger, at trýstið á at fáa hækkað kvoturnar eru øgiligt. Men at hækka kvoturnar, nú fiskifrød- ingar mæla til varsemi, loysir onga kreppu. Fiskivinnufrødingurin heldur tað vera stórt spell fyri ikki at siga ræðuligt, nú tað er valár, um menn fara at brúka toskin sum valagn. -Tá summi mæla til, at vit skulu avtaka kvota- skipanina og heldur fara yvir til ta gomlu skipanina við friðaðum leiðum, sum vit gjørdu gjøgnum øll 80- ini, so eri eg heilt Ó- samdur. Skal tú leita eftir or- søkunum til kreppuna, so eru 80-ini ein orsøkin. Og til tey, sum mæla til, at ein skal venda aftur til líkn- andi skipanir, haldi eg gongdin í seinastuni hevur nakað annað at siga teimum. Mugu hava kvotur Jens Helgi Toftum er sannførdur um, at vit í núverandi stóðu eiga at royna eina kvotaskipan. Vit hava einki annað val. Uttan mun til hvat slag av skipan ella reguler- ingum talan er um, so er tað so, at tú sær íkki ágóðan av tí beinanvegin. Nú eru bert farnir nakrir fáir mánaðir, síðani vit fingu skipanina. Tað er ti heilt burturvið at geva skipanina skylduna fyri, at tað gongur illa. Jens Helgi heldur tað eisini vera skeivt at sam- anbera við ES, tá tosað verður um ringar royndir av kvotaskipanum. -Ein høvudsorsøkin til at stovnarnir í Norðsjón- um eru illa fyri er tann, at teir har brúka kvotuna fyri at loysa politiskar trupulleikar í Bruxelles. Í íslandi hevur tú eisini sæð somu gongd gjøgnum øll 80-ini. Meðan fiski- frødingar hava mælt til eitt, so hava politikararnir bara sett kvotuna munandi hægri. Jens Helgi Toftum sigur annars, at tað ber heldur ikki til bara at fylgja øll- um kvotaásetingum frá Ices. -Tað er ikki bara ein spurningur um biologiskt skil, tað er eisini eitt sam- felag, sum skal liva av fiskiskapi, sum málið snýr seg um. -Men hvat nú um einki er at fiska? -Tað er sjálvandi ein góður spurningur. Men tað er ikki antin ella. Tað er meira bæði og. Nú eri eg ikki biologur burturav, so eg skal vera varin. -Men hvat er forsvarligt at gera? -Allur fiskivinnupolit- ikkur snýr seg um at gera neyðsemjur millum parta- rnar. Og so verður helst eisini í hesum førinum. Jens Helgi Toftum sigur, at neyvan verður sett í verk nakað fullkomið bann móti toskafiskiskapi undir Føroyum, hóast hetta verður tilmælt av eitt nú Ices. Men høvudsav- markingin verdur so hon, sum sjálv náttúran setir í verk. Uppá fyrispurning um andstødan til fiskifrød- ingar frå bædi politikarum og fiskimonnum er 6- rimulig og vandamikil sig- ur Jens Helgi Toftum, at ein eisini væl skilir bæði fiskimenn og politikarar, tí stóðan er so mikið ál- varslig. Finna loysnir -Kemur ein politikari til tín og biðjur teg um góð ráð, nú tú arbeiðir við bæði reguleringum og búskapi, hvat hevur tú tá at siga honum? -Tað er ein stórur spurningur. Sæð út frá einum búskaparligum og biologiskum sjónarmiði, so hevði tað verið ræt at hildið seg til úlmælini frá Ices og síðani bíðað til fiskastovnarnar høvdu bygt seg upp aftur. Men út frá einum samfelagsligum sjónarmiði trúgvi eg ikki, at tað ber til. Jens Helge Toftum við- gongur, at tað er ikki nøk- ur løtt uppgávu hjá okkara politikarum at taka stóðu til fiskivinnumål, men tað er so teirra arbeiði at finna loysnir. -Stødan er so mikið ál- varslig, at uttan mun til hvat tú gert, so fara av- gerðirnar at raka meint. Tær loysnir tú setir í verk mugu vera kreppuloysnir, og kreppuloysnir eru ikki nakað varandi. Men ein skipan við umsetiligum kvotum er ikki ein kreppuloysn. Tað er har- afturímóti ein loysn, sum gongur eitt sindur longur fram í tíðina. -Hvat heldur ti um umsetiligu kvoturnar? -Eg kann bert siga, at nógvar av teimum loysn- um, sum eru komnar eru ein náttúrlig avleiðing av tí rikna fiskivinnupolitikk- inum frå 80-unum. Her er fyrst og fremst talan um kreditorloysnir, tvs. at tað eru ikki loysnir, sum ser- liga verda gjørdar vid atliti til føroyska sam- felagið. Jens Helgi Toftum ber ótta fyri, at tað verður torført at fáa nakrar loysn- ir at virka, tí tær avgerðir, sum vórðu tiknar fyrst í 90-unum, gjørdu, at vinnan bleiv útihýst frå allari almennari ávirkan. Hetta við at kvetta á stokkinum við at útihúsa vinnuni frá allari ávirkan merkir, at tað verður torført at reka fiskivinnupolitikk, tí ein fortreyt fyri at fåa hann at virka eftir ætlan er, at vinnan er vid. Henda uppgåva hevur leingi verd gloymd av føroyskum myndugleik- um. Vandi er fyri, at fiski- vinnan verður í so nógv lógarfikserað. M.a. hava vit sæð, at einasta stað har myndugleikar og vinnan mótast, er í rættinum. ens Helgi Totum iskivinnufrødingur: Liberalistisk marknadar- skipan lítið gagnlig fyri Føroyar! -Eg seti eitt stórt spurnartekin vid, um tað er gagnligt fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar, sum bert livir av eini vinnu, at liva eftir liberalistiskari marknaðarskip- an. Tað ber ikki til at lata marknaðar- kreftirnar sleppa at stýra týðandi pørtum av fiskivinnupolitikkinum. Tá fiskivinnan hevur so stóran týdning, so má tað al- menna hava eitt avgerðandi orð at siga heldur Jens Helgi Toftum, fiskivinnu- frødingur. Bert ein vinna Jens Helgi sigur, at tå tå hevur eitt samfelag, sum er sera bundið at útflutn- ingi og sum hvílir á eini vinnu, so hevur tað stóran týdning, at fiskivinnupoli- tikkurin og búskaparpoli- tikkurin, sum jú eru eitt og tað sama, er nationalur, felags. Jens Helgi setir tí spurnartekin við, um tað er gagnligt fyri eitt lítið samfelag sum Føroyar at liva eftir liberlistiskari marknaðarskipan. -Ég ivist í tí, uttan at hava kannað tað. Hann heldur ikki, at tað ber til at lata marknað- arkreftirnar stýra týðandi pørtum av fiskivinnupolit- ikkinum. Tå fiskivinnan hevur so stóran tydning, so má tað almenna hava eitt avgerandi orð at siga í avgerandi spurningum. -Nú er val fyri durum. Hvat heldur tú átti at havt mest at siga Í valstríðnum? -Valstríðið higartil um at hækka kvotur vitnar um, at tað er løtuvinning- urin, sum stendur frammaliga. Tað, sum er umráðandi, er at hugsa longur fram. Hvussu vit klára tíðina, meðan vit byggja fiskistovnarnar upp. Hvat gera vit komandi fimm årini, nå vit skulu byggja stovnarnar upp. Ut frå ålitinum frå Bygnad- arnevndinni åtti tad at stadid sera frammaliga. Tølini fyri toskafiski- skapin frå 85 visa, at tað galið við stovninum. Tað er ikki rætt at hækka kvot- urnar, og tað er órealistiskt at fyglja tilmælinum frá Ices, skilt á tann hátt, at tað í síðsta enda eru politikararnir sum skulu taka stóðu til hetta mál. Endamálið við kvotum er annars ikki bara at byggja stovnarnar upp aftur. Tað er eisini at fáa eina langatíðarjavnvág, so tú fær javnari úrslit ár fyri ár. Færri arbeiðspláss -Men sum stóðan sær út í løtuni, klára vit tá at liva víðari við verandi kvot- um? -Ja, men tað verður ein ødrvisi fiskvinna enn í 80- unum. Eg haldi vit mugu síggja í eyguni, at tað verður ikki grundarlag fyri líka nógvum arbeiðspláss- um í eini komandi fiski- vinnu bæði á sjógvi og á landi. Hetta síggja vit alla aðrstaðni. Jens Helgi Toftum sær annars eina komandi oljuvinnu sum ein góðan útvikling, tí eitt land, sum bara hevur eina vinnu at líta á er sera viðbrekið. Hevur tú harafturímóti fleiri bein at standa á, so er hetta gott. jan