mikudagur 6. juli 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 126 —6. JULI1994 Tíðindablaðið { sostalurin )
Hendrik Old, skipari og løgtingsmadur:
Oljuvinnan kann
fáa stóran tydning
fyri Suduroynna
Amerikanska seismikk-
skipið Sea Star arbeiðir nú
sunnan fyri Føroyar. Sosi-
alurin hevur frætt, at tað
hevur gingið væl higartil
ikki minst orsakað av ti
góða veðrinum. Annars
hava teir á Sea Star eisini
gjørt kanningar á Loprans-
firði. Hesar kanningar
vórðu gjørdar stutt eftir, at
skipið kom til Føroya.
Ein av teimum, sum
nýtti høvi at vitja umborð
á Sea Star, meðan tað
gjørdi kanningar á
Lopransfirði og annars
vitjaði á Vági var Henrik
Old, skipari og løgtings-
maður. Hann var umborð í
einar fimm tímar, meðan
teir skutu seismikk inn
eftir og úteftir Loprans-
firði.
Henrik Old sigur við
Sosialin, at hann varð sera
væl móttikin umborð og
har fekk hann alt at vita
um arbeiðið, kanningarnar
og um verkætlanina ann-
ars.
-Eg kann bert siga, at
her er ikki talan um at
krógva nakað. Teir vóru
sera blíðir umborð og
svaraðu eisini øllum teim-
um spurningum eg hevði.
Eg varð vístur runt í
hverjum króki av skip-
inum, bæði á brúnni, í tí
stóra teldurúminum og
niðri á arbeiðsdekkinum,
har teir skutu við luft-
kanónum.
Til gagn fyri
okkum øll
Henrik Old, sum alt sítt
lív hevur arbeitt á sjónum,
vónar, at tað fer at bera til
Sea Star á Lopransfirði
at fáa eina nýggja vinnu,
soleiðis at samfelagið ikki
bara verður bundið at
fiskivinnuni. Hann ivast
ikki longur i, at okkurt er i
undirgrundini, sum kann
fara at vera til gagn fyri
okkum øll.
Og hann dylur ikki
fyri, at verdur olja funnin
sunnan fyri, so verður tað
kanska fyrst og fremst
Suðuroyggin, sum fer at
koma í fokus. -Vit liggja
væl fyri í so máta, men
tað er greitt, at vit mugu
eisini ansa eftir, at henda
nýggja vinnan ikki heilt
tekur yvirhond, soleiðis at
skilja, at øll onnur virði
detta niðurfyri.
Henrik Old ivast ikki i,
at føroyingar fara at vera
fiskimenn f framtidini
eisini, men harfyri er tad
bara gott, at vit fåa fleiri
bein at standa å. Hann
minnist annars, hvussu tað
var í Hetlandi, áðrenn
oljan kom. Við hesum í
huga kann hann eisini
ímynd sær gongdina í
Føroyum og serliga í
Suðuroynni í framtíðini.
Hann fegnast annars
um, at føroyingar longu
hava fingið arbeiði um-
borð á seismikkskipinum.
Henrik Old úti á brúgvavonginum á Sea Star á Lopransfirði
Hetta vísir bara, at vit so
smátt eru farnir inn í hesa
vinnu.
Henrik Old hevur í
arbeiði sínum í Norð-
sjónum eisini nógvan
Ein av mafingini vísir Henrikii trumluna vid tí langa kaðalinum
kennskap til oljuvinnuna
har. Hann sigur, at nógv er
broytt og í dag er
oljuvirksemið íkki til
sama ampa fyri
fiskivinnuni, sum tað var í
Cc
byrjanini.
Tó heldur hann, at vit
føroyingar eiga at vera
sera varnir, tá tað snýr seg
um at menna eina fram-
leiðslu, soleiðis at hon
ikki fer at skaða
umhvervið. Hann vísir við
hesum til stóra arbeiði hjá
oljurådleggingarnevndini,
og vónar hann, at henda
nevndin saman við fyri-
}
N
i
Låarvegur 14
| A DC-Heisotan
Tórshavm-- Tlf 15828
ARBEIÐSHANDSKAR
til ølt endamál — bæði á sjógvi og landi
sitingini fer at megna at
stýra gongdini.
-Eg haldi eisini, at tað
er sera týdningarmikið, at
tað eru ábyrgdarflokkar,
sum stýra hesi vinnu í
Tinganesi. Sjálvur haldi
eg, at Marita Petersen,
løgmaður hevur víst stórt
hegni og skil í tí, sum
higartil er farið fram.
Henrik Old heldur eis-
ini, at vit kunnu fáa nógv
burtur úr teimum hjávinn-
um, sum koma í kjalar-
vørrinum á eini oljuvinnu
Her hugsar hann íkki
minst um skipasmiðjumar,
og nú tá góð skipasmiðja
er í Vági og teir hava
nógv gott fólk, so kann
tað koma at skapa nógv
virksemi har á plássinum.
-Vit síggja tað longu
nú. Skipið, sum hevur
verið við bryggju í Vági,
er eisini við at birta upp-
undir virksemi í sambandi
við havnagjald, keyp av
provianti, ferðing og
gisting osfr.
Henrik Old vónar, at
tað fer at ganga teimum á
Sea Star væl og ynskir
teimum góða eydnu við
arbeiðinum.
jan
myndir Rógvi Johansen
Fax 15893