Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið 577) Sudurovingar - haldid nu tørn Suduroyingar! Latid okkum ikki ørkymlast av hesum nógvu, sum bjóða tykkum alt millum himmal og jórð. Haldið fast um tann politikk, sum hevur gjórt okkum til tað, vit eru. Ein at- kvøda fyri javnaðarflokkinum er ein atkvøda fyri Suðuroynni skrivar Jóannes Eidesgaard, lands- stýrismaður og valevni fyri javnaðarflokkin í Suðuroynni Nú tá ið valstríðið er av fyri hesu ferð, kann tað vera skilagott at taka samanum. Hóast talið av valevnum ongantíð hevur verið so stórt, so má sigast, at boðini uppá framtíðarpolitikkin ongantíð hava verið færri. Kristiligi fólkaflokkurin roynir seg í besta 80'ara stíli við einari ørgrynnu av gll- um tí, teir vilja gera. Leys- liga mett, so skal fíggjar- lógin upp á millum 4 og 5 milliardir kr., um vit seta pris á risalitsøluna hjá Niels Paula Danielsen í útvarpin- um. At hesir somu so eisini tosa um reinførid og týdn- ingin av at halda lógir og reglur, ger grskapin full- komnan. Teir skuldu verið teir seinastu. Miðflokkurin hinvegin er eitt sindur snildari. Hóast báðir hesir flokkar hava tik- ið patent uppá Várharra, so brúkar miðflokkurin nakað so ókristiligt sum at taka frá ødrum. Burtur úr virkis- skránni hjá javnaðarflokk- inum bjóða teir nøkur av okkara stríðsmálum fram, sum vit sjálvir, orsakað av båskaparstøduni, ikki hava ráð til sum er. Hetta tekur miðflokkurin ikki so tungt, tí tað fíggjarliga mugu aðrir taka sær av. Verkamannafylkingin bjóða seg fram uttan at hava nakað boð uppá, hvussu tey vilja loysa dagsins truplu mál. Teirra mål er ein heyndaratgerð móti javn- aðarflokkinum, kosta, hvat tað kosta vil. Blindað av hesi hevndaratgerð hava tey selt sína fakfelagssál til teir borgarligu og arbeiðsgev- ararnar. Tað gleðir meg, at fakfe- lagsrørslan ikki tekur undir við lønarlækking, og vit bjóða tykkum okkara soli- dariska stuðul. Men at tvey av stavnafólkunum eru far- in í borgarliga leypin við at geva sína tilsøgn um lønar- lækking í ålitinum >Karmar fyri føroyskari vinnu« verð- ur teirra sak. Tað skaðar meira tey enn javnaðar- flokkin. Vit vilja saman við fakfeløgunum tóna reint flagg. Teirra hóreiggjan í stýrin- um fyri ALS avdúkar po- litisku stevnuna. Hesir sess- ir hava verið brúktir sum politiskt jarnbrot. Fólkaflokkurin = hevur eittans boð uppá framtíðina, og tað er lønarlækking við 40%, við eini afturbering uppá 28% av skattinum til arbeiðsgevaran. Hetta yvir- raskar okkum ikki, tí hetta er fólkaflokspolitikkur. At fylgjan av hesum so verður, at allar kommunur í Føroy- um fara á heysin og í sein- asta enda landskassin, er ikki komið teimum til hugs. Málið er enn einaferð at bjarga arbeiðsgevarunum. Sambandsflokkurin hev- ur umframt ES-limaskap eisini sum stevnu eina mun- andi skerjing av almanna sektorinum. Hetta kennir hvørt mansbarn fylgjurnar av. Løgid kortini, at teir ikki høvdu ein politikk, nú velj- arakanningarnar vóru teim- um so blíðar. 17. august er fyri flestu andstøduflokkar ein mag- iskur dagur. Mær tykir, at fleiri teirra halda, di hetta er dagurin, tá ið Mogens Lykketoft í nissuklæðum fer at forbarma seg yvir >de stakkels fattige folk ud i Færø« og burtur úr posan- um fer at geva okkum milj- ard aftan å miljard. Nei, ålvaratos! Góðu suðuroyingar. Ikki er tað uttan grund, at javn- aðarflokkurin er størsti flokkur í oynni. Hann hevur áhaldandi síðan 1928 barst fyri okkara áhugamálum. Nú vit hava sitið til róðurs í hesi krepputíð, hava vit, hóast alt, megnað at varð- veitt virðini. Nú er tikið upp, nú er stødid lagt, og vit bjóða okkum fram til at byggja landið víðari fram á leiðini. Suðuroyingar! Latið okk- um ikki ørkymlast av hes- um nógvu, sum bjóða tykk- um alt ímillum himmal og jørd. Haldið fast um tann politikk, sum hevur. gjørt okkum til tað, vit eru. Ein atkvøda fyri javnaðarflokk- inum er ein atkvøda fyri Suðuroynni. Javnaðarflokkurin er framvegis besta boðið uppá framtíðina. Gott val! Jóannes Eidesgaard, valevni javnaðarfloksins í Suðuroy Nr. 126 — 6. JULI1994