Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 14

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 1 EN Að BYR þetti Nr. 126 — 6. JULI1994 Tíðindablaðið (SK Teir borgarligu siga, teir fara at betra kappingarfórið, tá teir koma til. Hetta skal gerast við at teir vid lóg lækka allar lønir 40%, og lækka skattin »samsvarandi«, hvat tað so enn vil siga, skrivar Eyð- ólv Dimon m.a. Í sjálvum sær er hetta onki nýtt: teir royna enn einaferð atleggja alla ábyrgd frá sær. Hesaferð er tað stættin av meira og minni dugnaligum virkisleiðarum, sum skal fríkennast, meðan øll á- byrgd fyri vánaliga kapp- ingarførid hjá vinnuni verð- ur løgd á løntakaran. Hvussu lækka vit vinningsbyti 40%? Tad er ein sannroynd, at tad er lætt at hava eftirlit vid sáttmálabundnum lónum, meðan tað er ómgguligt at hava eftirlit við lønum hjá stjórum og ødrum leiðarum, fyri slett ikki at tala um, at vit onki sum helst eftirlit hava vid, hvønn vinning teir å annan hått taka sær ur vinnuvirkjunum (og minst til: vit hava øll goldid fyri tey flestu!) Tí er tað eisini eyðvitað, at »lønarnidur- skurdur fyri øll« er lønar- nidurskurdur fyri øll okk- um vanligu lønmåttakarar, men ikki fyri teir, sum å køkuni sita. Eitt rått stætta- samfelag Sosialurin hevdi fyri kort- um eina grein um, hvussu New Zealand nú er blivið eitt rátt stættasamfelag, júst tí at borgarliga stjórnin har hevur framt Jlønarnidur- skurð, sum skuldi eitast at verða vigaður upp av 7. juli skattalækking. Pensionist- ar, arbeiðsleys og onnur, ið ikki eru ilønandi vinnu, líða beinleiðis neyð, og eisini millum tey, sum eru í vinnu, er munurin á ríkum og fá- tækum himmalrópandi. Nú er vanligt at savna gamlan mat inn til tey få- tæku har! New Zealand gloymt tey veiku Teir borgarligu lokka við, at so nógv fara at koma í ar- beidi av ti at kappingarførid batnar so nógv, at lands- kassin kortini ikki kemur at verða við sviðið sod. Hvussu ber tað so til, at New Zealand ongantíð fekk ráð at taka sær av teimum veiku í samfelagnum aftur? — Eitt gott fólk Vit hava eitt gott fólk, eitt vælútbúgvið fólk, ið ferð eftir ferð hevur víst, at tey eru fús at fara hgar, vinnu- møguleikar eru. Tey eru al- tíð til reiðar at smoyggja ermarnar upp, og tey eru eftirspurd sum arbeiðsmegi allastaðni. — Hví skulu tey finna seg í at fáa so nógv minni ign enn tey í granna- londum okkara? Tey eru tolin, men halda teir borgar- ligu tey eru reinar rukkur? ALS-útgjaldið lækkast 40% Bara hugsa um hvussu landið liggur í dag: tey ar- beiðsleysu flýggja undan 67% í arbeiðsloysistuðuli, men hvgr kemur at verða eftir, tá tey, sum eru í vinnu, fáa 60% og tey arbeiðsleys u fáa 67 prosent av 60 pro- sentum? Syndarligt at Óli og Inge- borg hava skrivað undir skemdarætlanina, so tey ikki longur hava frælsi at ávara móti lønarlækking- ini, skrivar Eyðólv Dimon m.a. Pensjónirnar lækkast 40% Longu sum er hava pension istar nógv betri kor í Dan- mark enn her, men hvyssu skal eitt pensionistapar yvirhøvur kunnað liva, um tey bert hava 60% av 7496 kr., tað er 4498 krónur um mánaðin til bæði at liva av Hugsið tykkum for ólukkan um: ongin fólkapensionist- ur hevur nakrantíð goldið nær námindi so nógv í skatti, hvussu kunnu tey so vinna tað inn aftur í skatta- lætta? Latið tykkum ikki lumpa Nei, latið tykkum ikki lumpa. Tey, sum hava, teimum skal verða givið, og teimum, sum onki hava, teimum skal verða tikið frå --eisini tað sindrið, tey hava. Hetta er tað, tað snýr seg um og onki annað. Men hvussu so við teim- um fáu, sum verða eftir? Hvussu verður tað her í mun til í New Zealandi? New Zealand ríkt Sammett við Føroyar er New Zealand eitt ríkt land. Fyrst og fremst tí at veður- latið er lýggjari, so at neyv- an nakra aðrastaðni í verðini eru náttúrugivnu umstødur- nar fyri at reka landbúnað betri enn júst har. Húsdjór- ini kunnu ganga úti árið r unt, og til ber at dyrka allar hugsandi avgrødir. Haraft- urat eru teir onki verri fyri enn Noreg hvat vatnorku viðvíkur, og teir hava fitt av eitt nú maskinídnaði. Olju- reinsiverk hava teir eisini. Hóast prísirnir fullu Hetta vil siga, at tá teir settu lønimar niður á New Zea- landi, fall prisurin å flestu neydsynjarvørum (serliga mati og orku) samsvarandi, men kortini bleiv landið til eitt rátt stættasamfelag, har mong liva í armóð. Hvussu man tað so ikki fara at ganga við okkum? Hvussu lækka vit prísirnar? Ætla teir borgarligu, at ES fer at selja okkum bíligari matvørur, tí at vit hava verið so kúbýtt at seta lanirnar | niður, ella munnu norð- | menn fara at selja okkum | oljuna 40% bíligari í berum | bróðurkærleika? skulu vit fáa klæðini 40% bíligari. Nei, eitt er púra vist: bar lønarnidurskurdurin få- tækradømi vid sær i einum so náttúruríkum landi sum New Zealandi, so koma vit at liva í størstu armóð og neyð í Føroyum, um teir borgarligu sleppa framat við óhugnaligu patentloysn síni. Verja ikki maktbólkar Javnadarflokkurin er og hevur altíð verið tann flokk- urin, sum vil verja tey veik- astu í samfelagnum móti á- gangi. Javnadarflokkurin er heldur ikki bundin at røkja áhugamálini hjá ávísum maktbólkum, og stendur tí fríur at síggja samfelagið í síni heild, soleiðis sum teir veruliga eru. Tí er javnaðarflokkurin hart ímóti hesi vitleysu, eirindaleysu ætlan teirra borgarligu og vit fara at gera alt fyri at forða hesi vanlukku. Hesum kanst tú hjálpa okkum við hósdagin. Ingeborg og Óli stuðla skemdar- ætlanini Bert syndarligt, at fleiri teirra, sum í mong ár saman við — javnadarflokkinum hava verið høvudsålitid hjá arbeiðandi fólkinum, hava latið seg tøla til at skriva undir uppáeina frágreiðing, so tey ikki longur hava frælsi til at hjálpa okkum at ávara móti hesi skemdar- ætlan. — Men nú hava tey jú onnur áhugamál — aðrar ambitiónir — at verja og fremja! Eyðólv Dimon, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy Hvagani | Summi vilja loysa okkara kreppu við at loysa frá Dan- mark. Hetta er ikki ein bein loysn. Meira enn nakrantíð hava vit brúk fyri samar- beiði, og einki er natúrligari enn tað, at vit samarbeiða við tað landið, sum vit hava verið í ríki saman við í 614 ár. Vit skulu loysa okkum frá arbeiðsloysinum. Vit skulu loysa okkum frá tí skeiva politikkinum, sum hevur verið førdur hesi seinastu 10-15 árini. Vit skulu tala okkum til rættis við okkara donsku vinir um, hvussu vit í felag koma burtur úr ti ringa skilinum, sum er. Og so skulu vit fara til arbeiðis. Vit skulu loysa okkum frá undirlutakenslum og loys- ingarromantikki. Vit skulu høvdi5 kalt. Tað 1OYSIr seg. halda Dan R. Petersen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Rúsevnis- politikkurin skal tryggja, at jåttanin í øll- um fórum verður á tí stødi, hon er nú. Við minni pen- ingi kann man ikki gera eitt forsvarliga fjøltáttað og munagott arbeiði! Upplýs- ingin má prioriterast sera høgt — tvs. pengar skulu framhaldandi setast av til tað endamálið. Fólk má set- ast í starv til endamálið sum skjótast. Tann ambulanta tænast- an má útbyggjast soleiðis, at hon virkar kring alt land- ið, tvs. at fólk ferðast reglu- liga við kvalifiseraðari upp- lýsing og viðgerð — bæði til misnýtarar og til teirra av- vardandi. Alkohol- og Narkotika- ráðið skal vera ráðgevandi í øllum almennum rúsevnis- viðurskiftum. Umframt hjá okkum sjálvum skulu vit leita okk- um eftir ráðum og vegleið- ing í rúsevnisspurningum úr nógvum ymiskum londum, fyri at gera tilboðini so góð sum gjørligt. Hvør rúsevnismisnýtari oyðileggur tilveruna hjá minst 2-4 avvarðandi — tí hevur tann førdi rúsevnis- politikkurin við sera nógv fólk at gera. — Og tíð má hann ikki gerast verri enn nú!!! Veljið lista C! Jegvan Bæk