mikudagur 6. juli 1994síða 15
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið QSC
Frank Davidsen, valevni Javnaðarfloksins í Vagum
Edmund lýgur um
Atlantsflog
- Aftan á sambandslygnina í útvarpinum sunnukvgldið eri eg enn
meira sannførdur um, at sambandsflokkurin fer at kvetta høvdid
av Atlantic Airways, sigur Frank Davidsen, løgtingsmadur í eini
viðmerking til valsending sambandsfloksins sunnukvgldið:
Tá sambandið hevur
avhøvdad Atlantsflog vera
tað ikki bara tey 30 - 40
starvsfólkini , sum missa
arbeiðið - men eisini bæði
sløkkilidsmenn, flog-
leiðarar, tollarar,
skrivstovufólk 0. 0.
Tad sum hevur skelkad meg
mest hetta tíðarskeiðið, eg
havi umboðað Vága val-
dómi á løgtingi, er tann
beinleiðis illviljin, sum um-
boðini fyri fólka- og tá ser-
liga sambandsflokkin hava
givið til kennar ímóti okk-
ara valdømi.
At sambandsformaðurin,
sum í hesum døgum bjóðar
seg fram sum leiðari av eini
komandi samgongu, sam-
stundis sum hann fyri øllum
Føroya fólki sigur bein-
leiðis ósatt, tað kunnu
hvorki sambandsflokkurin
ella hann sjálvur liva við
politiskt.
Helst var tað ikki av til-
vild, at ein sambandsveljari
ringdi inn tl útvarpið
sunnukvøldid og spurdi Ed-
mund Joensen, um tað var
nakað í tí, sum varð tosað
millum manna um at sam-
bandsflokkurin var sinnað-
ur at beina fyri Atlantsflog.
Svarið, sambandsfor-
maðurin gav, var eitt av-
gjørt nei. Hetta var bara val-
propaganda hjá javnaðar-
flokkinum, svaraði hann
sannførandi spyrjaranum.
Tað skal her og nú frá
undirritaða løgtingsumbodi
fyri Vága valdømi verða
heitt á Edmund Joensen,
formann sambandsfloks-
ins, um at koma við eini
umbering fyri tey ósann-
indi, hann førdi fram í út-
varpinum sunnukvgldið.
Henda áheitan frá undir-
ritaða og tann veruleiki, at
eg alment ákæri Edmund
Joensen, formann sam-
bandsfloksins, fyri við vilja
at hava sagt ósatt, er bygd á
tað, sum veruliga fór fram,
uttan at ein tann einasti
sambandsmaður atkvøddi
fyri hesum álvarsmáli.
Undir 1. viðgerð aftan á at
lógaruppskotið var fram-
lagt at bjarga Atlantsflog,
ringdi Edmund Joensen til
løgtingid og segði, at hann
var á veg suður í tingið, eftir
at vera komin heim við
flogfari úr Danmark.
Orðaskiftið varð bein-
leiðis útvarpað og ti er tað
als eingin ivi um orsøkina
tilatEdmund Joensen hevði
sovorðnan skund.
Finnbogi Arge hevði und-
ir orðaskiftinum verið sera
positivur, eins og hann
óbeinleiðis segði seg stuðla
uppskotinum.
Men samstundis sum ella
áleið tá.ið orðaskifti var
liðugt við 1. viðgerð og
fíggjarneyndarlimirnir í
størsta skundi (treytin var at
tað skuldi avgreiðast sama
kveldið) fóru oman í fíggj-
arnevndarrúmið at skriva
álitið, kom Edmund Joen-
sen brestandi inn í løgting-
ið.
Í sama viðfangi fór hann
upp á løgtingsloftid við
Finnboga Arge í hølunum.
Og satt at siga so var tað ein
ótrúlig sjón at kunna eyg-
leiða Edmund Joensen og
Finnboga Arge (skoðbráð-
ið var stutt), men hóast tað
so var eg ikki í iva um at
Finnbogi og hansara posi-
tiva stóða ul Atlantic Air-
ways var fokin.
Men skommin var ikki
fullkomin fyrr enn ålitid frå
figgjarnevndini varð lagt
fram og atkvøtt varð við 2.
viðgerð av hesum máli.
Ti tá atkvgtt varð, vóru
eingi sambandsumbod i
tingsalinum. Heldur ikki
Finnbogi Arge.
Men onkur hissini taska
stóð eftir, sum staðfesti, at
teir stóðu uttan fyri og bíð-
aðu eftir at atkvødugreidsl-
an, ið skuldi bjarga Atlantic
Airways var liðug.
So kunnu veljarar í Vág-
um eins og veljarar runt
landið meta um trúvirðið hjá
Edmundi Joensen, for-
manni sambandsfloksins.
Heldur ikki eiga vit at
gloyma greinina Skýma-
skotsprát, ið valevni sam-
bandsfloksins, Sune Jacob-
sen, hevði í Dimmalætting
2. juli um legið nokk júst
sama evni, har hann skírir
aðrar fyri skýmaskotsprát,
fyri sjálvur at misnýta Át-
lantic Airways. Hann sigur
til seinast í hesi grein, citat:
>Er veruliga ætlanin hjá
hesum skýmaskotsprátar-
um at stuðla felagnum og
ikki politiskur løtuvinning-
ur, so er bert eitt at gera og
tað er at flúgva við Atlantic
Airways. So einfalt er tað.<
citat endað.
Eru tað tveir, enntá polit-
ikarar, í hesum landi, sum
enn ikki hava funnið útav, at
Atlantic Airways flýgur, so
eru tað fyrrverandi sam-
bandsformaðurin Pauli Ell-
efsen og núverandi formað-
ur, Edmund Joensen. So
einfalt er tað.
Útfrá tí veruleika, ið eg
her havi ført fram, so eri eg
aftan á sambandslygnina í
útvarpinum sunnukvøldid
uppaftur meira sannførdur
um at eitt tað fyrsta stigið,
sambandsflokkurin fer at
taka, væl at merk um hann
fær ta framgongd, honum er
spádd, tað er at kvetta
høvdid av Atlantic Airways.
Tå verda tad ikki bara tey
35-40, ið arbeiða hjá At-
lantic, men bæði sløkkilids-
menn, flogleiðarar, tollarar,
skrivstovufólk 0.0.,15 missa
arbeiðið.
Hevði annars ikki ætlað
mær at skriva um hesi vidur-
skifti, men tá sambandið
beinleiðis misbrúkar Vága
valdømi politiskt, so eiga
teir at fáa svar uppá tiltalu.
Frank Davidsen,
valevni javnaðarfloksins
í Vágum
Løgtingid krevur
nyggjan iblåstur frå
yngri kreftum og okk-
ara oyggj, Eystur-
oyggin kreyur umboð
á ting, sum hugsar um
oynna sum heild. Eyst-
uroyggin hevur ikki
tørv á politikkarum,
sum neyvan klåra at
hugsa út um egið tún
og als ikki út um
bógarðarnar í teirri
bygd ella býi teir eru
valdir.
Vit kunnu taka sum
dómi oljuvinnuna. Tann
dagin vit rúka inní hesa,
so skulu vit ikki rokna
við at stóru oljufeløgini
fara seta útgerð upp í
hvørjari bygd. Er oyggin
savnað um oljuvinnuna,
so finna vit eisini stød á
landi tl oljuvirksemi,
sum gagnar flest eystur-
oyingum, og tryggjar
flestum arbeiði. Tað
dugir ikki at vit øll í
sjálvdrátti bjóða okkum,
ella undirbjóða okkum
fram.
Eysturoyggin tørvar
eisini ein miðdepil, har
allar = tænstur kunnu
byrja. Eg eri ivaleyst
Nr. 126 — 6. JULI1994
einasta valevni uttanfyri
Runavíkina sum tori at
neyna Runavík sum
miðdepul fyri oynna.
Orsøkin til, at eg mæli
til Runavik er, at her er
longu sonégv gjørt, sum
tænir einum miðstaði.
Vit hava ellisheim, vit
hava politistødina, vit
hava sýslumann og a!-
mennar stovnar. Vit
hava innskipingarhavn
og so allir handlarnir
At vit hava ein mið-
stað merkir ikki at bygd-
imar kring hendan skulu
verða við sviðusoð,
tvérturímóti. Ein væi-
virkandi miðstaður økir
um tænastustødid kring
hann. Hetta er til gang
fyri allar eysturoyingar
og í seinasta enda eisini
samfelagið. Við Runa-
vík sum miðdepli er tað
ikki bert runavíkingar
sum eiga Runavík, nei
allir eysturoyirgar. Tað
er einki í vegin fyri at
funningsmaðurin letur
handil upp í Runavík,
oyndfirðingurin annað
eitt triðja.
= Jón Ingi Eidesgaard
Javnaðarvalevni í Eysturoy
Hetta er Jón Ingi!
Jón Ingi er eitt av okkara ungu valevnum. Hann
er 34 åra gamal. Hann er uppvaksin í Oyndarfirði
og har starvast hann sum lærari í dag. Hann tók
læraraútbúgving í Aalborg og fekk starv við
Oyndfjarðar skúla eftir lokna progvtøku. Hann
er giftur við Maritu, ættad av Tvøroyri og tey eiga
tvey børn, Leivur og Aslu. Jón Ingi er spakførur
av lyndi, hann er diplomatur, men hann er sanni-
liga eisini treiskur, tá tað eru mál hann vil hava
igjøgnum. Hann hevur havt stóran áhuga fyri
samfelagum síðan studentaárini. Í frítíðini fæst
hann við nakað so jarðbundið sum at røkta seyð
og fara á flot, serliga við snori.