Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 126 — 6. JULI1994 Um at missa meir fyri minni Nú eru skjótt 106 ár liðin síðan jólafundin, sum gav startskotið til okkara sjálv- styrisrørslu. Ymiskt er, sum tað hevur vignast. Her er tabt, og her er vundet. Men um vit hyggja at standinum f dag, so mugu vit siga, at 100 sambandsflokkar høvdu ikki megnað at bundið okk- um so fast, sum sjálvstýris- flokkarnir hava gjørt tað. Tað grundleggjandi frælsið er økonomiskt frælsi. Og tað hava vit ikki. T.v.s. vit høvdu tað fyrr, men nú, eftir allar yvirtøk- urnar og býrokratiseringina og stórheitsvanvitið, er okkara økonomiska frælsið fokið. Vit hava fingið flagg og frímerkir og eitt falskt pass, men búskaparliga standa vit bundin á einum båsi, sum vit ikki sjålvi eiga. Vit høvdu annan fótin undir egnum borði, men nú standa vit úti undir veggin- um. Veljarin hevur nú høvi til at gera upp við ein skeivan og falskan politikk. Vit mugu vera meira realistisk og leggja alla orku í at laða eitt trygt gkonomiskt grundarlag undir lívið í Før- oyum — eisini sjálvstýris- lívið. Dan R. Petersen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Tað kemur dagur eftir henda Í dagsins meldri er ofta tor- ført at síggja og fasthalda tær stóru linjurnar. Fólk eru ørg og vónbrotin, tí tann førdi politikkurin og Ó- lukkuligar broytingar í náttúruni hava ført okkum út í ringa kreppu. Men hesin ringi standur- in fer ikki at vara altíð. Vit fáa snuddir og skursl, men vit koma burtur úr aftur. Tað er umráðandi, at tann neyðuga umstillingin ikki rakar tey verjuleysu meinari enn onnur. Øl síggja, hvussu spekulantar og pamparar duga at lofta sær, og frá teimum er eingin náði at vænta. Fólkið má sjálvt verja seg við sínum polit- isku og fakligu amboðum. Tá ið stórar avgerðir skulu takast og fylgjurnar av teimum skulu berast, verður serliga neyðugt við einum politikki, sum byggir á soli- daritet og humanismu. Dan R. Petersen, valevni javnaðarfloksins í Eysturoy Sandoyar valdømi: Sandingar, skúvingar 09 dimuningar, gott val! Javnaðarflokkurin hevur vart borg á løgtingi og í landsstýri seinastu fýra ár- ini, í ringastu niðurgongds- tíðum — í krepputíðum. Tað hevureydnast at bjarga væl- ferðarsamfelagnum hóast nógv enn leikar á. Nú er grundarlag fyri at virka víðari — eitt stødi er lagt at byggja á. Javnaðarflokkurin bjóðar øllum hinum flokkunum til samstarv — at taka saman hendur og í felag vera við til at loysa samfelagsins trup- ulleikar. . Fyrsta målid er at fremja nýggjar samrådingar við Danmark um okkara uttan- landsskuld — við samráð- ingum at standa við okkara | rætt sambært rikisfelags- | skapinum og heimastýris- lógini. Næsta takið verður at gera eina løgtingsfiggjar- lóg fyri 1995, sum tekur hond um tey veikastu í sam- felagnum — tey arbeidsleysu og tey gomlu, sum lækkar skattatrýstið og sum setur pening av til ígongdsetan av nýggjum vinnumøguleik- um — nýggju arbeiðspláss- um. Almennu grunnarnir eiga at fíggja og leggja grundar- lag undir heimaídnað, handverk, handil, landbún- að, aling og eitthvert ar- beiðsskapandi og fram- leiðslumennandi tiltak. Vit eiga at berjast víðari fyri at bjarga og betra væl- ferðarsamfelagið, tað sam- haldsfasta samfelagið, sum tryggjar øllum borgarum, Tíðindablaðið (SK óansæð høg ella låg, múgv- andi ella minni múgvandi, samarætt til: mentanargkið, skúlagkið, samferðslugkið, almannagkið, heilsugkið og øll almenn tilboð. Tad almenna eigur gjøgn- um húsalánsgrunnin og í samstarvi við peninga- stovnamar at finna eina hjálp til neyðstaddar set- húsaeigarar, so at sum best verður virkað fyri, at hús ikki fara á tvingsilssølu. Vit eiga at endurskoða fiskivinnu- og kvotalógir, so hesar gerast lidiligari fyri okkara fiskimenn at virka eftir, meðan fiskastovnar- nir við Føroyar menna seg aftur. Virkad eigur at verda fyri at keypa meira av útlendsk- um fiski at arbeiða í Føroy- um, at vinna okkum fleiri fiskirættindi í fremmand- um og altjóða sjógvi, at finna nýggjar marknaðir fyri okkara fiskavørum, sum skulu tilvirkast meira her heima. Vit skulu betra søluarbeidid, sum er alt ov vånaligt, og vit eiga at sam- rådast um betri tollsømdir fyri okkara útflutningi. Eitt fyri okkara valdømi týdningarmesta málið er at fáa okkara fiskavirki aftur í gongd. Javnaðarflokkunn krevur flakavirkini latin upp aftur, so fólkið fær ar- beiði. Um Fiskavirking ikki megnar hetta, sum teir ann- ars hava givið lyftir um, so må Fiskavirking broytast — so má leiðslan skiftast út, so má fiskivinnubygnadurin broytast heilt. Tað er okkara rættur til arbeiði, sum er niðurbundin her í Sandoyar valdømi, og tað er heilt ótolandi. Javn- aðarflokkurin setir sær fyri at broyta hetta sum skjótast. Men fyritreytin, góði veljari, er at ein sterkur javnaðarflokkur kemur aftur í løgting og landsstyri. Farið tí á val og veljið lista C ella eitt av valevnunum á lista C. Gott val. Birgir Mohr Heilsusektorurin er ein heild Tað er nú vorðið heilt greitt fyri tey flestu, at heilsusek- torurin er í eini broytingar- tíð, t.v.s. skifti frá at nýta ein viðgerðarhátt, sum krevur innleggingar í styttri ella longri tíð, til nú í stórri mun at nýta viðgerðarhætt- ir, sum kunnu fremjast ambulant ella við styttri innleggingum. Eisini eru innleggingarnar sum heild bilvnar styttri. Men tey flestu eru eisini vorðin greið yvir, at tey, sum hava á- byrgdina fyri hesari gongd, ikki hava verið/eru nóg víð- skygd. Tað vísa teir trupul- leikar, sum eru íkomnir inn- an heimasjúkrasystrarnar, sum hava gjørt av ikki long- ur at nýta bilin hjá familjuni sum arbeiðsbil, ein bilur, sum hevur verið fyri sliti og beslaglagdur bæði tíðliga og seint tey seinastu mongu árini. Hetta vidførir, at ein stórur partur av teimum veikastu og teimum, sum treingja mest til hjálp í okk- ara samfelag, ikki fáa hana ella fáa hana ikki til tíðina. Ein stóða, sum ikki kann góðtakast í 1994. Tað er av stórum týdn- ingi, at tey, sum átaka sær at gera eina so stóra broyting av eini skipan, hava tað fyrr nevnda víðskygni, soleiðis at tann røkt, sum verður bjóðað, er á einum minst lika so høgum stødi, bæði fakliga og menniskjans- liga, sum tann, ið fæst á sjúkrahúsum og røktar- heimum. Vit vilja arbeiða fyri, at tað altíð er ein song á einum sjúkrahúsi/rgktarheimi til tey, sum hava brúk fyri tí og eitt røktarfélk til tey, sum eru heima og hava hjålp fyri neyðini. Vit vilja eisini ar- beiða fyri, ja, tað vil vera eitt Ofråvikiligt krav frå okkum, at tey, sum til dag- ligt arbeiða innan sjúkra- røkt og onnur yrki, sum hava týdning fyri okkara heilsusektor, koma við í tær nevndir, sum í framtíðini fara at leggja til rættis og stýra hesum umráði. Gev okkum styrki til at fremja hetta við at seta tín kross á réttum stað hósdag- in. Gott val! Hartvig Hansen og Meta Johannesen, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy