Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (5771) Formannin í Føroya Arbeidarafelag virða vit, vit virða hetta heið- ursfelag og virksemi tess fyri arbeiðarafjóldina, men óálítandi privatpersónurin Ingeborg Vinther oyðileggur nógv fyri limir felagsins, sigur Atli Dam, sum leggur afturat: Tey syngja sítt síðsta vers Í Sosialinum 5. juli loypir Ingeborg Vinther í ødi á undirritaða og javnaðar- flokkin. Hon hevur púra rætt í tí, at Atli Dam er ikki verður at spilla orð uppá, er tað privatpersónurin Atli Dam, men vónandi er politikarin Atli Dam enn verdur at taka upp á tungu. Við Ingeborg er Øvugt, politikarin Ingeborg er pri- vatpersónur, sum onga virðing hevur uppiborið, meðan formaðuryn í Føroya Arbeiðarafelag eigur alla virðing, tá hugsað verður um tað megnararbeiði, hetta felag hevur gjørt fyri ar- beidarafjøldina og fyri Før- oyar. Heilt aftur í byrjanina vóru oddafiskarnir í hesi rørslu mætar kempur, sum í virðing fyri medmenniskj- um sínum og í djúpasta álvarsemi gingu í stríð, m.a. fyri løn í peningi fyri ar- beiði limanna. Hetta stríð kostaði ofta dýrt, men teir mettu tað neyðugt og gingu ongantíð uppá akkord< við sam- visku sína. Teir løgdu dent á altíð at kunna rætta sær á og líta øllum frítt í eygu. Ein slík kempa var abbi mín Thomas Michael Stróm, og minnist eg væl hvussu stóran dent hann legði á, at bæði arbeidsgev- arar og samfelagið sum so kundu hava virðing fyri fak- felagsskapinum sum so, og teim sjálvum sum álítandi menniskju. Teir kundu aldri droymt um at spælt sær við áhuga- málum arbeiðarafelaganna í privatum grindum. Privatpersónar undir følskum merki Núer so Ingeborg Vinther á palli sum privatpersónur, men hetta bert tí at tað mis- eydnaðist bæði henni og formanni fiskimannafelag- sins at taka hesi bæði megn- arfeløg gíslar í privatu hevnis- og hatursherferð teirra ímóti Føroya Javnað- arflokki, nevndimar forð- aðu teimum at nýta merki felaganna á følskum grund- arlagi. Javnadarflokkurin er so- statt ikki í andstøðu til tak- felagsrørsluna — hana vilja vit framvegis samvinna við, og henni vilja vit framvegis stuðla uttan órættvíst - at ganga ðrum ov nær — men hesir uppstillaðu privatper- sónar hava tikið seg úr po- litiska partinum av fakrørsl- uni og eru harvið dømd »off side«. At stilla upp er teirra fulli demokratiski rættur, men tey mugu tá eisini finna seg í avdúking av misnýtslu teirra av fakfeløgunum og av ómegdini, sum mangan liggur aftan fyri tørvandi úr- sliti teirra fyri fakfelagslim- ir. Ingeborg eitt »spesielt tilfelli« Politiski persónurin Inge- borg Vinther er sanniliga spesiell, spesielt muru- grundað, og við fí breki, at hon fýrir ikki fyri at lúgva ella stinga tey í bakið, ið hjálpt henni hava. Ein av undanmonnum Ingeborgs í Føroya Arbeið- arafelag hevur givið eina so sera beinrakna lýsing av harðrenda arbeiðshátti Ingeborgs, sum eitt ið vevur alt upp í ellubita, ið hon tveitir fløktan frá sær uttan loysn, ti er ikki neyðugt at leggja nógv afturat. Men okkurt er av tí sama, sum våttar at Ingeborg Vinther mest trampar og goyr og so rennur seg fasta við strikkuni um hálsin, sum onkur annar so noyðist at loysa burturav aftur. Úrslit hevur hon ongi rokkið við sínum mongu verkføllum og samhuga- verkføllum. Tey hon er komin frægast burtur úr eru tey, har hon valdi sær lands- stýrið sum mótpart. Hesin mótpartur var vanliga laga- ligur og hjálpti henni við hegni burtur úr fløkjum utt- an at hon »misti andlit«, men hetta var ikki fyri hennara bláu eygu skuld, men tí mótparturin hevði fatan fyri hvussu týdningar- mikil skipað arbeiðs- marknaðarviðurskifti eru fyri samfelagið, hon slapp tí oftast at bumsa og trampa seg lidna, men úrslitini vóru so samsvarandi. Oftast vóru tað óseku oyggjarfelagar hennara, ið gjørdust gíslar, tí Smyril varð lagdur. Kristi himmal- ferðardagur 1985 Eftir tríggjar vikur verkfall í 1985 legði løgtingid nåttina eftir Kr. himmalferðardag uppí, steðgaði verkfallinum og samtykti eitt tillagad semingsuppskot og hjálpti sostatt Ingeborg Vinther burtur úr einum verkfalli, sum hon hevði mist tamar- haldið á. Ingeborg Vinther varð kunnað um ætlanina kvøld- ið fyri, og váttaði, at javn- aðarflokkurin skuldi onki ilt orð hoyra fyri uppílegging- ina, men fyrsta tú hoyrdi morgunin eftir vóru briksl og skemdarorð, tí flokkurin hevði loyst málið. Hetta var stórt vónbrot, tí tað avdúkaði eina óreiðilig- heit, sum ein fakfelagsleið- ari ikki kann loyva sær, tí tað slítur so ómetaliga nógv av trúvirðinum hjá fakfe- lagsskapinum, og virðing- ini fyri felagnum. Fólkaflokkurin og Ingeborg Annað dómi um ósannindi í somu grein er um sam- gonguskipanina í 1990, har Ingeborg Vinther enn eina ferð førir fram, at samvinn- FJ an við fólkaflokkin var vend ímóti fakfeløgunum. Sannleikin er, at bæði Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Fiskimannafelag vórðu væl og virdiliga kunnað um, hvat sam- gongugrundarlag møguligt var at fáa, og at samgonga ikki fekst við aðrar enn fólkaflokkin. F.A. var umboðað av Tor- leiv Augustinussen, sum á- sannaði, at tað var týdning- armeira, at javnaðarflokk- urin kom í samgongu enn at hann fekk øll krøv síni eftir- líkað. Tíðin hevur eisini prógv- að, at hetta var heppið sum búskaparstóðan bleiv. Vit megnaðu at standa ímóti tí øgiliga fólkaflokstrýsti um lónarniðurskurð, vit vardu »Samhaldsfasta«, og vit fingu ALS-skipanina sam- tykta. Men hvør hevur nú gjørt svarta »alliansu« við fólka- flokkin og sambandsflokk- in? Hver hevur misnýtt ALS ímóti teim arbeiðsleysu? Jú, Ingeborg, sum ongan politikk hevði til sína >fylk- ing<, men hugsaði at sabo- tasja av ALS fór at raka javnaðarflokkin. Ístaðin átti hon at roynt at nýtt arbeidsloysisstudulin at seta ígongd við, t.d. sam- an við nøkrum fáum av teim fleiri og tíggjutals millión- unum, hon hevur goymt í Danmark, her í tær mongu, landskassin hevur veitt síð- ani fyrst í sjeytiárunum. Hon kundi saktans havt hjålpt lokalum fakfeløgum at keypt okkurt virki, men í- stadin hevur hon nytt ork- una til at royna at svava »Hin Samhaldsfasta<. Munur er á, hvat fakfe- lógini í Klaksvík hava megnað, men hesi eins lítið og Havnar Arbeiðsmanna- felag hevur hon nakrantíð kunnað samstarvað við. Tað er sum Johs. Olsen sigur, at har hon er við í leikum, spyrst onki gott burturúr. Krúnan á verkinum er, at hon saman við Óla Jacob- sen tekur undir við lønar- niðurskurði uppá 30-40% og at endurrinda arbeiðs- gevarum 28% av skattinum. »Stik den< segði maður- in. Óli J. og John P. Um Óla Jacobsen havi eg annars bert at síga, at eg havi havt stóra virðing fyri vitan hansara og evnum sum fakfelagsleiðara. Hevdi heldur ikki droymt um, at hann bar rong tíðindi við vilja. Men hetta valskeið mátti eg tíverri sanna, at Óli segði ósatt, tá hann tíðliga skuld- setti meg fyri at spæla sam- an við John Petersen fyri at knúska Fiskimannafelagið. Seinni bleiv tað til, at Atli Dam í berum óndskapi og »fjandansskapi« var farin miðvíst í hernað ímóti sama felag. Tá John og Óli brustu saman í 1991, lá eg sjúkur á Ríkishospitalinum, og hitt seinna er ein beinleiðis undirmetan av hugsanar- evnum manna, tí hvønn á- huga skuldi eg havt í at slept tí, sum eg altíð havi mett rætt, nevniliga at berjast fyri mest rættvísa býti av samfelagságóðanum. Beinleiðis ósatt segði Óli, tá "-ann bar tey tíðindi, at javnadarflokkurin = hevði samtykt ikki at virða honum svar, tá hann byrjaði at goysa gall yvir flokkin. Tí tað var tvgrturímóti sam- tykt, at landsstýrismaðurin í fiskiídnaðarmálum skuldi halda neyvt samband við Óla J. fyri at burturbeina møguleikar fyri misskilj- ingum okkara millum. Hvussu Oli Jacobsen síð- an hevur hunddálkað Thomas Arabo gongur sjón fyri søgn. Ein villur maður Á landsfundi javnaðarflok- sins í mai 1992 kom ein ørur maður fram um dyr í fund- arhglinum. Hann brøladi okkurt, sum fá skiltu, tí øll orðini komu í senn vavd saman við >kalling< og ill- sinnisglepsum, og leyp so aftur á dyr. Eftir sótu 150 forfard fólk, sum undraðust á hvat tað var, sum hevði sligið klikk. Táhómaðu vit, at eitt slíkt hatur var byrgt inni, at tað kundi enda við, at tvey fak- felagsfólk fóru at slíta við javnaðarflokkin. Eg meti ikki, at slit er í- millum politiska og verk- liga partin av javnaðarrgrsl- uni, men tvey fólk hava so gjørt sum kellingin å sinni, og heldur ikki tey verda leingi flógv i sokkunum. Tíein heil fakfelagsrørsla kann ikki lata seg >kompro- mittera< av slíkum persón- um. Tey syngja tí so víst sítt seinasta grindi í hesum døg- um. Atli Dam