mikudagur 6. juli 1994síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 18 Nr. 126 — 6. JULI1994
Javnaðarmann
Ofta hevur lítil munur í atkvødutali avgjørt, hvør skal
hava tingmannin i Sandoynni
Sandoyggin og Skúvoy er
minsta av teimum sjey
valdømunum. Seinast
vóru 1.060 fólk á vali,
og tey valdu fyrst
Jógvan Adolf Johannesen
og síðani John Petersen
at sita í teimum báðum
umdemisvaldu sessunum,
sum valdømi eigur.
Tað verður ofta sagt, at
valið í Sandoyar valdømi
hevur stóran týdning
fyri, hverjir flokkar
koma í samgongu. Í tí
liggur sjálvsagt, at tá
talið á eykavaldum ting-
monnum, sum kunnu
nýtas at javna mismun
millum atkvødupart og
tingmannapart hjá flokk-
unum, ikki kann fara upp
um fimm, so er týðandi
at vinna tryggar um-
dømisvaldar tingsessir í
smáu valdómunum.
Frá floksbýtinum í
1906 og fram til 1928
vóru bara tveir flokkar,
og tað er sjón fyri søgn,
at í Sandoyar valdømi
vóru tey sjálvstýrisfólk.
Flokkurin átti ofta báðar
tingemenninar, og hóast
javnaðarflokkurin royndi
seg á valunum, eftir at
hann var stovnaður í
1925, so var ikki hugs-
ningur um at vinna sess í
valdgminum í fyrstu
atløgu.
Men atkvødutalid øk-
tist hvørja ferd, og i
1936 bar til fyri fyrstu
ferð. Tá fekk javnadar-
flokkurin 192 atkvødur
og fekk annan mannin frå
sjålvstyrisflokkinum,
sum við 353 atkvødum
åtti fyrsta mannin.
Og sidani hava tey i
Sandoyar valdømi verid
trúgv móti javnaðar-
flokkinum, tí burtursæð
frá tvey ára valskeiðnum
1978 til 1980 hevur
flokkurin havt umboðan
har suðuri.
Tað verður ofta skotið
við, at tingmenninir hava
verið 6førir at gøtt
Sandoynna, og tá skuldin
skal plaserast fyri at
pengar eru nýttir, so fáa
javnaðarmenninir hana,
men tá heiðurin skal pla-
serast, so eru tað fleiri,
ið vilja hava hann. Út frá
søguligu royndunum
kunnu fólk sjålvi meta
um; hver skal eiga heið-
urin fyri, at vælferðin í
minsta valdgminum
hóast alt er umleið á
somu hædd sum aðra
staðni í landinum. Og
hví skuldi hon ikki verði
tað, er tað onkur sum við
góðum rætti spyr.
Trúgvir tænarar
Hóast 58 ár eru síðani
flokkurin fyrstu ferð
varð umboðaður í Sand-
oyar valdømi, so hava
bara tríggir løgtings-
menn umboðað flokkin í
valdøminum. Tað boðar
frá, at fólkið hevur verið
trúfast móti valdu
monnunum, og at løg-
tingsmenninir hava verið
trågvir tænarar hjá val-
dóminum.
Fyrsti javnaðarmaðurin
í Sandoyar valdømi var
Jóan Petur Davidsen.
Hann var ímyndin av
tíðini, sum flokkurin
varð stovnaður og vaks í.
J. P. Davidsen var føddur
3. november 1890. Hann
var handverkari og eitt
skifti arbeiddi hann -
sum so mangir aðrir
sandoyingar upp gjøgnum
tíðirnar — í Havnini, har
teir kallaðu hann Jóan
Petur bakarin, tí hann
hevði hetta starvið.
At hann hevði stóran
ans fyri samfelagsviður-
skiftum og serliga koru-
num hjá lønmåttakar-
unum er leiklutur han-
sara í
fakfelagsarbeiðnum besta
ábendingin um. Tá
Havnar Arbeiðsmanna-
felag 16. januar 1916
varð stovnað, valdu teir
J. P. Davidsen sum teirra
fyrsta formann.
Tá J. P. Davidsen gif-
tist flutti hann suður
aftur, og at tað var hann,
sum kveikti áhugan
millum sandoyingar fyri
javnaðarflokkinum er
einki at liggja omaná.
Hann var nógv
avhildin, og tá javnaðar-
flokkurin skuldi seta
mann í fyrsta
landsstýrið eftir al
heimastýrislógin va!
komin í 1948, fall valið
á J. P. Davidsen.
Tá J.P. Davidsen legði
frá sær til valið 1970
vóru sandoyingar fram-
vegis javnaðarflokkinum
trúgvir. Teir valdu
Térålv Mohr Oisen,
fiskimann á Sandi inn, og
hann rgkti sessin trúfast
til Jógvan Adolf Jo-
hannesen, lærari, í 1988
fekk flestar atkvødur.
Jógvan Adolf var valdur
aftur í 1990.
Tíðindablaðið søsialurin
Litil munur
Tá valdømid er so litid
sum Sandoyar valdømi,
verður ofta tepurt í
kappingini millum
flokkarnar og ikki minst
innanhýsis millum teir,
ið eru á einum lista.
Valini síðani 1978 bera
greitt boð um hetta. Tá
javnaðarmaðurin fall í
1978 var munurin
millum hann og upp til
fólkafloksmannin |
tríggar atkvødur. I 1980
fekk flokkurin aftur
umboðan, og tá var
munurin niður til
fólkaflokkin tvær
atkvødur. Í 1984 var
javnaðarmaðurin næsti
maður, men tjóðveldis-
flokkurin var bara seks
atkvødur aftanfyri. Í
1988 var munurin niður
til = tjóðveldismanin
stórri — 23 atkvødur,
meðan javnaðarflokkurin
seinast í Sandoyar val-
dómi sum allar aðra
staðni í landinum fekk
eitt rimmar val. Hann
var nógv størstur við
396 atkvgðum, meðan
fólkaflokkurin hevði 316
og tjóðveldisflokkurin
hevði 212.
Tað verða spáddar
stórar broytingar í
tinginum eftir valið. Í
hvgnn mun javnaðar-
flokkurin hevur mégu-
leika at fáa ávirkan í
nýggja tinginum er ikki
minst tengt at, hvussu
gongdin er í Sandoyar
valdømi.