Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið GSK: Jógvan Adolf Johannesen, valevni Sandoyar valdømi | Stimbra royndunum | at fáa virksemi aftur — Tað er framtíðina vit eiga at hava í huga. — Og vit eiga sjálvandi at læra av teimum mistøkum, ið gjórd eru. — Mistøkum, sum allir flokkar — tó ikki tingmenn — stórt sæð hava skuld í, segði Jógvan Adolf Johannesen, valevni javnaðarfloksins i Sandoyar Valdømi, á fundi i Skålavik Gott kvgld, góðu sandingar og annað gott fólk. Nú vit hava verið runt í hinum bygdunum í valdøm- inum, eru vit komin til hin seinasta dystin á hesum sinni. Og mær nýtist ikki at siga tykkum hvat vit eru komnir til. Eg kann beinanvegin siga, at tað hevur verið mær ein stór gleði at hava hoyrt og verið vitni til ta stóru umtalu, sum eg havi fingið frá valevnunum hjá hinum flokkunum. Men, sum av tí, sum teir hava borið fram, er nakað sum einki hald hevur í veru- leikanum. Føroyingar fáa ikki nakra bjartari framtíð, um tjóð- veldisflokkurin kvettir á stokkinum her og nú — og tað ger hann heldur ikki! Og vit fáa heldur ikki nakra bjartari framtíð, um vit knýta Føroyar tættari at Danmark, soleiðis sum sambandsflokkurin ynskir. Og føroyingar fáa tað ikki betri, um tann ógvusligi niðurskurðurin i lønarlag- num verður framdur — so- leiðis sum fólkaflokkurin ynskir; tí tann lønarnidur- skurðurin ber snøgt sagt ikki til! Vit fáa einki samfelag at virka uttan flokkar, sum veruliga tora at taka við og sýna ábyrgd, sita í sam- gongu. Og skeiðið, sum skjótt er farið, hevur prógvað, at tað berter ein flokkur, sum torir at sita við ábyrgd — og tað er sjálvandi javnaðarflokkur- in. Hinir hava hopað undan, tá ið á hevur staðið. Tað nyttar okkum einki — og vit byggja einki samfe- lag uppaftur við flokkum, sum eru úrmælingar, tá ið talan er um svartskygni og sum tykjast at hava tørvad tað dirvi og framfýsni, sum er neyðugt fyri at venda gongdini rætta vegin! Og tað nyttar heldur einki at skjóta ávísum politikara ósonn >motiv< í skógvarnar og fortelja nakað, sum ikki passar. Tí, tað passar ikki, at eg ikki havi roynt at arbeitt fyri gllum valdøminum. Men,annaðer, at møguleik- arnir at arbeiða soleiðis sum eg kundi ynskt, hava verið ógvuliga avmarkaðir or- sakað av figgjarstøduni í landinum. Nú er tað soleiðis, at allir flokkar, sum eru í tinginum, hava í tíðarbilum verið í ymiskum samgongum; og tað er eisini soleiðis, at flestu av tingsins kosnu og ókosnu monnum eru gamlir í garði, og stava frá einari tíð, tá ið samfelagið reið á einari aldu av vælferð, sum tó ikki til fulnar var notin soleiðis, ið hon átti at verið. Men, tað er eingin flokk- ur, sum kann rerma undan ábyrgd av tí, sum gjørt er. — Og sum av tí er eisini í lagi. — Tí, hóast alt, so vildu tey flestu ikki verið nógv av tí, sum gjørt er, fyriuttan! Heldur enn opið og ærliga at viðganga at eisini teir hava sín lut í ábyrgdini av kreppuni, skjóta teir á- byrgdina frá sær. - Eg meini tað. — Teir ræðast sínar egnu gerðir. Men, tíverri, víst vóru tað eisini teir. — Eingin flokkur er uttan skuld. — Øll onnur tala er rong. Men, tað nyttar ikki nøkr- um av okkum at tala um for- tíðina — tí gjørd gerð fær onga vend. Nei, tað er nútíðina og framtíðina, sum vit skulu hava í huga. — Og vit eiga sjálvandi at læra av teimum mistøkum, ið gjørd eru. — Mistøkum, sum allir flokkar — tó ikki allir tingmenn — stórt sæð hava skuld i. Sambandsflokkurin førir seg fram sum hin stóri bjargarin, ið hevur loysnir- nar, uttan kortini at siga hvgrjar hesar loysnir eru — ella hvussu tær síggja út. Vit hava kortini hoyrt um tvær, og hvørgin er borðbar. Onnur er innliman í E.F. Hin er lønarnidurskurdur! Hetta er í grundini inni- haldið í boðskapinum hjá sambandsflokkinum. Jákup Fróði heldur fram við sínum ósannindum, og tað er ógvuliga hugstoytt. Tí, tað er ógvuliga hug- stoytt at hoyra ein ungan politikara byrja sína >karri- eru< við at siga Óstatt fyri fólki. Tí, tað er Ósatt, at vit sluppu undan veðhaldinum av kassakredittinum, tá ið virkið í Skopun fór undir Føroya Fiskavirking. Og eg kann eisini upplýsa hasum unga manninum hjá sam- bandinum, at eg her í hond- ini havi prógvini fyri at eginpeningurin í Klettunum var í lagi. Og tey vísa mín lut í tí til- takinum, og her er í mínari verð ikki talan um smápen- ing! Men, eg kann ikki lata vera við at spyrja handa unga sambandsmannin hvussu nógv, ið hann hevur sett í veð fyri at royna at út- vega arbeiðspláss í Sand- oynni. Nú veiteg ikki hvssu nógv eg skal svara til orðaflóðina hjáJákupi Fróða, tí eg haldi, at tað loysir seg ikki. — Eg haldi, at hann hevur avdúk- að seg sjálvur! Men, eitt er víst og tað er, at vit endurreisa einki land og heldur onga oyggj við at sáða illgresi og royna at spenna bein fyri ødrum. Vit koma onga leið uttan vit royna at stimbra roynd- unum at fáa virksemi aftur í oynni — og tað fáa vit ikki við sambandinum, um farið verður eftir orðafloyminum hjá teirra valevnum her í oynni. Men, hóast tað ikki sær serliga bjart út fløtuni, so eri eg kortini ikki givin enn. Hini smáu villskotini, sum nú spíra fram, havi eg Nr. 126 — 6. JULI1994 lítið ella einki at sigaum. Eg havi bert tað inniligu vón, at tey hvørva eins brádliga sum tey stungu seg upp. Tí, hasir nýggju flokkar- nir eru veltir á gaddajørd, har einki festi er fyri rótun- um. Og teir hava ongan nýggjan boðskap; tí haldi eg ikki, at tít skulu ómaka tykkum til at velja teir. Eg fari at ynskja tykkum eitt gott val — og eitt gott val fáa tit bert við at velja javn- aðarflokkin. Veljið lista C. Jógvan Adolf Johannsen, valevni javnaðarfloksins í Sandoy Føroyingar hava brúk fyri Eini álítandi samgongu — eini samgongu, sum verður sitandi alt komandi valskeið. Eini samgongu, ið við treysti átekur sær tað stóra arbeiðið, ið er fyri framman Føroyingar hava brik fyri eini samgongu, har flokkar- nir hava nærliggjandi stevnuskráir, har persónlig- ar forðingar verða lagdar til viks, eini sterkari sam- gongu, sum rekur ein poli- tikk, sum gagnar øllum í landinum. Føroyingar hava brúk fyri at vita, at føroyska málið verður varðveitt, føroying- ar hava brúk fyri at vita, at teirra mentan verður varð- veidd. Føroyingar hava brúk fyri at vita, at tað er teirra rættur at gagnnýta tað tilfeingi, sum er við oyggj- arnar. Føroyingar hava brúk fyri at fáa avgjørt, at markið millum Hetland og Føroyar er midlinjan, og at tað er okkara rættur at vinna olj- una úr undirgrundini. Føroyar eru ein partur av norðurlondunum, vit hava brúk fyri loyvi at fiska við tær strendur, vit altíð hava fiskað við. Føroyingar hava brúk fyri loyvi at starvast frítt í grannalondunum. Føroy- ingar hava brúk fyri loyvi at starvast frítt í donsku sam- veldislondunum. Komandi samgonga skal seta sær fyri, at vitandi hvussu lítið fólkasamfelag Føroyar eru, at brúka tær royndir, ið fáast kunnu úr grannalondunum, til at skapa ein bygnad, sum er hóskandi til fólkatalið. Komandi samgonga skal seta sær fyri at taka nakrar av teimum ætlanum fram aftur, sum av persónligum ávum máttu leggjast til viks, og seta tær í verk, so veruligt arbeiði kann fremj- ast fyri fulla løn. Nú fleiri flokkar hava stillað upp fyri at nágreina nøkur sjónarmið, og fyri at mótmæla politikkinum hjá verandi flokkum, kann ein skilliga síggja at hetta verð- ur tikið í álvara av øllum, serliga av verandi flokkun- um. Hetta er vorðið eitt tað mest ålvarsama løgtingsval i fleiri år. Farid å val, gerid tygara borgaraskyldu og brúkið demokratiið. Magni E. Dalsgaard, valevni javnaðarfloksins í Suðurstreymoy