Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 126 — 6. JULI1994 Tíðindablaðið (ST) Eyðun Johannesen, valevni Javnaðarfloksins í Eysturoy Javnaðarflokkurin styrkina Hví eru vit komnir soleiðis fyri búskaparliga her í Føro- yum? Sannleikin er í stórum tann, at vit kenna ikki til hvussu sera veikt okkara samfelag er. Hettar ljóðar kanska und- arligt at siga, men vit mugu taka í egnan barn og viður- kenna sannleikan, sum hann er. Um vit hyggja aftur um okkum til 1980, so kunnu vit síga, at vit koyrdu ein kav- abólt á ruli, sum hevði flest umdreyningar frá 1981 til 1985, har hann trýfaldaðist í Hann hevði færri umdreyn- ingar frá 1985 til 1989, men vaks skjótari. Vit kunnu eisini kalla hetta dansin um gullkálvin. Vit vóru so snild, at geva næstan øllum veidiflotanum og flakavinnuni forlorna innspræning ella rúsevni. Ikki tí at hetta kundi og kann bera til, í ein lítlan mun. Men ikki soleiðis, at alt sølulidid steinsovnar av rú- sinum, har vinnulívsmenn og veiðumenn ganga so smekk fullir, at teir ikki eru mentir at sleipa samfelagið. Eitt vita vit. Eingin annar er mentur at slóða fyri, uttan teir. Tað, sum eg meini og vísi á, er tann alt ov høgi studulin til fiskivinnuna, bæði á landi og sjógvi. Ikki er hetta allur feilurin, sum gjørdur var í 80'unum, men hann er sera stórur. Tí at við stuðlinum vórðu sleipihestarnir dopað- ir. Knappliga fáa teir einki medisin Av tí sama steðgaði sami- elagið. Næstan so einfalt er tað. Hvussu hevur hetta gingið fyri seg? Jú, politikkararnir hava skaffa og selt „rúsevni“, framstandandi vinnulívsm- enn og fagfelagsmenn hava verið skeinkjarar. Eg sjálvur og næstan øll onnur hava drukkið. Gjarna fingu vit vanligu borgarir frá bankunum. Fittir og blíðir vóru teir, og væl smakkaði, tað má sigast, men eftirsjúk- an, hon er verri. Vit geva teimum skyldina og teir geva hverjum ødrum skyldina, men hetta hjálpir ikki uppá avleiðingarnar. Fyri okkum øll somul, skulu mong ár til, fyri at fáa fótafestið aftur. Her vera vit noydd at bróta upp um armar og brúka øll evnir vit eiga. Vit skulu hava útflutnings- virðið uppeftir, men sjálvandi um vit bara eiga fisk til hetta endamál, og tykir mær at vit eiga møguleikarnar, við ein- um góðum vilja Lat meg nevna, at norð- svartkjaft og rka hann umborð. Hetta kunnu vit eisini og brúka somu skipini eftir kongafiski Irmingarhavinum, har is- endingar, norðmenn og aðr- ar tjóðir veiða stórar nøgdir. Vit kunnu gerameira við havtasku- og svartkalv- aveiðu, eisini stinglaks-, langasporl- og hávaveiðu Harafturat er jákupsskelj- atilfeingið størri enn tað vit gagnnýta. . Iðulker og aðrir møguleik- ar eru eisini, so sum innkeyp av fiski, og tilvirkan av klipp- fiski, sum norðmenn gera nógv av. Megna vit at fáa alt borð- klárt av landinum, í harðari kapping við råvøruiitflytan, so kemur nógv arbeiði at liggja eftir í landunum og við hesum eitt vaksandi útflutn- ingsvirði. Ikki fyrr enn via rokk- nenn veiða ið hetta mál, kunnu vit koma burturúr, at vera heimsins vánaligastu sølumenn, við heimsins vánaligastu fisk- avøru Hetta er hart at siga um vóðsku okkara, men skulu vit aka í egnan barm, skal tað | Her havi eg vist å at al nikið er eftir at gera Tað nyttar okkum onki at „Júpa uttanum og sita sum rotta í kavaroki, peika aftur- eftir og royna at geva hinum tað størstu skuldina Fyri at sleppa undan at coma at sita við ábyrgd næsta valskeið; ja, so verður veittr- ið við einum ES-trumf-essi. Og skuldi hetta ikki verið nokk, so verður spæld bæði Jassur og .Manella, altso lønarnidurskuråur. Til seinast vil Javnaðarfl- okkurin takka øllum, sum hava verið vid til at steðga áðurnevnda kavabólti og byrja at rulla hann í rætta kós. Tað fellur einum tungt at hoyra, at vit skulu byggja fiskastovnarnar upp aftur. Tað er beinleiðis so langt úti at ein eigur ikki forð fyri tí. Hetta er slettis ikki nakað, vit hava við at gera og koma tað heldur ongantíð. Sum veiðumaður hevur ein náttúrulívið rundan um ovggjar okkara hevur broytt seg í rógv ár Mangur sigur, at vit hava ov-fiska grunnar okkara. Ja, tað kann vera tann lítli part- urin av sannleikanum Tann stóri parturin er ein heilt annar, sum vit einki vald hava á, hvussu vit so enn bera okkum at. Tíverri! Um vit fara til grannar ok- kara, Ísland, so er nógv lív í sjónum har. Æti, hvalur og nógvur fuglur er at síggja. Tað sama er rundan um frl- and og norður við skotsku strondini. Við Hebridurnar, Orknoyggjarnar og Shetl- andsoyggjarnar er eisini nak- að av lívi í. Men koma vit so til Føro- yar, so er næstan steindeytt. Lítið og onki av fugli, lítið av æti og at kalla eingin hval- ur. Soleiðis var tað ikki fyri nøkrum árum síðani. Hetta fyribrigdið í náttúr- sæð, hvussu uni, vísir seg at ávirka veið- una av teimum fiskasløgum, vit eru vanir at veiða, sera nógv Hetta tykir mær at vera tann stóri parturin av orsøk- ini til lítla fiskamongd. Søgan sigur okkum um mong slik fyribrigdi, bædi her hjå okkum og f grannal- ondum okkara. Ella við ødrum orðum: Vit hava eina niðurgongd í nátt- úruni ímóti okkum Enn, og nøkur år fram, er heilt greitt, at vit hava lítið annað enn fisk at rætta ta búskaparligu gongdina upp aftur við Vit noyðast at fáa okkum ein sera mátaligan javnara, til ringastu ilskuna Vit verða noyddir at stuðla bæði fiskiroyndum g marknadarføring. Javnadarflokkurin hevur altíð sagt, at hann hevur vilj- an og mótið Nú hevur Javnaðarflokkur- in eisini víst, at hann hevur styrkina, ta bestu skútuna og bestu seglføringina til búsk- aparliga ódnarveðrið vit eru f. Vid hesum loyvi eg mær at bidja tykkum velja Javn- adarflokkin. Gott val øll somul. Eyðun Johannesen Oyrarbakki Eitt tað truplasta val- skeiðið í Føroya søgu == Soleiðis hevur ofta verið úkið til av teimum, sum fyri næstan fýra árum síðani við góðum treysti fóru út í Tinganes at tæna landi sín- um. Málsetningurin var greiður og vældefineraður í teimum so nógv spottaðu tiggju bodunum, nevniliga at fåa gongd å aftur samfe- lagið. Persónliga dugi eg onki skeivt at síggja í ti, at ein flokkur fer til val uppá: — at fáa samfelagshjólini at mala aftur - at fáa arbeiði til alíar hendur. Hetta eru høvudsmål, sum ein og hver flokkur til eina og hverja tíð, í einum »g hverjum landi kundi lagt navn til. Er tad ikki eitt vånaligt ítróttarfólk, sum fer á vøll- in fyri at tapa? Ella hvat við kappróðrarfólkinum, sum fer í bátin 25. apríl við tí av- gjørdu meining at hann/hon ongan róður kann vinna? Var tað ikki betur at onkur annar fekk kjansin? Ein sum trýr uppá at tað ber til Einki er tað skeivt at seta sær høg mál, hvørki í ítrótti ella í politikki, bara ein hev- ur bæði beinini á jørdini og dugir at meta um hvat letur seg gera í verki og hvat ikki. Ikki so sjáldan kemur tað fyri, atóvæntaðar fordingar og broyttar umstødur noyða teg til at broyta kós. Jú, javnaðarflokkurin fór í 1990 til val við tí vón, at tað bar til at fáa gongd á aftur samfelagið. Vit vistu, at tað vóru trupulleikar í vinnulívin- um. Vit trúðu at um tað eydnaðist at menna ídnaðin, soleiðis at virdisøkingin av einasta tilfeingi okkara, fiskinum, vaks, so høvdu vit klárað at siglt millum sker- ini. Tað vit ikki vistu var at bankarnir vóru við at fara av knóranum. At fiskasølan, sum í nógv harrans ár hevði verið fíggj- arliga álitið í fiskivinnuni, skuldi fáa so stórar fíggjar- ligar trupulleikar. At øll privat skuld um- vegis bankarnar skuldi enda í landskassanum hevði heldur ongin væntað. Tað er lætt at vera eftir- klókur og siga at avgerðin tann lagnutunga 6. okt 1992 var skeiv. Avgerðin er tikin, nú er ov seimt at broyta kós Vit í javnaðarflokkinum hava hóast ringar tíðir og mótgongd og hartil stóran poliuskan ágang ikki mist mótið. Vittrúgva framvegis uppá hetta samfelagið og tað fólk, ið her býr. Sjálvandi hava vit eins og hinir flokkamir sett nøkur høvudsmål upp, sum vit fara úl val uppá: — at bjarga vælferðarsam- felagnum — at økja virksemið aftur í øllum landinum, so fólkið aftur fær trúgv og álit á framtíðini — at troyta teir marknaðar- møguleikar, sum eru, og vinna fyrimyndarligar og góðar avtalur við aðrar minni royndar marknaðir - at lætta um skattatrýstið hjá lág- og midalinniøkun- um - at bóta um umsiødurnar hjá teimum veikast stillaðu í samfelagnum - Vónandi verða umstød- urnar betri búskaparliga og politiskt, soleiðis at vit kunnu røkka teimum mål- um, sum vit hava sett okk- um. At enda fari eg at heita á øll vágafólk um at fara á val og velja lista C. Jóhannes Ellefsen, valevni javnaðarfloksins í Vágum a