Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 21

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (STI Sambandið einki gott jort fyri Sandoynna -F ormaðurin i Sambandsflokkinum, sum eisini er næstformad- ur i Fiskavirking hevur ikki so mikid sum rørt ein fingur fyri Sandoynni í hesum truplu tíðum, segði Jógvan Adolf Johannesen, løgtingsmadur á veljarafundi í Skopun: Nú, ið tey flestu av valevn- unum, sum her sita, hava fjakkað um í eystanbygdun um í tveir dagar, havi eg roynt at slota eftir teimum boð- skapum, sum teir hava at bera fram Men eg kann ikki siga, at eg eri serliga nógv ávirkaður ella vikaður í mínari polit- iskv trúgv av teimum. Hinvegin kann eg heldur ikki ímynda mær, at teir eru serliga ávirkaðir av mær, tí tað er ovmikið kravt av slík- um politiskum forherðingum, hóast teir sjálvandi eru av fitt- astu monnum annars! Men, hvat er tað fyri ein boðskapur, sum teir royna at fortelja fyri fólki? Tjóðveldisflokkurin fortel- ur okkum at í hjørtum teirra býr frælsi. Men hetta sigur okkum kortini ikki so nógv; tí , frælsi kann tulkast á so mangan hátt. Hvat er í grundini frælsi. Hinir flokkarnir tala eisini um frælsi. Men, einki av hes- um líkist hvørjum ødrum. Allir flokkarnir uttan ein — og tað er javnaðarflokkurin — tala um eitt frælsi — sum er ófrælsi fyri tey flestu — við ødrum orðum eitt frælsi, sum bert umfatar tey fáu. Og kort- ini stuðla fólk hesum ófræls- isflokkum. Tað skal tí eitt ómetaligt treiskni til áhaldandi at velja slíkar flokkar. Eisini Sambandsflokkurin er nú farin at tala um frælsi. Hann talar um at vinna okkum landið aftur. Hver skuldi annars trúð, at hesin flokkur, sum líka síð- ani 1906 hevur havt eitt ein- asta endamál og tað er at tví- halda um einar ófrælsar Føro- yar. Hann sum einans hevur tal- að „om vores kære Moder- land Danmark,“ er nú á ellis- árum farin at tala um at vinna okkum landið aftur Íðan, liggur Danmerkin ikki har, sum hon altíð hevur ligið — ella er hesin gamli skaploysingurin í politikki nú vorðin í barndemi, sum als ikki er nakað serliga óvanligt fyri oldingar um 90 ára ald- ur! Føroyar kann tað undir ongum umstødum vera, sum teir hugsa um. Tær eru í teirra hugaheimi ikki teirra land' Og Fólkaflokkurin — hann sum í sínum uppruna varð nevndur Vinnuflokkurin og sum beinleiðis varð stovnad- ur fyri at knúsa Javnaðar- flokkin — eisini hann sigur At í teirra hjørtum býr frælsi — hóast tað frælsid er mein- líkt tí frælsi, sum ræður í ha- vinum, har teir stóru tosk- arnir eta teir smáu Jú, tað er soleiðis, at um tann hugsjón sleppur leys og fær loyvi til at leika í, sum hon vil, so verða tað einans teir kaldastu og náðileysastu, sum hava ein livandi kjans. Tað dámdi ikki John, at eg í Skálavík rósti einum av hansara partamonnum og segði, at hann var hin mest ábyrgdarfulli politikkarin í Fólkaflokkinum. Hesin politikkarin segði, at tað var eitt satt fornoyilsi at arbeiða í samgongu saman við Javnaðarflokkinum. Hann vísti eisini á munin ímillum henda flokk og so hinar, sum hann áður hevði verið í samgongu við! Javnaðarmenn vóru nevn- iliga álitismenn. Men so við og við fór at draga á luftina. Dimm skýggj tóku seg upp bæði fyri sunn- an og fyri vestan. Brádliga brann ódnarveð- ur á. Javnaðarflokkurin tveitti Fólkaflokkin fyri borð og slepti gðrum upp í samgong- uskútuna. Umboð úr gllum teimum trimum stóru flokkunum hava fyrru kvøldini roynt at benda agitatiónina inn á tað stóra skrímslið, sum gongur undir heitinum „Fgroya Fisk- avirking“. At so er, er í grundini heilt náttúrligt. Men, tað er ikki í lagi, og heilt merkiligt at teir royna at geva einum ávísum politikkara — nevniliga mær — skuldina fyri at hetta ódj- órið garterar í í fullkomulig- ari blindari ørsku uttan mið og mál. Og so er veruleikin tann, at hetta er fullkomiliga vitleys tala. Sannleikin er, at tað kundi vera fullkomiliga líkamikið um virkini vóru saneraði und- ir einum ella hvert sær — tí ætlanin hjá Fólkaflokkinum um at virkini skuldu sanerast hvert sær og síðani latast somu eigarum aftur, vann ikki fram Bankarnir áttu virkini við húð og hár og kundu gera við tey, sum teimum lysti Tað var ongantíð ætlanin at Føroya Fiskavirking skuld gerast soleiðis sum hon gjørdist Tí tað sum er hent, er at Fiskavirking er vorðið eitt monopol, su hevur lagt seg á nærum øll virkini og harvið á meginpartin av fiskit- ilfeinginum við Feroyar. Men, tað kom nakað ógv- uliga áhugavert — men mær ókent — fram í Húsavík í fyrr- akvøldid — og sama er end- urtikið í Dimmu í dag — táið annað umboðið hjá Sam- bandsflokkinum helt seg hava funnið hin stóra trumf- in. Hann spurdi beinleiðis um tað var reiðarin ella politikk- arin Jógvan Adolf sum hevði sloppið sær av við flakavirk- ið, tí tað var so lokkandi at sleppa frá kassakredittinum Annaðhvert er hatta bein- leiðis óndskapur ella berur heilaspuni — ella kanska ein vavstur av báðum! Tí als einki høpi er í hasum! Tí, sjálvandi mistu vit bæði veðhald og eginpening — ialt triggjar mió. — men áhuga- vert hevði verið at fingið at vita hvussu nógv hann hevur mist í sínum royndum at skaffa arbeiði í hesi ovggj Men hóast virkið var farið av knóranum tíðliga í 1993 se Ð vit at hava tað op- ] 10. okt. tá ið ljósið varð 6 og tíverri er tað ikki tendrað aftur enn Tað er sjálvandi ógvuliga óheppið, tá ið ungir óroyndir politikkarar byrja sína „karr- ieru“ við illgitingum ella beinleiðis við at siga Ósatt Tað var als eingin lokkandi kassakredittur sum fekk okk- um at „forere“ Fiskavirking virkið í Skopun. Tí, eg kundi snøgt sagt ikki geva nøkrum nakað, sum eg einki átti í Veðhaldið varð bundið í kontantum pengum — og teir fóru allir. P/F Fiskavirking fekk eina ógvuliga óhepna ieiðslu Tí, hon var í høvudsheitin- um sett saman við monnum úr teimum báðum mann- væntu flokkunum Sambands- og Fólkaflokkinum og Fisk- avirking gjørdist tí eisini sjálv ímyndin av tí, sum hesir flokkar standa fyri Og fyri at gera tað púra greitt so hevur formaðurin í Sambandsflokkinum, sum eisini er næstformaður í Fisk- avirking ikki rørt so mikið sum ein fingur fyri at rætta Sandoynni eina hjálp í hes- um truplu tíðum. Nú, siga hesir báðir sam- bandsalvarnir at um teir koma framat — og tað koma teir helst — tí teir vænta sær annan mannin í Sandoynni, so skal vend koma í. Men, so skjótt sum valið er av, so eru hasir alvarnir gloymdir av Sambandinum tí, teir fáa ikki mann í Sand- oynni, og Edmundsa hjarta sum í løtuni sigist at banka so títt og heitt fyri hesari oynni, verður aftur hin bein- frysti kietklumpurin, sum tað altíð hevur verið, tá talan er um Sandoynna. Eg havi áhaldandi roynt at arbeitt fyri at virkini í oynni kundu lata uppaftur Eg havi saman við úr Javnaðarflokkinum lagt fullfíggjað uppskot fyri stjór an í Fiskavirking, men hig- artil til fánýtis — tí hóast hann sýntist at vísa áhuga á kvøld: — so varð kortini alt strokið av borðinum á morgni — og eg havi illgruna um hví! s;gttesi Eg havi saman við ødrum úr Javnaðarflokkinum gjer teimum fullkomuliga greitt at tað er mei et oe at forde Sandoynni at virka f av Feroyagr 1 Tí, sr skuldi jú verið sjálvsagt, at tey virkir sum áður hava arbeitt útlendskan fisk framvegis arbeiddu úti- endskan fisk. Eg havi eisini ferð eftir ferð sagt at teir sum ráða fyri Fisk- avirking, ikki hava hildið orð — tí tað varð sagt og ofta end- urtikið í fjølmidlunum, at tað skuldi verða minst eitt virki opið í hvgrjari sýslu — men, teir hildu ikki orð — og soleið- is roynast álitismenn. Soleiðis roynist m.a. eisini sambandshøvdingin. Tí er tað ógvuliga margh- áttligt at hoyra hinar bera fram, at hevði Jógvan Adolf gjørt, sum tveir ávísir ungm- enn í Suðuroynni, so heyði betri staðið til í Sandoynni. Makan til tvæti skal man leita leingi eftir — Fiskavirk- ing stýrir uttan um allan pol- itikk — málið kann ikki loys- ast politiskt sum er — fiskav- irking er ein kapitalistiskur trustur — og tí mega vit fáa eina antitrust lóg, sum forðar fyri at tílíkt kann henda, og sum kann liða hatta skrimsi- ið sundur aftur. Men, tað er ógvuliga und- arligt at hoyra, at tað er Jógv- an Adolf, sum hevur sorlað alt vinnulív — bæði á sjógvi og landi sundur, tí tú og haldi ikki, at hansara lutur í at ro- yna at fáa arbeidsplåss i Sandoynni hevur ligið eftir — hann hevur ikki roynt at brot- Nr. 126 — 6. JULI1994 ið niður — hann hevur roynt at bygt upp. Og hóast tað í løtuni ikki sær serliga bjart út, so eri eg kortini ikki givin enn, og eg ætli mær heldur ikki at gev- ast. Tað eru nógvir leikir í longum og tungum talvi' Ég fari at heita á tykkum um at velja javnaðarflokkin Veljið lista C Jógvan Adolf Johannesen FORUM 94 í Åbo faks: 12545. "Kvinnuráðstevnan -FORUM 94 is ALLAR kvinnur eru vælkomnar í Mettustowu í sambandi við fyrirelkingar til kvinnuráðsteynuna 1-6. august 1994. Opið ør hveri. | mikukvøld kl. 20-22. Telefon: eders Ad i