Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

N r. 126 — 6. JULI1994 Fari at arheiða fyri rættvisi Góðu javnaðarveljarar, ung sum gomul. Hetta verður mín seinasta á- heitan á tykkum: sitið ikki heima 7. juli, men farið á val. Vit mugu standa saman og verja okkum føroyingar, so at vit skulu kunna vera før- oyingar. Jú, eg veit væl tað verður hart at vera før- oyingur, men eg skal lova tykkum fyri, at eg altíð fari at arbeiða fyri rættvísi og øllum borg- arum landsins. Eg fari ongantíð at góðtaka órættvísi í hes- um landi so leingi eg eri í politikki. Sum er klåra vit vanlig fólk okkum ikki. Vit mugu arbeiða fyri at skapa arbeiðspláss og at skattur og avgjøld lækka, men hetta gerst ikki eftir einum degi. Ímeðan má arbeiðs- loysisskipanin vera til fyri tey arbeiðsleysu, meðan tey bíða eftir ar- beiði, so at tey fáa mat í munnin. Ein og hvgr borgari í hesum landi krevur, at javnrættindi verða hild- in, ja, somu rættindi og skyldur, og tí taki eg fult undir við. Um so nakar veljari er ónggdur við teir gomlu politikararnar, ti so ofta hevur verið sagt undir valstríðnum, at tit tora at stilla uppaftur. Her má fólkið hava sín demo- kratiska rætt, um tey Sommer Winther, valevni í Suðurstreymoy A velja teir aftur. Hertil er at siga, at á javnaðarlistanum eru eisini ungar og nýggjar kreftir við dirvi og sum vilja tkkum væl. So sitið ikki heima 7. juli. Góðu veljarar! Eg havi ongantíð verið reið-ari, stjóri ella ráðgevari landsins og tí ikki verið við til at skuldarbinda føroyingin. Sum arbeidsleysur f dag og må striast fyri at fåa mat f munnin, tad er ikki stuttligt, nei alt ann- að. Jú, eg kenni so sanni- liga við tykkum, hvussu tað er at vera arbeiðs- leysur føroyingur, og tað fari eg altíð at arbeiða fyri á tí politiska økinum í tann mun, eg eri førur fyri. Gott javnaðarval! Jóan Pauli Joensen, valevni javnaðarfl. í Suðurstreymoy Henry Jarnskor, valevni í Eysturoy Mugu sjálvi fáa meria burtur úr Sum so mangur annar byrj- aði eg sárhentur við vað- beinið á Suðurlandinum — og síðan tá havi eg bert havt hendurnar at líta á. Lívið er ein harður — ikki altíð rættvísur — men góður lærumeistari. Lívsroyndir- nar eru besta barlastin. M.a. lærir lívið okkum, at tað ikki er alt gull, ið glitrar — og ikki alt er eftirfarandi, ið sagt verður. Eg veit, at allarflestu tykkara hava tær neyðugu lfvsroyndirnar, so tit duga at skyna á hvgrji av okkum eru eftirfarandi. Hvørji av okkum, ið eru åti eftir at nyta tykkara at- kvødur til egin endamål, og hvørji okkara vid liv og sål ganga inn fyri at tryggja hvønn einasta borgara í hes- um landi sum best. Ung sum gomul, menn sum kvinnur, sambandsveljarar sum tjóðveldisveljarar — ØLL!!! Føroyingurin hevur altíð verið arbeiðssamur og her á fjørdbinum hevur sanniliga aktivitetur verið undir hverjum steini. Í løtuni sær svart út, men møguleikarnir eru her, vit skulu finna stevið og so til arbeiðis. Kanska fara vit at selja kelduvatn av Strondum og av Skálaniður á Europeiska meginlandið, og soleiðis fáa nøkur fólk í arbeiði — 6- ført. Í hesum viðfangi er vert at leggja til merkis, at vit í áravís hava innflutt hundraðvís av tonsum av (útlendskum) vatni. Í fjør innfluttu vit 1. mill. 500 túsund litrar av soda- vatni, gli og. slíkum Gløgt er gestsins eyga Glekt er gestsins eyga verð- ur sagt, og tað er so satt sum tað er sagt. Finnbogi Arge skrivar stóra yvirskrift í Dimmalætt- ing „Hví gjalda vit so nóg- van skatt?“ Sum um hann ikki visti um tann útgjaringar politikk, Sambandsflokkurin førdi í seks av árunum í 80'unum. Tað er ikki so nógv at siga um, at Sambandsflokkurin vil jarðleggja Føroyar, tí teir hava sum høvudsmål, at í Føroyum skulu danir ráða. Teir vilja sáa máttloysi har sum teir kunna, so føroying- urin ongantíð skal kunna standa á egnum beinum. Seinasta teir nú vilja er. at vit eisini skulu inn í Felagsm- arknaðin (ES), men har skal fólkið tala áðrenn vit vilja fara at binda føroyingin á nakran hátt. Vit vita ikki hvat ið hendir um Sambandsflokkurin kem- ur framat, men eitt er sikkurt og tað er, sleppa teir gott frá tí, so vilja teir geva bæði dønum og Felagsmarknaðin- um Føroyaland, og ivast kann í at teir spyrja nakran eftir, helst ikki. Oraklið hjá Fólkaflokkinum Birgir Danielsen skrivar um økonomi, og har skuldi hann verið á heimabeiti. Stjóri var hann á Fiskasøl- uni sum fór fallitt, og nevnd- uformadur var hann í Sjó- vinnubankanum sum fór á heysin, so hesin økonomur hevur kostað skattagialdaran- drykkjuvgrum. — »Sterkt« verdur eisini drukkid f Før- oyum, og seinasta år komu 316.200 litrar av ymsum sløgum av risløgi til landið. Siga vit, at løgurin inni- heldur 40% alkohol, so innflyta vit her 190.000 litr- ar av vatni samstundis. — 190 tons av útlendskum vatni! So frægir menn eru vit hóast alt, at vit duga at blanda vatn upp í alkohol. Føroysk sniðhús, ella >typuhús< verða nú roynd í útlandinum. Hetta er eitt nýtt og spennandi tiltak, ið vónandi kemur at verða ein alternativ útflutningsvinna. Vit høvdu eitt sagvirki í Lopra. — Russar geva okk- um fisk fyri umvælingar. Á sama hátt kundu vit fingið vidarbular, so tilfarid til sniðhúsini varð skorið og vidgjørt í landinum. Øll royna sum frægast at sleppa uttan um tey kostn- aðarmiklu millumliðini, tá verur verða innfluttar. Hví halda vit so fast við eitt slíkt dýrkandi millum- lið, tá vit flyta út??? Í dag er tað soleiðis, at keyparin vil hava beinleiðis samband við framleiðaran. Hugsa vit um fiskavørur, er keyparin vanliga ein stór søluketa, sum t.d. Marks á Spencers. Slíkar søluketur selja vørumar sum sína egnu — í egnum innpakn- ingi. Við smáum bókstavum stendur so á pakninginum, hvor ið hevur framleitt og pakkað veruna. Nýggja, umlagda fiskasølan er eitt slíkt dýrkandi millumlið. Bert í innpakningstilfari fluttu vit inn fyri yvir 23 mill. kr. í fjør. Afturat hesum kemur marknadarføringin og um- sitingin. Marknadarføringin — er hundadýr, og bert eitt lítið mistak skal til at alt endar á gólvinum og arbeiðið hevur verið til fánýtis. Alt kann seljast, bert gjørdar avtalur verða yvir- hildnar. Her hevur haltað álvarsliga hjá okkum. Føroyingar og eftirkom- arar av føroyingum eru nógva staðni runt í heimin- um. Nú oljuvinnan kom upp á tal, vísti tað seg eisini, at vit høvdu serfrødingar og aðrar menn, ið vóru ella høvdu verið í hesari vinnu, bæði í Norðsjónum, Miðeystri, Suðuramerika og aðra staðni. Soleidis er óivað innan allar vinnu- og starvsgrein- ir. Altíð finna vit ein før- oying onkunstaðni har vit minst vænta tað. Um vit nú royna at fáa samband við so nógvar av hesum landsmonnum skila- fólki sum gjørligt, hevði hetta givið okkum eitt ógvuliga stórt kontakt- grundarlag við stórari lo- kalari vitan og serkunn- leika. Eitt sera stórt aktiv, tá vit hugsa um framtíðina. Annars haldi eg, at tað skuldi verið álagt S.E.V. íbindingarskyldu, altso mótsetta vegin, soleiðis at eg, um eg hevði møguleika til tað, kundi framleitt streym og selt S.E.V. hann. Um SÆE.V. skuldi til at keypa streym, so er heilt vist, at prisurin fall »den« dag í morgin. Annars haldi eg, at tað skuldi verið ålagt oljufeløg- unum at flutt allar oljutang- ar burtur úr bygdum øki, samsvarandi galdandi trygdarkrøvum. Annars haldi eg so Men eitt veit eg, og tað við vissu, at uttan samstarv og næstakærleika verður bert fáum lív lagað her á hesum klettum. Tann moralska skyldan, vit hava hvør móti ødrum, må og skal liggja fremst f hvørjari einastu politisku avgerð. Tá javnaðarhugsjónin hevur vunnið á afturhaldi og sjålvsøkni, bert føroying- urin høvdid hátt. Gott val! Henry Jarnskor, valevni javnadarfloksins i Eysturoy um nógv, og kemur tað at merkjast nógv ár frameftir, eisini hjá næsta ættarliði. Tit kunnu ætla hvat ið hendir, um hann fær fatur í lands- kassanum. Her er ikki annað at gera utt- an at seta ein sterkan Javn- aðarflokk á ting. Vit smo- yggja okkum ikki undan áb- yrgd sjálvt um tað kostar stemmir. Vit eru altíð til reið- ar,at taka eitt tak, har á stend- ur. Vel Javnaðarflokkin, hann hevur tikið tær ópopuleru avgerðirnar, so nú vil hann eisini vera við til at taka tær populeru avgerðirnar. Sommer Winther LL TB 5