Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-07-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 1994síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið (SEN Niðurgongdin er steðgað Nú tað sær út til at niðurg- ongdin í samfelagnum er steðgað, og tað so smátt er byrjað at ganga framá aftur, er tað sera umráðandi, at vit tilrættaleggja okkara framtíð á besta hátt, og gera nyttu av øllum teimum møguleikum, land okkara hevur at bjóða. FERÐAVINNAN Við nýggjum kreftum innan ferdavinnuna, har høvudsd- enturin nú verður lagdur á at samskipa alt å besta hått sam- an vid nýggjum tilboðum til ferðafólk, runt um í landin- um, og t.d. royndunum at fiska bankatosk við tráðu, hevur ferðavinnan góðar framtíðar møguleikar. Tó má tað alla tíðina verða eitt krav til tey, sum skipa fyri, at ferð- amaðurin alla tíðina kennur seg tryggan at ferðast í landi okkara, og fær haldgóða ráðgeving á so nógvum pláss- um sum til ber. Fyri at kunna útlendingar um Føroyar sum ferða- mannaland, er umráðandi, at tað almenna stuðlar við framtøkum uttanlanda á hverjum ári. OLJUVINNAN Verður olja funnin á føroysk- um øki, kemur hetta at bro- yta okkara samfelag mun- andi. Um vit vilja tad ella ikki, verður neyðugt at tilr- ættaleggja arbeiðið, við at finna og útvinna oljuna í sam- ráð við aðrar og størri tjóðir enn ta føroysku. Vit mugu ongantíð gloyma, at oljan er eitt tilfeingi, sum ikki bert vit sum búleikast her nú, men eisinitey, sum aftan á okkum koma, eiga, og tað er okkara lutur at bera so í bandi, at eisini tey kunnu fáa nakað burtur úr hesum ríkidómi. Hava vit tað í huga, trúgvi eg at tilber at fáa nakað skila- gott burtur úr. So fáment vit eru, verða vit ikki sjålvi før fyri at standa fyri leiting, bording og sølu av oljuni, men um rætt verður atborið, kunnu vit allíkavæl = skapa nógv arbeiðspláss, bæði á landi og sjógvi innan t.d. útgerð, vakt- arhald, skipasmíð og annað handverksvirksemi, proviant- ering, trygdarviðurskiftir, bankavirksemi o.a.m. Økta virksemið vil sjálvandi menna okkara heimaídnað, sum so at siga einki hevur at takast við í dag. Umráðandi er tó, at vit fara í gongd, at vit tryggja okk- um, at ágóðin av hesi vinnu ikki fer til nakrar fáar hend- ur, men kemur hverjum mansbarni í Føroyum til góð- ar. FISKIVINNA Aftaná nú í fleiri ár at hava ført ein stramman fiskivinn- upolitikk, eru fiskastovnarn- ir við at menna seg aftur. Neyðugt er at vit gera okk- um greitt, við hvørjum fiski- reiðskapi vit í framtíðini ætla at røkja okkara fiskagrunnar. Flestu føroyingar eru samdir um, at troling bert skal verða loyvd á djúpum vatni, og at trolararnir á landleiðini bert skulu hava loyvi at royna eftir flatfiski. Høvudsveidiambodini skulu vera línan og snellan. Skal tað lóna seg at fiska tosk og hýsu við línu, samst- undis sum vit tryggja eina javna tilgongd til flakavirk- ini, er neyðugt við nýhugsan innan serliga útróðrarvinn- una. Sum útróðrarvinnan er skipað idag, er tað alt ov trup- ult og kostnaðarmikið at fáa línuna engda. Her eigur tað almenna at stuðla royndum við t.d. eini egningarmidstød, har øll viðgerð av línuni fer fram. Utróðrarbátarnir kunnu so leiga línuna frá midstødini. Trúgvi ikki leirvíkingar høvdu havt nakað ímóti at hýst eini tílíkari roynd. ” Stovnsrøktin av okkara fiskatilfeingi skal atlíð vera á einum slíkum stødi, at veiðiflotin kann hvíla í sær sjálvum, tað er ein treyt fyri at fiskimenn kunnu fáa eina rímiliga urtøku. ÍDNAÐUR Vit hava eitt vælútbúgvið | fólk, og má tað vera uppg- so fyri, at tey fáa bestu treyt- | j | byrjað, og tað er eyðsýnt, at ir at arbeiða undir, so at til ber at menna okkara útflutn- ing av t.d. amboðum innan fiskaídnaðin, sniðhúsum v.m GOTT VAL Til síðst vil eg heita á allar føroyingar at hugsa seg væl um, áðrenn krossurin verður settur 7. juli. Javnaðarflokk- urin hevur havt eina sera trupla uppgávu í síðsta val- skeiði, men hóast tað gjørt eitt megnar arbeiði. Eitt er púra vist, høvdu vit havt borgarligt landsstýri vóru Føroyar nærum avtoftaðar í dag. Gott val øll somul. Poul Andrias Joensen Sambandið og politikkur Nú verður so triðju ferð at Sambandsflokkurin kemur til makt. Fyrstu ferð var frá 1980- 84, tað sokallaða Global landsstýrið. Tann táverandi løgmaður kemur nú fram aftur, sum ketta úr høvdatrogi. Og tad er ikki småvegis, sum hann leikar f, hann held- ur sikkurt at f6lkid hevur glo- ymt årini 81-85. Tå skuldin vaks vid tveimum milliard- um krénum. Nå roynir hann at vaska alt burtur f Dimmal- ætting. Ella reklaman f Dimmu „Setið pengar í Global við avskrivingar møguleikum“, hetta royndist illa fyri fleiri hundrað føroyingar. Vit minnast tá Pauli segði, Valið 1994 — vel tann, ið Í Dimmu verður skrivað, at tað aftaná valið verður eitt borgarligt landsstýri, so sum henda svåra stødan ikki er ring nokk. Øll arbeiðandi fólk vita, at Sambandsflokkurin er til fyri tey vælbjargaðu, og at Sam- bandið einki hevur at bjóða tí meiniga manninum, men teir hava bjóða lønarnidursk- at hann til eina og hvørja tíð skuldi selja Global skipini fyri tað dupulta sum tey skyldaðu, men hvør ið go- ymdi seg var hann, tá ið av tornaði. Aðrir vildu stovna eitt landsfelag, sum skuldi keypa hesi skipini, tí vit mistu so nógvar pengar, so var eisini meiningin at lata teir privatu yvirtaka skipini aftur so hvørt sum teir hildu seg klára tað, men hesa hjálp tveittu Fólk- aflokkurin og Sambandsfl- okkurin aftur frá sær. Teir spældu heldur av við skipini, enn at býta nakað vald. Hatta er so høvudsvalevni hjá Sambandsflokkinum, so tit mugu hugsa tykkum væl um áðrenn tit geva honum buktina og báðar endarnar. urð. At gera valið til eina upp- gerð við fortíðina er nokk ikki nakað positivt, av tí at allir flokkar hava verið uppi í og tað er jú tað, ið teir hava verið valdir til. Tann, ið einki skeivt hevur gjørt, hevur gjørt ov lítið, er gamalt orðatak, og tí er tað altíð lætt at bjóða seg fram Fakfelggini kann eg bert minna á, at Sambandið hev- ur lovað arbeiði, og kann tað bert vera longri tíðarskeið fyri somu løn. Nú hava vit so sitid í landsstyrinum og tikid tær sokallaðu ópopuleru avgerð- irnar í fýra ár, og at tað kost- ar at hava ábyrgd, tað vita vit. Nú mugu vit halda tørn so at tann føroyska skútan kem- ur á beint aftur, og tað verður ikki gjørt uttan Javnaðarfl- okkurin verður við. Standið saman um Javnað- arflokkin. Sommer Winther vil tær væl sum nýggjur flokkur á ting, men ein veit hvat ein hevur, men ikki hvat ein fær, so at um vit seta ábyrgdarleys ella ikki inn á ting vita vit ikki, men eitt er sikkurt, og tað er, at tey hava onga stevnuskrá, og tey vilja onga ávirkan fáa tey næstu nógvu árini, men tey vilja antin fara upp í Sam- bandið ella hjálpa teimum til teimum meira maktina, um tey vilja ella ikki. Latið okkum verja borg og halda saman um einasta flokkin sum vil verja arbeið- aran, alt annað tú velur kem- ur arbeiðaranum aftur um brekku, og tað vendist ikki aftur fyrr enn fýra ár eru far- in. Vel Javnaðarflokkin. Sommer Winther Nr. 126 — 6. JULI1994 Síða 23 Tá ið vit nú um fáar dagar fáa val í úrtíð, so er tað sum kunnugt tí, at ávísir flokkar í samgonguni ikki høvdu dirvi at halda fram, og ti einaferð enn skulkaðu sær undan ábyrgd! Hetta var spell, tí tað lógu áva Javnadarfloksins at skipa | stór, óloyst mál fyri stavn! Valstríðið er langt síðani allir hinir flokkarnir hava | brynjað seg út móti javnað- | | arflokkinum — åsannandi tann veruleika, at hann er einasta trygd og borgan fyri, at tað skal vera rúm fyri øllum føroyingum at bú- leikast í hesum oyggjum. Endamálið er týðuligt og greitt at knúsa tann flokk, sum hóast alt hevur gingið á odda fyri teimum sosialu trygdum, sum føroyingar hóast øgiliga mótstøðu frá sambands- og fólkaflokk- inum hava vunnið. Hesir flokkar hava nevni- ligaaldri unnað vanliga løn- takaranum so mikið sum ein evarska lítlan hundsmola á hesum gki, og tað sum teir hava gingið við til er av politiskari neyð. — Minnist til tað. Valstríðið verður helst hart — og óivað eisini skitið; men eg fari at heita á mínar landsmenn og tá serstakliga á tykkum í Sandoyar val- dómi, um ikki at lata tykk- um ávirka av teimum flokk- um, sum nú látast so fagur- látnir. Og her hugsi eg ser- liga um sambands- og fólka-flokkin; men eg fari eisini at heita á tykkum um at hava eyguni væl efúur tjóðveldisflokkinum, sum í royndum hevur sýnt, at hann als ikki meinar tað, sum hann stendur fyri, m.a. í tjóðskaparmálinum. Og veljið undir ongum umstødum hini smáu vill- skotini, tí tey standa ikki fyri nøkrum sum helst uttan at spjaða verkamannafjøld- ina og harvið hjálpa teim- um flokkum, sum vilja henni ann — minnist eisini til tað 7. juli. Eg fari at enda at heita á tykkum í Sandoyar val- dómi, um at fara á val — sitið endiliga ikki heima — men standið eins manniliga um javnaðarflokkin sum tit stóðu á valinum í 1990. Gott val! Veljið lista C. Jógvan A. Johannesen, valevni javnaðarfloksins í Sandoynni