Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 4. juli 2003 25 25 Í svimjing miku- kvøldið endaðu føroyingar bara á teimum aftastu plássunum, men tvey føroysk met vóru tikin í fýra finalum SVIMJING Ingrid Bjarnastein Guernsey: Føroyar vóru við í fýra finalum miku- kvøldið. Benthe S. Ander- sen svam 100 metra bringu- svimjing, har hon endaði á einum fimta plássi. Sjálvt um hon var næst- aftast av svimjarunum, so setti hon føroyskt met, so ein kann staðfesta, at støðið á svimjingini he rá oyggja- leikunum er høgt. Gamla metið átti hon sjálv, og tað hevði setti hon í februar í ár. Hitt føroyska metið tók føroyska stafettin í 4x100 blandað stafett. Dia Jacob- sen, Asbjørn Hansen , Kristoffur Hentze og Eivind Eysturoy komu fimtir á máli við tíðini 04.03.08. Hetta metið tóku teir frá Havnar Svimjifelag, og tað var sett í 1999. Tvær aðrar finalur vóru mikukvøldið. 50 metra frísvimjing fyri kvinnur, har Shaila millum Garð- arnar luttók. Hon gjørdist nummar seks við tíðini 28.51 sekund. Eivind Eyst- uroy svam 100 metra frí- svimjing. Har gjørdis hann nummar fimm við tíðini 54.15 sekund. Føroyingar skuldu vænt- andi vera við í nøkrum finalum aftur hóskvøldið. Hetta var samstundis eisini seinasta kvøldið hjá før- oysku svimjarunum. Fimta árið á rað hava føroysku súkklararnir fingið heiðursmerki heim við. Hetta er veru- leiki, eftir at Gunnar Dahl-Olsen vann bronsu á landavegnum SÚKKLING Álvur/Jákup Guernsey: Føroysku súkklararnir hava støðugt blandað seg í heiðurs- merkjatoppin á oyggja- leikunum. Tó at aðrir kanska eru styrkismettir hægri enn okkara, so hevur tað hvørja ferð síð- ani 1997 eydnast liðnum at fáa okkurt slag av metalli heimvið. Spurtsigur Mikudagin var tað so landavegskoyringin, sum var á skránni. Her varð roknað við, at sterkastu føroysku kortini vóru Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen, og teir báðir fóru eisini alt fyri eitt við í fremra bólkin, tá feltið so spaku- liga fór sundur á fyrsta av teimum níggju rundkoyr- ingunum, sum vóru á skránni. Tó at dúgliga varð roynt at toga sundur, so eydnaðist føroysku súkklarunum alla tíðina at halda seg so nøkun- lunda frammi í feltinum. Móti endanum eydnaðist tað tó tveimum av Man at toga seg heilt leysar, og so varð lagt upp til ein øgiligan spurt um brons- una. Her var Gunnar Dahl-Olsen í bólki saman við trimum øðrum súkklarum, og tað skuldi vísa seg, at spurturin hjá Gunnari var nóg sterkur. Í samlaðum bólki komu teir fýra á málið, men Gunnar var tann, sum fyrst hevði framhjólið innan fyri málstrikuna, og fekk hann soleiðis bronsuna. Gunnar og hinir tríggir, sum komu á næstu plássunum, vóru allir 2 minuttir og 20 sekund aftan fyri vinn- andi súkklaran av Man. Býarkoyring eftir Sum sagt, so hevur før- oyska liðið við hesum longu tryggjað sær fasta heiðursmerkið, men tað var um reppið, at tað kundi verið fleiri enn hetta eina. Í liðkapping- inin endaðu Føroyar nevnliga á fjórða plássin- um, beint aftan fyri Saaremaa. Bogi Kristiansen, sum altso sat frammi við stór- an part av tíðini, gjørdist nummar 15. Sverri Mohr Edvinsson varð nummar 32, og Eli Christiansen kom á mál sum nummar 35. Og fríggjadagin verður tað so, at súkklararnir skulu royna seg í býar- koyringini. Her hevur Bogi Kristiansen eitt bronsumerki av Man at verja, og tað verður spennandi at síggja, hvussu tað fer at spæla av hesaferð. Mikudagin kom ferðamannaskipið Van Gogh til Guerns- ey. Van Gogh verður flótihotell á oyggja- leikunum í Hetlandi í 2005 OYGGJALEIKIR Ingrid Bjarnastein Guernsey: Til oyggjaleik- irnar í 2005 verður tað eitt ferðamannaskip, sum kem- ur at hýsa gestum og ítrótt- arfólkum. Ferðamanna- skipið verður leigað til endamálið av tí, at hotellini ikki megna at geva øllum teimum ferðandi innivist. Talan er um ferðamanna- skipið Van Gogh. Van Gogh er skrásett í Kingston í Jamaica, men hevur bústað í Glostershire í Onglandi. Mikudagin kom ferða- mannaskipið til Guernsey, har altjóða oyggjaleika- nevndin fekk høvi at síggja skipi. Gunnar vann bronsu Bogi Kristiansen og Gunnar Dahl-Olsen royndu alla tíðina at halda seg frammi í feltinum, og hjá Gunnari gav hetta úrslit í einum bronsumerki Van Gogh verður í Hetlandi Ferðamannaskipið Van Gogh skal brúkast sum flótihotell á oyggjaleikunum 2005 Metini verða tikin Dia Jacobsen tók saman við Asbjørn Hansen, Kristoffur Hentze og Eivind Eysturoy gamla føroyska meti í 4x100 blandað stafett 24 Nr. 124 - 4. juli 2003 C M Y K 24