Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 4. juli 2003 27 26 Nr. 124 - 4. juli 2003 So kom ferð á Føroysku fimleika- menninir vunnu ikki færri enn seks heið- ursmerki í einstak- lingakappingini mikudagin FIMLEIKUR Álvur/Ingrid Guernsey: Endiliga kom ferð á við heiðursmerkjun- um til Føroyar. Mikudagin fingu føroysku fimleika- menninir togað heili seks heiðursmerki í land í ein- staklingakappingini, og fýra av teimum átti Helgi Winther Olsen. Seinnapartin mikudagin varð einstaklingakappingin í fimleiki hjá monnum avgreidd. Tað gekk væl hjá føroysku monnunum, og komu fleiri yvirraskandi heiðursmerki, og eisini vóru nøkur vónbrotin andlit at síggja. Venjarin hjá før- oyska fimleikalands-lið- num, Henrik Berthelsen, var tó ikki heilt nøgdur. – Hetta var ikki tað, vit høvdu roknað við. Har vóru nøkur ljóspunkt, men eisini nakað, sum ikki koyrdi. Nakrir feilir vóru her og har, og tað var ikki ordiliga tað, segði Henrik Berthel- sen eftir kappingina. – Eg eri ikki heilt nøgdur við innsatsin, tí eg haldi, at ein eigur at klára at liva upp til væntanirnar, og tað haldi eg ikki, at tað ger í dag. Vónbrot og gleði Høgni R. Øster varð skaddur áðrenn kappingina, og var tí ikki við í liðkappingini mánadagin. Hann vildi spara seg til kappingina mikudagin, og var einasta kappingin hann luttók í í rekk. Har gekk tað ikki heilt eftir ætlan. Úrslitið gjørdist 7,1 og var tað til eitt fjórða pláss. – Tað gekk av hundanum til. Tað kiksaði bara. Hvat gekk galið, veit eg ikki, og tað gekk yvirhøvur ikki sum ætlað, segði ein vón- brotin og fámæltur Høgni R. Øster eftir kappingina. – Nú er ikki nógv annað at gera enn at royna aftur um tvey ár. Nøkur yvirraskandi úrslit vóru eisini á skránni miku- dagin. Tórarin Holm Peter- sen fekk triðja plássi í barr, og fekk Gutti Harryson silvur í ringunum við ein- um úrsliti áljóðandi 8,1. – Triðja pláss hevði eg als ikki væntað, segði Tórarin Holm Petersen eftir kapp- ingina. Toppskorarin hjá føroy- ingum var Helgi Winther Olsen, sum vann eina gull, tvær silvur og eina bronsu. Helgi Winther Olsen var væl nøgdur við úrslitið eftir einstak- lingakappingina mikudagin. Hann fór sjálvur avstað við fýra av teimum seks heiðursmerkjunum hjá føroysku fim- leikamonnunum FIMLEIKUR Álvur/Ingrid Guernsey: Tað var ein glaðan og væl nøgdan Helga Winther Olsen vit fingu orðið á eftir einstak- lingakappingina í fimleiki mikudagin. Og tað kann róliga sigast, at tað var ikki heilt uttan orsøk, at Helgi smíltist aftaná kappingina. Seks heiðursmerki vóru tillutað føroysku fimleikar- unum mikudagin, og fýra av teimum átti Helgi Winther Olsen, sum uttan iva er tann, sum dregur før- oyska liðið uppeftir á oyggjaleikunum. Tey fýra heiðursmerk-ini, sum Helgi fekk vóru gjørd av øllum trimum sløgunum. Ein gull, tvær silvur og ein bronsa. – Bronsan kundi væl verið gull, men bara tað er metall, so eri eg væl nøgd- ur, segði Helgi Winther Olsen eftir heiðursmerkja- handina mikudagin. – Hetta var ordiliga lekkurt., sigur hann meðan hann tekur um tey fýra heiðursmerkini, sum hanga um hálsin. – Serliga hendan, sigur hann og tekur gullið fram. – Hesa vildi eg hava. Eg veit, at tað er í gólvi og ringunum, at eg eri suverenur, og tað var har, at eg vildi hava heiðurs- merki. Helgi sigur, at silvuri í barr kom eisini væl við, tí tað er so nýliga, at hann er byrjaður við barr. – At tað er so stutt síðani at eg eri byrjaður, og at eg fái heiðursmerki vísir, at tað sum eg geri er rætt. Fólk hava spurt meg frammanundan, hvat eg hevði væntað, og hetta er tað, sigur Helgi. Satsaði Heiðursmerkini hjá Helga vóru vunnin í ringum - gull, lopi - silvur, barr - silvur og á gólvinum fekk hann bronsu. – Tá tú ert á gólvinum, so fært tú bonus fyri ymsar kombinatiónir. Eg visti áðrenn, at tann sum var frammanfyri meg var góð- ur. Og eg kundi gjørt tað lættari, og spælt tað trygt, men eg satsaði. Eg visti frammanundan, at um eg skuldi hava nakran møgu- leika at vinna, so mátti eg satsa, so tað kiksaði. Men tað kundi líka so væl verið ein gull afturat sum ein bronsa, sigur føroyski fim- leikarin. Helgi var tann einasta føroyski fimleikarin, sum var við í øllum seks kapp- ingunum mikudagin. Kappast var í lopi, á gólvinum, í rekk, bein- svingi, barr og ringum. Tað gekk eitt sindur mis- javnt, men tá alt kom til alt, so var tað bara í rekk og í beinsvingi, at Helgi ikki fekk nakað heiðursmerki, har hann endaði á ávíkavist sjeynda og fimta plássi. – Nú er fríggjadagurin eftir, og tá er tað ein bundin kapping. Eg eri varandi meistari har, men eg vænti ikki, at eg megni at varveita heitið. – Eg vóni at vera framm- arlaga í gólvi. Har gongur tað út uppá, at avrikið er so vakurt sum gjørligt. Men har er ein rímiliga torfør kombinatión við, sum eg ikki eri so stinnur í, sum aðrir eru stinnir í, so hetta er ikki ordiliga mítt. Onnur ár hevur tað verið til mín fyrimun, men nú er hann so farin til onkran annan. Sum sagt, so væntar Helgi ikki, at hann klárar at verja oyggjaleikagullið frá 2001, men um eitt heiðurs- merki kemur undir land, so er hann nøgdur. Hetta var akkurát tað Helgi Winther Olsen fekk 8,2 í ringunum og tryggjaði sær og Føroyum næsta gullmerkið á oyggjaleikunum á Guernsey Tórarin Holm Petersen fekk bronsu í barr Her vanta framvegis tvey heiðursmerki, men tað sær Helgi sær út til at vera glaður hóast alt Høgni Øster var ein vónbrotin maður eftir einstaklingakappingina mikudagin. Tað gekk ikki eftir ætlan, og endaði hann á einum fjórða plássi Úrslitini hjá føroysku fimleikarunum Einstaklingakapping, menn Fimleikari Barr Rekk Lop Gólv Ringar Beinsving Eyvind A. Hansen 6,4 - 7,4 7,4 7,5 - Pól Esber Hanusarson 7,1 - 7,95 7,3 7,3 - Gutti Harryson - - 8,0 7,7 8,1 - Helgi Winther Olsen 7,9 6,0 8,35 8,5 8,2 9,5 Høgni R. Øster - 7,1 - - - - Tórarin Holm Petersen 7,8 - 7,3 8,1 - - Úrslit Eyvind. A. Hansen 9 - 17 15 4 - Pól Esber Hanusarson 7 - 5 17 7 - Gutti Harryson - - 4 9 2 - Helgi Winther Olsen 2 6 2 3 1 5 Høgni R. Øster - 4 - - - - Tórarin Holm Petersen 3 - 19 5 - - Gull- og silvurvinnarar í ringum heilsa uppá hvønn annan C M Y K 26