fríggjadagur 4. juli 2003síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 124 - 4. juli 2003
C
M
Y
K
28
Nr. 124 - 4. juli 2003
29
29
So tapti HB sín fyrsta
dyst í landskapping-
ini, tá teir máttu lúta
fyri arvafíggindanum
B36. Men teir í HB
munnu iðra seg yvir
tapið, tí teir høvdu
yvirvág stórar partar
av dystinum
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Fleiri HB-leikarar og við-
haldsfólk mundu standa
heldur spyrjandi eftir dystin
móti grannunum miku-
kvøldið. Hvussu kundi tað
bera til at tapa ein dyst, har
HB skapti so nógvar mál-
møguleikar og hevði fult
tamarhald undan steðgin-
um?
Onkur helt fyri, at hetta
var sum at stjala bomm frá
børnum. Men tað hava
B36-ararnir helst einki
ímóti, so leingi børnini við
bommunum eru í reyðum
og svørtum búna. Og hesi
bommini smakka óivað
ógvuliga væl hjá teimum
flestu B36-arum.
Tá fyrri hálvleikur var
liðugur, og HB var framm-
anfyri við einum máli, vóru
tey flestu á einum máli um,
at oddaliðið undan hesum
umfarinum fór at vinna
hendan dyst.
HB hevði nevniliga verið
fullkomiliga dominerandi
fyri steðgin. HB-leikararnir
dugdu væl at leggja trýst á
bólthaldaran hjá mótstøðu-
liðnum, og hetta oyðilegði
alt uppspælið hjá B36, sum
tveitti sera nógvar bóltar
burtur. Mangan kendu B36-
leikararnir seg noyddar at
spæla aftureftir vøllinum
ella at royna langar bóltar,
sum HB-verjan ikki hevði
stórvegis trupulleikar av.
Hetta gav HB gott høvi at
fremja nógvar atsóknir
móti B36 málinum, har
Tróndur Vatnhamar, sum
annars spældi ein brand-
dyst, hevði úr at gera.
Mangan runnu teir hvítu
runt sum fluga í fløsku og
vistu ikki rættiliga, hvar teir
skuldu vera.
B36 hevði eina góða
roynd frá Jákupi á Borg
heilt tíðliga í dystinum,
men so tók HB yvir. Rógvi
Jacobsen og Andrew av
Fløtum
vóru
allatíðina
vandamiklir
við
sínum
ágangandi spæli.
Rúni leggur HB
framum
Fyrstu vandamiklu roynd-
ina hevði Rógvi. Vantandi
samskifti
millum
Pól
Thorsteinsson og Tróndur
Vatnhamar endar við, at
Rógvi fær bóltin á brots-
teigarmarkinum, og hann
langar til, men Tróndur
bjargar út til horna. Andrew
av Fløtum fær høvdið á
hornasparkið, men bólturin
dettur niður á tvørstongina
og av vøllinum.
Lítla løtu seinni sleppir
Andrew av Fløtum leysur
inn í brotsteigin, men Rúni
Elttør takklar í síðstu løtu.
Carsten From var eisini nær
við at fanga ein langan bólt,
men Tróndur var kvikur út
úr málinum.
Boð vóru í heilum eftir
B36-verjuni hesa løtuna, og
tað eydnaðist at halda mál-
ið reint eina løtu.
Men eftir ein hálvan tíma
gekk tað ikki longur. Cars-
ten From breyt ígjøgnum í
vinstra borði og legði eftir
jørð innfyri. Tróndur fekk
hondina á bóltin, sum rull-
aði út til Rúna Nolsøe, ið
langaði til úr fimm metra
fjarstøðu. Málið kom, með-
an Pól Thorsteinsson lá
uttanfyri og fekk forbind-
ing um høvdið.
Rógvi Jacobsen hevði
møguleikan at leggja HB
framum 2-0 stutt fyri steðg-
in. Tróndur missir eitt skot
frá Andrew av Fløtum, og
Rógvi er fyrstu á returin-
um. Hann skýtur tó beint í
krovið á Tróndi.
B36 hamskiftir
B36 leikararnir fingu óivað
ein veruligan uppsang í
hálvleikinum, tí teir vóru
sum hamskiftir, tá teir
komu útaftur. Teir fingu nú
sett fleiri álop í verk, og
Bárður Johannesen fekk
nakað at síggja til. Dysturin
var nú meira javnur.
John Petersen fekk ein
stóran møguleika stutt inn í
seinna hálvleik. Heðin varð
sendur avstað í vinstru og
legði innfyri til John, sum
var púra leysur, men hann
prikaði bóltin framvið mál-
inum.
Tjúgu minuttir inn í
seinna hálvleik fær B36
útjavnandi málið. Allan
Mørkøre sendir fram til
Jákup á Borg, sum er farin
avstað í høgru síðu. Hann
dregur inn í brotsteigin og
leggur út frá til Heðin á
Lakjuni, sum skýtur fyrstu
ferð, men bólturin fer í
hondina á Hans Lag.
Brotsspark til B36, sum
liðformaðurin John Peter-
sen tekur. Hann sendir bólt-
in róliga í høgru síðu, og
Bárður tveitir seg hinvegin.
Hetta gav B36 blóð á
tonna, og teir vóru nú ikki
bangnir fyri at leypa á. HB
helt hinvegin eisini fram
við sínum ágangandi álops-
spæli. Tað gekk tó ikki so
væl at spæla seg fram til
opnar málmøguleikar sum í
fyrra hálvleiki.
HB var allatíðina vanda-
mikið, og serliga ferðmikli
Carsten From breyt ofta
ígjøgnum í høgru síðu.
Nógvir vandamiklir bóltar
komu inn í brotsteigin hjá
B36, men tað síðsta vantaði
hvørja ferð. Bólturin ferð-
aðist mangan runt í B36-
brotsteiginum, uttan at nak-
ar HB-ari fekk fótin á.
Jákup fær sigursmálið
Tá fimm minuttir eru eftir
av vanligu leiktíðini fær
B36 sigursmálið. Ein lang-
ur bóltur verður sendur
fram til John Petersen, sum
forleingir bóltin fram til
Heðin á Lakjuni, ið var sum
ein hvirluvindur framvið
Halli Danielsen.
Heðin leggur innfyri til
Jákup á Borg, ið avgjørdur
setir innaru síðu á bóltin,
og málverjin hevði ongan
møguleika at bjarga. Eufor-
iskur stemningur í B36-
húsinum.
Eftir hetta málið sendi
HB bókstaviliga alt sítt fólk
niðan í brotsteigin til tey
bæði hornaspørkini, sum
HB fekk móti endanum.
Bárður Johannesen var eis-
ini mitt í rokanum, men
einki kom burturúr.
Samanumtikið má sigast,
at hóast HB spældi væl
gjøgnum allan dystin og
skapti nógvar málmøgu-
leikar, so var tað B36, sum
megnaði at halda høvdið
kalt frammanfyri málinum
og fór við sigrinum.
HB-B36 1-2 (1-0)
1-0: Rúni Nolsøe, 31.
1-1: John Petersen (br.), 66.
1-2: Jákup á Borg, 85.
HB: Bárður Johannesen -
Hans á Lag (Bjarni Jørgen-
sen, 76.), Eli Thorsteins-
son, Símun Eliasen, Janus
M. Joensen - Hallur Dani-
elsen, Rúni Nolsøe, Martin
Christensen - Rógvi Jacob-
sen, Andrew av Fløtum
(Tór-Ingar Akselsen, 83.),
Karsten From
B36: Tróndur Vatnhamar -
Allan Mørkøre (Fróði Cle-
mentsen, 79.), Pól Thorst-
einsson, Rúni Elttør, Kenn-
eth Jacobsen - Heini í Skor-
ini (Bergur Midjord, 89.),
Klæmint Matras, Jens Kr.
Hansen (Sverrir Kjærbo,
81.), Jákup á Borg - John
Petersen, Heðin á Lakjuni
Gul kort:
HB: Martin Christensen,
Rúni
Nolsøe,
Rógvi
Jacobsen, Hans á Lag
B36:
Allan
Mørkøre,
Kenneth Jacobsen
HB-B36 1-2 (1-0):
B36 nýtt oddalið
Rúni Nolsøe takklar Heina í
Skorini, sum liggur leysur í
luftini. Dómarin Dagfinn
Olsen gav eisini Rúna gult
kort fyri hesa takklingina
MYND: Jens Kr. Vang
Rógvi Jacobsen og Pól Thorsteinsson dystast í luftini. B36 fór
við fimta sigrinum á rað upp á ovastu rók í 1. deild
MYND: Jens Kr. Vang