Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 16

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 4. juli 2003 31 31 30 Nr. 124 - 4. juli 2003 C M Y K 30 Avrikini síðstu vikuna benda á, at stríðið um heiðurs- krónurnar fer at standa millum feløgini í Havnini og í Runavíkini, og miku- kvøldið øktist møgu- leikin fyri, at talið á Eysturoyar feløgum í bestu deildini næsta ár fer at verða uppaftur størri, enn tað longu er 8. UMFAR SAMANUM Jóannes Hansen Í fínum fótbóltslíkindum varð næstsíðsta umfarið í fyrru helvt av kappingini fingið frá hondini miku- kvøldið. Í sjey teimum fyrstu umførunum hevði HB ikki tapt, og Skála hevði ikki fingið stig. Mikukvøldið tapti HB, og Skála vann fyri fyrstu ferð. Nógvu tey fyrstu umførini vóru útisigrarnir nógvir. Mikukvøldið megnaði fyri aðru ferð á rað einki útilið at vinna. At tað er so tætt millum týdningarmiklu uppgerð- irnar, sum tað hevur verið og framvegis verður, hevur við sær, at tað er ikki meiri, enn at spælararnir fáa stundir at hvíla og fáa likamið og sinnið aftur í eina støðu, sum ber við sær, at teir tríggjar ella fýra dagar seinni eru púra út- hvíldir og aftur klárir at fara undir nýggja avbjóð- ing. Í feløgunum er ikki talan um rættuligar venjingar í hesum døgum. Teir renna eitt sindur fyri at loysa vøddarnar, fysioterapeut- arnir hava úr at gera, og spælarar og venjarar taka saman við teimum serkønu á økinum støðu til, um tað er ráðiligt, at hesin ella hin spælarin skal vera við næstu ferð, og um hann hóast snudd skal vera mill- um teir fyrstu ellivu, ella um hann skal sita á beink- inum. Hjá teimum, sum eru á aldukambinum, bilar tað lítið, at tað er nógv á skránni. Tað ræður um at fáa so nógvan og góðan ágóða av gongdini, sum tað ber til. Eitt nú hjá B36 og NSÍ spælarunum hevur tað verið stuttligt at verið til venjingar í gjárkvøldið, og teir fara aftur í kvøld huga- ligir at venja. Heilt so huga- ligt er tað neyvan hjá t. d. KÍ spælarunum og eisini hjá vágamonnunum og vágbingunum. At megna at gera broytingar, sum longu sunnudagin skulu vísa seg í betri avrikum og úrslitum, er lítið sannlíkt. Trio í toppinum Í fjør endaðu báðir granna- dystirnir í Gundadali 2–1. HB vann útidystin ímóti B36, og B36 vann útidystin ímóti HB. Eftir 2–1 sigurin hjá B36 í heimadystinum hjá HB mikukvøldið letur tað til, at tølini skulu ganga aftur í ár. At HB einki fekk burtur- úr hesa ferð hevur við sær, at teir ikki hava fingið fult í tveimum teimum seinastu royndunum, og tað hevur aftur við sær, at teir fyri fyrstu ferð í hesum kapp- ingarárinum ikki eru odda- lið. B36 skinklaði í fyrstu umførunum. Tað var akku- rát so, at teir vunnu á Skála, har tað var lagt upp til mál- leysan javnleik. Nú kann lítast ein mánað aftur í tíð- ina og snarast og vendast, hvat teir mundu havt tikið sær fyri, um B36 ikki hevði vunnið ta ferðina. Møgu- leikin at siga venjaranum upp varð nevndur av fleiri. Ein mánað seinni kann Ion Geolgau gleðast um, at hann, í staðin fyri at vera arbeiðsleysur, er venjari hjá oddaliðnum. Marginalirnir eru smáir. Ikki minst hjá venjarunum, sum hava so stórt trýst á sær. B36 og NSÍ eru lið um lið í stigum og eisini í mál- muni. NSÍ hevur skorað fleiri mál enn B36, men kortini er B36 oddalið. Tað kemst av ásetingini um, at innanhýsis uppgerðirnar viga meiri enn málmunurin og skorað mál. At NSÍ hevur spælt ein dyst fleiri enn B36 er ein heilt onnur søga. Mikukvøldið í kom- andi viku fær B36 vitjan av VB. Tá fer NSÍ, sum longu mikukvøldið í síðstu viku gjørdi ferðina yvir á Skála av sær, at halda frí. At tað eru B36, NSÍ og HB, sum eru oddalið, man ikki vera so langt av leið frá tí, sum tað undan kapping- arárinum varð roknað við. Hesi liðini hava verið støð- ug, og tey tykjast at vera manningarliga væl fyri og betri skipað í øllum ketun- um, enn hini liðini eru tað. Hjá B68 hevur tað kostað nógv, at teir í fimm av átta royndum ikki hava megnað meiri enn javnleik. Úrslitini hjá KÍ seinastu tíðina hava víst, at teir hava ikki tað, sum skal til fyri at vera við í toppinum. Eftir gongdini seinastu ferðirnar er tað púra óhugsandi, at teir kunnu gera nakað við HB, sum vitjar í Klaksvík sunnudagin. Men um tað skuldi eydnast hjá KÍ at funnið stríðsvilja og alt annað fram, og at teir spæl- ararnir, sum hvat heilsuliga førleikanum viðvíkur eru førir fyri tí, sleppa at royna seg, og tað hevði borið sig- ur við sær, so verður KÍ aftur við í toppinum. Men hetta tykist rættuliga óhugsandi. GÍ hevur bara fingið eitt stig burturúr tveimum teimum síðstu landskapp- ingardystunum. Gøtumenn kunnu ugga seg við, at lut- urin hjá teimum í altjóða avbjóðingum er av á hesum sinni. Tað er hann ikki hjá HB, sum seinni í hesum mánaðinum skal royna seg í fyrsta innleiðandi umfarin- um í europeisku meistara- kappingini, og tað er hann ikki hjá NSÍ og KÍ, sum í august skulu spæla í inn- leiðandi umfarinum í UEFA Cup. Eysturoyggin uppaftur størri umboðan Nógvu tey seinastu árini hevur Eysturoyggin átt um- leið eina helvt av feløgun- um í bestu deildini. Í ár eru tað GÍ, NSÍ, B68, Skála og EB/Streymur. Úrslitini mikukvøldið gjørdu møgu- leikan meiri nærliggjandi, enn hann hevur verið, at tað næsta ár fara at verða seks Eysturoyar lið í 1. deild. Soleiðis verður tað, um ÍF flytir upp, og um Skála og EB/Streymur ikki flyta nið- ur. NSÍ, B68 og GÍ flyta neyvan niður. ÍF er topplið í 2. deild, og tað skal ganga fuglfirðing- um heilt illa seinni í summ- ar, um teir ikki fara at flyta upp. Tað hilnast ikki altíð so væl hjá heimaliðunum í stevnudystunum. Leygar- dagin er Varmakeldustevn- an á skránni. Tá skal ÍF í grannauppgerð ímóti LÍF. Níggjunda og síðsta umfar- ið undan summarsteðginu- m í 2. deild er á skránni hetta vikuskiftið. Skála er framvegis besta boðið upp á niðurflyting, men sigurin á FS Vágum eigur at geva teimum blóð á tonna. Við javnleikinum í Vági styrkti EB/Streymur uppaftur meiri um sína støðu. Kappingarneytarnir hjá Skála eru VB og FS Vágar. Sunnudagin skal Skála spæla á Eiði, og VB skal á Toftir, har teir ikki so sjáldan hava staðið seg væl. Eftir summarsteðgin eigur Skála heimavøll ímóti VB og EB/Streymi og útivøll ímóti FS Vágum. Nú tað nærkast summar- steðginum, eru tað ivaleyst fleiri, sum kaga í søguligu tølini fyri at síggja, hvussu nógv stig plaga at skula til fyri at sleppa undan aftasta plássinum. Seinastu fimm árini hevur 9. plássið verið mannað soleiðis: 1998: Sumba 9 stig, 1999: Sumba 11 stig, 2000: FS Vágar 11 stig, 2001: B71 10 stig og 2002: EB/Streymur 12 stig. Í 2001 tapti B71 endaspælið um plássið í bestu deildini. Hini árini hevur 1. deildarliðið vunn- ið endaspælið ímóti tí næst- besta liðnum í 2. deild. Talvan er um at líkjast sær sjálvari NSÍ spældi illa skipað og í orðsins sanna týdningi haltandi KÍ lið fullkomuliga út av vøllinum NSÍ–KÍ Jóannes Hansen Klaksvíkingar eru trúfastir ímóti KÍ. Tað sást miku- kvøldið, tá ið teir ikki vóru heilt fáir, sum fylgdu við til Runavíkar. Stóri spurning- urin var, um tað skuldi ganga, sum tað gjørdi, síðst tá ið KÍ var á útivølli, ella um vónin um endurreisn skuldi gerast til veruleika. Spurningurin var svarað- ur, tá ið eitt korter var farið. Tá hevði NSÍ eftir lítlari løtu lagt seg á odda við tveimum málum. Hóast gestirnir løtuna aftaná tókt- ust hava hampuliga fatur á spælinum, so vóru teir púra tannleysir, og tað var bara ein spurningur um tíð, nær NSÍ fór at sekta okkurt av heilt nógvu persónligu mis- tøkunum. NSÍ skoraði tvær ferðir afturat. Teir høvdu møgu- leikar, sum kundu havt endurtøku av KÍ úrslitinum ímóti B36 við sær. At tað ikki fór so vítt, vóru tað tvær orsøkir til. Onnur var KÍ málverjin Kartin Joen- sen. Hann var greitt besti maðurin á KÍ liðnum. Hin orsøkin var hugburðurin hjá NSÍ til uppgávuna í 2. hálvleiki. Tá løgdu teir seg longri aftur á vøllin, og so skiftu teir onkrar av lykla- spælarunum út. Longu sunnudagin skulu teir aftur í eldin, og tað var eingin or- søk at ovurerva seg miku- kvøldið. Um NSÍ hevði hildið fram at trýst mótstøðuliðið frammi á vøllinum, so høvdu teir heilt víst fingið fleiri mál. Hjá KÍ var tað ikki so galið fyrsta lítla korterið, og teir kunnu filosofera yvir, hvussu tað hevði lag- að seg, um Hjalgrím Elttør hevði skorað, tá ið hann var einsamallur við Jens Mart- ini Knudsen, sum annars hevði millum lítið og einki at gera. Men tá ið NSÍ legði seg framum, høvdu longu tvær støður verið, har Kartin Joensen hevði bjarg- að liðfeløgunum, sum høvdu gjørt stór persónlig mistøk. Tá ið NSÍ hevði skorað tvær ferðir, kendist mót- brekkan tung hjá KÍ, meðan NSÍ hevði undan- brekku. Heimamenninir vóru fyrri á bóltinum, teir fluttu seg betri, teir vóru nógv betri skipaðir í verju- partinum, har Óli Hansen við innbundnari brotnari hond ongar trupulleikar hevði saman við Messias Perreira at halda mótstøðu- monnunum burtur, og so høvdu teir Sonna L. Pet-er- sen á toppinum. Hann er skjótur og raskur, og tað vóru mikukvøldið serliga góðar dygdir. Sonni skoraði fýra mál, og hvørja ferð var hann blankur og stutt úr málinum. At KÍ var illa skipað og enn eina ferð vísti, at teir als ikki havav tak á, hvussu flata verjan skal stýrast, fer ivaleyst framvegis at kosta nógv mál. Men tað tóktist heilt við síðuna av og merk- isvert, at teir í Runavík høvdu tríggjar spælarar á liðnum, sum vóru so mikið illa fyri, at teir so langt í frá vóru førir fyri at vísa tað, sum teir áður hava gjørt. Tað ber ikki til ímóti nøkr- um liði í bestu deildini, og so als ikki ímóti einum mótstøðuliði, sum er so ágangandi, sum NSÍ var tað mikukvøldið. Tá ið NSÍ væl og virði- liga hevði vunnið, og teir tóku sær av løttum, broytti KÍ uppstilling, og tá sást tað, at tað ber til hjá klaks- víkingum at samanskrúva liðið soleiðis, at fyrsta fyri- treytin av øllum, at allir á miðvøllinum hava heilsu til og orka at renna, verður uppfylt. Málini Í 14. minutti gav KÍ verjan fyrsta málið burtur. Altíð ágrýtni Jónstein Petersen kom ímillum kiksaða aftur- legging. Kartin Joensen fekk bent skotroyndini á tvørtræið, og Sonni L. Pet- ersen var frammanfyri allar hinar, tá ið hann við høvd- inum stýrdi bóltinum í tóma málið. Í næsta minuttinum var aftur mál, og aftur var út- søla av alt skal út slagnum í KÍ verjuni. Brynjolvur Nielsen sendi fríspark inn- fyri úr høgru, og fýra metr- ar úr málinum og mitt fyri! var Sonni L. Petersen blankur, tá ið hann setti krúllin undir bóltin. Í 28. minutti var aftur galið í KÍ verjuni, og NSÍ takkaði aftur fyri. B36 upp- skriftin – diagonalsending afturum vongverjan – varð brúkt. Christian Høgni Jac- obsen gjørdist púra leysur, men Kartin Joensen vann tvídystin. Horna spurdist burturúr, og eftir tvær ferðir aftur og fram lyfti Sjúrður Jacobsen úr høgru upp um eitt sindur uttarlaga stadda málverjan. Verjuspælari royndi at renna bóltin upp, men Sonni L. Petersen vann kapprenningina og so var 3–0. Síðsti seymurin varð negldur í, tá ið fyrra um- farið var um at vera runnið. Aftur var Christian Høgni Jacobsen leysur í høgru, flata innleggið fór til hand- ara stólpan, har Jónstein Petersen var púra blankur, skotroyndin hjá honum kiksaði, men so var blanki Sonni L. Petersen á rætta staðnum og stýrdi úr trim- um metrum í málið. Tá tos- aðu trúføstu KÍ viðhalds- fólkini um at fara ein túr fyrri til hús ella kanska at fara til Gøtu at síggja 2. hálvleik. Men tey flestu mundu vera standandi, og í 2. hálvleiki gjørdist støðan ikki verri. Tað komst fyrst og fremst av, at NSÍ tók sær av løttum. NSÍ–KÍ 4–0 (4–0) 1–0: Sonni L. Petersen 14. 2–0: Sonni L. Petersen 15. 3–0: Sonni L. Petersen 28. 4–0: Sonni L. Petersen 45. Dómari: Páll Augustin- ussen NSÍ: Jens Martin Knudsen – Brynjolvur Nielsen, Óli Hansen, Messias Perreira, Sjúrður Jacobsen – Gert Langgaard (Jústinus R. Hansen, 67.), Rúni Ras- mussen, Ian Højgaard, Jón- stein Petersen (Andy Olsen, 59.) – Christian Høgni Jac- obsen, Sonni L. Petersen (Áki L. Hansen, 76.) KÍ: Kartin Joensen – Harley Bertholdsen (Leon Bjartalíð, 57.), Sámal Eyð- finn Akursmørk (Eyðun Klakstein, 57.), Jan Andr- easen, Símun Joensen – Atli Danielsen, Jan Joen- sen, Allan Joensen, John Ryan – Ove Nysted (Aleks- ander Djordjevic, 46.), Hjalgrím Elttør Sonni skoraði fýra ferðir