fríggjadagur 4. juli 2003síða 17
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 124 - 4. juli 2003
33
Skála gjørdi ein orduligan vørr
Ímóti viljaleysum
vágamonnum eydn-
aðist teimum at skora
tvífalt so nógv mál,
sum teir høvdu fingið
í átta ferðir 90
minuttir
SKÁLA–FS VÁGAR
Jóannes Hansen
Tað var gott lag á Skála
mikukvøldið, og minurnar
vóru einki serligar hjá
vágamonnum, tá ið teir
vóru á veg til hús aftur.
Hugburðurin hjá báðum
pørtum var væl skiljandi.
Vágamenn høvdu roknað
við torførari uppgávu á
Skála, og tað var kanska
ikki heilt óvæntað, at teir
taptu. At teir ikki vóru heilt
álvuligir við støðuna mundi
meiri koma av mátanum,
sum teir høvdu tapt uppá.
Stutt sagt so hevði liðið hjá
teimum ikki sýnt rætta
hugburðin og viljan, sum
skal til. Tí kann ikki sigast,
at tað sær ljóst út undan
vitjanini av væl uppløgdu
NSÍarunum.
At lagið var gott á Skála
var so sera lætt at skilja.
Eftir at hava spælt átta
ferðir hálvan annan tíma og
einki stig at hava fingið og
bara at hava fingið tvey
mál, gjørdu teir hesa ferð
rættuliga bart. Skálamenn
høvdu rætta viljan og áræð-
ið, sum skal til fyri at vinna
dystir og stig, og teir
megnaðu í leysum spæli at
skora fýra mál ella tvær
ferðir samlaða talið í átta
teimum fyrstu royndunum í
landskappingini í ár.
Javnt fyrstu løtuna
At heimaliðið fór at vinna
greiðan sigur sást ikki
beinanvegin. Gestirnir, sum
høvdu Jens Erik Rasmus-
sen sum hangandi álops-
spælara, vóru væl fyri
fyrsta korterið, tá ið teir
høvdu fitta lotið undan, og
tað var onkra ferðina um
reppið, at teir spældu seg til
møguleika.
Men so við og við fekk
heimaliðið tak á miðvallar-
spælinum. Julian Floresco
var sera væl upplagdur, og
tað var góður styrkur, at
Marius Joensen, sum er
komin heim av flatlondum í
summarfrí, var vongverji í
vinstru.
Í álopinum var Bogi
Gregersen, sum framman-
undan var rættuliga iva-
samur, tikin framum Alex-
ander Johansen, sum slapp
at hvíla seg á beinkinum
allar 90 minuttirnar (Skála
framdi onga útskifting). At
valið fall á Boga vísti seg at
vera skilagott, tí hann var
stak væl upplagdur.
Arnhold Berg var við í
báðum teimum fyrstu mál-
unum. Á hálva tímanum
stútaði hann hornasparks-
innlegg úr høgru í málið
aftanfyri Jákup Joensen, og
fimm minuttir seinni helt
hann so mikið nógv í egnum
brotsteigi, at Niklas á
Líðarenda kendi seg noydd-
an at bríksla fyri brotssparki
og at geva miðverjanum
gula kortið. Sum altíð so var
Jens
Erik
Rasmussen
tryggur úr ellivu metrum.
Heimaliðið greitt
omaná
Eftir steðgin var eingin ivi
um, hvønn veg stigini
høvdu kós. Skála var leik-
liga greitt omaná, og teir
spældu seg til fleiri møgu-
leikar. Miðvallarin í høgru,
Hanus Thorleifsson, legði
heimaliðið framum, tá ið 2.
hálvleikur var tíggju min-
uttir gamal. Eftir frísparks-
innlegg úr vinstru var hann
púra leysur við handara
stólpan og takkaði fyri.
Og so var tað, at Bogi
Gregersen skoraði tvær
ferðir. Tá var farið at tynn-
ast í FS Vágar verjuni.
Jóhannis Joensen, sum tá ið
støðan var 2–1 sendi frí-
spark í uppstandaran, var
farin fram, og tað var tunn-
ligt, tá ið Bogi fekk møgu-
leikarnar og við tveimum
málum syrgdi fyri, at fót-
bóltshýrurin á Skála verður
betri í summarsteðginum,
enn hann hevur verið tær
síðstu nógvu vikurnar. Og
tað verður hann uttan mun
til, hvussu tað fer at hilnast
á Eiði sunnudagin.
Skála–FS Vágar 4–1
(1–1)
1–0: Arnhold Berg 30.
1–1: Jens Erik Rasmussen
br 35.
2–1: Hanus Thorleifsson
56.
3–1: Bogi Gregersen 65.
4–1: Bogi Gregersen 84.
Dómari:
Niklas
á
Líðarenda
Skála:
Eugen Voda –
Agnar Højgaard, Arnold
Berg, Dusan Jaic, Marius
Joensen – Hanus Thorleifs-
son, Pauli G. Hansen, Alex-
ander Jovevic, Julian Flor-
esco – Jónhard Frederiks-
berg, Bogi Gregersen
Gult kort: Arnhold Berg
og Julian Floresco
FS Vágar: Jákup Joensen –
Sjúrður Ellefsen, Jóhannis
Joensen, Vlad
Osipovs
(Jpohn
Johansen,
88.),
Silva de Braga (Birgir Jo-
ensen, 75.) – Jógvan H.
Samuelsen (Bjarni Prior,
46.), Rói Árting (Birgir
Joensen, 86.), Jens Erik
Rasmussen,
Ruslan
Screlea, Elfinn Ørvarodd –
Clayton Soares
Gult kort:
Jógvan H.
Samuelsen
67.,
Jákup
Joensen 90.
Inntil tríggir minuttir
vóru eftir at spæla
hevði VB trý stig í
skjáttuni, men
EB/Streymur
megnaði at javna og
varðveita munin
niður til VB
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Eftir sigurin á Skála høvdu
vágbingar
aftur
fingið
meira áræði og sjálvsálit,
men hetta bleiv knúst í
dystinum móti EB/Streymi
á Eiðinum mikukvøldið.
Útiliðið fekk útjavnandi
málið í teimum seinastu
minuttunum av dystinum,
og tí liggur VB enn undir
strikuni í stigatalvuni.
Dysturin var ikki serliga
væl spældur, og spælið var
heldur óskipað og tilvildar-
ligt, men tvey mál og tvey
reyð kort hevði dysturin tó
at bjóða áskoðarunum sum
undirhald.
VB hevði fleiri mál-
møguleikar enn gestirnir,
og í fyrra hálvleiki endaði
ein skallari á stongini, men
hepnið var ikki við vágb-
ingum ta ferðina.
Kulic skorar
Milan Kulic, sum skoraði
síðsta sunnudag, fekk aftur
eitt mál hesuferð. Tá um-
leið ein tími var farin, fekk
VB fríspark uttanfyri brots-
teigin. Milan Kulic skeyt
flatt móti málinum, og bólt-
urin bar við Ronnie Sam-
uelsen, sum stóð í múrin-
um. Gunnar á Steig í
málinum bleiv snýttur av
hesum og fekk ikki bjargað.
Tá tjúgu minuttir vóru
eftir at spæla sendi dómarin
tveir leikarar av vøllinum.
Teir vóru leikandi venjarin
Predrag Ziskovic og Magni
á Lakjuni.
Magni fær bóltin á miðj-
um vølli, men verður takkl-
aður aftanifrá av Predrag,
sum kemur stormandi inn í
Magna. Ein sera ljót takkl-
ing, sum jugoslavin fekk
beinleiðis reytt kort fyri.
Magni gerst so illur um
takklingina, at hann hevnir
seg onkursvegna. Hetta sær
linjuverjin og boðar dómar-
anum frá, og hann sendir
báðar undir brúsuna.
Hetta er aðru ferð, at teir
báðir hava fingið reytt kort.
Predrag Ziskovic fekk reytt
í dystinum í Klaksvík, og
Magni fekk reytt kort í
bólkaspælinum í steypa-
kappingini. Tað skal eisini
nevnast, at Magni á Lakjuni
ongantíð hevur fingið reytt
kort fyrr enn í ár.
Tað
eydnaðist
EB/-
Streymi at fáa útjavnandi
málið stutt fyri leiklok. Tað
var trunkaspæl í brotsteig-
inum hjá VB, og verjan
fekk ikki beint hann ordi-
liga burtur. Ronnie Samuel-
sen fangar bóltin úti í síð-
uni, og saksasparkar bóltin
inn aftur í brotsteigin, har
Gert Hansen setir høvdið á
bóltin, og so var 1-1.
Hetta var fyrsta málið hjá
Gert í 1. deild í hansara
triðja dysti í bestu deildini.
Gert er kollfirðingur og er
liðformaður á unglinga-
liðnum hjá EB/Streymi.
Næstu ferð tekur EB/-
Streymur ímóti Skála, og
VB skal inn á Toftir at møta
B68.
VB-EB/Streymur 1-1
(0-0)
1-0: Milan Kulic
1-1: Gert Hansen
VB:
Bjarni Johansen -
Dejan Nicolic,Predrag Zis-
kovic, Slobodan Madzar,
Michael í Lágabø - Milan
Kulic, Dan Djurhuus, Palli
Augustinussen, Mortan úr
Hørg - Jón Pauli Olsen,
Birgir Jørgensen
EB/Streymur: Gunnar á
Steig - Eyðfinn Joensen,
Gert Hansen, Egil á Bø,
Hallur Jacobsen - Hans
Pauli Samuelsen, Marek
Viersbicki, Ronnie Samu-
elsen, Marni Djurhuus -
Magni á Lakjuni, Sorin
Anghel
Magni á Lakjuni og Michael
í Lágabø í hornatøkum.
Dysturin á Eiðinum endaði
við javnleiki 1-1
MYND: Áki Bertholdsen
VB-EB/Streymur 1-1 (0-0):
Vágbingar mistu aftur á stokkinum
33
32
Nr. 124 - 4. juli 2003
Fýrverk í
oyggjauppgerð
Bæði gøtumenn og
toftamenn misnýttu
upplagdar møguleik-
ar, og so endaði tað
málleyst
GÍ–B68
Jóannes Hansen
Einki mál kom í Gøtu
mikukvøldið.
Tað
var
kortini ikki tí, at tað skort-
aði upp á møguleikar. Men
teir vóru ikki gagnnýttir.
B68 hevur havt stórar
trupulleikar at skora mál í
ár, og heldur ikki miku-
kvøldið eydnaðist tað. Men
teir høvdu viljan til at ar-
beiða við at skapa møgu-
leikar. Í útgangsstøðuni
vóru teir tríggir á toppin-
um. Dánial Hansen, sum
higartil hevur verið í B68
verjuni, var fluttur fram á
álopsplássið í høgru.
At B68 var so álopssinn-
að hevði við sær, at heima-
menninir
noyddust
at
broyta eitt sindur upp á sína
uppstilling. Eitt nú varð
Hans Pauli Petersen togað-
ur aftur av miðvallar-
plássinum í høgru.
B68 hevði bólti meiri í
fyrra umfarinum, og bóltur-
in var nógv á helvtini hjá
heimaliðnum.
Men
tað
gekk striltið hjá B68 at
finna vegin til upplagdar
málmøguleikar. Ofta løgdu
teir innfyri, men tað var
sjáldan, at tað vóru teir
reyðu, sum møttu innlegg-
unum.
Jóhan Petur Poulsen snitt-
aði frísparksinnlegg á tvør-
træið og upp um, og Súni
Fríði
Johannesen
hevði
hevði ein góðan stútara,
sum málverjin bjargaði væl.
Símun steðgaði
GÍ hevði serliga í 1. hálv-
leiki hug til at halda nógv
fólk aftanfyri bóltin. Men
tað vildi ikki siga tað sama
sum at teir ikki høvdu eyga
fyri álopsspælinum. Heldur
var tað soleiðis, at teir lúrdu
eftir møguleikanum at fara
í skjótálop, og onkra ferð-
ina var um reppið, at tað
eydnaðist.
Besta møguleikan fekk
Símun Samuelsen, tá ið
B68 rangstøðufellan og
ungi maðurin var einsa-
mallur á veg ímóti B68
málinum. Men Símun, sum
hevði møguleika at spæla
tvørturum til Popczynski,
steðgaði á. Hann mundi
halda, at linjuverjin og
dómarin høvdu dømt hann
rangstaddan. Tað høvdu teir
ikki, og harvið hvarv besti
møguleikin hjá GÍ í fyrra
umfarinum.
Meiri rótut
Eftir steðgin var eingin
munur á liðunum. Bólturin
ferðaðist fyri tað mesta
millum brotsteigarnar. Tal-
an var um nógvar nærdystir
og ikki so skipað spæl, og
uppløgdu málmøguleikar-
nir vóru ikki nógvir.
Besta
møguleikan
at
skora mál fyri B68 fekk
Jóhan Petur Poulsen. Hann
varð spældur púra blankur,
og hann hevði góða tíð, tá
ið málverjin kom út á
brotsteigarmarkið at verja
fyri. Ungi maðurin royndi
at lyfta upp um málverjan,
og tað eydnaðist. Trupul-
leikin var bara, at bólturin í
staðin fyri at fara í tóma
málið datt niður á tvør-
træið, og so kom B68, sum
síðsta korterið setti Øssur
Hansen, ið var illa til passar
og tískil ikki var millum
teir fyrstu ellivu, á vøllin,
ikki nærri at gera mál.
Besta
møguleikan
at
avgera heimaliðnum til
fyrimunar fekk Krystof
Popczynski sjálvur. Hann
rann frá B68 verjuni, men
Albert Sævarsson vísti enn
eina ferð, at hann er ein
sannur knassi millum stólp-
arnar og ikki minst úti í
brotsteiginum.
Javnleikurin var tann
fimti hjá B68 í átta roynd-
um. B68 vísti, at teir vildu
gera nakað við trupulleik-
arnar, sum teir hava havt
við at fáa mál – bara seks
mál í átta dystum – men tað
eydnaðist ikki. Eftir rættu-
liga strævna viku við Inter-
toto Cup ferðing og tapi á
Mølini tóktust teir í GÍ ikki
at hava so nógv ímóti, at tað
eydnaðist at fáa stig, sjálvt
um tey ikki vóru so nógv.
GÍ–B68 0–0
Dómari: Suni Johansen
GÍ: Jazek Przybylski –
Áslakur R. Petersen, Poul
Ennigarð, Leivur Hansen–
Hans Pauli Petersen, Símun
Louis Jacobsen, Súni Ol-
sen, Gidek (Høgni Madsen,
63.), Bárður á Lakjuni –
Símun Samuelsen (Jónreid
Dalheim, 70.), Krzystof
Popczynski
B68: Albert Sævarsson –
Arnbjørn Danielsen, Hans
Fróði Hansen, Jákup Eli
Olsen – Bogi Petersen,
Jann Ingi Petersen, Fróði
Benjaminsen, John Heri
Dam (Øssur Jacobsen) –
Dánial Hansen, Súni Fríði
Johannesen, Jóhan Petur
Poulsen (Øssur Hansen,
75.)
Rennikapping á Varmakeldu
Leygardagin 5. juli
verður skipað fyri
rennikapping á
Varmakeldustevnuni í
Fuglafirði.
Kappast verður í ymsum
bólkum bæði hjá vaksnum
og børnum. Startur og mál í
øllum kappingum eru á
havnalagnum við P/F Petur
Larsen.
Øll eru vælkomin at
luttaka í kappingunum, ið
bæði eru einstakar kapp-
ingar og partur av Grand
Prix kappingini í renning,
sum Frælsur Ítróttur Føroya
skipar fyri.
Luttaka í samlaðu Grand
Prix kappingini kunnu bert
limir í einum av teimum
trimum
feløgunum
fyri
frælsan ítrótt. Til ber at tekna
seg sum lim, tá meldað
verður til á heimasíðuni
www.athletics.fo.
Grand
Prix kappingar hava verið
Flaggdagin, á Norðoyar-
stevnu og á Skálafjarðar-
stevnuni í Runavík. Umfør-
ini, ið eru eftir, vera á
Vestanstevnu og á Ólavsøku.
Byrjað verður kl.
10.30
Kappingin byrjar kl. 10.30,
tá vaksin renna 5 km.
Runnið verður 5 ferðir runt
eina leið, sum gongur frá
P/F Petur Larsen, niðan á
Bakkaveg,
norður
eftir
Bakkavegi, oman aftur á
havnalagið við Landingar-
húsið, og síðan suður eftir
havnalagnum til P/F Petur
Larsen.
Hóast øll tey vaksnu
byrja í senn, fevnir kapp-
ingin um tveir aldursbólk-
ar: vaksin (menn og kvinn-
ur f. 1958-1985), og veter-
anar (menn og kvinnur f. -
1957).
Vinnararnir
fáa
steyp, og nr. 1, 2 og 3 fáa
heiðursmerki.
Børnini byrja kl. 11.00,
tá dreingir -7 og gentur -7
(f.1996 ella seinni) renna
500
m.
Síðani
renna
dreingir -10 og gentur -10
(f.1993-1995) sama tein.
Runnið verður frá vegnum
áraka P/F Petur Larsen og
norður eftir keiini, har vent
verður um eina keylu.
Tey størru børnini renna
eftir somu leið, sum tey
vaksnu. Tó verður bert
runnin ein runda, sum er 1
km. Kappast verður í hes-
um bólkum: dreingir -13 og
gentur -13 (f. 1990-1992)
og dreingir -17 og gentur -
17 (f. 1986-1989).
Heiðursmerki og
steyp
Nummar 1, 2 og 3 í øllum
bólkum hjá gentum og
dreingjum fáa heiðursmerki.
Tilmelding online
Tey, ið ætla sær at luttaka,
skulu melda til á heima-
síðuni hjá Frælsum Ítrótti
Føroya
www.athletics.fo
innan fríggjakvøldið 4. Juli
kl. 18.00. Tað ber tó eisini
til at melda til við P/F Petur
Larsen, hálvan tíma áðrenn
kappingin byrjar.
Luttøkugjald er kr. 30,-
fyri vaksin og kr. 20,- fyri
børn. Hetta verður goldið,
tá nummarið verður av-
heintað, beint undan kapp-
ingini.
C
M
Y
K
32