Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-07-04, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. juli 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 124 - 4. juli 2003 35 Hósdagin klokkan 10 fyrrapartin verð- ur norðurlendska dansistevnan á Giljanesi sett. Setanin er almenn TÍÐINDASKRIV Vága Dansifelag Norðurlendska dansi- stevnan, sum hildin verð- ur í Vágum frá 1. til 7. juli, verður sett á Gilja- nesi hósdagin klokkan 10.00. Jørgen Niclsne, løgtingsmaður, fer at seta stevnuna. Tað luttaka einir 80 norðurlendskir dansarar á stevnuni. Teir eru um- framt vertirnar úr Vága Danifelag, gestir í Dan- mark og Noreg. Undir almennu setan- ini fara luttakararnir at dansa á skúlaplássinum á Giljanesi. Seinnapartin fara tey at dansa í bygd- unum í Vágum. Byrjað verður í Miðvági og Sandavági klokkan 15.00. Kokkan 17 fara tey at dansa í Sørvági og Bø. Feløgini fara ikki at dansa saman, men spreiða seg um oynna. Fríggjadagin verður dansað í Havn. Leygar- dagurin er settur av til útferð, og tað verður eft- ir, sum veðrið er, hvar farið verður. Men iva- leyst verður eisini dansað har, tey fara at vitja. Sunnudagin fara tey til Gásadals, og tá verður eisini dansað uppi í Dalinum. Sunnukvøldið klokkan 19.30 er almenn fram- førsla á Giljanesi, har allir luttakaranir fara at sýna fram tað, tey hava vant til hesa stevnuna. Vága Dansifelag sigur, at stevnan er fyri øll, sum áhugað eru, og teir limir og onnur, sum hug hava koma til tiltøkini, sum eru um kvøldini, meðan stevnan er, eru væl- komnir, hóast teir ikki annars luttaka á stevnuni. Konsert við hørputón- leiki og sopransangi verður við Gjógv sunnu- dagin 13. juli. Joost Schelling spælir á hørpu og Joanna Johansen syngur. Tvær frumfram- førslur av føroyskum verkum fyri hørpu eru á skránni. Konsertirnar, sum er tvær, verða í Gjáar kirkju sunnudagin 13. juli klokkan 15:00 og í Bygdarhúsinum klokkan 17:00. Samstundis verð- ur høvið at síggja mynd- list eftir Erik Schwarz- bart, Ole Werner Munck og Anders Hjuler. Frumframførdu verk- ini, sum bæði eru fyri hørpu, eru eftir Kristian Blak við heitinum "Harpan" og eftir Paula í Sandagerði við heitinum "Harpix". Hørpuleikarin Joost Schelling er føddur í Hollandi, men býr í Beder í Danmark. Út- búgving hevur hann nomið á Vestjysk Musik- konservatorium, har hann tók endaliga diplomútbúgving í 1981. Síðani hevur Joost Schelling lisið í Ong- landi og verið við á Masterclass-skeiðum. Í dag arbeiðir Joost Schell- ing sum free lance tón- leikari í symfoniorkestr- um í Danmark, Noregi og Svøríki, spælir solo konsertir, kamartónleik, er við á kórkonsertum og undirvísir á Århus Musikskole. Joanna Johansen er kend føroysk sopran rødd. Joanna, sum er av Strondum, er útbúgvin lærari og starvast í Eysturskúlanum í Havn. Hon hevur áður verið í starvi sum lærari í Dan- mark, har hon eisini hevur verið sanginstruk- tørur og havt privatundir- vísing í sangi. Joanna hevur harumframt med- virkað í fleiri stórum tónleikatiltøkum og fløguútgávum í Føroyum og syngur í nýggja kórin- um Tarira. TÍÐINDASKRIV Fríggjadagin hava handl- arnir í SMS opið til kl. 24.00. Nógv undirhald verður á pallinum á Torg- inum. Fríggjadagin í verður árliga mentanarnáttin hildin. Hetta er triðja árið á rað, vit halda mentanarnátt. Umframt at handlarnir hava opið til kl. 24.00, verður ein rúgva av undirhaldi av alskyns slagi á pallinum á Torginum. Undirhaldið byrjar longu kl. 14.00, tá ið Ølholm Folkedansere úr Danmørk fara at dansa uttan fyri SMS. Donsku dansararnir eru gestir hjá Vága Dansifelagi, sum hesa fyrstu vikuna í juli er vertur fyri norðurlendskari dansistevnu á Giljanesi í Vágum. Tað, tey fara at sýna fram í SMS fríggja- dagin, eru vanligir danskir fólkadansir. Spælimans- orkestur spælir undir, með- an dansað verður. Viðrar ikki at dansa úti, verður farið innum. Aftan á fram- førsluna hjá fólkadansarun- um verður undirhald annan hvønn tíma á pallinum. Kl. 16.00 fara næmingar í Tórshavnar Musikkskúla at spæla lættan tónleik. Kl. 18.00 fara tey bæði, Angela og Hannibal, á pallin. Tey eru langt síðan vorðin eitt av afturvendandi tiltøkunum, sum vit hava, tá ið undirhald er fyri børn. Og vit hava eisini fult hús, hvørja ferð tey koma á pallin. Og tað vóna vit, at tað eisini verður fríggja- kvøldið. Í sambandi við Jazz- festivalin, sum er í Havn í hesum døgum, vitjar før- oyski bólkurin, Gospel Trioin. Tey trý, sum manna bólkin, eru Bo Isholm, gittara/bass, Eirikur Skála, klaver/saksofon og Sigrið Sivertsen, sang. Eftir at hava spælt saman umleið tvey ár, eru hesir dugnaligu tónleikararnir vorðnir til ein væl umtóktan bólk, sum hevur spælt ymsastaðni í Havn, m.a. á Café Natúr og í Norðurlandahúsinum. Skráin hjá teimum er lættur og kendur tónleikur, m.a. hjá Stevie Wonder umframt gospel og djasstónleikur. Gospel Trio´in spælir á pallinum kl. 20.00. Kl. 23.00 fara teir fýra úr All That Rain at enda kvøldið, so tað stendur eftirí. Í sambandi við fyrstu mentanarnáttina fyri trim- um árum síðan, vóru teir tað stóra navnið. Teir høvdu júst givið fløgu út, so Torgið var stúgvandi fult í sambandi við framførsluna. Síðan er bólkurin broyttur nakað. Teir eru nú fýra mans, og teirra millum er nýggjur sangari. All That Rain fara at spæla kend løg, sum eru á hittlistunum í dag. Kanska enda teir við onkrum kendum Beatles- tónum, nú ið tiltakið vesturi í Vágum í mei eydnaðist so væl. Umframt nógva undir- haldið, hava handlarnir í SMS serliga góð tilboð at bjóða viðskiftafólkum sín- um. FRÆNDAFUNDUR Tíðindaskriv Heimspekideild Háskóla Íslands og Fróðskaparsetur Føroya skipa fyri ráð- stevnu, Frændafundi, í Reykjavík 19. og 20. juni í 2004, hini fimtu, sum hesir stovnar halda í felag. Á ráðstevnuni verður røtt um ymisk evni, sum viðvíkja Føroyum og Íslandi. Meg- inparturin av fyrilestrun- um, sum verða fluttir á ráð- stevnuni, hevur støði í rannsóknum, sum gransk- arar í báðum londunum hvør í sínum lagi fáast við. Harafturat verða gransk- arar bodnir at bjóða fram fyrilestrar um evni, sum viðvíkja londunum báðum. Føroyingar halda fyrilestur á føroyskum og íslendingar á íslendskum. Hvør fyri- lestur varir um 20 minuttir. Við hesum verður lýst eftir tilboðum um at halda fyrilestrar á ráðstevnuni. Tey, sum áhuga hava, verða biðin um at lata frá sær stuttan samandrátt av fyri- lestri sínum. Teir granskarar, sum longu nú eru bidnir at halda fyrilestrar, eru: Um framtøku í land- búnaði: Jónas Jónasson, fyrrverandi búnaðarmála- stjóri (Ísland) og Gunnar Bjarnason, landbúnaðar- frøðingur (Føroyar). Um framtøku í sjóvinnu: Jón Þ. Þór, fyristøðumaður Rannsóknaseturs fyri sjó- vinnu-søgu (Ísland) og Jóan Pauli Joensen, pro- fessari (Føroyar). Um framtøku í ávísum landslutum seinastu árini: Unnur Dís Skaptadóttir, dosentur í mannfrøði á Háskóla Íslands (Ísland) og Gestur Hovgaard, ph.d. (Føroyar). Um søguna hjá sertrúar- samkomum: Pétur Péturs- son, professari í gudfrøði við Háskóla Íslands (Ís- land) og Poul F. Guttesen, ph.d.-lesandi (Føroyar). Um árin frá fleirtjóða hugmyndastevnum frá upplýsingarøld til fyrst í 20. øld: Ingi Sigurðsson, professari (Ísland) og Hans Andrias Sølvará, søgu- frøðingur (Føroyar). Føroyar og føroyingar í íslendskum bókmentum: Turið Sigurðardóttir, bók- mentafrøðingur. Ísland og íslendingar í føroyskum bókmentum: Malan Marn- ersdóttir, bókmentafrøð- ingur. Í fyrilestrunum verður dentur lagdur á samanburð millum íslendsk og føroysk viðurskifti. Tilboð um fyrilestrar skulu verða latin Anfinni Johansen, Fróðskaparsetur Føroya, postsmoga 272, 110 Tórshavn, teldupostur: anfinnurj@setur.fo, í sein- asta lagi 1. september 2003. TÍÐINDASKRIV Í samband við Mentanar- náttina 2003 bjóðar losja nr. 1 Ambolturin, IOOF øllum áhugaðum at vitja losjuna á Grønlandsvegi nr. 45 millum kl. 19.00-23.00. Nógv halda, at tað hendir nakað løgið og óhugnaligt í eini Odd Fellow losju, men tað heldur Edward Ingebrigt- sen úr Vestmanna ikki. Sjálvur hevur hann verið limur síðan stovnanina í 1986. Føroyska losjan byrjaði í leigaðum hølum í Vestmanna, men tá hølini gjørdust ótíðarhóskandi, var støða tikin til at flyta til Havnar og ognin á Grøn- landsvegi nr. 56 bleiv keypt til endamálið. Odd Fellow Ordanin er ein altjóða felagsskapur, sum byggir á tey menn- iskjaligu virðini. Fyri at gerast limur í felags- skapinum krevst einki serstakt, fíggjarligt, polit- iskt ella átrúnaðarligt støði, ella annað sum skilir fólkið. Tær einastu treytirn- ar eru, at ein skal vera rættarliga myndugur, og at man trýr á eina hægri makt. Limirnir verða kunnaðir við eina rúgvu av »etisk- um« livireglum ið fremja sátt og semju millum menniskju í gerandis- degnum, og at, »ein tænir sær sjálvum best, sum hann tænir øðrum« og at »tú skal vera móti øðrum, sum tú vil hava onnur at vera móti tær sjálvum«. Odd Fellow Ordanin ber orð fyri at vera sera duldarfullur, men soleiðis er veruleikin als ikki, tað er ógvuliga lítið, ið ikki tolir dagsins ljós. Tó er okkurt smávegis, ið bert hoyrir til millum losjulimir- nar, men soleiðis er tað eisini í privatlívinum. Odd Fellow Ordanin er meira enn bert losjuarbeiði, tað røkkur eisini frá sam- komum fyri eldri og sjúk- um, til tað árligu gávuhand- anina frá Stórlosjuni uppá 250.000 kr. til lækna- vísund. Úr teimum ymisku grunnunum ið Odd Fellow felagsskapurin ræður yvir og innsavnaðum peningi millum brøður og systur- losjunar, verða eisini árliga lætnar milliónir av krónum til vælgerandi endamál. Til heystar vil eisini okkara losja nr. 1 Ambolturin geva gávur til somu endamál í Føroyum. Á mentanarnáttini 2003 verður opið hús á Grøn- landsvegi nr. 56 millum kl. 19 og 23, har øll eru hjarta- liga vælkomin, at seta spurningar losjuni viðvíkj- andi og eftir førimuni fáa hesar svaraðar. Dansistevna í Vágum Hørpukonsert við Gjógv Mentanarnátt í SMS Odd Fellow Ordanin í Tórshavn letur hurðarnar upp Ráðstevna um íslendsk og føroysk viðurskifti 35 34 Nr. 124 - 4. juli 2003 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 8 5 - 1 - 2 17 7 10 16 2 NSÍ 9 4 - 4 - 1 18 8 10 16 3 HB 8 4 - 3 - 1 20 10 10 15 4 KÍ 8 4 - 2 - 2 9 13 -4 14 5 GÍ 8 3 - 3 - 2 12 10 2 12 6 B68 8 2 - 5 - 1 6 5 1 11 7 EB/ Streymur 8 2 - 4 - 2 12 14 -2 10 8 FS V 8 2 - 1 - 5 9 18 -9 7 9 VB 8 1 - 3 - 4 9 16 -7 6 10 Skála 9 1 - 0 - 8 6 17 -11 3 Máltindurin Andrew av Fløtum HB 6 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Krzystof Popczynski GÍ 5 Birgir Jørgensen VB 5 John Petersen B36 5 Heðin á Lakjuni B36 4 Karsten From HB 4 Hjalgrím Elttør KÍ 4 Helgi L. Petersen NSÍ 4 Hans Pauli Samuelsen EB/S 3 Rúni Nolsøe HB 3 Milan Kulic VB 3 Jákup á Borg B36 2 Jens Kristian Hansen B36 2 Sjálvmál B68 2 Súni Fríði Johannesen B68 2 Magni á Lakjuni EB/S 2 Egil á Bø EB/S 2 Sorin Anghel EB/S 2 Elfinn Ørvarodd FSV 2 Eyðfinn Fjalsbak FSV 2 Jens Erik Rasmussen FSV 2 Bartal Eliasen GÍ 2 Símun Samuelsen GÍ 2 Súni Olsen GÍ 2 Rógvi Jacobsen HB 2 Rókur F. Jespersen HB 2 Atli Danielsen KÍ 2 Jústinus R. Hansen NSÍ 2 Christian Høgni Jacobsen NSÍ 2 Bogi Gregersen Skála 2 Allan Mørkøre B36 1 Sjálvmál B36 1 Sonni Johansen B36 1 Klæmint Matras B36 1 Dánjal Hansen B68 1 Jóan Petur Poulsen B68 1 Gert Hansen EB/S 1 Marni Djurhuus EB/S 1 Ronnie Samuelsen EB/S 1 Clayton Soares FSV 1 Kim Poulsen FSV 1 Silva FSV 1 Hans Pauli Petersen GÍ 1 Hallur Danielsen HB 1 Símun Eliasen HB 1 Tór-Ingar Akselsen HB 1 Allan Joensen KÍ 1 Ove Nysted KÍ 1 Símin Joensen KÍ 1 Brynjólvur Nielsen NSÍ 1 Messias Perreira NSÍ 1 Óli Hansen NSÍ 1 Sjúrður Jacobsen NSÍ 1 Palli Augustinussen VB 1 Arnhold Berg Skála 1 Hanus Thorleifsson Skála 1 Pauli G. Hansen Skála 1 Jens Petur Brattalíð varð skaddur undir upphitingini á Skála, og so vórðu boð send eftir næstformann- inum í FSF SKADDUR DÓMARI Jóannes Hansen Tað gongst ikki altíð, sum tað hevur verið roknað við og ætlað. Hetta eru tað so nógv dømi um, og fót- bóltsdómarin Jens Petur Brattalíð kann skriva undir uppá, at mikudagurin royndist ikki soleiðis hjá honum, sum hann framman undan hevði roknað við. Jens Petur var settur at døma á Skála mikukvøldið. Hann fór úr Vági tíðliga á degnum, og alt gekk sína gongd, inntil hann og linjuverjarnir báðir vóru í holtur við upphitingina. Tá fekk hann ein vøddaskaða, og har var einki at gera. Dómarin var noyddur at taka seg aftur, og so vóru góð ráð dýr. Boð vórðu send til Gøtu, har næstformaðurin í FSF og royndasti dómarin í 1. deild, Niklas á Líðarenda, býr. Hann skuldi yvir at Skála at vera eygleiðari. Men hann hevði ikki fyri- reikað seg til at døma. – Eg hevði akkurát fingið mær ein góðan nátturða- bita, tá ið teir ringdu. Eg gjørdi skjótt av, og eg haldi, at tað gekk væl. Men tað er ikki komið fyri áður, at eg havi etið eina orduliga mál- tíð so stutt undan dystar- byrjan, har eg skal vera dómari, sum eg gjørdi mikukvøldið, sigur Niklas. Jens Petur Brattalíð pakkaði taskuna og fyrra- partin í gjár kom hann suður aftur til Vágs av fótbóltsferð, men uttan at hann hevði útrættað tað, sum hann var settur til at gera, og sum hann hevði ætlað sær at gjørt. Vónandi fer tað at gangast honum betri, tá ið hann næstu ferð skal um fjørðin í fótbólts- ørindum. Jens Petur Brattalíð bleiv skaddur undan dystinum millum Skála og FS Vágar og kundi tí ikki døma Langa leið til onga nyttu C M Y K 34