mikudagur 6. juli 1994síða 34
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Arbeiðsloysisskipanin er eitt
gamalt stríðsmál hjá Javnað-
arflokkinum. - Men ikki fyrr
enn nú vit kendu sviðan av
arbeiðsloysinum, fingu vit
sannført aðrar flokkar um at
seta skipanina í verk.
Men ALS var ikki gjørd til
eitt 20% arbeiðsloysi. Tí má
skipanin styrkjast skjótast
gjørligt. Tað almenna má inn at
tryggja at nóg mikið altíð er til
útgjaldið og hava samsvar-
andi medávirkan.
Javnaðarflokkurin heldur,
at rullandi útgjaldið skal burtur
og at meira eigur at verða
gjørt fyri at seta arbeiðsskap-
andi tiltøk í gongd.
- Moguleikar eru til hetta í
ALS, men hesir møguleikar
eru ikki nóg væl troyttir.
Javnaðarflokkurin heldur,
at tað er sera umráðandi at
útvega arbeiðstokum arbeiðs-
og útbúgvingartilboð, sum
gera at arbeiðstok betur eru
for fyri aftur at koma út á ar-
beiðsmarknaðin og fyri at geva
teimum innihald í tilveruni.
Fyri at býta arbeiði javn-
ari, heldur flokkurin at farloyv-
isskipan eigur at verða sett í
verk. Hetta kann gerast við at
tann, ið fer í farloyvi, fær upp-
hædd samsvarandi hægstu
dagpeningaveiting, medan ein
arbeidstøkur røkir starvid.